Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 15 - 23. januar 2002 Nr. 15 - 23. januar 2002 13 Búi Tyril Hví acceptera føroyingar tann ørskapin, ið gongur út upp á at lúka burtur góð orð, natúrligar vendingar og væl innarbeiddar stav- ingarmátar? Tann føroyska "málrøktin" kann upplivast sum ein puritansk spenni- troyggja, ið ikki eigur sín líka nakra aðrastaðni í allari verðini. Hon kennist mang- an sum eitt ok, eitt málsligt fongsul sum avmarkar og skerjir og gevur fólki allar møguligar forðingar. Tak tey geografisku növnini sum hesi seinastu árini eru vorðin perverterað: Europa til Evropa, Mexico til Mek- siko, Thailand til Teiland, Chile til Kili os.fr. Tað er sum um onkur vil lúka burtur stavir sum X og C úr málinum og leggja lortin í altjóða viðtøkur! Hvussu vilja málsligu puritanarar t.d. kalla eina thai ella tex- mex restaurant? Ein freist- ast til at spyrja: hví gera lív- ið súrt fyri føroyingin bara fyri at konstruera eitt mál eftir íslendskum ella onk- rum øðrum meira ella minni fantastiskum leisti? Eg meini so við, vit føroy- ingar hava eina útviklað eina "bleytari" úttalu enn t.d. íslendingar – hví skulu vit krossfestast til at siga Evra (tað ljóðar ikki pent, "Evvvrrrra") ístaðin fyri tað meira eleganta og al- tjóðaliga Euro? Soleiðis kundi eg skrivað eina heila bók men eg steðgi her fyri nú. VIÐMERKINGAR Hví vilja tit útrudda x’ið? Sune Jacobsen Fyri nøkrum fáum døg- um síðani kundu vit øll frø- ast um, at seinasta skotið varð latið av í Vágatunli- num. Stórar gongur av fólki úr meginøkinum vóru bod- nar við til hátíðarhaldið, og argasti fíggindin av tunnils- ætlanini kom kleyrandi sum fyrsti maður tvørtur um seinastu grótrúgvuna. Vit vanligu vágafólk hava so lisið í bløðunum, hvat henda gonga undirhelt hvønn annan við undir borðhaldinum í bygdarhús- inum í Miðvági. Onkur helt, at nú mátti ferðaseðla- kostnaðurin verða so lítil sum gjørligt. Hetta var ein veitslutala, men veruleikin er, at við skynsemi og góðum sam- starvi ber til at fáa prísin nógv longur niður. Sum øll- um kunnugt eigur parta- felagið Vágatunnilin ognar- rætt til lidna tunnilin við til- hoyrani brúgvum og vegi. Og hendan ognarrætt eigur felagið til tunnilin er fult afturgoldin. Tá verður hann latin landinum til ognar. Vágatunnilin verður mettur at fara at kosta 240 mió. krónur. Av upphædd- ini hevur løgtingið givið landsstýrinum heimild at seta 160 mió.í partapeningi í felagið. Hinar 80 mió. krónurnar við byggirentu skulu fíggjast við nýtslu- gjaldi.Landsstýrið skal í minsta lagi frá í dag fram til 2005 gjalda 20 mió. krónur um árið. Men løgtingið hevur ikki sagt, at lands- stýrið ikki kann gjalda alt í morgin. Ger komandi landsstýri tað sama sum Karsten Hansen, so skal felagið gjalda rentur av 80 mió. krónum, har tær síðstu ikki koma inn fyrr enn í 2005. Er tað nøkur grund til, at landsstýrið ikki skal hava goldið sín partapening fyrr enn í 2005, tá tað vónandi verður koyrandi um sundið við ársbyrjan í 2003 ? Har- aftrat stendur Landsbankin at bresta av peningi. Jú, tað er ein grund, og hon er ein- føld. Við at fráskriva sær 365 mió. krónur av blokki- num, bar ikki til at seta meira á fíggjarlógina fyri 2002 enn tær 20 mió. tí so hevði fíggjarlógin víst hall, og tað kunnu fullveldis- menninir ikki liva við. Hin spurningurin, sum verdur er at taka upp, er, hví partafelagið Vága- tunnilin skal gjalda fyri vegagerð á Vágalandinum og brúgvagerð á Streym- oyarlandinum. Hesar íløgur áttu