leygardagur 2. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • leygardagur • 2. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Finaludysturin hjá
kvinnunum verður
seinasti dysturin hjá
Kára Hansen og
Trygva Mortensen
hetta kappingarárið
COCA-COLA FINALA
Jákup Mørk
Saknurin í dómarapørum í
føroyskum hondbólti hevur
verið stórur í ár, og eftir
finaludystirnar leygardagin
verður hesin gjørdur enn
sjónligari.
Hetta verður nevnliga
seinasta
ferðin
hetta
kappingarárið, at teir báðir,
Kári Hansen og Trygvi
Mortensen, fara at døma.
Sum ávíkavist leikari og
venjari eru teir báðir aktivir
í fótbóltskappingini, og tað
ber illa til, a fáa hetta at
sampakka við dómarayrkið
í hondbóltinum.
Altíð nakað serligt
Hóast hetta, so tykjast teir
báðir at gleða seg til sein-
asta dystin í hesum um-
farinum, sum verður leyg-
ardagin, tá teir skulu døma
kvinnufinalan í Coca-Cola
kappingini.
- Eg var eisini annar
dómarin til mansfinaluna
fyri tveimum árum síðani,
so í so máta verður hetta
ikki stórt øðrvísi, heldur
Kári Hansen, tá vit spyrja
hann, um fyrireikingarnar
til ein slíkan dyst eru nakað
serligt.
- Tað er tó einki at ivast í,
at hetta er ein uppgáva, sum
vit gleða okkum til. Sjálvt
um vit hava dømt fleiri av
teimum stóru dystunum í
ár, so er ein steypafinala
altíð nakað serligt. Nógvir
áskoðarar eru í høllini og
alt verður sent beinleiðis í
bæði út- og sjónvarpi, , so
tað er nakað heilt serligt.
Hava hug
at halda fram
Spurdur, um tað ikki eisini
er eitt slag av bonus fyri eitt
gott kappingarár, at teir nú
skulu døma steypafinaluna,
sigur Kári, at tað er tað
sjálvandi.
- Uttan at meina nakað
negativt, so eru kanska ikki
so nógv pør at velja
ímillum, og tá Hjalmar og
Kristian hava eina aðra
gularót í altjóða dømingini,
so eru vit kanska teir næstu
at døma dystin, men sjálv-
andi er tað eitt herðaklapp.
Nú hann sjálvur nevnir
altjóða uppgávurnar hjá
Hjalmari og Kristiani, er
sjálvandi nærliggjandi at
spyrja, hvørt hetta eisini er
nakað, sum dómaraparið
hjá Tjaldri hevur hugsað
um.
- Eg kann ikki siga, at tað
er nakað, sum vit ganga og
hugsa um. Í løtuni hevur
fótbólturin hægri prioritet,
men tað kann verða, at
støðan verður øðrvísi, tá
hesin verður lagdur á
hillina.
- Í øllum førum er hug-
urin at døma góður. Er
hann ikki tað, so nyttar tað
altso einki at vera við. Vit
hava so báðir gjørt av, at vit
eisini fara at royna okkum
sum
dómarar
komandi
kappingarár, men fyri fyrst
ræður so um at seta eitt
virðiligt
punktum
fyri
hesum árinum, sigur Kári
Hansen at enda.
Finaludystirnir í
Coca-Cola kappingini
í hondbólti verða
leiktir á Hálsi í Havn í
dag
COCA-COLA
KAPPINGIN
Jákup Mørk
Einki er at ivast í, at talan
kann gerast um ein hond-
bóltsdag av teimum heilt
stóru, tá steypafinalurnar í
hondbólti skulu avgerast.
Ikki minst er tað í hesum
høpi hugaligt at staðfesta,
at talan er um fýra ymisk
feløg, sum eiga finaluum-
boðini. Hetta átti at veri
borganin fyri, at ytru
karmarnir kring dystirnar
eru av allar besta slag.
Hartil er heldur einki at
ivast í, at leikararnir á vøll-
inum fara at gera sítt ítarsta
til, at talan verður um tveir
góðar hondbóltsdystir.
Her er jú talan um finalu-
dystir. Dystir, sum ikki
geva rúmd fyri mistøkum
ella »ringum døgum«. Tað
er bara dysturin í dag, sum
telur.
