leygardagur 2. februar 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 2. februar 2002
17
Liðskiparin hjá
Neistanum ivast ikki
í, at StÍF og Neistin
eru før fyri at geva
áskoðarum ein
undirhaldandi dyst
COCA-COLA FINALA
Jákup Mørk
Í Neistanum hevur tað
mesta gingið sína vanligu
gongd, hóast prátið í vikuni
sjálvandi hevur snarað um
steypafinaluna, sum verður
leygardagin.
- Venjingin hevur verið
tann vanliga. Vit hava verið
í høllini tríggjar ferðir hesa
vikuna, so tað er einki nýtt
í tí, sigur liðskiparin, Jacob
Jónsson.
Tað skerst tó ikki burtur,
at tað kortini er dysturin
leygardagin, sum hevur
malið í tonkunum á leikar-
unum, og liðskiparin við-
gongur eisini, at so er.
- Sjálvandi hava vit hugs-
að nógv um StÍF. Teir hava
verið sera væl koyrandi
seinastu dystirnar, um sæð
verður burtur frá dystinum
móti VÍF um vikuskiftið,
og tá vóru teir eisini rætti-
liga skerdir, tí Costin
Dumitrescu ikki var við.
Spurdur, um tað kanska
kann vera eitt vápn hjá
Neistanum at taka leikandi
StÍF-venjaran úr spælinum,
sigur Jacob, at tað sjálvandi
er ein møguleiki.
- Talan er fyrst og fremst
um tvey lið, sum skulu
dystast, og StÍF eigur nógv-
ar og góðar leikarar. Tað
skerst tó ikki burtur, at
Costin er ein týdningar-
mikil partur av liðnum.
Hann er helst besti leikarin
á liðnum, og eg haldi so
eisini, at hann er millum
teir allar bestu í landinum.
Tí kann tað sjálvandi koma
upp á tal, men tað eru tvey
lið, sum skulu avgera
dystin.
Ferð skal á
Tá tosið fellur inn á, um
Jacob hevur nakrar vónir til
steypafinaluna, ivast lið-
skiparin ikki í, at talan kann
gerast um ein dyst av
teimum heilt góðu.
- Talan er um tvey lið,
sum kunnu spæla skjótan
og góðan hondbólt, og hava
báðir partar ein góðan dag,
ivist eg ikki í, at talan
verður um ein sera góðan
dyst.
- Tað er tó neyðugt hjá
okkum, at vit fáa ferðina
nóg høgt upp. Síðani jóla-
steðgin hevur tað at kalla
bert verið nóg gott í ein
hálvleik móti H71, men
leygardagin skulu vit so
hava hana upp. Tað eru vit
snøgt sagt noyddir til, um
vit ætla okkum at fáa
hendur á steypinum, eru
avgjørdu orðini.
- Eg rokni so avgjørt ikki
við, at nakar av okkara
leikarum metir, at vit eru
favorittar, tí tað eru vit ikki.
Strandingar hava eitt sera
gott lið, ið sum sagt er væl
koyrandi, so vit skulu spæla
upp til okkara besta, um vit
skulu vinna dystin, sigur
liðskiparin hjá Neistanum,
áðrenn hann leggur aftur:
- Eg havi bert eina ferð
áður verið í steypafinaluni
Tað var við Kyndli, og
vunnu vit tá á Neistanum.
Hesa ferð vil eg so sleppa
at vinna steypið við Neist-
anum.
Uttan hepnið gest
einki, heldur lið-
skiparin hjá StÍF, sum
tó ikki er í iva um, at
StÍF sjálvsagt hevur
sín møguleika í
dystinum leygardagin
COCA-COLA FINALA
Jákup Mørk
Eins og liðskiparin hjá
Neistanum, so vil Jón
Rasmussen hjá StÍF ikki
siga, at serliga nógv er gjørt
burtur úr venjingini hesa
vikuna.
- Venjingin hevur ikki
verið stórt øðrvísi, enn hon
plagar at verða. Jú, kanska
hevur hon verið eitt lítið
sindur lættari enn vanligt.
Vit royna ikki at gera ov
nógv burturúr, tí tað kann
bara merkja, at vónbrotið
verður størri, um vit ikki
vinna.
Allir tøkir
Annars tykist liðskiparin
hjá strandingum hava góðar
vónir til dystin leygardagin.
