Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. juli 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 113 · 30. juli 2010 15 Disking Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang - Man kann royna at fyrireika seg, áðrenn man fer út at diska, men tað snýr seg um at hava føling við fólkinum og stemninginum. Um fólk hava hug at dansa, so nyttar tað einki, at eg spæli chill-out-tónleik. Og um fólk hava hug at práta og taka tað róligt, so nyttar einki at eg spæli pumpandi dansi­ tónleik. 19 ára gamla Alisa Hentze, er rætti­ liga nýggj sum DJ, men hon hevur tó longu sligið diskaranavn sítt fast, og var millum annað eitt av nøvnunum í Grundini á G!. Byrjaði sum dansari - Tá eg var yngri, var eg í einum dansi­ bólki, har eg stóð fyri at miksa tónleikin hjá okkum. Eg helt tað vera ótrúliga spenn­andi, og eg hevði hug at læra meir, greiðir Alisa frá. Tann møguleikan fekk hon, tá hon herfyri var eitt hálvt ár í Keyp­manna­ havn og kom í samband við fleiri DJs, MCs og fólk úr undir­grunds­um­hvørvi­ num. - Mær dámdi tað beinanvegin væl, og tá eg kom heim, spurdi eg Sunnvu Há­berg Eysturstein um hjálp. Hon lærdi meg ymiskt, og so byrjaði eg bara spaku­liga, sigur Alisa smílandi. Reggae tónleikur - Tað týdningarmesta, tú skalt duga, tá tú diskar, er at lurta. Tú mást hoyra rútm­ur­nar í løgunum, og duga at ímynda tær, hvussu sangirnir kunnu miks­ast saman við øðrum sangum. Alisa greiðir frá, at hon hevur roynt seg við ymsum sløgum at tónleiki, men at hon nú hevur funnið sín egna stíl við reggae. - Øll kunnu lurta eftir reggae, og man kann bæði brúka tað til at dansa eftir og at hava í bakgrundini, tá man bara situr og prátar og tekur tað róligt. Og so er tað tónleikur, sum man verður glað­ur av. Summi sum diska hava meira dapran tónleik, og summi hava bara totalt tempo á. Tað er so ymiskt hvønn stíl, diskarar hava. Vaksandi áhugi Tiltøk, har diskarar syrgja fyri tón­leiki­ num, hava vundið alt meiri uppá seg seinastu tíðina, og tað er ein vaksandi fjøld, sum fær eyguni upp fyri hesum slag­num av tónleiki. - Tað eru nógv tiltøk, t.d. Undirbeat, Óljóð, Grundin á G! og Sirkus, sum hava fingið fólk at leggja merki til hetta slag­ið av tónleiki. Og tað er ordiliga stutt­ligt at síggja, hvussu nógv ymisk fólk nú koma til hesi tiltøkini. Man kann ikki longur tosa um ein ávísan mál­bólk, heldur Alisa. Hon sigur, at tað eisini eru fólk alla­staðni í landinum, sum sita heima við hús og fáast við at miksa og diska. Hon heldur tí, at talan veruliga er um eina undirgrundsmentan, sum veksur í stórum. Men tað er hvørki alment ella skipað, so tað er ringt at vita, júst hvus­ su nógv diska kring landið. Hon greiðir frá, at tað er nógv arbeiði at fáa, og hon er biðin bæði til stór tiltøk og eisini serligar dagar hjá fyri­tøk­um. - Eg havi eisini verið heima hjá privat­fólki, sum vildu hava ein ávísan stíl til eina veitslu. Eg havi eisini verið og diskað, tá fólk hava havt veitslu í garði­num. Alisa flytur nú niður til Keyp­manna­ havn­ar, har hon fer á handilsskúla. Men hon er ikki í iva um, at hon fer at halda fram við at diska í Danmark. - Eg elski hetta, og tað ger meg glaða. Og so leingi tað blívur við at vera stuttligt, og eg samstundis kann gera onnur fólk glað, so blívi eg við. - Tá eg eri DJ fari eg inn í mín egna heim, og tað snýr seg um gleði. Tá fólk verða glað av mínum tónleiki, so er kvøldið væleydnað. Tað sigur Alisa Hentze alias Allyca’t, sum er ein av kvinnuligu, føroysku DJ’unum - Vil bara gera fólk glaÐ - Eg spæli mest reggae, tá eg diski, tí tað kunnu øll lurta eftir, og tú kanst bæði dansa eftir tí og chilla til tað, sigur Alisa Hentze -eisini kend sum Allyca’t