at verið ein partur av landsvegakervinum. Um- framt hetta skal Vága- tunnilin gjalda fyri rakstur av áður umrøddu íløgum, til tunnilin er útgoldin. Tá tunnilin er komin til Gása- dals, verða 30 km av lands- vegi í Vágum. Landsverks- frøðingurin hevur skyldu at halda og kavarudda allar hesar 30 km, men teir síðstu 2 km oman til Vága- tunnilin skulu fíggjast við bummpengum. Er nakar logikkur í hesum? Eg haldi ikki. Tí er mítt tilmæli til okkar tigmenn og lands- stýrismann at leggja upp- skot fram um, at vega- og brúgvagerðin verður tikin burtur úr lógini um fast samband um Vestmanna- sund. Kostnaðurin av hesi vegagerð er slakar 24 mió. krónur umframt rakstrar- útreiðslur í 15- 20 ár. Tað er ikki neyðugt hjá tykkum at takka mær fyri hetta tilmæli. Hetta var so lítið, men hevur stóran týd- ning fyri tey, sum skulu nýta Vágatunnilin. Vestmannasund – fast samband Ferðaseðlaprísurin niður i helvt Jóanis Nielsen løgtingsmaður Tað er ein kostnaðarmikil ætlan, men tá ið flogvøllur- in verður útbygdur, liggur væl fyri at taka grótið úr tí tunlinum at leingja flog- vøllin við. Vágafólk eru ógvuliga fegin í hesum døgum, nú skotið er ígjøgnum undir Vestmannasundi. So fegin, at tað munnu vera tey allar- fægstu, ið hugsa nakað um ta ferðslu, ið verður, tá undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi verður al- ment tikin í nýtslu, seinast í hesum árinum. – Tað er, sum er longu bæði nógv og tung ferðsla ígjøgnum bæði Miðvág og Sandavág. Tá undirsjóvar- tunnilin verður tikin í nýt- slu, fer henda ferðsla at økjast munandi. Næsta uppgávan, sum stendur fyri framman, er tí, at leiða ferðsluna útum Miðvág og Sandavág. – Talan er jú um lands- veg, so tað verður ein landsuppgáva. Og tað verð- ur neyðugt at raðfesta hetta frammarliga, tí bygdirnar báðar tola ikki ta ferðslu, ið verður – fyri ikki at tala um trygdina. Skúlin á Giljanesi liggur mitt í hesum ferðslukervi, og tað er, og fer at verða sera vandamikið at senda børnini í skúla, antin tey so eru til gongu, á súklu ella við bussi. Tvær flugur… Tí er rætt, at umhugsað at gera ein tunnil av Vatnsoyr- um til Oyrargjógv. Tað er ein kostnaðarmikil ætlan. Men her hevði borið til at sligið tvær flugur við eitt smekk. Tí tá ið flogvøll- urin skal útbyggjast – og tað verður neyðugt, ongan- tíð ov skjótt – so kundi grótið úr tunlinum verið nýtt til at leingja flogvøllin við. Hetta hevði sjálvandi beint alla ta nógvu ferðslu- na uttan um Sandavág og Miðvág, eins og tað hevði stytt væl um farleiðina á flogvøllin, til Sørvágs, Bíggjar og Gásadals. – Hetta er í hvussu er nakað, ið eigur at umhugs- ast. Og hóast eingin cost/benefit kanning er gjørd av júst hesum tunli- num, so kundi tað væl hent seg, at ein slík hevði víst fyrimun við einum tunli, ikki minst tá hugsað verður um tryggleikan í ferðsluni. Næsta stigið á Vágalandinum: Tunnil millum Vatnsoyrar og Oyrargjógv! Føroyingar og heilsutrupulleikar v.m.! Hans Birgir Hansen Eg havi áður alment mót- mælt arvagransking í Før- oyum. Arvagransking og granskingarstovnar eru fullkomuliga óneyðug, tá tað finnast alternativir við- gerðarhættir her á landi. Eg kann vísa á búskapar- og samfelagsligan týdning við at broyta lívs-, kost- og nýtsluvanar hjá øllum bólk- um av føroyingum, ið hava heilsutrupulleikar v.m. Tað finst náttúruheilivágur á danska og føroyska heima- marknaðinum, ið kann lekja føroyingar fyri allar deyðiligar sjúkur/fylgisjúk- ur. Náttúruheilivágur, ið ein kann fáa fatur á. Tað er við