- Allir mans eru tøkir.
Costin hevur sjálvandi havt
ein skaða í fingrinum, men
hann verður so við. So fáa
vit at síggja, hvussu væl
hann er fyri, heldur Jón,
sum annars letur væl at
gongdini seinastu dystirnar.
-
Tað
hevur
gingið
hampuliga væl hjá okkum
nú. Vit taptu sjálvandi stórt
í Vestmanna, men tann
dysturin var kanska nakað
serligt. Teir høvdu meira at
spæla fyri enn vit. FM er í
øllum førum fokið fyri
okkara viðkomandi, og so
vildu teir helst eisini hevna
seg fyri tapið í hálvfinal-
uni, haldi eg.
Lættari við einum
dysti
Fyri uttan fyri standandi, so
kann tað kanska tykajst
soleiðis, at StÍF er í ferð við
at gerast eitt »steypalið«,
sum ofta slær til í stóru
dystunum, meðan avrikini
ikki eru nóg støðug í lands-
kappingini, og liðskiparin
er heldur ikki heilt ósamdur
í hesum.
- Tað er í øllum førum
soleiðis, at vit hava lættari
við at seta okkum upp, tá
alt verður avgjørt yvir ein
dyst. Tað hongur kanska
eisini saman við, at fót- og
hondbólturin órógva hvørt
annað nakað. Teir, sum
spæla fótbólt á liðnum,
hava verið í gongd í mest
sum eitt ár út í eitt, og
serliga undan jólasteðgin-
um merktist hetta væl.
Jólasteðgurin gav tó eitt
sindur av hvíld, og síðani
hevur tað gingið munandi
betri hjá okkum.
Hvørt tað hevur gingið
somikið væl, at talan verð-
ur um sigur í dag, vil lið-
skiparin einki siga um, men
hann ivast ikki í, at
møguleikin er til staðar.
- Fyrst og fremst skulu
vit hava neyðuga hepnið, tí
uttan tað gerst einki. Teir
hava eitt sera sterkt lið, sum
kanska eisini hevur størri
breidd enn okkara, og so
hava teir eisini ein fyrr-
verandi liðfelaga hjá okk-
um á liðnum.
Spurdur, um tað er ein
eyka orsøk at vinna, at John
Petersen nú spælir ímóti
StÍF í einum finaludysti,
sigur liðskiparin, at tað er
tað kanska ikki.
- Eg kann ikki siga, at tað
er ein eyka orsøk, men tað
ger tað í øllum førum upp-
aftur stuttligari, um vit
vinna, sigur hann at enda.
Jacob Jónsson, Neistin:
Ferðin skal upp
Jón Rasmussen, StÍF:
Hepni skal til
- Tað er í øllum førum soleiðis, at vit hava lættari
við at seta okkum upp, tá alt verður avgjørt yvir
ein dyst, sigur liðskiparin hjá StÍF um ta
sannroynd, at liðið tykist standa seg betri í steypa-
enn landskapping
- Tað skerst ikki burtur, at Costin er ein týdningarmikil partur av liðnum. Hann er helst besti
leikarin á liðnum, og eg haldi so eisini, at hann er millum teir allar bestu í landinum, sigur
Jacob Jónsson
17
16
Nr. 23 - 2. februar 2002
Hóast mótstøðuliðið
ikki hevur tapt móti
føroyskum liði í tvey
ár, so hava stjørn-
urnar úr Klaksvík
góðar vónir til
finaludystin
COCA-COLA FINALA
Jákup Mørk
Eftir at Stjørnan fyri tveim-
um árum síðani gjørdist
føroyameistari, hevur tað
verið VÍF, sum síðani hevur
sett seg á føroysku hond-
bóltstrúnuna.
Bara ein dystur
Somikið tryggur hevur
sessurin verið, at síðstu
tvey árini hava tær ikki tapt
í heimligum høpi, men
hetta hevur tó á ongan hátt
fingið
mótstøðuliðið
í
finaluni at missa mótið.
- Sjálvandi hevur lagið
verið gott seinastu vikuna.
Allar eru til reiðar at fara til
Havnar, og nú spælið hevur
gliðið betri enn tað gjørdi
beint fyri jól, so er lagið í
hópinum eisini gott, heldur
liðskiparin á liðnum, Anna
Kristina Samson.
