Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010 10 Um illa vil ti Ferðing Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Góð ráð móti stuldri á ferðini • Hav kredittkort við. Helst tvey, sum verða goymd hvør sær, so tú altíð hevur eitt til at taka. • Hav ikki ov nógvan reiðan pening, og goym aldri allan peningin á sama staði. Hav heldur ikki allan peningin í sama lumma/tasku, tá tú fert út, um tú skuldi hitt ein lummatjóv. • Hav ikki virðismikil ting liggjandi frammi, so tey freista veikar sálir. Hvørki í bilinum ella har tú býrt. Býrt tú á hotelli kanst tú ofta leiga eina trygdarboks, har tú fært læst smúkkur, pass og pengar inni. • Minst til at læsa hurðina, eisini hóast tú bert fert út eina lítla løtu. Um illa vil til… • Boða lokalu løgregluni frá: Skuldi tú verðið óheppin og verðið fyri ráni, minst so til at boða lokalu løgregluni frá beinanvegin. Fyri at fáa nakað aftur frá tryggingini krevst nevniliga ein rapport frá løgregluni á staðnum. Syrg fyri at fáa eitt avrit av rapportini heim við. • Um passið er stolið: Skalt tú ferðast, mást tú hava passið við, eisini um tú “bert” skalt heimaftur. Tí er neyðugt, at tú alt fyri eitt setur teg í samband við donsku ambassaduna ella konsulatið á staðnum, har tú ert, og fært tey at útskriva tær eitt fyribilsskjal, sum tú fært ferðast við. Tey kunnu eisini útskriva eitt fyribils koyrikort og hjálpa tær við at fáa pening heimanífrá. Men gev gætur, at tænasturnar kosta. • Um kredittkortið er stolið: Ring alt fyri eitt til bankan og fá tey at sperra kortið, so tjóvarnir ikki kunnu tøma tína konto. • Um flogferðaseðilin er stolin: Set teg í samband við ferðaskrivstovuna. Um tú kanst prógva, at tú hevur bílagt og goldið ferðina, plagar ikki at vera nakar trupulleiki at fáa ferðaseðilin útskrivaðan av nýggjum. Goym tí allar kvittanir inntil tú ert væl og virðiliga heima aftur. • Um alt er stolið, ring so á alarmkortið, sum fylgir við ferðatryggingini: Sum oftast fært tú einki endurgoldið, fyrr enn tú kemur heim aftur, men um alt er stolið og tú ert í dýrastu neyð, ber til hjá tryggingini at gera undantøk. Tá kann ringjast til nummarið á alarm-kortinum, sum fylgir við ferðatryggingini. Á, tann Søta feriUtíð! Hvat Er tað ikki dEiligt at pakka og fara, og lata bEkymringarnar og gerandisdagin liggja Eftir HEima! mEn tað gongSt ikki altíð, Sum prestUr prædikar. Hvat gErt tú, um óeydnan HEvur Sníkt SEg við í kuffErtið? vit Hava HEr Savnað nøkur góð rÁð til, Hvat tú kanSt gEra um illa vil til Á ferðini