fríggjadagur 25. januar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 17 - 25. januar 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Nógvar
uppsagnir
Danski fíggjarmálaráð-
harrin Thor Pedersen er
neyvan væl umtóktur í
danska toll- og skatta-
verkinum í hesum døg-
um.
Blaðið Bøsen visti í
gjár at siga úr einum
loyniligum
skjali
í
fíggjarmálaráðnum, at
ráðharrin
ætlar
at
krevja, at toll- og
skattaverkið skal spara
15 prosent í lønarút-
reiðslunum tey næstu
fýra árini.
Ein av leiðarunum í
toll- og skattaverkinum
segði við danska út-
varpið í gjár, at verður
ætlanin sett í verk, fara
ein fjórðingar av teim-
um umleið 5500 starvs-
fólkunum
at
missa
arbeiðið.
Risastríð
Heimsins størsta inter-
tnet- og fjølmiðlafyri-
tøka AOL Time Warner
hevur lagt sak ímóti
einari aðrari risastórari
fyritøku, Microsoft.
Time Warner vil vera
við, at Microsoft hevur
misnýtt sín einkarrætt
til at trýsta teirra egna
Netscape úr av markn-
aðinum, og fyritøkan
krevur sum vant í USA
eitt risastórt endurgjald.
Sambært sakførarunum
hjá Time Warner er
endurgjaldskravið gjørt
upp til 12 milliardir
dollarar.
Sakarmálið hjá Time
Warner hevur í veru-
leikanum sama enda-
mál sum tað sakarmál-
ið, sum 19 amerikansk-
ir statir løgdu ímóti
Microsoft
fyri
fýra
árum síðani. Tað málið
endaðivið einari semju
í vár. Í veruleikanum
slapp Microsoft sera
væl burtur úr málinum,
og tað hevur havt við
sær, at nakrir av teim-
um 19 statunum hava
gjørt av at endurreisa
málið. Málið kemur
fyri í rættinum tann 11.
mars.
So Bill Gates hevur
nóg mikið at hugsa um
í hesum døgum.
Úr Norðurlondum:
Framvegis
afturgongd
Norski Arbeiðaraflokk-
urin hevur framvegis
ikki fingið fótafestið,
vísir ein nýggj veljara-
kanning.
Sambært
kanningini hevði flokk-
urin fingið 20,8 prosent
av atkvøðunum, var val
nú, og tað er 3,4 pro-
sentstig
minni
enn
seinast. Parlamentariski
leiðarin í flokkinum,
Jens Stoltenberg, við-
gongur, at tað vánaliga
úrslitð er álvarssamt.
Sama kanning vísir,
at tað framvegis gongur
framá
hjá
stjórnar-
flokkinum
Høgra.
Kanningin gevur flokk-
inum 23,2 prosent ella
ein framgongd upp á
2,6 prosentstig. For-
maðurin, uttanríkisráð-
harrin Jan Petersen,
heldur, at veljararnir
munnu vera nøgdir við
arbeiðið hjá stjórnini.
Nógvur
skarvur
Danskir
fiskimenn
hava leingi kært seg
um,
at
teir
verða
plágaðir av nógvum
kópi og nógvum skarvi.
Bæði kópur og skarv-
ur eru friðaðir í Dan-
mark, men nú eru
myndugleikarnir
til
reiðar at víkja frá frið-
ingini. Stýrið, sum um-
situr danska skóg og
náttúru, hevur mælt til,
at fiskimenninir fáa
loyvi at skjóta skarv, og
at tað eisini verður
loyvt
at
oyðileggja
skarvareiður.
Í
fjør
taldu myndugleikarnir
næstan 40.000 skarva-
reiður kring alt Dan-
mark.
Hinvegin eru náttúru-
myndugleikarnir ikki
serliga hugaðir fyri at
loyva
monnum
at
skjóta kóp. Hildið verð-
ur, at umleið 11.000
kópar halda til í Dan-
mark.