Spurd, hvussu leikararnir
seta seg upp til dyst móti
einum liði, sum ikki hevur
tapt í tvey ár, hevur hon
ongan patentloysn, men
hon heldur tó ikki, at
Stjørnan er uttan møgu-
leikar.
- Tá talan bert er um tann
eina dystin, sum ein finala
jú er, so kann alt henda. Vit
mugu bara gera okkara
besta, og so fáa vit at
síggja, hvussu leikur fer.
- Munurin í dystunum hjá
okkum móti VÍF hevur
heldur ikki verið so stórur.
Kanska hava tað serliga
verið málverjarnir, sum
hava verið á muni. Ikki tí at
vit hava nakran vánaligan
málverja, tí hava vit als
ikki, men Manuela hevur
bara verið tað betri, sigur
liðskiparin hjá Stjørnuni.
Veðrið avger stuðulin
Annars
gleða
tær
úr
Klaksvík seg til finaluna,
har tær vóna at fáa góðan
stuðul frá hópin av klaks-
víkingum.
- Nú er tað nakað síðani,
at vit seinast vóru í final-
uni, so tað er sjálvandi nak-
að, sum vit gleða okkum til.
Tær hjá okkum, sum eisini
spæla fótbólt, hava sjálv-
andi verið í finaluni, men
hetta er tó nakað heilt
annað. Her er nógv meira
fokus á, og áskoðararnir
eru nógv fleiri, og tað ger
tað sjálvandi til nakað
serligt.
Júst áskoðarnir úr Klaks-
vík hava annars altíð borið
orð fyri at vera nakað
serligt.
Stjørnan
hevur
eisini boðað frá, at skipað
verður fyri bussferð til
Havnar, men liðskiparin er
eitt sindur ivandi um,
hvussu nógv fara at taka av
hesum.
- Tað eru í øllum førum
nógv, sum siga seg ætla við,
men veðurlíkindini eru
einki serlig. Tað veldst altíð
um, hvussu veðrið verður,
men verður tað á eini leið,
so ivist eg ikki í, at vit fáa
dyggan stuðul, heldur hon.
Tá vit at enda spyrja
Annu Kristinu, hvør lutur í
teirra spælið kann gerast
avgerandi fyri finaludystin,
sigur hon, at tað sum so er
uttan týdning.
- Vit skulu bara hava
heildina í spælinum at rigga
somikið væl, at tað saman-
lagt er nóg mikið at vinna.
Gera vit tað, so kunnu vit
ikki krevja meira. So
einfalt er tað, heldur altso
Anna Kristina at enda.
Hans Fróði Hansen
er seinastu í røðini
av leikarum, sum
hava givið avboð til
venjingarleguna á
Cypros hjá fót-
bóltslandsliðnum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Síðani Jógvan Martin
Olsen, sum í løtuni tekur
sær av fótbóltslandslið-
num, fyri góðum mán-
aði síðani gjørdi av,
hvørjar leikarar hann
vildi hava við sær til
Cypros á venjingarlegu,
eru alsamt fleiri nøvn
gliðin av listanum.
Umframt at eingin
fótbóltsútiseti verður við
á ferðini, hava Jens
Kristian Hansen, Sámal
Joensen og Fróði Benja-
minsen boðað frá, at teir
ikki eru tøkir, og hós-
kvøldið fekk virkandi
venjarin so enn eitt av-
boð.
Hans Fróði Hansen,
sum seinnu árini hevur
verið fastur fúsur í
landsliðsverjuni, hevur
fyri stuttum stovnað
egið virkið, og hetta
forðar nú honum í at
vera við á ferðini.
- Støðan er tann, at eg
noyðist niður í arbeiðs-
ørindum, og hetta fellur
júst um sama mundið,
sum venjingarlegan er,
so havi sæð meg noydd-
an at geva avboð, sigur
Hans Fróði, og hann
leggur afturat, at tað
avgjørt ikki er við gleði
at hetta er gjørt.
- Eg havi onkuntíð
fyrr givið avboð, men tá
hevur tað verið vegna
skaða. Hetta er fyrsta
ferðin, at eg ikki eri við,
hóast mær einki bilar, so
tað var eitt sindur tungt
at boða venjaranum frá
hesum.
