fríggjadagur 4. juni 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90
Sosialurin
Ítróttur
tavgerandi!
fyrrenn leygardagin. Eitt nú at
leggja startin út. Vit plaga eitt nú
at leggja fasta startin á 1500 metr
ar málið út fríggjakvøld, tí av at
barna róðurin er blivin til ein FM
róður, so skal hann brúkast á 500
metra málinum fyrst.
Fyrireikararnir í Klaksvík hava
áður roynt at fyrireika kappróður.
Vit eru tveir, ið hava evstu ábyrgd
og vit hava fingist við at fyrireika
kappróður á norðoyastevnu í trý
ár nú. Vit eru heldur ikki bangnir
fyri at biðja um hjálp, um á stendur.
Hóast kappróðurin á norðoya
stevnu kann draga út, so eru menn
fús ir at hjálpa til, sigur John Reid.
Men hvat vænta klaksvíkingar
sær av kappróðrinum?
Eg vóni sjálvandi, at tað gongur
bátunum her norði væl, men nú
kenni eg ikki hinar bátarnar so væl
sum eg kundi ynskt, sigur John
Reid at enda.
Kappróðurin á norðoyastevnu
byrjar klokkan 13 við barnaróðri og
klokkan 15 byrjar ársins fyrsti FM
róður hjá teimum vaksnu.
trondur@sosialurin.fo
Tíðindaskriv
Leygardagin kl. 11 verður fjalla
súkklukapping í Havn. Hesa ferð
verður kappast á gøtunum kring
Stutendaskúlan í Hoy dølum.
Kappingin er fyri menn, kvinnur
og unglingar.
Talan er um eina Cup kapp ing
og hjá monnum er tað Gunnar
DahlOlsen, ið liggur á odda við
fullum stigatali, nevn iliga 14
stigum.
Okkara
fremsti
súkklari,
Torkil Veyhe, hevur nú eisini
av gjørt at royna seg innan hesa
súkklugrein. Hann lá leingi á
odda seinast kappast bleiv, men
vegna eitt tekniskt brek við
súkkl uni mátti hann taka til
takkar við einum 2. plássi!
Teinurin leygardagin
Startur/mál er við fimleika høll
ina, og koyrt verður runt inni í
plantaguni, oman á keiðina (niðri
í gomlu hoyvíkini), út á Boðanes
at venda, niðan til tyrlu pallin, og
oman aftur og yvir til start/mál.
Tey, ið ynskja at luttaka skulu
møta við Fimleikahøllina við
Studentaskúlan kl. 10.00.
TSF skipar fyri MTB
kapping leygardagin
súkkling Leygardagin
verður fjallasúkklukapping í
Havn. Hetta er triða av fimm
kappingum í H&G Cup 2010
A-landsliðið
kann arga
teir ungu
U21-landsliðið Tá U21-landsliðið
í summar tekur ímóti Andorra,
skal A-landsliðið samstundis
spæla í Estlandi. Hóast tað er
gleðiligt, so kann tað fara at ávirka
avrikini hjá U21-landsliðnum, at
heili átta U21-landsliðsleikarar
eru við í A-landsliðshópinum,
ið skal spæla í kvøld
Tróndur Arge
Um vit til dystin ímóti Andorra
í august mangla einar fimm
til sjey spælarar, so fer tað
sjálvandi at ávirka liðið hjá
okkum. Alandsliðið skal sjálv
sagt raðfestast fyrst, men hetta
var óheppið fyri okkum, sigur
Bill McLeod Jacobsen, sum er
annar av venjarunum hjá U21
landsliðnum.
U21landsliðið hevur í vik
uni spælt tveir innanhýsis
venj ing ar dystir.
Á
Toftum
miku kvøldið og við Margáir
hós kvøld ið.
Vit eru væl nøgdir við teir
báðar dystirnar. Vit hava eis
ini fingið høvi at síggja fleiri
nýggjar leikarar. Fleiri leikarar
eru eisini farin úttanlands og
hava gjørt stór framstig. Upp
aftur aðrir eru komnir aftur
til Før oyar og hava fingið fótin
fyri seg í føroysku kappingini.
Alt í alt er U21 hópurin sterkari
enn nakrantíð, sigur Bill um
venj ingar dystirnar.
Føroyar eru í bólki við
Russlandi, Rumenia, Lettlandi,
Moldova og Andorra. Føroyar
liggja á einum fjórða plássi við
átta stigum. Andorra hevur eitt
stig á niðasta plássi.
Vit hava nú sæð einar 40
leikarar og í summar verða
einir tveir venjingardystir. Tað
er eisini uppá tal, at hópurin
fer á eina venjingarlegu stutt
und an ólavsøku, men tað er
ikki komið upp á pláss enn,
sig ur Bill at enda um fyri reik
ing ar nar til komandi uppgáv
urnar.
U21landsliðið hevur tveir
dystir eftir í hesari EM undan
kappingini. 8. august kemur
Andorra á vitjan í Føroyum og
4. september tekur Moldova
ímóti.
trondur@sosialurin.fo
Kappróðurin á Norðoyastevnu 2009
Mynd: Savnsmynd
Venjingardystur við Margáir
Mynd: Álvur Haraldsen