Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. oktober 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 1. oktober 2010 · Nr. 140 Sosialurin TAKS arbeiðir við at skipa sítt virksemi í verkætlanir, og tørvar enn ein dugnaligan verkætlanarleiðara TAKS raðfestir løgfrøðina og setir tí enn ein løgfrøðing Nýggi verkætlanarleiðarin verður partur av KT-deildini. KT-deildin mennir og røkir KT-fakskipanirnar hjá stovninum. Eisini tryggjar deildin, at TAKS tøkniliga er ført fyri at umsita allar leypandi broytingar í landsins skatta- og avgjaldslógum og kunn- gerðum. Á KT- deildini starvast í dag fýra fólk umframt leiðaran. Uppgávurnar hjá verkætlanar- leiðaranum verða m.a.: • At menna virksemi hjá stovninum til at verða stýrt eftir einum verkæt- lanarleisti • At betra arbeiðsgongdirnar á stov- ninum • At leiða ymsar KT- verkætlanir • At samskipa samstarvið millum ymsar áhugabólkar, í samband við menning og íverksetan av KT- skipanum. Starvið sum verkætlanarleiðari á KT-deildini setur høg krøv um kunn- leika og eldhuga. Umsøkjarar til starvið mugu hava út- búgving antin á bachelor ella kandidat støði. Holl vitan um kunningartøkni er neyðug. Passandi útbúgving er t.d. HD ella Cand. Merc. Dat., men eisini umsøkjarar við øðrum útbúgvingum kunnu søkja. 3-5 ár av starvsroyndum eru eitt krav, meðan royndir sum verkætlanarleiðari eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tann, ið søkir, skal: • Hava framúr góð evnir at sam starva og arbeiða í toymi • Hava sera gott yvirblikk • Duga væl at skipa arbeiði og at taka avgerðir • Hava hug og hegni til at læra um ymisk fakøkir og arbeiðsgongdir. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Landsstýrið og viðkomandi yrkisfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann Damgaard, KT-leiðara, á telefon 352600. Send umsókn, CV, ummæli og avrit av prógvum til TAKS í seinasta lagi 21. oktober 2010, kl 12.00. TAKS Postsmoga 2151 FO-165 Argir ella taks@taks.fo merkt: Verkætlanarleiðari Fakligu avbjóðingarnar til løgfrøð- ingarnar á TAKS eru nógvar og ymiskar, og møguleikarnir fyri menning innan eitt løgfrøðisliga samansett øki eru góðir. Uppgávurnar hjá løgfrøðingunum eru m.a.: • At luttaka í lógarfyrireikandi arbeiði. • At gera ummælir í kæru- og dóms- málum. • At ráðgeva málsviðgerunum hjá TAKS í spurningum innan skatta-, avgjalds-, toll- og innkrevjingarøkið. • At leggja til rættis kunngerðir, rundskriv og vegleiðandi ásetingar á skatta og- avgjaldsøkinum. Løgfrøðingarnir leggja í stóran mun teirra arbeiði til rættis sjálvir, men eru eisini partar av ymiskum toymum, bæði við aðrar løgfrøðingar og onnur fakfólk á TAKS. Á Lógardeildini á TAKS starvast í dag fimm fólk, av hesum eru tríggir løgfrøðingar. Umsøkjarar til starvið skulu hava útbúgving sum løgfrøðingur (cand. jur.). Viðkomandi starvsroyndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Lesandi, ið eru um at verða liðug við útbúgv- ingina, eisini vælkomin at søkja. Tann, ið søkir, skal: • Hava góð evni at samstarva. • Hava hug at samskifta og vegleiða nógvum ymiskum fólkum. • Vera fyrikomandi. • Vera arbeiðssamur/som og nær- lagdur/løgd. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Landsstýrið og Búskapar- og Løgfrøðisfelag Føroya. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jákup Eyðfinn Kjærbo, leiðara á Lógardeildini, á telefon 352600. Send umsókn, CV, ummæli og avrit av prógvum til TAKS í seinasta lagi 21. oktober 2010, kl 12.00. TAKS Postsmoga 2151 FO-165 Argir ella taks@taks.fo merkt: Løgfrøðingur TAKS er í støðugari menning, og miðvíst verður arbeitt fram ímóti, at TAKS verður ein framkomin stovnur, sum gongur á odda á øllum økjum. Vit sóknast eftir einum ...og einum verkætlanarleiðara løgfrøðingi www.taks.fo Sosialurin 341800 Odd Bjellvåg. Men hetta gjørdist alt til fánýtis, tí tað, sum lat seg gera politiskt og juridiskt mánadagin, var ógjørligt hósdagin, nevniliga at skilja partin í Føroyum frá partinum í Danmark. Tilboðið úr Íslandi vísti seg tí at verða ov lítið ov seint. Kundu fingið neyðuga kapitalin Odd Bjellvåg er sannførdur um, at um tíðarfreistin ikki hevði verið ótrúliga stuttu 57 tímarnir, kundi bankin havt útvegað neyðugu íleggj ararnar. – Eg haldi, at tað var eitt ótrúliga flott tilboð, vit fingu úr Íslandi, segði Odd Bjellvåg á tíðindafundinum yviri við Strond í gjárkvøldið. Hann heldur, at størsta orsøkin til, at tað ikki eydn­ aðist at útvega neyðugu 2,2 milliardirnar til at bjarga samlaða samtakinum, var sera stutta tíðarfreistin á 57 tímar. – Innanfyri hesar 57 tím ­ arnar høvdu vit fingið til­ søgn um eina milliard undir ávísum treytum, og eg eri onga løtu í iva um, at vit kundu havt savnað hinar 1,2 milliardirnar, um vit fingu eitt rímiligt skotbrá, segði Odd Bjellvåg. Hann vísti á, at íslendingar framvegis tjena pengar, og at møguleikin hjá teimum at gera íløgur úti í verð ikki eru so stórar. – Teir hava ikki nógvar aðrar møguleikar at gera íløgur enn í Føroyum, og íslandssáttmálin ger tað eisini lagaligt hjá teimum. So tað er ein upplagdur møguleiki, segði Odd Bjellvåg. Sum alternativ nevndi nevndarformaðurin eisini Noregi, sum er stúgvandi fult av pengum. – So at funnið neyðugu íleggjararnar haldi eg ikki hevði verið ein trupulleiki, um vit bert fingu eina rímiliga tíðarfreist, segði Odd Bjellvåg. Dugnalig starvsfólk Nevndarformaðurin í Eik Banka, Odd Bjellvåg, royndi á ongan hátt at skjóta ábyrgd ina av ólukku støðuni, bankin er komin í, yvir á nakran annan. – Landsstýrið hevur tikið støðu út frá tí, teir meta er best fyri landið, og eg vil á ongan hátt illneitast inn á teir fyri tað. Vit skulu minnast til, at tað fyrst og fremst er nevndin og leiðslan, ið hevur komið Eik Banka í hesa støðuna, segði Odd Bjellvåg á tíðindafundinum. Hann hevði eisini bara rósandi orð til starvsfólkið í bankanum. – Eik Banki eigur sera dugnalig starvsfólk. Og eg vil fegin takka teimum fyri teirra ídni og ágrýtni, ikki minst hesar seinastu dagarnar, ið hava verið sera strævnir. Starvsfólkið eigur ongan lut í teirri vána støðu, bankin er komin í, og teir feilir, ið eru gjørdur, eru gjørdir á direktiónsstigi, segði Odd Bjellvåg á tíðindafundi í Eik Banka í gjárkvøldið.