Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Klaksvíkskvinnurnar eru higar til einasta liðið, sum hevur tryggjað sær atgongd til finaludystirnar í Coca-Cola kapping- ini, og í kvøld fellur avgerðin um, hvørji hini trý liðini verða COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Í kvøld mikukvøldið verður avgjørt, hvørji lið fara at spæla finaludystirnar í Coca-Cola kappingini hin 2. januar. VÍF tykist trygt Leygardagin tryggjaði Stjørnan sær fyrsta sessin, tá tær vunnu á VB, og í kvøld hevur VÍF so møguleikan at staðfesta sína luttøku í finaludyst- inum. Tað skuldi í øllum førum verið løgið, um kvinnurnar hjá Neistanum skulu kunna venda dystinum. Fyri viku síðani taptu tær 25-19 í fyrru hálvfinaluni, og sunnudagin vóru tær aftur við undirlutan móti VÍF, sum ta ferðina vann 30-19. Tí er ikki annað enn væntandi, at VÍF staðfestior sigurin, og so tykist einasti spurningurin vera, hvørt tær aftur í ár skulu kunna rópa seg greipuvinnarar, tí hóast vit ikki eru meira enn byrjaði í grundspælinum, so tykist tað vera víst, at nógv skal henda, um VÍF ikki tryggjar sær gull- merkini í landskappingini. Spenningur í Vestmanna Hjá monnunum tykist tað eisini benda tann vegin, at VÍF skal tryggja sær gullið, men her er støðan heilt øðrvísi, tá tosað verður um steypakappingina. Í fyrru hálvfinaluni móti StÍF vóru vestmenningar so dyggiliga við undirlutan. Eitt skifti var líkt til, at talan skuldi gerast um veruligt sorl, men í seinasta minuttinum av dystinum fekk VÍF tó minkað munin niður í fýra mál. Júst hetta kann vera bjargingarlínan hjá Vest- menningum, og einki er at ivast í, at teir ætla sær at vinna tey fýra málini inn- aftur. Hetta verður tó trupult móti strandingum, sum veruliga tykjast hava funnið stevið, og sum traditionelt eru sterkari í seinnu kappingarhálvu. Sunnudag- in sýndu vestmenningar tó, at teir kunnu reistast, tá mest stendur á, og so er spurningurin, hvørt hetta fer at henda eina ferð aftur- at. Seinasti dysturin er tann í Havn millum Neistan og H71, og hetta er so eitt gott høvi hjá Neistanum at vaska tapið fyri VÍF av sær aftur. Fyrra dystin vann Neistin ruddiliga, 34-28, og sum uppgerðirnar millum liðini hava verið higartil í ár, so bendir alt á, at talan enn einaferð verður um neistasigur. Ikki minst, tá hugsað verður um, laku úrtøkuna hjá H71 í enda- spælinum. Dystirnir í kvøld eru hesir 23.01.0218.30 VÍF–Neistin 23.01.0220.00 VÍF–StÍF 23.01.0220.00 Neistin–H 71 Nr. 15 • mikudagur • 23. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Á venjingarleguni á Cypros skal før- oyska A-landsliðið í fótbólti spæla móti bæði Pólandi og Liktenstein ALTJÓÐA FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað er nú nakað síðani, at tað kom fram, at Før- oyar á komandi venjing- arleguni fyri fyrstu ferð skulu royna seg móti Pólandi í altjóða høpi. Hetta verður tó ikki einasti dysturin á ferð- ini. Eisini ein dystur móti Liktenstein er á skránni. Hetta framgongur av yvirlitinum hjá FIFA yvir komandi vinardyst ir í landsliðshøpi, og Ísak Mikladal, aðal- skrivari hjá FSF, váttar eisini tíðindunum. - Tað er eitt sindur síðani, at handan avtalan er komin í lag, men tað er rætt, at einki hevur verið at frætt um hetta, sigur Ísak. - Talan verður í øllum førum um tveir dystir á ferðini. 