fríggjadagur 11. juni 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93
12
Sosialurin
Kjak
Allir flokkar á tingi eru
samdir. Eftir 10 ára arbeiði
er semja um eitt uppskot
til føroyska stjórnarskipan,
sum skal leggjast til Føroya
fólk at taka støðu til á fólka
atkvøðu.
Tað verður fyrstu ferð,
at Føroya fólk sjálvt ger av,
hvussu fólkaræðið í Før
oyum skal skipast. Hvørji
grundleggjandi
rættindi
og skyldur allir borgarar
hava. Hvussu valdið skal
av markast og verða undir
eftirliti og innliti. Hvussu
manna gongdirnar
skulu
vera, tá Føroyar gera avtal
ur við onnur lond og felags
skapir – og at fólkið skal
spyrj ast, um vald verður lagt
burtur frá føroyska fólk
inum til onnur at umsita.
Hvussu myndugleikar skulu
standa til svars mótvegis
fólk inum. Hvussu tilfeingi
og almenn ogn skulu um
sit ast
burðardygt
og
til
gagns fyri samfelagið. Og
hvussu rættartrygd og rætt
arsamfelag skal tryggjast.
Hesin rætturin til fólka
ræði, er ein grund leggjandi
rættur, sum flestu lond í
heiminum viðurkenna – og
sum m.a. Danmark og øll
Norðurlond hava bundið seg
til at virka fyri í sáttmálum
hjá Sameindu Tjóðum. Ja,
Norðurlond eru kend fyri at
ganga á odda fyri at tryggja
hesi rættindi hjá fólkum
kring allan heim.
Vit hava hoyrt upp í sam
an um javntsettar part ar,
sjálvsavgerðarrætt,
javn
bjóð is virðing – og at um før
oyingar bert semjast innan
hýsis, so verða samtyktirnar
eisini virdar.
Stjórnarskipan
Føroya
áset ur rætt og slætt, at
Før oya fólk hevur evsta
politiska valdið í Føroyum
og at ongin kann lóggeva ella
umsita ella døma í Føroyum,
uttan at Føroya fólk sjálvt
hevur samtykt reglurnar,
mannagongdirnar og eftir lit
ið. Demokrati í verki, har tað
ikki eru einstakir flokkar ella
politikarar, ið kunnu avgera
støðu
og
framtíðarstøðu
Føroya.
Men fólkaræðið skal
ikki galda í Føroyum...
Men so falla gekkaskortarnir.
Danski Fólkaflokkurin við
Piu Kjærsgaard og Sør en
Espersen á odda krev ur, at
danska stjórnin og for sæt
isráðharrin seta Løg ting ið
og Føroya fólk uppá pláss.
Rætturin til fólkaræði og
virðingin
fyri
føroyskum
av gerðum og semjum, skal
jú ikki takast í álvara, tá á
stendur. Tað er ikki føroyska
fólkið, ið kann avger sína
egnu stjórnarskipan. Tað
skulu politikarar, løg frøð
ing ar og embætisfólk í Dan
mark – sum vit ikki hava valt
– gera av. Og lógir, sum før
oyska fólkið ongantíð hevur
samtykt, skulu nýtast at seta
føroyskt fólkaræði til viks.
Er bara ein farri av fólka
ræðisligari hugsan og ábyrgd
millum føroyskar politikarar,
so standa vit sjálvsagt av
gjørt saman um okkara rætt
indi. Vit greiða sakliga og
undirbygt frá, hvørji rættindi
Føroyska fólkið hevur, og at
føroyska grundlógin sjálvsagt
bert kann samtykkjast av
føroyska fólkinum. At hend
an avgerðin ikki skal tak
ast á Christiansborg, men
í Føroyum. Og at henda
stjórnarskipan leggur fast,
hvussu vit skulu fara demo
krat iskt fram, tá vit velja at
skipa okkum sum sjálv støð
ugan stat ella um vit vilja
melda okkum inn í felags
skapir ella samveldi av yms
um slag.
Men hvat hendi?
Løgmaður og Edmund
Joensen í víggj
Ja, løgmaður Kaj Leo Jo
hanne sen var skjótur at
greiða frá alment, at hann
tók
undir
við
Danska
Fólkaflokkinum
og
løg
frøð ingum hjá danska for
sæt isráðharranum.
Hann
gekk sum Føroya løgmaður
beint ímóti semjuni millum
allar flokkar á tí Løgtingi,
sum hevur valt hann – har
ímillum umboðini úr hansara
egna flokki.
Og honum á baki kom so
Edmund Joensen, sum bæði í
greinum og niðri á Fólkatingi,
hevur barst sum úlvur á
skóg ímóti einum samdum
løgtingi og talað hart ímóti,
at Føroya fólk hevur rætt til
fólkaræði.
Skulu
vit
gráta
ella
flenna?
Ja, tað vistu fólkatings
politikarar heldur ikki, tá
Fólkatingið hevði enda orða
skiftið 2. juni í ár.
Orðaskiftið vendi rætt
Undirritaði helt fyrst eina
røðu um støðuna í heim in
um, um visjónirnar fyri einar
sjálvstøðugar
Før oy ar
og
ábyrgd okkara í heims sam
felagnum. Og mælti staði
liga til, at danskir politikarar
ikki enn einaferð royndu at
spjaða eina semju í Føroyum
við at draga málið um stjórn
arskipan Føroya niður til
Danmarkar.