Fiskimenninir kæra
seg um, at kópurin
oyðileggur
nógvan
reiðskap, og at kópur
etur nógvan fisk. Tí
verður roknað við, at
tað verður loyvt at
skjóta nakrar kópar
seinni í ár.
George W. Bush,
forseti hevur biðið
Kongressina um 400
milliardir krónur
afturat til verjuna. So
nógv eru ameri-
kansku hernaðarút-
reiðslurnar ikki øktar
seinastu 20 árini.
HERNAÐAR-
ÚTREIÐSLUR
Árni Joensen
Bush boðaði frá kravinum,
tá hann í gjár helt røðu fyri
heryvirmonnum.
Hann
segði, at pengarnir eru
neyðugir til tess at tryggja,
at USA kann vinna kríggið
ímóti altjóða yvirgangi.
Forsetin segði, at USA
hevur nútímans og væl
virtkandi útgerð til at vinna
eitt tílíkt kríggj, men hetta
er útgerð, sum kostar nógv-
ar pengar, segði hann.
Sambært
forsetanum
skulu tær umleið 400 milli-
ardir krónurnar nýtast til
hækkandi lønarútreiðslur,
nýggj vápn, rakettverju-
ætlanina, ymisk ómannað
hernaðarakfør og ymsa
hátøkniliga
herútgerð.
Tekur Kongressin undir við
uppskotinum, kemur fíggj-
arætlanin hjá amerikansku
verjuni upp á einar 3200
milliardir krónur.
Týsdagin
skal
Bush
halda røðu í Kongressini,
har hann skal royna at fáa
politikararnar at taka undir
teimum raðfestingunum,
sum forsetin og stjórnin
hava lagt fram. Longu
frammanundan er greitt, at
landsins
trygd
stendur
ógvuliga
frammarlaga.
Bush hevur m. a. nevnt, at
stjórnin fer eisini at biðja
um eykajáttan til at verju ta
sivilu loftferðsluna, sam-
veldisløgreglan FBI skal
hava 300 rannsóknarfólk
afturat, og fleiri hundrað
fólk skulu setast afturat
innan sjóverjuna.
Í røðuni fyri heryvir-
monnunum segði forsetin,
at hann ætlar sær at jagstra
yvirgangsmenn, sama hvar
teir royna at fjala seg.
Avdúkingin kann
hava við sær, at
royndirnar at banna
nýnazistiska
flokkinum fara fyri
bakka
TÝSKUR POLITIKKUR
Árni Joensen
Týska stjórnin hevur sett
sær fyri at seta nýnazistiska
flokkinum NPD forboð fyri
at virka, og málið hevur
verið
fyri
í
rættinum
seinastu tíðina.
Men nú er komið fram
undir avhoyringunum, at
ein av teimum fremstu leið-
arunum hjá nýnazistunum
hevur havt tætt samstarv
við týsku fregnartænast-
una. Hetta kom fram, tá
leiðarin var til avhoyringar
í grundlógardómstólinum,
og dómstólurin hevur nú
gjørt av at útseta málið.
Hetta kann bera í sær, at
málið fer at liggja stilt í
fleiri mánaðir, og tað
kemur stjórnini illa við, nú
val er í hondum.
Avdúkingin er serliga
óheppin fyri innanríkisráð-
harran Otto Schilly. Hann
hevur staðið á odda fyri
royndini at steðga NPD,
eftir at flokkurin fleiri
ferðir er lagdur undir at
hava skipað fyri harðskapi
ímóti fólki av fremmandum
uppruna.
Undir avhoyringini kom
fram,
at
NPD-leiðarin
hevur givið fregnartæn-
astuni ymsar upplýsingar.
Hetta hevur gjørt málið
truplari at viðgera, og
grundlógardómstólurin
hevur tí biðið Otto Schilly
um eina frágreiðing um
sambandið millum NPD-
leiðaran og fregnartænast-
una.
