Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 15 - 23. januar 2002 Nr. 15 - 23. januar 2002 17 Viðvíkjandi P/F 1197, P/F Lýsingarstovan í likvidatión, Argir Vísandi til § 72 í " Lov om Aktieselskaber" frá 15. apríl 1930, skal Skráseting Føroya við hesum, heita á nevndina/likvidator í omanfyri nevnda felag, um innan 3 mánaðar frá í dag at upplýsa um felagið enn er til. Um Skrásetingin einki hevur frætt tá henda freist er farin, verður felagið strikað úr Skrásetingini. Skráseting Føroya 21. januar 2002 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2811, Sp/f Krúnan Invest, 370 Miðvágur. Viðtøkur broyttar: 18.12.2001. Nýtt navn: P/F Krúnan Invest Kapitalur: Hækking við kr. 400.000,00 til kr. 500.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 400.000,00 til kurs 125. Nevnd: Farin úr nevndini: Mannbjørn Vang, 370 Miðvágur. Innkomin í nevndina: Svend Aage Højgaard Ellefsen, 360 Sandavágur. Skráseting Føroya tann 21. januar 2002 Kristin Balle ____________________ Fulltrúar/løgfrøðingar Løgmansskrivstovan søkir við hesum eftirfulltrúum/løgfrøðingum. Uppgávur Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroytt løgfrøðiligt arbeiði so sum gerð av løgfrøðiligum responsa, eftirkanning av lógaruppskotum hjá miðfyrisitingini og aðrar løgfrøðiligar uppgávur, eitt nú menning og samskipan av lóggávu- arbeiðinum í miðfyrisitingini, og løgfrøðiligar arbeiðsuppgávur, ið standast av málinum um ríkisrættarligu støðu Føroya. Faklig førleikakrøv Sett verður sum krav, at umsøkjarar hava løgfrøðiligt embætisprógv.Tó kunnu eisini tey søkja, ið væntandi verða liðug við slíka útbúgving komandi summar. Persónlig førleikakrøv og royndir Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar við atliti til, at roknast kann við stórum broytingum á økinum næstu árini. Umsøkjarar skulu harumframt hava góðan kunnleika til føroyskt mál. Løn og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya. Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna við tilhoyrandi stovnum og aðalstýrini. Vit kunnu bjóða Talan er um eitt fakliga krevjandi starv við nógvum avbjóðingum og við sera góðum møguleikum fyri eftirútbúgving. Nærri upplýsingar um starvið Møguligir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Rúna Joensen, deildarstjóra, tlf. 351010, fyri at frætta meira um starvið. Umsóknir Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skulu sendast Løgmansskrivstovuni Postsmogu 64 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera á Løgmansskrivstovuni í seinasta lagi 12. februar 2002 kl. 16.00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Løgmansskrivstovan er fyrisiting hjá løgmanni og varaløgmanni. Løgmansskrivstovan er skipað í tríggjar deildir og tvær tænastueindir og hevur í høvuðsheitum tvørvegis og samskipandi uppgávur,eitt nú landstýrisfundir,uttanlandsmál,umboðan,starvsfólkapolitikk,fyrisiting,nýskipan og sjálvstýrismál. LØGMANSSKRIVSTOVAN Tlf. 31 26 25 kaffi ella the & súreplaterta ella kirsjuberjaterta & rómi ella súrrómi KR. 30,- Leygardag kl 14.00 - 17.00 livandi tónleikur Útbjóðing Leirvíkar Kommuna bjóðar út í almennari licita- tión at gera uml.170 m av vegi í sambandi við út- stykking við Bólstein í Leirvík. Arbeiðið umfatar jørðarbeiði, kloakkir og aðrar installatiónir. Útbjóðingartilfar fæst frá mánadegnum 28. jan- uar 2002 við at gjalda kr. 2.000,- á konto 201.720.7 í Norðoya Sparikassa. Tilboðini skulu sendast ella latast Leirvíkar Kommunu í afturlatnum brævbjálva, merktur: Tilboð uppá útstykking við Bólstein Licitatiónin verður mánadagin 18. februar 2002 kl. 11.00 á Kommunuskrivstovuni. Boðini verða tá latin upp og kunnu teir, sum bjóða, vera hjástaddir. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 520 Leirvík Tlf. 443006 · Fax 443374 Tvøroyrar skúli Søkt verður eftir lærara at undirvísa 13–14 tímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. febru- ar til summarfrítíðina. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi týsdagin 29.01.02. Skúlastýrið í Tvøroyrar kommunu Chris Jan Michelsen, FO-800 Tvøroyri Móttøka Í sambandi við at Nýggi landsstovnurin í Klaksvík til autistar og onnur er um at verða liðugur, verður skipað fyri móttøku í nýggja bygninginum við Mýruvegin í Klaksvík týsdagin, 29. januar 2002 kl. 1400 - 1700.Við móttøkuna verður bygningurin alment latin Almanna- og heilsumálastýrinum/Serforsorgini at umsita. Bygginevndin og Landsverkfrøðingurin Sosialurini KT-FÓLK - verkfrøðingur,dátufrøðingur ella líkn. Søkt verður eftir einum KT-fólki til stovnin . Arbeiðsuppgávur Tann, ið settur verður, fer at taka lut í ymiskum edv-verkætlanum við tí endamáli at menna KT- tøknina á stovninum og verður við í rakstri og viðlíkahaldi av telduútbúnaðinum, ið fevnir um umsitingina av eini HP 9000 teldu, umframt viðlíkahald av pc'arum og ráðgeving, menning og útbúgving av starvsfólki. Førleikakrøv Sóknast verður eftir verkfrøðingi, dátufrøðingi ella líknandi. Umsøkjari við kunnleika til Unix, Windows, C og Oracle hevur fyrimun. Setanartreytir Løn og setanartreytir annars vera sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda Landsverkfrøðinginum, Postboks 78, 110 Tórshavn og skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 5. februar2002. Merkið brævbjálvan "KT-fólk". Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Torkil Zachariassen á tlf.311333 (e-postur: torkil@lv.fo). Pedagogur Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða á stovu við 2-5 ára gomlum børnum. Nær: At byrja 15. februar (ella eftir avtalu) Arbeiðstíð: 35 tímar um vikuna (ella eftir avtalu) Løn og arbeiðsviðurskifti eftir sáttmálanum hjá Føroya Pedagogfelag. Í Barnagarðinum á Velbastað eru 40 børn millum 1/2 og 9 ár. Tey eru í 3 aldursbýttum stovum: 0-2 ár, 2-5 ár og 5-9 ár. Barnagarðurin er í friðarligum umhvørvi, næstan í haganum. Børnini eru úr Kirkjubø, av Velbastað og úr Havn.Tað tekur eitt korter at koyra úr Havn, og eisini ber til at koyra við Bygdaleiðum. Vit vænta, at tann, sum verður sett/ur í starv • dámar væl at vera úti í náttúruni • kann arbeiða sjálvstøðugt • hevur góð samstarvsevni • vil vera við til at seta sín dám á stovnin Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum skal vera barnagarðinum í hendi í seinasta lagi 6. februar 2002. Nærri fæst at vita við at venda sær til Barnagarðin á tlf. 31 81 21 og spyrja eftir leiðaranum. Barnagarðurin á Velbastað FO-176 Velbastað velbarn@post.olivant.fo GMDSS-radioútgerð Viðv. komandi krøvum um GMDSS-radioútgerð á føroyskum fiskiskipum Av tí at Evropeiska Samveldið (ES) hevur samtykt, at øll fiskiskip, sum koma inn á teirra sjóøki eftir 1. februar 2002, skulu vera útgjørd við GMDSS-radio- útgerð, verður tað neyðugt at dagføra reglurnar um GMDSS fyri føroysk fiskiskip. Reglurnar um GMDSS-radioútgerð í dag eru gald- andi fyri verandi og nýggj fiskiskip 24 m. ella longri.Tær nýggju reglurnar koma at merkja, at øll fiskiskip, sum fara í ES sjógv, hereftir koma at vera umfatað av kravinum um GMDSS-radioútgerð. Ætlanin er at seta reglurnar í gildi frá 1. februar 2002. Av tí at vit eru kunnað um, at ein ávís leveringstíð er til at fáa GMDSS-radioútgerðina frá einum veit- ara, vil Skipaeftirlitið viðgera umsóknir um undan- taksloyvi frá kravinum í einum tíðarskeiði, sum ikki fer útum 6 mánaðir eftir, at reglurnar eru komnar í gildi. Krøvini til ta kravdu radioútgerðina eru í mun til radiodekningsøkið, sum skipið siglir í. Farleiðin í norðuratlandsøkinum frá Grønlandi, Íslandi,Føroyum,Skotlandi,í Norðsjónum,fram við norsku strondini og í Eystursjónum, verður roknað sum A2-radiodekningsøki, meðan økið uttanfyri, undantikið polarøkið, er roknað sum A3-radio- dekningsøki. Eitt neyvari yvirlit yvir hetta sæst á einum GMDSS- radiodekningskorti. Veitararnir av GMDSS-radioútgerð kunnu sannlíkt eisini upplýsa nærri um hetta, og um prísir á út- gerð alt eftir,um skipið skal útgerast til A2- ella A3- dekningsøki. Skipaeftirlitið Fiskimálastýrið Skipaeftirlitið The Ministry of Fisheries and Maritime Affairs Volvo FL 614 Lastbilur við krana og trívegis vippu, er nýsýn- aður, til sølu fyri 70.000 kr. Tlf. 211732 / 441732 Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Uppstillingarfundurin, sum var lýstur at verða mikudagin 23. januar, er útsettur til mikukvøldið 6. februar kl. 19.30. Nevndin www.sosialurin.fo C M Y K 17 16