Spurdur, um arbeiðs-
byrðan sum sjálvstøð-
ugur vinnurekandi er
somikið stór, at onnur
avboð
eisini
kunnu
hugsast, tá undankapp-
ingardystirnir móti eitt
nú Týsklandi eru á
skránni, er stinni verju-
leikarin tó sera avgjørd-
ur.
- Í løtuni kenni eg meg
noyddan at fara á tað
skeiðið, sum talan er
um, men tosar tú um
dystin móti Týsklandi,
so vildi skeið verið
skeið. So má eg heldur
missa tann veitaran,
sigur Hans Fróði Han-
sen at enda.
Hóast tær at kalla
bert hava vunnið
seinastu bæði árini,
so heldur liðskiparin
hjá VÍF ikki, at
motivatiónin til
dystin verður nakar
trupulleiki
COCA-COLA FINALA
Jákup Mørk
Hjá VÍF kvinnunum tykjast
tær gera nógv burturúr, at
so lítið sum gjørligt skal
gerast burtur úr steypa-
finaluni, sum er á skránni
leygardagin.
Í øllum førum sigur lið-
skiparin, Sóley Mikkelsen,
at vikan higartil hevur
gingið akkurát soleiðis,
sum flestu vikurnar hjá
teimum gera.
- Vit hava vant sum
vanligt, og undan dystinum
fara vit eisini at fyrireika
okkum sum vant. Hittast
hjá onkrum av leikarunum,
sum búgva í Havn, eta ein
bita og fáa ein drekka-
munn, meðan vit tosa um
dystin.
Sjálv ivast Sóley heldur
ikki, at hetta er rætti hátt-
urin at fyrireika seg til ein
slíkan dyst. Ikki minst, tá
tað í aðrar mátar hevur
gingist so væl hjá VÍF.
- Eg haldi ikki, at tað
vildi gagnað nøkrum, um
vit nú skuldi gjørt nakað
serligt burturúr. Tað kann í
øllum førum bara órógva,
um vit brádliga fara at
broyta upp á ting, sum
annars hava riggað væl.
Verjan skal rigga
Hóast tær tykjast gera lítið
burturúr, so leggur Sóley tó
dent á, at tær í VÍF eru
uppsettar til dystin. Eisini
hóast liðið hevur sópað alla
mótstøðu til viks í tvey ár.
- Sjálvandi eru vit upp-
settar til dystin, og tað
mugu vit eisini vera, um vit
skulu vinna.
- Europa Cup dystirnir,
sum hava kostað nógva
orku, eru fingnir burtur úr
høvdinum, og sjálv haldi
eg, at hugurin á leikarum er
í topp í løtuni. Ikki minst
var tað slítandi í hesum
sambandi, at vit byrjaðu so
tíðliga at venja, tí vit
roknaðu við at spæla í sep-
tember, men tað kann
hinvegin hava givið okkum
ein kropsligan fyrimun,
soleiðis at vit ígjøgnum
mest sum allan dystin
kunnu halda eina høga
leikferð.
Meira enn ferðin á spæl-
inum, heldur Sóley tó, at
tað verður verjan, sum
verður avgerandi fyri, um
VÍF kann vinna steypa-
kappingina annað árið á
rað.
- Verjan verður heilt víst
avgerandi. Tað hevur alla
tíðina víst seg, at um vit fáa
verjuna at rigga, so koyrir
álopsspælið væl, so tað er
heilt víst nakað, sum vit
skulu satsa 100% upp á í
dystinum, sigur hon at
enda.
Anna Kristina Samson, Stjørnan:
Alt kann henda
Avboð til
landsliðið
Sóley Mikkelsen, VÍF:
Royna at gera sum vant
- Eg haldi ikki, at tað vildi gagnað nøkrum, um vit nú skuldi
gjørt nakað serligt burturúr. Tað kann í øllum førum bara
órógva, um vit brádliga fara at broyta upp á ting, sum annars
hava riggað væl, heldur Sóley Mikkelsen um fyrireikingarnar
til dystin
- Nú er tað nakað
síðani, at vit seinast
vóru í finaluni, so
tað er sjálvandi
nakað, sum vit
gleða okkum til,
sigur liðskiparin hjá
Stjørnuni
C
M
Y
K
16