hjálp av náttúruheilivági og náttúruúrdráttum, at ein vann sær heilsu og økta vælveru aftur, og nú skal ein útbyggja sær góða heilsu. Tað er ein hópur av føroyingum, sum vóru upp- givnir av læknum, ið hava vunnið sær heilsuna aftur við hjálp av áðurnevnda. Hví ikki fáa roynt slíkt í dag? Eg havi áhuga í at taka hendan táttin upp aftur í bløðunum, og vil eg heita á allar lesarar um at geva sær neyðuga tíð at lesa heilsu/læknateigar. Tað hevur avgerandi týdning at kunna seg um, umveg til sjúku og lívið, ið ein kann vísa tykkum á úti á upp- lýsandi heimasíðu á inter- netinum. Tað skal vera alment funnist harðliga at øllum, ið leggja fót fyri, at føroyingar vinna sær heilsuna aftur, hvat allir lækna-autoritetir gera í dag! Tað er stórur munur á heilivágsfyritøkum og teimum við náttúruheili- vági og -úrdráttum, ið eru úti á tí føroyska heima- marknaðinum. Tað hevði verið gott, um lesarar, ið kenna fólk við heilsutrup- ulleikum v.m. gjørdu vart við meg. PS: Vitja heimasíðuna www.faroeinn.fo UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Allur laksur minstaprís Nógv bendir á, at ES- nevndin fer at seta minstaprís á allan laks, sum verður innfluttur úr øðrum londum. Nevndin hevur ann- ars arbeitt við einum uppskoti um at taka av minstaprísin, sum er galdandi fyri norskan laks, men sum skilst ber ikki til at fáa semju um tað. Tí verður úr- slitið helst, at skipanin við minstaprísi fer at umfata allan innfluttan laks - hetta fyri at sleppa undan at gera mun á norksum laksi og laksi úr øðrum londum. Seinastu árini hevur norska alivinnan ikki megnað at halda minstaprísin, og fleiri norskir útflytarar hava tí snýtt við útflutnings- tølunum fyri at sleppa uttan um skipanina. Danmark hevur roynt at fáa minstaprísskip- anina setta úr gildi fyri- bils, og málið hjá stjórnini er at fáa skip- anina burtur seinni. Íløgurnar veksa Donsku íløgurnar í teimum eysturevro- peisku londunum eru nógv øktar seinastu árini. Tann serligi íløgu- grunnurin fyri Eystur- evropa, sum hjálpir donskum fyritøkum at fáa fótin fyri seg eystanfyri, játtaði í fjør 485 milliónir krónur til ymsar verkætlanir í Pólandi, Baltalondun- um, Kekkia, Ungarn, Russlandi, Slovakia, Rumenia og Ukraine. Játtanin var heili 48 prosent størri enn í 2000. Síðani 1990 hevur íløgugrunnurin fyri Eysturevropa játtað góðar tríggjar milliardir krónur til 310 verkætl- anir. Umleið 70 prosent av pengunum eru farnir til verkætlanir í teimum londunum, sum ætlandi fáa limaskap í ES í næstum. Tá londini koma upp í ES, verða ikki fleiri pengar latnir til verkætlanir í hesum londunum. Úr Norðurlondum: Príslækking loysir seg Ein kanning, sum svenska jarnbreytar- felagið Statens Järn- väger hevur gjørt, kemur til ta niðurstøðu, at felagið hevði fingið eitt betri fíggjarligt úrslit, um prísurin á ferðaseðlum varð lækk- aður 20 prosent. Árliga ferðast 99 milliónir ferðafólk við svensku jarnbreytun- um, og tað merkir, at tokini koyra hálvfull. Sambært kanningini høvdu ferðafólkini verið væl fleiri, um ferðaseðlaprísurin varð lækkaður 20 prosent. Úrslitið hevði verið, at rakstrarúrslitið hevði batnað einar 250 milli- ónir krónur. Svenska jarnbreytar- felagið hevur fíggjar- ligar trupulleikar og hevði 100 milliónir krónur í halli í 2001. Umhugsa at keypa ferjurnar Tey, sum búgva á donsku oynni Fanø, eru í døpurhuga, eftir at tað er komið fram, at almenna dansk-týska felagið Scandlines um- hugsar at selja ein part av sínum ferjum. Fe- lagið eigur