Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93 Sosialurin Bjarni Djurholm løgtingsmaður Nú tingið fór í summafrí var hugsandi, at friður fór at valda nakrar vikur. Men so bleiv ikki. Miðlarnir hava verið á rokanum um inn tøku­ trygdina, hóast tað har er neyvan nakað at fara eftir. Tí hvat var alternativið í málinum? Rindaði lands stýri­ maðurin ikki lógarbundnu útreiðslurnar, so kundi lands stýrið verið stevnt við teirri avleiðing, at landið har­ um framt eisini skuldi rinda endurgjald fyri drál móti borgarum. So hevði aftur verið rok, landsstýrismaðurin skuldi so frá, tí nú vóru skyldur land­ sins missrøktar, og soleiðis kundi komedian hildið fram. Sjálvrættvísi Tað sum tó undrar allar­ mest er, at tey mest (sjálv)­ rættvísu í jagstranini eftir landsstýrismanninum og løg manni tulka stýris skipn­ ina eftir betongjura og koma til eirindarleysar niður­ støð ur um lógarbrot, brots­ mannavirksemi og vantandi andsevni í landsstýrinum. Hetta eru somu, sum uttan hóvasták og himpr barslaðu við stjórnaruppskoti í vár, ið av lógfrøðini varð sópað av borðinum, tí uppskotið er greitt brot á stýrisskipan, tingskipan, heimastýrislóg og grundlógina. Eitt uppskot sum undir­ strikar, at Løgtingið er áveg­ is at eyðmerkja seg sum óálítandi og óseriøsan sátt­ mála part. Politisku markeringarnar umvegis inntøkutrygd og stjórnarskipan eru tí í besta lagi uttan innihald, í øðrum lagi beinleiðis skaðiligar. Á heysin Ístaðin átti álvarsemið um fíggjarstøðuna hjá landinum at havt fyrsta prioritet fram­ um innantómu politisku mar keringarnar. Við halli, ið nú táttar í milli ardina, skuldi verið nóg mikið at rivið í. Mong av okk­ ara keyparalondum eru um at fara av knóranum, meðan onnur aka á knøuum. Hesi hóttaføll kunnu raka okkum meint. Kortini bleiv boðskapurin um okkara búskaparstøðu vend á høvdið, tá lands stýris­ maðurin í fíggjarmálum í Kvf herfyri takkaði pørtum av fíggjarnevndini fyri at hava tikið undir við sín um fíggjarkørmum, har fíggjar­ leisturin hevði eitt fram­ skrivað undirskot í 2015 uppá ½ millard og eina samlaða landskassaskuld um 5 ár uppá 8 mia kr. Var uppskotið samtykt, høvdu rentuútreiðslurnar í 2015 svarað til árliga kostnaðin av heilsuverkinum! So fekk landsstýris mað­ urin sín vilja fór landið ra­ bundus, so einfalt er tað. Tí havnaði fíggjarnevndin uppskotinum og kom samd aftur í tingið við púra broytt­ um uppskoti við onkrum stak viðmerkingum frá summ um nevnarlimum. Stóri spurningurin er kortini um tað í heyst verður politiskur ryggur at standa við viðtikna fíggjarkarmin. Veljarakanningin Sæð í baksýni var tingsetan annars merkt av ósemjum og í mongum málum eisini atgerðarloysi. Kortini av dúk­ aði veljarakanningin her fyri, at nærum 3 av 4 veljarum stuðla samgonguni. Valskeiðið er meira enn hálv runnið, og hugsandi kundi verið, at veljarin fór at hyggja eftir alternativi til samgonguna, men so tykist slettis ikki at vera. Smáu flokkarnir vóru mestsum útraderaðir í kann ingini og tjóðveldi, sum hevur spunnið km aftan km í politiskum larmi og fjøl­ miðla umtalu farna árið, fekk sítt vána ligasta úrslit í val­ skeið num. Veljaradómurin var av­ gjørdur. Einki alternativ finst í løgtinginum til sam­ gonguna, tvørturímóti, so tykist holdningurin at vera, at nú eru ikki stundir til eksper i ment, tíð er til aftur­ haldni og varsemi. Hetta er greiður boð­ skapur og eisini ásannan av, at áhaldandi júkanin um at fruminntøkan í ríkis veit­ ingini er skaðilig, onga undir­ tøku eigur millum manna. Tað er sjálvsagt og bjart mál at seta sær at minka um stuðulin úr Danmark. Kortini má ásannast, at einvegis niðurskurður uttan alment nýtsluafturhald, uttan