10. februar skulu vit royna okkum móti Pólandi og 13. februar er tað so Likt- enstein, sum er á skránni. Hetta merkir tó ikki, at ætlaði dysturin móti Liktenstein seinni í ár verður av ongum. Tann dysturin var við í avtal- uni, tá Føroyar í fyrraári spældu útidyst móti Liktenstein, og verður returdysturin leiktur í Føroyum hin 21. august. Annars er eisini ein dystur móti Íslandi avtalaður at vera í vár. Sambært aðalskrivaran- um, so skuldi endaliga dagfestingin fyri hesum avtalast, nú farið verður til lutakastið í Portugal, men á heimasíðuni hjá FIFA er dysturin settur at verða leiktur 8. apríl. Hvør skal fylgja Stjørnuni Tvær ferðir móti Liktenstein Ikki minni enn tvær ferðir í ár skulu Føroyar spæla ímóti Liktenstein. Fyrru ferðina á Cypros og seinnu ferðina í Føroyum Strandingar hava fýra mál í bakhondini, tá teir fara til Vestmanna, men spurningurin er, um hetta er nóg mikið móti VÍF, sum tykist hava tann týdnignarmikla eginleika at reisast, tá øll halda teir liggja niðri 15 14 Nr. 15 - 23. januar 2002 Rúsevni og rúsevnis- politikkur eru javnan frammi í fjølmiðlun- um í hesum døgum. Mánadagin vitjaði løgreglan í Vágs Skúla, har ein 9. flokkur fekk vitjan og m.a. frágreiðing um rúsandi evni RÚSEVNI Dagfinn Olsen Rúsdrekka, rúsdrekkapoli- tikkur, sterkari rúsevni og kriminalitetur hesum við- víkjandi. Alt er partur av gerandistíðindaflutninginu m, ið um dagarnar er í bløðum og loftmiðlum. Til dømis er uppskot lagt fram um at lækka avgjald á víni og øli, og hinvegin seta harðari á sterkaru sløgini. Í farnu viku fekk løgreglan eisini hendur á monnum, ið metast standa aftan fyri stóran part av skipaðu søluni við sterkari rúsevn- um í Føroyum. 9. b í Vágs Skúla hevur í longri tíð havt á dags- skránni rúsevni, og aðrar trupulleikar, ið ungfólk kunnu koma útfyri. Mánadagin fingu tey tí vitjan. Løgreglan kom í skúlastovuna at greiða frá ymsum, ið ungdómur kem- ur í samband við og hevur áhuga fyri. Nakað av tí, ið varð um- røtt, vóru júst trupulleik- arnir, ið standast av rúsandi evnum. Við sær hevði løg- reglan ymiskt, ið teir eru komnir framá í samband við sterkari rúsevni. Suðuroyggin er ikki part- ur av miðstaðarøkinum, heldur útjaðari, men hóast hetta eru slíkir trupulleikar ikki ókendir. Eisini vísti tað seg, at ein partur av næmingunum hevði fingið sterkari evni, sum sum hash, í boði, og enntá fyri einki, eftir sum tað var fyrsta ferðin. Teir báðir løgregumenn- inir, ið vitjaðu flokkin, greiddu frá og vístu fram ymskt, ið teir eru komnir framá, so sum ymisk evni, pípur í ymsum sniðum og vektir at viga evnir við. Alt slíkt, ið er forvitnis- ligt, men sum brátt kann koma einum aftur um brekku, gerst ein alt ov forvitin. Løgreglan vitjaði í skúlastovuni Løgreglan vitjaði mánadagin 9.b í Vágs Skúla at greiða frá ymsum, ið ungdómur kann koma í samband við. M.a. sterkari rúsevni vóru partur av dagsskránni og er hetta eisini nakað av tí, sum flokkurin hevur arrbeitt við síðstu vikurnar TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Í samband við konsert- røðina Vetrarjazzur og TUTL 25 ár er finski saxo- fonleikarin Eero Koivis- toinen á lítlari konsertferð í Føroyum, við føroyskum tónleikarum. Konsertir verða hóskvøld 24. januar og fríggjakvøld 25. januar, men longu týs- dagin kemur Eero Koivi- stoinen til Føroya at