fríggjadagur 11. juni 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010
11
l á ferðini…
Seinasti nýtsludagur:
Minst til at kanna nær pass, koyrikort og kredittkort ganga út, og ger
tað í góðari tíð áðrenn ferðin byrjar, so tú nært at fáa tað endurnýggjað,
um tað er gingið út.
Kredittkort:
Kanna við jøvnum millumbilum, at tú framvegis
hevur kortið hjá tær, og at tað ikki er
stolið. Goym aldri loynitalið saman við
kortinum, og hav nummarið til bankan
uppskrivað, so tú skjótt kanst ringja
og sperra kortið, um tað skuldi verðið
stolið. Kanna altíð, at upphæddin, sum tú
góðkennir, er tann rætta. Skriva upp nær og
hvussu nógv tú keypir fyri og tekur út, so
tú skjótt kanst boða frá, um tú ikki kennist við
onkra upphædd, sum fer av tíni konto.
Sólkrem:
Tað kann ikki sigast nóg ofta. Sólin sunnanfyri er sterk, og bleika,
føroyska húðin tolir hana ikki. Smyr teg inn í sólkrem við høgum faktor
-og ger tað ofta! Einaferð um dagin er ikki nóg mikið. Minst eisini til
fótabløð og oyru, sum ofta verða gloymd og harvið brend!
Væta:
Tað hevur stóran týdning at fáa nóg mikið av vætu, serliga um tað er
heitt. Drekk 2-3 litrar um dagin, og minst til at fáa børnini at drekka
nóg mikið eisini. Hóast kranavatnið kann drekkast, har tit eru, kann
tað viðmælast at keypa vatn í fløsku, tí í kranavatninum kunnu vera
bakteriur, sum føroyskir búkar ikki tola.
Búkilska:
Verð varin við mati, serliga tí, sum verður
keyptur á gøtuni í smáum sølubúðum.
Tað kann hartil vera ein fyrimunur
at taka fyribyrgjandi tablettir móti
búkilsku, so dýrtkeypta ferian ikki skal
nýtast á bukkuni. Magatablettir fáast í
hondkeypi á apotekinum.
Góð tipp til ferðina:
Pillu-pass:
Í Schengen londunum, ið eru tey
22 ES londini umframt Noreg,
Ísland og Sweits, verður umframt
læknaváttanina eisini eitt sonevnt
“pillu-pass” kravt fyri ávís sløg
av heiligvági. Tað eru serliga
sterkur pínustillandi heilivágur og
heilivágur, ið virkar sissandi, t.d.
ávís sløg móti epilepsi og ADHD, ið
krevja pillu-passið.
Pillu-passið fæst við at fara á apotekið
við vanliga passinum umframt øllum
ferðaupplýsingum. Tað tekur einar tveir dagar at gera eitt pillu-pass, og tí
nyttar einki at koma í evstu løtu.
Ert tú í iva, vent tær so til apotekið og spyr, um tín heiligvágur er umfataður
av kravinum um pillu-passið.
Vaccinatiónir:
Finn eisini útav, um tær nýtist nakra vaccination, áðrenn tú fert avstað.
Eisini hóast tú bara skalt eina charterferð. Í summum londum er best at
vera heilgarderaður, so set teg í samband við læknan og ger tað í góðari
tíð. Onkur vaccina skal nevniliga latast 6-8 vikur áðrenn fráferð.
Tað er óalmindiliga býtt at ferðast uttan ferðatrygging. Til ber at hava
eina ársferðatrygging ella at hava eina eingangstrygging, sum bert verður
teknað til eina ávísa ferð. Set teg í samband við tryggingina áðrenn tú fert,
og tekna eina trygging, sum hóskar júst til tín tørv.
• Vandamikil aktivitetur
Hav í huga, at tryggingin
skilir ímillum vanliga feriu
og so serliga vandamiklan
aktivitet. Tað vil siga, at um
tú skalt koyra motorsúkklu,
kava ella paraglida, so krevur
tú at hava eina hækkaða
vanlukkutrygging, í so
fall at illa vil til. Tosa við
tryggingina áðrenn tú fert
avstað og fá alt í rættlag, so
tú ert rætt tryggjað/ur.
• Alkohol
Minst til at drekka við máta, og hav í huga, at
alkohol slær harðari til, tá tað er heitt. Og minst til, at tryggingin ikki tekur
við óhappum, sum henda, tí tú hevur drukkið!
Trygging
Góð ráð
um heiligvág á ferðini
Um tú tekur heiligvág:
Nú trygdarreglurnar eru herdar á flogvallunum, er eftirlitið
eisini hert við heilivágnum, fólk hava við sær. Tí er neyðugt
at hava eina læknaváttan við, har greitt verður frá, hvør
eigur heilivágin, og at hann er lívsneyðugur. Minst altíð
til at hava heilivágin við tær í hondviðførinum, um so
er, at viðførið verður burtur á ferðini.
Mr. Bean er eitt
gott dømi uppá,
tá alt ikki gongur
eftir ætlan