Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93 Sosialurin aftur. Í Koltri liggur eitt stórt ar beiði, sum skal gerast – eitt arbeiði, tú einki fært fyri, men sum er serstakliga áhuga vert. Skjøtil er settur á, og okkara uppgáva verður nú at fremja ætlanina við Tjóð­ garði num í Koltri í verki. Vildu royna Men hví flyta ungu hjúnini so úr aftur Koltri eftir so stutt ari tíð? ­ Lükka og eg eiga tvær gent ur, og av teimum er tað Malan, sum hevur víst land­ búna ð inum størstan áhuga og nam sær tann førleika, sum krevst fyri at taka á seg eitt festi. Men hvørgin av gentunum búði í Koltri tey árini, Lükka og eg høvdu garð in. Vit kunnu siga, at tað vóru vit, sum fluttu út frá gentu num úr húsum okkara í Kirkjubø. Tær vóru fyri tað mes ta inni á meginøkinum og komu bert út í Koltur at ferðast. ­ Bjørn sigur, at tá tað gjørdist greitt, at hann fór í stjórastarvið á Búnað ar­ d eplinum, høvdu Malan og Petur hug at royna seg í Koltri. ­ Nú tey hava verið har úti í hesum tíðarskeiði, hava tey sæð, at Koltur kortini ikki er akkur át nakað fyri tey. Tey komu at tosa um hetta um jól ini, og í februar í ár gjørdu tey endaliga av, at tey vilja lata festið frá sær aftur og flyta úr Koltri. Malan og Petur eiga trý børn, Sjúrð, sum er 10 ár, Jóan Paula, sum er 9 – og so lítlu Mariu, sum er eitt ár. ­ Eg trúgvi, at ungu hjún­ ini hesa tíðina hava sæð, at tað er ikki tað sama at koma út í Koltur at ferðast, sum tað er at gerast festari og sita við ábyrgd ini. Bjørn vísir á, at lærari hev ur verið knýttur at Koltri eftir eini góðari skip an, soleiðis at Sjúrður og Jóan Pauli hava fingið sína skúla­ gongd, men skjótt hevði tíðin komið, har teir høvdu verið noydd ir inn á meginøkið í skúla. ­ Malan hevur ivaleyst hugs að um tíðina, tá Lükka og eg fluttu út í Koltur, og gentu r nar vóru verandi eftir í Kirkjubø. Hon og maðurin hava ivaleyst hildið, at kost­ nað ur in fyri at lata børnini fara av oynni hevði verið ov høg ur. Malan vildi gjarna royna hetta, men tey hava í hesu m tíðarskeiði ásannað, at framtíðin hjá teimum ikki ligg ur í Koltri. Sannføringar At Malan og Petur vilja av aft ur garðinum í Koltri, merk ir tó ikki, at tú noyð ist úr starvinum sum bún að ar­ stjóri og útaftur í Koltur? ­ Nei, tað er rætt. Tað, sum gjør di, at eg tók endaligu av­ gerð ina, er, at eg mátti velja ímill um at lata garðin upp í fremm andar hendur – ella, at fara útaftur og halda fram við tí arbeiði, sum er byrj­ að. Skalt tú vera í Koltri, er neyðugt, at tú gongur 100 pro sent upp í tað arbeiði, sum liggur í hesi avbjóðing. Bjørn Patursson ásannar, at ætlan hansara var, at star v ið sum búnaðarstjóri skul di vera hansara seinasta ”ar beiðs karriera” innan land­ bún að arvirksemi í Føroyum, sum hann tekur til. ­ Vit trivust so serstakliga væl í Koltri, og nú alt bendir á, at leiðin ber útaftur, eru vit bæði, Lükka og eg, sann førd um, at avgerðin er røtt. Tá eg fekk starvið sum bún að ar­ stjóri, royndi eg at sannføra meg sjálvan um, at tíðin iva­ leyst var komin at fara úr Koltri og royna okkurt annað – eisini tí, at eg var farin um tey fimmti. Nú royni eg av nýggj um av sannføra meg um, at skulu vit útaftur í Kolt ur, so má tað vera nú – og áðr enn árini gerast ov mong, sig ur hann brosandi. Búnaðarstjórin sigur, at