Har kom ein ørgrynna
av viðmerkingum frá ser
liga Dansk Folkeparti: Krist
ian Thulesen Dahl, Sør en
Espersen,
Søren
Kra rup,
Jesper Langballe og aðrir
tvíhildu um, at før oy ing
ar høvdu ongan rætt til at
samtykkja egna stjórn ar
skipan, tí Danmark var ein
eindarstatur, har tað eru
danskir myndugleikar, ið
hava evsta avgerðarættin
yvir Føroyum.
Eg nýtti stóra orku at
greiða frá sjónarmiðunum
hjá øllum flokkum á tingi
um, at føroyingar eru ein
tjóð við sjálvsagerðarrætti,
sum ongantíð hevur verið
samrunnin partur av donsku
tjóðini. Eg vísti á fordømini
úr søguni, har eitt nú Noreg
hevði egna grundlóg longu í
1814, hóast teir vóru í sam
veldi við Svøríki fram til 1905.
Vísti á, at føroyska fólkið
ongantíð
hevur
samtykt
donsku grundlógina og at vit
bert einaferð eru spurd um
okkara støðu, nevniliga í 1946,
tá vit valdu loysing. Eisini tá
kastaðu føroyskir politikarar
saman við donskum mynd
ugleikum og forðaðu fyri, at
ein demokratisk avgerð varð
sett í verk.
Eg spurdi eisini donsku
politikararnar, hvussu tað
kundi bera til, at Føroya
fólk ikki skuldi hava rætt
til at samtykkja sína egnu
grundlóg, tá danska fólk
ið herfyri skuldi til fólka
atkvøðu
um
eina
ES
grund lóg – uttan at spyrja
før oy ingar eftir.
Og tað gekk sera væl at
grundgeva fyri sjónar mið
unum.
Aðrir
politikarar
løgdu uppí orðaskiftið, og
søgdu seg skilja støð una og
fólkaræðisligu
grund gev
ingarnar.
Edmund og Danski
fólkaflokkurin í parti
Men so trein Edmund Joen
sen á røðarapallin. Hann
takkaði teimum politikarum,
sum settu seg ímóti semjuni
á Føroya Løgtingi, og hann
segði seg vera fullsamdan
við Dansk Folkeparti og
Langballe, Krarup, Espersen
og øðrum sum í sínum lagi
róstu Edmundi Joensen fyri
sína støðu. Edmund Joen
sen boðaði eisini frá, at sam
bandsflokkurin vildi hava
Føroyar upp í ES sum partur
av Danmark.
Politikarar
úr
øðrum
flokk um
løgdu
uppí,
og
spurdu rætt og slætt Edmund
Joen sen, hvussu tað bar til,
at hann gekk ímóti semjuni
á Løgtingi og teir søgdu seg
púrt onki skilja av hesum.
Tað var pínligt at hyggja
at og lurta eftir. Serstakliga
pínligt. Og her tosi eg helst
fyri meginparin av teimum
179 fólkatingslimunum, ið
upplivdu hetta.
Villleiðandi
tíðindaskriv
Men eftir hetta sendu fólk
ini hjá Edmundi Joensen
eitt tíðindaskriv út, har
hann segði, at full semja
var á Christiansborg um at
ganga ímóti føroysku stjórn
arskipanini.
Hetta er ein beinleiðis
ósonn mynd av støðuni. Og
hvussu sannleiksvirði er í
tíðindaskrivum
Edmund
Joensen sæst eisini, tá hann
at enda í skrivinum boðar
frá tí sonevnda samráðnum,
sum Danski Fólkaflokkurin
hevur kravt við Lars Løkke
Rasmussen í Føroyanevndini
hjá Fólkatinginum. Har vil
Edmund vera við, at hann
sum formaður í nevndini
hevur tryggjað, at samráðið
verður sent út alment á
internetinum og á teirri
serligu fólkatingsrásini. Men
øll slík samráð verða send út
á internetið og á fólka tings
rásina púra automatiskt.
Ætla vit bara at
níga og tiga?
Samráðið verður nú týsdagin
15. juni kl. 11 føroyska tíð. Og
bara tað, at tað verður hildið,
har boð skulu gevast frá for
sætisráðharranum um, hvørji
rættindi vit hava í Føroyum,
er í sjálvum sær ein lýsing av
eini skipan, ið onki hevur við
fólkaræði at gera.
Eftir
stendur
nú
at
síggja, um vit enn einaferð
skulu uppliva, at føroyskir
politikarar
kunnu
ganga
beint ímóti semjum á løgtingi
og beint ímóti rættindunum
hjá føroysku tjóðini, uttan
at nakar letur við seg koma.
Hvat siga tildømis teir flokk
ar, ið hava valt Kaj Leo Jo
hannesen til løgmann og sum
eru í samgongu við Edmund
Joensen?
Eitt er vist. Tað skapar
onga virðing millum dansk
ar politikarar og hjá okkum
sjálvum at kappast um,
hvør kann níga djúpast. Tað
skapar hinvegin stóra virð
ing, tá vit tora at standa
við okkara rættindi og við
skila góðum grundgevingum
krevja at verða vird sum fólk
á jøvn um føti við onnur.
Høgni Hoydal
Hvussu djúpt vilja vit níga?
Edmund Joensen og Kaj Leo Johannesen kasta saman við Dansk Folkeparti
og øðrum kreftum og ganga beinleiðis ímóti Føroya Løgtingi og ímóti
rættindunum hjá føroyska fólkinum til fólkaræði og egna stjórnarskipan
Rætturin til fólkaræði og virðingin fyri
føroyskum av gerðum og semjum, skal
jú ikki takast í álvara, tá á stendur.
Tað var
pínligt at
hyggja at
og lurta
eftir.