Steypadagur
Á talvuni verður sýnt, hvussu liðini í
steypafinaluni hava staðið seg, tá tey
hava dystast innanhýsis í hesum
kappingarárinum.
Seinasti dysturin
Sjálvt um vit hava dømt
fleiri av teimum stóru
dystunum í ár, so er ein
steypafinala altíð nakað
serligt, sigur Kári Hansen
15
14
Nr. 23 - 2. februar 2002
Verksmiðjan á Enni-
bergi verður bygd út
og gjørd arbeiðsligari.
Nýggj skiljilinja og
vaskikør verða sett
upp, eins og frysti-
orkan verður
tvífaldað
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Enniberg
-
Runavík:
Verksmiðjan á Ennibergi
verður sum nýggj. Hóast
ikki verður skift út, verður
nýtt sett afturat, og sumt
vent við, so nógv arbeiðs-
ligari verður umborð.
Tað sær út sum eitt
byggipláss, og tað er tað
eisini. Á bryggjuni niður
við
skipssíðuni
liggja
dungar av tilfari, sum tikið
er úr skipinum og skal
beinast burtur. Sama lagið
er á dekkinum, og niðri á
verksmiðjudekkinum
er
mest at kalla hurlivasi.
Tað hanga leys rør ymsa-
staðni. Menn ganga aftur
og fram og eru upptikinir
av ymsum. Tað standa
ymisk nøvn á rygginum á
ketildraktunum, so líkt er
til, at her eru fleiri smiðjur í
gongd.
Kokkurin
Smiðirnir greiða frá, at
kokkurin gongur uppi í
galluni. Hann er við at
rigga av eftir døgurðan,
siga teir.
Tá vit koma uppá, er
hann liðugur við avrudd-
ingina, men liggur á knæ í
gongini og leggur papp
eftir dúrkinum. Her skal
ikki dálkast nakað. Og tað
sæst eisini, at skipið er væl
hildið.
Klæmint
Sólsker
er
kokkur i dag. Teir eru tveir
kokkar við, og meðan
skipið hevur ligið á Runa-
vík, hava teir upp á skift
verið umborð og gjørt mat
til arbeiðsfólkið.
– Tað eru umleið 40
mans til døgurða hvønn
dag, og nakað færri koma
til nátturða, greiðir kokk-
urin frá.
Hendan skipanin roynist
væl, sigur hann, og heldur,
at arbeiðsfólkinum eisini
dámar hana væl, tí tað er
nógv lættari hjá teimum at
hava alt á einum stað. Ar-
beitt verður frá morgninum
til nakað væl ut á kvøldið.
Tað hydrauliska, sum
gjørt verður umborð, ger
fólk frá Oilwind í Miðvági,
og teir menninir búgva fast
umborð. Teir koma mána-
morgun og verða so fyri
vikuna, greiðir Klæmint
frá.
Nýggj útgerð
Tað verður í grundini einki
skift út umborð, sigur
Mortan Johannesen, reið-
ari. Men ymiskt verður sett
í afturat, sigur hann.
Eitt nú er nýggj skilji-
linja, sum flokkar fløkini,
keypt frá Marel í Íslandi,
sum verður sett upp í
samráð við Formula.fo.
Eisini eru nýggj vaksikør
keypt úr Íslandi og verða
sett upp, soleiðis at fiskurin
nú verður reinari, áðrenn
hann verður skorin, tí hann
sleppur at bløða betri.
Ein bitamaskina verður
sett upp. Hon fer at skera
fløkini i smærri bitar, alt
eftir, hvat marknaðurin vil
hava.
Tað ger so aftur, at frysti-
orkan má økjast, sigur
Mortan Johannesen. Hon
verður nú umleið tað
dupulta av tí, hon var
frammanundan.
FJM í Runavík stendur
fyri
smiðjuarbeiðinum,
meðan Oilwind í Miðvági
ger tað hydrauliska.
Enniberg hevur ligið á
Runavík einar tveir mán-
aðar, men reiðarin roknar
við, at teir sleppa avstað
seinast í næstu viku.