Fleiri týsk bløð halda
avdúkingina
vera
so
álvarssama, at hon kann
gera enda á royndini at
banna nýnazistiska flokkin-
um. Blaðið Süddeutsche
Zeitung skrivaði í gjár, at
málið er endað sum ein
gøla, sum kann geva fólki
ta fatan, at víðgongdar
kreftir í sjálvari stjórnini
hava stýrt virkseminum hjá
NPD.
Politisk gøla avdúkað
í Týsklandi
Bush á fundi í
felagsskapinum hjá
heryvirmonnum, har hann
boðaði frá eykaútreiðslum
upp á 400 mia. krónur til
verjuna
Mynd: Reuters
Bush vil hava 400 milliardir
afturat til verjuna
Frá fríggjadegi 25. januar til hósdagin 31. januar
Tilvera:
Um tær sjey deyðssyndirnar
Alle elsker Raymond
Jagten på Dr. Livingstone
Farna summar fluttu fólk aftur til útdeyðu bygdina Múla á Borðoynni.
Í fyrru sendingini úr Múla síggja vit, hvussu tað gongur, tá fólkini koma til bygdina. Tey skulu flyta inn í bygdini
og fáa sínar fyrstu uppgávur.
Aftur í Múla
Emily á Veðurgarðinum
Leygarkvøldið kl. 23.20
Mánakvøldið kl. 18.00
Olja er eitt vítt begreb!
Henda seinasta miðlavikan
hevur sum so mangar verið
merkt av práti um olju. –
Oljan kann geva okkum
loysingina innan fýra ár, helt
fíggjarmálaráðharrin fyri, tá
ið miðlamenn í grannalandi-
num fyri vestan spurdu hann
um framtíðarútlitini. – Tað er
óðamannaverk at siga so, helt
løgmaður fyri. Og soleiðis
fekk Útvarpið tilfar til fleiri
tíðindasendingar á rað.
Hvussu er og ikki, so eru
framtíðarútlitini hjá hesum
landinum eitt afturvendandi
evni í hvørjari Degi og viku
og í útvarpinum við ikki at
gloyma. Vit hava seinastu
vikuna hoyrt upp í saman, at
vit føroyingar eru millum
heimsins
mest
dálkandi
fólkasløg. Kanska ameriku-
menn dálka verri, men teir
royna jú ikki at profilera sítt
umhvørvi sum heimsins rein-
asta, og gerast Føroyar eitt
veruligt oljuland, so verður
orkunýtslan tvífaldað upp í
eini 8 tons fyri hvønn íbúgva
um árið! (Sigst) – Vit bora,
og vit byggja, og vit fiska
sum ongantíð fyrr, tað er sum
danin á sinni segði: Her går
det ufattelig godt! – Og í
sjónvarpinum nú týskvøldið
segði ein ágrýtin SEV-verk-
frøðingur frá, at nýggja virk-
ið í Kollafirði fer at nýta upp
til átta ferðir so nógvan
streym sum øll Vágoyggin
tilsamans! Vorðið sum!
Nei, so var tað hugaligari
at hoyra gestakokkin hjá
Gunnari Nolsøe herfyri, ið
gjørdi ein vælsmakkandi
fiskarætt, ið ikki skuldi liggja
serliga tungt á, tí sum Miri-
omman segði, so fitnar tú
ikki millum jól og nýggjár,
men millum nýggjár og jól,
og tí hevði Johanna á Tjaldra-
fløtti gjørt av at venda flaki-
num í olju. – Olja er eitt vítt
begreb, segði hon, og okkum
nýtist als ikki margarin, tá ið
vit steikja. Tað var stak huga-
ligt at lurta eftir tykkum báð-
um hatta kvøldið úr Klaks-
víkini.
Matsendingar tykjast ann-
ars vera sera væl umtóktar, tí
Okkara Kokkur er fluttur í
Okkara Køk og ger mat sam-
an við nýggjum gesti hvørja
ferð. Má tó viðganga at tað er
heldur rárt hjá mær, at eg
hyggi, men tað kemur fyri
við hvørt, og hasin karry
døgverðin sá sera leskiligur
út.
