mikudagur 14. juli 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Teir, sum lata lendið til stóra tjald
ingarplássið millum skúlan og
kirkjuna við Gøtugjógv, eru Árant
Hansen og Henning Olsen. Festini,
sum teir báðir sita við og líka sum
eru saman um, er seks merkur
tilsamans. Av hesum hevur Árant
fýra og Henning tvær merkur, bæði
innangarðs og uttangarðs.
Árant Hansen sigur, at nú skúlin
við Gøtugjógv verður útbygdur
norð ureftir, minkar gamla tjald
ingarplássið við umleið einum
fjórð ingi.
– Vit missa báðir burturav jørðini
við hesi útbygging, men hesaferð
missir Henning meiri av sínum, enn
eg missi av mínum, sigur hann.
Alt sligið
Árant Hansen heldur, at tað er ein
hugnalig vika og eitt hugnaligt
vikuskifti, tá G! Festivalurin verður
hildin.
– Alt grasið verður sligið, og
síðan verður økið mátað upp, so
leiðis at tey, sum skipa fyri, vita,
hvussu nógv tjaldingarpláss tey
kunnu bjóða út á lendinum.
Hann sigur, at tey fyrstu árini
var ikki brúk fyri so stórum parti av
lendinum, men skjótt vaks áhugin
fyri at tjalda á festivalinum, og tey
seinnu árini hevur verið tjalding
heilt úr skúlanum við Gøtugjógv
og norður til kirkjuna.
– Eg kann ikki siga, at vit hava
ringar royndir av at lata lendið til
hetta endamál. Hetta hevur ikki
gjørt nakað ringt við bøin. Fyri tað
mesta hevur tað verið rímiliga turt,
og tí eru hesir dagarnir heldur ikki
farnir so illa við lendinum.
Hann sigur, at vanligt er, at fólk
longu mikukvøldið koma norður at
seta tjøld upp, og síðan koma fleiri
og fleiri inn á økið so hvørt, sum G!
Festivalurin nærkast.
– Eg veit ikki, hvat hetta hevði
gjørt við lendið, um talan var um
uppaftur fleiri dagar, men sum
verið hevur onnur ár, hevur tað
ikki bilað.
Ganga væl um
Árant Hansen sigur, at hóast økið
verður ruddað, eftir at festivalurin
er av, umgongst ikki, at ikki okkurt
liggur eftir og sløðist.
– Proppar og onnur smáting, sum
ikki fast fatur í, tá ruddað verður,
fella niður í jørðina, men tað, sum
kann vera eitt sindur keðiligt, eru
píkarnir at festa tjøldini við, sum
eru ringir at síggja og sum soleiðis
kunnu standa eftir í jørðini. Teir
kunnu gera av við blaðið á einum
ein líggja, leggur hann aftrat.
Árant hevur einki ringt at bera
teimum, sum tjalda á jørðini hjá
honum og Henningi hesar dagarar,
G! Festivalurin varar.
– Sjálvt um vit búgva beint
omanfyri økið, merkja vit ikki
tað stóra til, at so mong fólk eru í
tjøldum á hesum lendi. Treyðugt so,
at ikki okkurt smávegis hevur verið
viðhvørt. Nú sleppa bilar vanliga
ikki eftir vegnum niðan til okkara,
meðan festivalurin er. Men tað
kom fyri fyrr, at onkur bilur stóð
her niðanfyri húsini hjá okkum og
hevði tónleikin hart frá við tungum
bassi. Slíkt órógvar og kann vera
strævið at hoyra uppá, um tú ætlar
tær at sova.
Í aðrar mátar heldur Árant ikki,
at nógv órógv hevur verið í sam
bandi við hesa tjalding.
Onkur datt inn
– Nú eru wcvognar á økinum, og
sum eg havi skilt er eisini brúsa.
Onkuntíð kom fyri, at fólk komu av
tjaldingarplássinum og inn á gólvið
hjá okkum at læna wc, men hetta
hevur verið í allari hampiligheit,
sigur hann.
Meðan vit standa niðanfyri hús
ini við Gøtugjógv og práta, leggur
konan, Kirstin, brosandi uppi prát
ið.
Hon vísir á, at tá so mong fólk
hugna sær, og onkur kanska hevur
fingið heldur nógv uppí høvdið,
skerst ikki burtur, at menn kunnu
finna uppá at koma niðan móti
hegninum hjá teimum at kasta sær
av vatninum – og beint niðan móti
vindeyganum!
– Men hetta er so ein partur
av tí heila – og er ikki øðrvísi, enn
tú kanst koma út fyri at síggja
á øðrum stevnum og festivalum
kring landið, leggur hon brosandi
aftrat.
Árant Hansen sigur, at tað eru
ikki bara fólk, sum koma langan
veg, ið keypa sær tjaldingarpláss á
festivalinum.
– Tað eru eisini fólk úr bygd
un um nærindis, sum dáma at
koma her og hugna sær saman við
øllum hinum, sum tjalda. Sjálvur
havi eg spurt, hví tey ikki fara til
Syðrugøtu, har alt gongur fyri seg,
og tá havi eg onkuntíð fingið svarið,
at tað er so nógvar ferðir stuttligari
Árant letur
tjaldingar-
plÁss til g!
TJALDING - Eg kann ikki siga, at vit
hava ringar royndir av at lata lendið til
tjalding. Hetta hevur ikki gjørt nakað
ringt við bøin. Fyri tað mesta hevur tað
verið rímiliga turt, og tí eru hesir dagarnir
heldur ikki farnir so illa við lendinum,
sigur Árant Hansen, sum letur tann stóra
partin av lendinum til tjalding á G!
Øll árini hava tey latið bøin til tjalding á G!
Festivalinum. – Tjalding er vorðið ein týðandi
partur av hugnanum í samband við hetta
stóra tiltak, sigur Árant Hansen, sum her er
avmyndaður saman við konu síni, Kirstin
Mynd: Jens Kristian Vang