alter­ nativ til inntøkuskurðin og ongari fakligari greining, førir ikki á mál. Mjarrið, »at neyð lærir nakna kvinnu at spinna« røkk ur ikki tá ástendur. Tað sanna vit í dag, nú almenni raksturin rekur land ið út í ovurstórar forbrúkslántøkur. Skommin Drúgva kanningin á sinni um sínámillum peningarrenslið millum Føroyar og Danmark vísti greitt, at føroyski bú­ skapurin yvir tíð veitir nærum líka nógv til danska húsarhaldið, sum vit fáa haðani. Flestu lond runt heimin hava eisini sínámillum avtal­ ur sum gera, at peningur flýt ur landanna millum. Tað er sjálvsagt, og er tað tí eingin skomm at taka ímóti ríkisveitingini, so leingi hon er tøk. Skommin er heldur, at vit ikki duga at umsita og slettis at skerja hana við skili. Áhaldandi mantra’ið um, at fruminntøkan í ríkis­ veitingini er rótin til alt ilt, er tí uttanumtos, politisk manipulatión tá einki annað er til at taka. Serstakliga hevur tjóðveldi gjørt seg til umboð fyri hetta sjónarmið, sum teir hava eyðmerkt at orsaka sokallaða Stokkholmsyndromið. Bara løgið, at at hesin tilstandur bara rakar hini, tá sami flokkur uttan himpr, umvegis Norðuratlantsbólk og fólkatingsløn, góð tekur margfalda milliónainns­ præn ing árliga av donskum krónum til sín sjálvs? Har er einki fantilsi á. Tað hevur veljarin fatað. Tí mundi hann eisini fella greiða dómin í kanningini herfyri. Betongjura og markeringar Stutt rætt­ leiðing til Vagn Miclelsen Rolf Guttesen Vagnur hevði í seinasta Sosiali skrivað eina grein um orðaskiftið, sum seinastu tíðina hevur verið um ymiskar málsligar spurningar. Mangt er skilagott í hansara skriving. Men eg meini, at hann bland ar meg uppí ymist, sum eg einki havi skrivað um, og sum eg ikki kennist við. Fyrsta er, at hann nevn­ ir meg, saman við Sjúrði Skaale og Regini Eikholm, at hava skrivað um stav­ raðið (tað, sum vit fyrr kall aðu alfabetið). Eg meini ikki, at eg havi skrivað nak­ að serligt um hetta mál. Men tó eg haldi tað vera rímiligt, at Michelsen kann stavast við –c– bæði nú og frammyvir. Næsta er, at hann legg­ ur meg undir, at vilja »fylla føroyska málið við út­ lendskum orðum, tá vit eiga góð føroysk orð.« Sovorðið havi eg hvørki hugsað, sagt ella skrivað. Sjálvandi er tað meiningsleyst, at koyra góð føroysk orð burtur. Eg havi heldur ikki hoyrt nakran siga ella skriva slíkt. Hetta er ein pástandur uttan doku mentatión. Nakað annað er, at hóp­ ur av íslendskum orðum – fremmand, ikki­føroysk ­ eru troðkaði inn, har vanligt var fyrr at brúka onnur orð, sum ikki høvdu íslendskan uppruna, men heldur vanlig skandinavisk og europeisk orð. Hann nevnir sjálvur eitt dømi. Støddfrøði er eitt íslendskt uppfinnilsi, ein heimagjørd konstruktón, sum hvørki er føroysk ella fornnorrøn. Matematikk var fyrr vanligt í føroyskum skúlum, og er tað enn í at kalla øllum europeiskum skúlum. Hví skuldi íslendsk ’stødd frøði’ verið betri, rein­ ari, fínari, rættari ella lættari enn føroysk matematikk, sum longu grikkarnir Thal­ es, Euklid, Archimedes og Pythagoras brúktu og út­ viklaðu langa tíð ádrenn nakar jauari var strandaður í Roykfirðinum. Flestum kunnugt havi eg mest úttalað meg um geografisk nøvn, staðanøvn í øðrum londum, og hvussu rættast er at stava tey. Eg havi roynt at argumentera fakliga. Og alt eg higartil havi skrivað um tað, tað standi eg við. So, umber meg Vagnur, eg haldi, at tú rakti skeivt hesaferð. Politisku markeringarnar umvegis inntøkutrygd og stjórnarskipan eru tí í besta lagi uttan innihald, í øðrum lagi beinleiðis skaðiligar Við halli, ið nú táttar í milli ardina, skuldi verið nóg mikið at rivið í Sjálvandi er tað mein ings­ leyst, at koyra góð føroysk orð burtur.