venja saman við føroyskum tón- leikarum. Eero Koivistoinen er ein tann kendasti og fremsti saxafonspælarin í Finlandi nakrantíð. Eero Koivistoin- en er føddur i 1946 og læs fyrst í 60’unum tónleik og kompositión á Sibelius Akademiinum í Helsinki. Sum 60’ini liðu gjørdist Eero Koivistoinen kendari og kendari, og í 1967 setta hann saman sína fyrstu trio saman við Edward Vesala and Pekka Sarmanto. Í 1967 avgjørdi finska jazzsambandið fyri fyrstu ferð at lata árliga jazzvirð- isløn og var Eero tann fyrsti sum fekk hesa virðisløn. Hann helt áframm at vinna virðislønir, tó í al- heims høpi, tá orkestrið hjá honum tvey ár seinni vann fyrstaplássið í árligu jazz- kappingini í Montreux. Hetta var fyrsta altjóða viðurkenningin af finskum jazzi. Komponistur Fyrst í 70’unum fór Eero aftur at lesa tónleik, m.a. á Berklee College of Music í Boston,USA. Síðan tá hevur hann sjálvur undir- víst á viðurkendu Pop& Jazz — deildini á Sibelius Akademiinum. Í 1975 var tað kendasta finska bigbandið, UMO sett á stovn. Eero var saxofonspælari í UMO frá byrjan, men bleiv rættuliga skjótt eisini kom- ponistur hjá orkestrinum, og síðan dirigentur. Í 1996 fekk hann tann stóra heiður eisini at verða útnevndur listarligur leiðari av UMO, og er hetta bigband í dag víðagitið. Plátulistin hjá hesum finska saxfonrisa er langur og gav hann sína fyrstu plátu í 1967. Sjálvt um hann altíð hevur hildið seg innan jazztónleikin, hevur hann verið sera fjølbroyttur tón- leikarliga. Hann brúkar íblástur heilt frá Jimi Hendrix til teir klassisku komponistarnar, og hann arbeiðir eisini við við fólka — og barnatónleiki. Síðan fyrst í 70’unum er plátulistin støðugt vaksin, - bæði við plátum hjá Eero sjálvum og plátum hann er biðin at luttaka á hjá øðr- um. Eitt av hæddarpunktun- um í plátugerð hjá Eero Koivistoinen var, tá hann í 1983 gav út plátuna ”Pic- tures in Three Colours”, við luttøku av so mætum tón- leikarum sum John Sco- field á guitar og Jack DeJohnette á trummur. Hendan útgávan var so mikið væleyðna at somu menn komu saman aftur í 1992 at innspæla sera væl ummældu plátuna ”Altered Things” Eero Koivistoinen er enn ein tann besti saxofonspæl- arin sum finnar eiga, og hansara kompositionir fáa ikki minni viðurkenning enn hansara saxofonspæl. Saman við føroyingum Á báðum konsertunum í Føroyum fara Eero Koivi- stoinen og føroyski bólkur- in mest at spæla útsetingar Eero hevur gjørt av fólka- kendum løgum, men teir fara eisini at framføri løg hjá limum í bólkinum. Limirnir í bólkinum eru allir vælkendir á føroyska tónleikapallinum: Magnus Johannesen, keyboard Edvard Nyholm Debess, kontrabass Rógvi á Rógvu, trummur Brandur Jacobsen, ásláttur Konsertin hóskvøldið 24. januar verður kl.19:30 í Norðurlandahúsinum. Hendan konsertin er partur av konsertrøðini ”Vetrarjazzur” sum Norð- urlandahúsið skipar fyri saman við Føroya Jazztón- leikarafelag. Konsertin fríggjakvøldið 25. januar verður kl. 20.00, á sluppuni ”Høganes” í Runavík. Hendan konsertin er ein partur av røðini av konsert- um í samband við at Plátu- felagið TUTL fyllur 25 ár. Eero Koivistoinen til Føroya Edvard Nyholm Debess er ein av føroysku tónleikarunum, sum fer at spæla saman við finska úrmælinginum Plátulistin hjá finska saxfonrisanum er langur og gav hann sína fyrstu plátu í 1967 C M Y K 14