hann framvegis følir, at hann hevur nógv at geva før oysk­ um landbúnaði, men sum hann nevndi fyrr í sam røðu­ ni, eru dugnalig fólk eftir á depli num í Kollafirði at føra tann partin av verkinum víðari. Tað formella Enn er tó ikki endaliga greitt, hvus su verður hjá Bjørn Paturs syni við starvinum sum búnaðarstjóri og festi­ num í Koltri. ­ Okkara stovnur liggur und ir Fiskimálaráðnum og aðalstjóranum, Rógva Rein­ ert. Sambært lóg um lands­ jørð frá 2007 er tað verandi festari, sum peikar á hin komandi. Tað er soleiðis sit andi festari, sum hevur initia ti við og kann avhenda festi brævið til annan per­ són. Sambært lógini skal so Búnaðarstovan góðkenna nýggja festaran. Nú Bjørn sjálvur er bún­ að ar stjóri, verður hann ikki part ur av hesi viðgerð og av­ ge rð. ­ Nei, tað verið eg ikki – sjálv sagt ikki, og tí liggur mál ið nú í Fiskimálaráðnum og hjá aðalstjóranum, Rógva Reinert. Koltur er eitt ser­ stakt mál, tí her liggja stórar ætlan ir fyri framman, har okkara fornfrøðiligu myn­ dug leikar eru partur av øll­ um tí, sum gjørt verður. Tjóð­ garðurin er partur av hesi ætl an, og her hevur Maersk­ grunn urin sum kunnugt latið stívliga 5 miljónir krón­ ur til hetta arbeiði. Bjørn sigur, at í hansara verð liggur málið í stuttum so leiðis: ­ Eg havi sagt við aðal­ stjóran, at eg havi gjørt av at fara útaftur í Koltur og havi soleiðis eisini heitt á Fiski­ málaráðið um at finna eina smid liga loysn, soleiðis at stovn urin í Kollafirði fær ein nýggj an stjóra, samstundis sum eg gerist festari aftur í Koltri. Enn situr dóttir mín, Malan, við festinum og so­ leið is eisini við ábyrgdini, og í løt u ni veit eg ikki at siga, nær tey formellu viðurskiftini eru komin upp á pláss. Bestu árini Bjørn Patursson sigur, at hann og Lükka gleða seg til at koma útaftur í Koltur, nú av gerð in er tikin. ­ Tað er eingin ivi um, at vit hava havt okkara bestu ár í Koltri, og vit vóna, at vit nú fáa høvi til at fullføra tað verk, sum skjøtil er sett­ ur á við Tjóðgarðinum. Um verkætlanin longu var full­ førd, hevði eg kanska sæð øðr vísi upp á tingini. Men nú vilja vit útaftur – við góðum treys ti og stórum áhuga fyri oynni og garðinum. Vit triv­ ust frá fyrsta degi, tá vit í sín­ ari tíð komu út í Koltur. Vit høvdu altíð ríkiligt at takast við, og vit keddu okkum ongan tíð, sigur 52 ára gamli bún að ar stjórin. vilmund@sosialurin.fo – tey eldru út - Eg føli framvegis, at eg havi nógv at geva føroyskum landbúnaði, men vit hava nóg dugnalig fólk eftir á deplinum at føra verkið víðari. Hesum partinum stúri eg slett ikki fyri, sigur Bjørn Patursson, sum var ein errin maður, tá hann fekk litið upp í hendurnar at gerast búnaðarstjóri í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang ERRIN STJÓRI - Malan hevur ivaleyst hugsað um tíðina, tá Lükka og eg fluttu út í Koltur, og genturnar vóru eftir í Kirkjubø. Prísurin fyri at lata børnini fara av oynni er ov høgur. Malan vildi gjarna royna hetta, men hon og maðurin hava í hesum tíðarskeiði ásannað, at framtíðin hjá teimum ikki liggur í Koltri, sigur Bjørn Patursson Mynd: Jens Kristian Vang TEY UNGU at gerast búnaðarstjóri er eftir mínum tykki tað ultimativa innan landbúnaðin. Hetta er avgjørt tað hægsta, tú røkkur innan landbúnaðarviðurskifti BJØRN PATURSSON