Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-04, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90 38 Sosialurin Ítróttur Veðrið er al kappróður Hóast tað er fast samband til Klaksvíkar og fyrsti FM róðurin í ár er á skránni, so er veðrið alt avgerandi fyri undirtøkuna til kappróðurin á norðoyastevnu. – Er veðrið gott, so koma altíð nógv fólk til kappróðurin, men er veðrið ringt, so sita fólk heima við hús og fylgja við, sigur ein av fyrireikarunum Tróndur Arge Leygardagin verður ársins fyrsti FM kappróður. Tað eru tilmeldaðar 88 bátsmanningar til í ár. Eftir nógvar harðar venjingar er tíðin endiliga komin, at rógvararnir sleppa at vísa hvør dugur er í teimum. Kapp­ róð urin á norðoyastevnu hevur tað orð á sær altíð at fara langt yvir vanligu tíðina. Okkurt árið hevur kappróðurin verið seinkaður upp í tríggjar tímar. Seinastu árini hava vit havt óvan­ liga ringt verður og tað er nakað vit ikki fáa vart okkum fyri. Vit royna at fyribyrgja hesum við at hava fýra bátar, ið halda fasta startinum. Tveir á 1000 metra málinum og tveir á 1500 metra málinum. Tað royndu vit á fyrsta sinni í fjør og tað riggaði væl. Tað vóru ikki meira enn 11 minuttir ímillum skiftini frá 1000 metrum til 1500 metrar, sigur John Reid Ziska Jacobsen, ið er ein av høvuðsfyriskiparunum av kapp­ róðrinum á norðoystevnu. Tað eru eisini nógvar manningar, ið eru við fyri fyrstu ferð og sum ongantíð hava róð saman fyrr. Tað kann eisini skapa trupulleikar. Tað er serliga hjá 5­manna før­ unum at tað kunnu verða stórir trupul leikar. Bátar koma at liggja tvørt fyri og vit mugu hjálpa teim­ um upp á pláss. Ein trupulleiki er, at tey kenna ikki mun á stýriborði og bak borði. Tá kann tað gerast trupult at fáa bátarnar at gera sum vit vilja. Tað er ein afturvendandi trupul leiki og tað er ikki nakað, vit her í fel agnum kunnu fyribyrgja. Tað mugu feløgini hvør í sínum lag læra teir ungu rógvararnir, sigur John Reid. Tað er stórt arbeiði at fyrireika ein kappróður, men í Klaksvík er nógv hjálp at heinta og fyri reik­ ingar nar ganga væl. Vit fáa hjálp allastaðni frá og fólk eru ikki bangin fyri at siga ja til eitthvørt. Vit hava gjørt næstan alt, sum vit kunnu gera, men tað eru nøkur ting vit ikki kunnu gera Luxembourg á skránni í kvøld a-landsliðið Føroyska manslandsliðið í fótbólti skal í kvøld spæla ein venjingardyst ímóti Luxembourg. Dysturin byrjar klokkan 19.00 og verður leiktur á Stade Alphonse Theis í Luxembourg Tróndur Arge Í undankappingini til HM2002 vóru Føroyar í bólki við Luxem­ bourg og tað bleiv til tveir minn iligar sigrar. Kanska ikki so nógv fyri stigini, men heldur fyri umstøðurnar og óhepnar hendingar. Fyrri dysturin var í Luxem­ bourg tann 24. mars í 2001. Við Toda Jónsson sum liðskipara vónaðu føroyingar, at vit kundu vinna á smátjóðini, eins og vit eitt nú gjørdu ímóti San Marino og Malta árini framm­ an undan. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki mátti Todi Jónsson lata seg útskifta vegna skaða og boðaði eftir dystin frá, at hann gavst á landsliðnum. Inn í hansara stað kom Christian Høgni Jacobsen og hann gjørd­ ist dagsins maður. Fyrst legði hann Føroyar á odda 1­0 eitt korter fyri tíð. Løtu seinni legði hann upp til Kurt Mørkøre, ið skor aði til endaliga úrslitið 2­0. Í oysandi regni tann 1. september í 2002 tóku Før oy ar ímóti Luxembourg á Svanga­ skarði í einum dystin, sum ikki skuldi verðið spældur. Vøll urin var líka nógv ein svimji hylur og runudýki sum ein fót bólts­ vøllur. Føroyar vóru leikliga oman á í vatnpolo dystinum og fimm minuttir fyri tíð tryggjaði John Petersen brotsspark til Føroyar. B36 leikarin, Jens Kristian Hansen, skoraði trygt uppá brotssparkið til stóra gleði fyri dýggjvátu áskoðararnar, ið sótu á Svangaskarði. trondur@sosialurin.fo Tey ungu kenna ikki mun á stýri­ borði og bakborði Vatnpolo-dysturin á Svangaskarði móti Luxemburg Mynd: Savnsmynd Christian Høgni Jacobsen, leggur Føroyar á odda í 2-0 sigrinum í Luxemburg Mynd: Savnsmynd