Mortan Johannesen hev-
ur ongan hug at tosa um
prís fyri arbeiðið umborð á
Ennibergi annað enn, at tað
er dýrt.
Fiskiskapurin
Enniberg fer eystur eftir, nú
farið verður aftur til fiski-
skap. Væntandi
verður
hann í Brentshavinum, til
farið verður at fiska konga-
fisk í Irmingarhavinum
einaferð um hálvan apríl,
sigur Mortan Johannesen.
Mortan Johannesen eigur
eisini Ljósafelli, sum í
løtini er á Flemish Cap og
roynir eftir svartkalva.
Men har gongur einki
soleiðis, sum er, sigur reið-
arin. Illveður hevur verið
seinastu
dagarnar,
og
Ljósafelli lá bakk stóran
part av seinastu viku og
eisini fleiri dagar hesa vik-
una.
Skopunar Kommuna
er farin undir at
fríðka bygdina, eins
og ferðsluumlegging
verður gjørd á
havnarlagnum
KOMMUNALMÁL
Edvard Joensen
Skopun:Tað skal gerast
meira innbjóðandi hjá fólki
at koma til almennu stovn-
arnar í Skopun. Kommunan
er farin undir at gera torg í
bygdini.
Tað standa eini brún hus
nakað ovarlaga í Skopuna.
Við tveimum skeltum á.
Tey vísa, at Postverkið og
Toll- og Skattstovan húsast
her. Einastu almennu stovn-
ar, sum eru í Skopun.
– Tað eru tveir almennir
stovnar í bygdini, og teir
skulu hava góðar umstøður,
sigur borgarstjórin.
Gerhard Lognberg, borg-
arstjóri, sigur, at bygdar-
ráðið hevur ásannað, at
umhvørvið rundan um hev-
ur ikki verið nóg innbjóð-
andi hjá fólki at komið til,
og tí hevur kommunan gjørt
av at fríðka um plássið.
Eini gomul hús, sum
hava verið grannar hjá post-
húsinum, hevur kommunan
keypt og tikið niður, eins og
ein gomul kiosk, sum ikki
hevur sæð nakað út soleiðis
í seinastu, fær somu lagnu.
Økið, sum nú verður
ruddað, verður so gjørt til eitt
torg, sigur borgarstjórin.
Arbeitt verður eisini við
at leggja ferðsluna til og frá
ferjuleguni um, soleiðis at
øll ferðslan verður beind
burtur av bryggjuni, har
hon nú er.
Gerhard Lognberg greið-
ir frá, at ætlanin er at leggja
vegin niðan fyri brimgarðin
eftir tí stóra økinum, gjørt
er har. Síðan verður bryggj-
an helst bara stongd av, so
eingin bilferðsla verður
eftir
henni
yvirhøvur.
Heldur ikki frá Teistanum
og niðan í bygdina.
Landsverkfrøðingurin
arbeiðir við málinum, sigur
borgarstjórin. Ætlanin er at
gera pláss til bíðirøðirnar á
sama økinum.
Skopun fekk fyri góðum
ári síðan nýtt vatnreinsi-
verk, sum ger, at skopun-
ingar nú altíð hava púra
reint vatn.
Vatnmongdin hevur ann-
ars verið ein trupulleiki í
Skopun eins og aðrastðani,
tá turkur hevur verið. Men
nú er tann trupulleikin
loystur, sigur borgarstjórin,
við at leiðing er løgd í
Hálsavøtn.
Tá ringast stendur til við
vanligu vatngoymslunum,
veður vatn pumpað úr
Hálsavøtnum
gjøgnum
reinsiverkið, áðrenn tað fer
oman til Skopunar.
Fríðka bygdina
Skopunar Kommuna ger torg framman fyri Posthusinum og Tollstovuni, sum halda til í
húsunum til vinstru í myndini
Mynd: Edvard Joensen
Stórarbeiði umborð á Ennibergi
Klæmint Sólsker er sjalvur annar kokkur við Ennibergi. Teir skiftast um at vera umborð, meðan
arbeitt verður við verksmiðjuni
Mynd: Edvard Joensen
Tað sæst á
bryggjuni,
at
stórarbeiði
fer fram
umborð á
Ennibergi
Mynd: Edvard
Joensen
C
M
Y
K
14