m. a. ferj- urnar, sum sigla millum Fanø og Esbjerg. Hóast Scandlines ikki hevur sagt, at hendan ferjuleiðin verður seld, eru fólk á Fanø longu farin at fyrireika seg til eina møguliga sølu. Tey bera ótta fyri, at okkurt útlendskt reiðarí fera at keypa ferjurnar við tí fyri eyga at vinna pen- ing burtur úr samband- inum. Tey bera eisini ótta fyri, at eitt út- lendskt reiðarí hevði skarvað fleiri rutur av verandi ferðaætlan. Nú um dagarnar var fundur á oynni, har fólk komu til ta niðurstøðu, at verða ferjurnar lýstar til sølu, eiga tey, sum búgva á Fanø, at keypa tær. Ætlanin er so, at øll tey 3300 fólkini á oynni skulu eiga felagið. Roknað verður við, at ferjurnar kosta einar 100 milliónir krónur, og Fanøbúgvarnir ætla sær at savna 30 milli- ónir krónur til keypið. ES heldur ikki, at fangarnir í Guanta- mamo fáa ómenn- iskjaliga viðferð Spania hevur í løtuni formansskapin í ES, og spanski uttanríkisráðharrin, Josep Piqu, segði í gjár, at ES fer ikki at mótmæla viðferðini, sum fangarnir úr Afghanistan fáa á ameri- kansku herstøðini í Guan- tanamo á Kuba. Josep Piqu legði afturat, at ES er ikki í iva um, at amerikansku myndugleik- arnir virða tey rættindi, sum fangarnir hava. Hann segði, at ES er av somu uppfatan sum amerikan- ararnir, at fangarnir eru ikki vanligir krígsfangar, men yvirgangsmenn. – Men tað merkir ikki, at teir ikki skulu hava somu rættindi sum onnur, legði spanski uttanríkisráðharrin afturat. Uttanríkispolitiski sam- skiparin hjá ES, Javier Solana, bað mánadagin amerikansku myndugleik- arnar virða rættindini hjá fangunum samsvarandi al- tjóða sáttmálum um krígs- fangar. - Tað, at vit hava verið fyri einari yvirgangsatsókn, eigur ikki at fáa okkum at víkja frá okkara egnu virðum, segði Solana á einari ráðstevnu í Spania. Fleiri mannarættindafe- lagsskapir, teirra millum Amnesty International, hava biðið spanska for- mansskapin í ES krevja, at USA virðir rættindini hjá fangunum á Kuba. Tann seinasta óhefta sjónvarpsstøðin, sum kundi síggjast um alt Russland, TV6, noyðist nú at steðga sendingunum Leiðslan í TV6 hevur ligið í stríði við dómsvaldið í langa tíð, og eftir booðum frá dómsvaldinum er støðin nú stongd. Tað hendi gjára- náttina, tá el-veitingin til sjónvarpshúsið varð slitin. Ein minnilutaeigari í felagnum, sum eigur TV6, hevur kravt felagið á húsa- gang, og leiðslan í sjón- varpinum sigur, at hann rennur ørindi fyri politisku leiðsluna í Kreml. Stjórin í TV6, Jevgenij Kiseljov, segði í gjár, at myndugleikarnir høvdu kvett el-veitingina mitt á nátt, og at telefon- og internetsambandið hjá støðini eisini varð kvett. Stutt frammanundan hevði leiðslan fingið at vita, at myndugleikarnir høvdu tikið sendiloyvið hjá TV6 aftur. Ein av teimum størstu eigarunum í TV6 er Boris Berezovskij, sum fleiri ferðir hevur funnist hvass- liga at politikkinum hjá Vladirmir Putin, forseta. Sambært leiðsluni í TV6 eydnaðist tað myndugleik- unum at fáa oljufelagið LUK-oil, sum eigur at lítlan part av partapening- inum í sjónvarpinum, at fáa TV6 viðgjørt sum trota- búgv. Mannagongdin hevur fingið eygleiðarar at halda, at avgerðin hjá rættinum at steðga sjónvarpinum var bíløgd úr Kreml, og málið verður mett sum eitt ógvu- liga grovt álop á pressu- frælsið. ES góðtekur framferðina í Guantanamo Seinasta óhefta sjónvarpsstøðin í Russlandi stongd Myndir sum hendan hava fingið myndugleikar og felagsskapir at mótmæla viðferðini, sum fangarnir í Guantanamo fáa Mynd: Reuters C M Y K 13 12