fríggjadagur 17. september 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 17. september 2010
11
VIKUSKIFTI
Hvussu hevur tú tað beint nú?
Eg havi tað ordiliga gott. Eg eri just nú
stødd í Paris við Tórshavnar Kamarkóri, og
vit skulu hava konsert nú um eina løtu.
Hvat heldur tú um føroyska
miðlaheimin?
Eg haldi, at vit hava ein sera virknan miðlaheim
í Føroyum. Men eg sakni, at miðlafólk fáa
betri stundir at seta seg inn í tingini, tey
viðgera, soleiðis, at málini verða betri lýst.
Men vit fáa tíðindi allatíðina og alsamt fleiri
heimasíður og bløð, so tað hendir nógv.
Hví er tørvur á einum blaði sum Kvinnu?
Vit hava brúk fyri at varpa ljós á kvinn
una í Føroyum. Hon er ofta ósjónlig
í sam felag num, og til tíðir haldi eg,
at hon er beinleiðis forsømd.
Hvussu vilt tú lýsa munin á
føroyskum mann- og konufólki?
Kynini eru púra ymisk, men sum heild haldi
eg, at kvinnur áttu at verið meiri virknar,
har avgerðirnar verða tiknar. Vit skulu bæði
hava fleiri kvinnur í politikk, men eisini fleiri
konufólk í nevndir til dømis í privatu vinnuni.
Kvinnur mangla á vinnuliga økinum. Ein
annar munur er, at kvinnur altíð vilja fyrireika
seg, áðrenn tær fara undir eina uppgávu,
meðan menn bara hoppa beint í eldin.
Hvat heldur tú ikki, at
kvinnur eiga at gera?
Eg haldi, tað vera sera ósjarmerandi, tá tvey
konufólk boksast. Men annars veit eg ikki, um
tað er nakað, sum kvinnur skulu halda seg frá.
Hvat duga kvinnur betri enn menn?
Kvinnur duga betri at leggja til rættis. Og
tær duga eisini betri at reiðrast, altso at
skapa heimið og syrgja fyri, at maður og
kona hava tað gott. Tær duga eisini betri
at hugsa um børnini, og at teirra tørvur
altíð er dekkaður og at skapa trivnað.
Er nakað, sum
aðrar kvinnur
duga, sum tú
ikki dugir?
Eg dugi sera illa
hondarbeiði.
Hvat heldur tú um fólk, sum
starvast í sama starvi alt lívið?
Eg haldi, at tey fólkini høvdu havt gott av
at skift starv. Og eg haldi eisini, at upp
gávan, tey røkja, hevði havt gott av, at
onkur nýggjur tók yvir av og á. Man nýtist
ikki at skifta fak, hóast man skiftir starv.
Til dømis kann ein sjúkra systir, sum hevur
verið á barna deildini, royna seg á skurð
deildini og síðani á onkri aðrari deild. Ella
at lærarar royna seg á ymsum skúlum,
heldur enn at vera á sama stað alt lívið.
Hvat heldur tú um føroysku
javnstøðurørsluna?
Eg haldi, at hon er nógv meiri sjónlig, enn
hon var fyri bara 10 árum síðani. Men
tað eru framvegis stórar uppgávur eftir,
til dømis at fáa líka nógvar kvinnur sum
men í nevndir. Og at gera tað nattúrligt,
at kvinnur eru í nevndarsessum. Vit hava
smekkfult av kvinnum, sum eru stjórar
frisørdamur og leiðarar á barnagørðum
men tær eru ósjónligar í samfelagnum.
Eg haldi, at tær verða tiknar fyri givið.
Ert tú ein reyðsokkur?
Nei, eg eri ikki beinleiðis ein reyðsokkur.
Eg haldi, at tað ljóðar fanatiskt, og eg
eri ikki fanatisk. Eg haldi, at tað skal vera
pláss fyri báðum kynunum í landinum.
Hvat irriterar teg?
Óerlig fólk, sum hava eina skjúlda
dagsskrá, irritera meg. Fólk, sum
man ikki kann stóla uppá! Men
annars haldi eg, at eg eri rættiliga
fleksibul og verði ikki lætt irriterað.
Hvat gleðir teg?
Tá børini, maðurin og eg sjálv hava
tað gott, og heilsan er góð.
Hvussu slappar tú av?
Saman við familju og vinum. Mær
dámar væl at hugna mær heima,
til dømis við at hyggja at einum
góðum filmi ella við at hoyra tónleik.
Mær dámar sera væl tónleik og lurti
nógv eftir kórtónleiki og føroyskum
pop/rokki. Men einki er sum góður
jazztónleikur við eini feitari saxofonsolo.
Ert tú heilsufreak?
Nei, eg eri nokk sum gjøgnumsnittsføroy
ingurin. Eg leggi stóran dent á at passa
svøvnin, og eg royni eisini at hugsa um, hvat
eg eti. Eg dyrki eitt pikkulítið sindur av kondi,
til dømis við at fara út at renna av og á.
BarBara á TjaldrafløTTi
Tað er sunt at skifta starv
lagt tIl rættIs: Eydna Skaale
Tað heldur BarBara á TjaldrafløTTi, sum í vikuni Tók við áByrgdini
av før oyska damu magasin inum, Kvinnu. hon heldur ikki,
aT kvinnur eiga aT BoKsasT, og sjálv fer hon heldur
úT aT rEnna. hon elskar eina lekra saxofonsolo í
einum góðum jazz lagi, og hon er sannførd um, aT
Tað enn er langT á mál við javnsTøðuni í føroyum.
mynd: SaNSir