fríggjadagur 13. august 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. august 2010 · Nr. 119
18
Sosialurin
Tað er altíð gott at práta við
barnið. Men, um endamálið
er at økja um orðanøgdina
hjá barninum, er tað ikki
nóg mikið bert at práta.
Orsøkin er einføld: Bókin
inniheldur nógv ymisk orð,
hugtøk og univers, sum økja
um orðamongdina. Tá eitt
foreldur uppalir barn sítt,
tosar tað ikki um tað sama,
sum tað tosar um, tá tað
lesur fyri barninum, og á
henda hátt er lesingin við til
at økja um orðamongdina.
Skilja ikki tekst
Nógv børn skilja ikki, at
samband er millum tað
sum tey lesa og innihaldið í
teksinum. Tey fáa snøgt sagt
onki burtur úr, hóast tey lesa
og lesa og lesa.
Kanningar vísa, at børn,
sum hava hoyrt søgu, frá tí
tey vóru heilt lítil, skjótari
skilja samanhangin millum
tekn (í hesum føri bókstavir),
orð og handling. Hinvegin
hava tey, sum ikki hava
hoyrt nógvar søgur, verri við
at skilja, at teknini hava eitt
innihald. Hendan vitanin
eigur alt annað líka at eggja
foreldrum til at lesa fyri
børnum so tíðliga sum til ber.
Mugu lesa nógv
Um børn skulu skilja tekst,
er tað sostatt umráðandi at
foreldur lesa fyri børnum
og ikki minst, at børnini
lesa sjálvi. At tey lesa nógv.
Men hetta er lættari sagt
enn gjørt, tí eru tey ikki von
at hoyra søgu, so kunnu tey
sum sagt hava ilt við at skilja
innihaldið og hava tí lyndi
at gevast. At lesa krevur
nakað av lesaranum, og tí er
tað eisini týdningarmikið, at
foreldrini eggja børnunum
til at lesa, hóast tey muta
ímóti. Tú verður ikki ein
góður lesari, um tú ikki lesur
nógv – men tað er ongantíð
ov seint at byrja!
Les til barnið er 13 ár
Foreldur eru ofta sera røsk
at lesa fyri børnunum, til tey
fara í skúla. Tá børnini duga
at lesa, biðja vit tey eisini lesa
sjálvi. Tað er sera umráðandi,
at børn lesa sjálvi, men tað er
avgerandi fyri framhaldandi
málsligu
menningina,
at
vit halda fram at lesa fyri
børnunum, eisini eftir at tey
duga sjálv. Fyri tað fyrsta,
tí børnini enn hava tørv á
nærveruni, sum bókin gevur.
Men eisini tí, at tað vísir seg,
at jú fyrr vit gevast at lesa
fyri teimum, fyrr gevast tey
at lesa sjálvi. Rættast er at
royna at lesa fyri børnunum,
til tey verða umleið 13 ára
gomul. Megna vit tað, eru
sannlíkindini fyri, at tey fara
at lesa sum vaksin, stór.
At lesA er besti
førningurin
At lesa fyri børnum er ein hin besti førningurin, tú kanst geva barninum við á lívsleiðini
Jesper Juul, uppalingar-guru:
Tað er ikki avgerandi, um barnið fær 6 ella 11 í
karakterbókina. Tað týdningarmesta er at virðismeta
sambandið millum persónligheit og mál, tí vit menniskju
verða myndað av, hvussu vit tosa. Tess fátækari mál
børnini hava, minni fjølbroytta sjálvsmynd fáa tey.
Bøkur til ein og hvønn
Í dag ber ikki til at umbera seg við, at ov fáar føroyskar
bøkur eru á marknaðinum. Tað finnast bøkur til
allar aldursbólkar og áhugamál móðurmálinum.
Visti tú hetta?
• Eitt 7 ára gamalt barn dugur umleið 7000 orð
• Ein tannáringur, SUM IKKI LESUR, dugur millum 15-
17.000 orð
• Ein tannáringur, SUM LESUR, dugur 50-70.000 orð
Leysliga eftir Gitte Klein,
sum er marknaðarleiðari
á Bókadeild Føroya
Lærarafelags
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Skúlabyrjan