Hinvegin
var
handan
læknasendingin einki tespi-
lig, so eg koyrdi útvarpið frá
ístaðin. Har sat Marius gamli
og kroysti søguna um Bør
Børsson burturúr sær, tíverri
kenni eg ikki ta søguna nóg
væl og havi bert hoyrt hend-
inga partin, so eg fái ikki
rættiliga úttalað meg um søg-
una, men tá ið hann letur lív í
Ketil og Kálv og øll hini í
Feðgum á Ferð, er tað kosti-
ligt skemt.
Filmurin um niðurfrysta
skræðugákin við teimum
rotnu tonnunum og bubbu-
pumpuni er helst eisini mett-
ur at vera skemt. Men álvara
tos! Filmurin var so fratbýtt-
ur, at hann næstan var skeg
viðhvørt, tí tað var so út av
lagið klikkað, at tú mátti
smírast viðhvørt, og støk
flenn komu eisini fram í
sama anda. Sama kann sigast
um filmin, tá ið teir grønu
menninir lupu á, og allir teir
kendu leikararnir blivu grill-
aðir av lásarakanónum. – Tað
var tað, sum var so kul við
filminum! segði ein tannár-
ingur, eg prátaði við.
Ókey, tað var ein av hesum
mongu Hollywood filmu-
num, sum einans ætla at und-
irhalda okkum eina løtu, tá ið
vit kortini móð av degnum
endiliga sita still eina løtu
áðrenn niðurfaringartíð. Tað
skal eisini vera pláss fyri
teimum! Og vit eru hóast alt
enn nøkur, ið hvørki hava
parabolin vendan í ein sunn-
an, ella kaðal lagdan inn!
Fyri fimm og tjúgu árum
síðan, tá ið tað millum ávís
fólk var in at vera ikki-kom-
mersiellur, varð eitt plátu-
felag sett á stovn, sum tón-
leikararnir áttu sjálvir. Í hes-
um sambandi høvdu loft-
miðlarnir báðir viðtal við
Kristian Blak, ið sum eingin
annar hevur átt mergin í Tutl
hesa fjórðingsöldina. Sam-
røðurnar vóru sera hugtak-
andi og áhugaverdar. Bert
spell at innsløgini vóru so
stutt, og at eingin tónleikur
var í teimum! Nú skipaði Tutl
fyri einari konsert, har
ymiskir bólkar umboðandi
hesi mongu árini framførdu.
Er tað tikið upp? Er tað sent?
Um so er, kunnu tit vælsign-
aðu programleiðarar seta tað
á skránna í einari endursend-
ing? Tað hevði í øllum føri
frøtt meg.
Annars bert okkurt smátt
aftrat úr miðlameldrinum
hesar seinastu dagarnar. –
Billboard bitarnir vóru suver-
enir hesa vikuna: American
Woman, Bridge Over Troubl-
ed Water, Let It Be, The Long
And Winding Road og My
Sweet Lord í somu sending!
Steiki tann, sum 1970 hevur
verið eitt gott ár! — Hoyrdi
annars Elis tosa um, at hesu-
ferð í Hvat Nú fór hann at al-
mannakunngera dansibands
topp tíggju listan. Eg stúrsaði
við, tá ið eg hoyrdi tað. Eru
Fimtan tær bestu ikki einasti
hittlistin longur? So noyðist
Heðin Arge helst at lýsa øðr-
vísi næstuferð, og tó, talan er
valla um sama málbólk!
Men soleiðis eru vit so
ymisk, og rúm skal vera fyri
øllum. – Frælsi fyri Loka
eins og fyri Tór, segði
Grundtvig gamli, og bæði
SvF og ÚF royna eftir føri-
muni at røkka okkum øllum.
Haldi eg.
Bergur
Rasmussen
ummælir:
Leygarkvøldið kl. 20.15
Hóskvøldið kl. 19.00
Leygarkvøldið kl. 19.25
C
M
Y
K
13
12