Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. oktober 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 140 · 1. oktober 2010 13 VIKUSKIFTI børn, ungdómar og kvinnur í røttum anglesaksiskum anda vórðu eggjað til at taka ábyrgd, og har sjálvsálitið og heimsmyndin varð styrkt. Ella á barnaheimum, har børnini lærdu at gerast meiri sjálvbjargin enn upphavið, tey vóru borin til. Ein klassikari Serliga fekk hann nógv viðhaldsfólk eftir at hava skrivað bókina How the Other Half Lives, har myndir og tekstir fortaldu ósøgdu søgurnar um »hina helvtina«. Bókin gjørdist metseljari og telist í dag millum klassikararnir í amerikonskum bókmentum. Riis giftist tvær reisir. Fyrra giftan var við ungdómskærleikanum, Elisa­ beth, heiman úr Ribe. Tey fingu fimm børn saman. Tvey ár eftir at hon doyði sum 52 ára gomul, giftist hann uppaftur í 1907. Hesaferð við vinkonuni Mary Phillips, sum var 28 ár yngri enn Jacob A. Riis. Mentorur hjá Roosevelt Sum besti vinur og mentorur fyri sosiala reformistin Theodore Roosevelt, kom Jacob A. Riis uppaftur tættari at valdinum, tá Roosevelt gjørdist forseti landsins í 1901. Áðrenn hetta høvdu hann og Riis úr at gera á sosiala økinum í New York. Riis, sum gravandi og avdúk­ andi journalistur, og Roosevelt sum politi ovasti og seinni eisini sum politikari. Í hesum vinarlagi fekk Roosevelt gagn av, at Riis var so kendur í býlingunum, har mesti kriminaliteturin fór fram, og eitt drúgt og fruktargott samstarv teirramillum hevði við sær, at nógvar ítøkiligar kommunalar verk ætlanir vórðu framdar í verki. Eitt nú vatnveiting, heilsuviðurskifti, rusk innsavnan og oyðan av fátækra­ býl ingum, sum vóru óhóskandi hjá fólki at liva í. Danski amerikanarin, sum av for­ setanum varð róptur »ein perfektur amerikanari«, gjørdist fastur gestur í Hvíta Húsinum, tá Roosevelt gjørdist forseti, og hansara metingar og mein­ ingar vóru høgt í metum. Goymdar og gloymdar Tað løgna við myndunum hjá Riis er, at tær eitt langt tíðarskeið vóru farnar í gloymskuna. Myndirnar eru tyknar yvir eitt styttri tíðarskeið um ár 1880, og Riis brúkti tær á rundferðum sínum kring landið, tá hann helt fyrilestrar. Eisini vórðu tær prentaðar í bløðunum um sama mundið og í áður nevndu bók. Men Riis sá ikki seg sjálvan sum fotograf. Heldur sum skrivandi journa list og reformist. Riis doyði í 1914. Men nústanni í 1945 komu myndirnar av tilvild undan kavi aftur. Hetta var, tá gomlu húsini, sum familjan Riis hevði búð í eini 60 ár frammanundan, skuldu rívast niður. Onkur kom fram á ein kassa við myndunum í og setti hann á trappuna hjá soni Riis, sum tá var ein tilkomin maður. Hesin visti, at býarsavnið í New York saman við ein um russiskum fotografi, Alexander Alland, hevði leitað eftir myndunum. Nú kundi sonurin lata savninum hundraðtals glasplátur við týðandi myndum av døkkastu søguni í býnum. Myndirnar, sum vóru merktar av tíðarinnar tonn, vóru handfarnar sum dýrgripar, skornar til og síðan var ein stór framsýning í býarsavninum, har arvurin eftir Riis kom til sín rætt. Eftirmælið Riis hevur verið ómetaliga positivt í USA, har hann telist mill um fremstu myndafólkini. Ikki fyri mynda góðskuna sum so, men fyri tað slóð brótandi og týdn­ ingarmikla arbeiði hann legði eftir seg. Eitt vandamikið ar beiði, sum hevði so nógvar góðar søgur við sær. Sum ein perfektur ameri kanari. Gøtubørnini trunkaðu saman allastaðni í fátækrabýlingunum. Børnini í skaktini er frá ár 1900 í Mulberry Street-býlinginum. Myndin av neyðardýrinum við songini, sum hon hevur sovið á í fleiri ár. Songin er bara ein fjøl. Hetta er ein hin sterkasta og kendasta myndin hjá Riis. Foreldraleys børn biðja kvøldar- bøn á einum barnaheimi. Riis var sera hugtikin av nýggju uppfinningini blitsinum. Við hesum kundi hann sníkja seg inn á fólk og taka myndina. Vanliga var trupult at fáa fólk at slappa av á myndunum. Hendan tøkan er helst komin óvart á hjá teimum 12 persónunum, sum trunkaðu saman í 16 m2 kamarinum í leigukroysunum í Bayard Street. Eitt songjarpláss kostaði fimm cent fyri náttina. Riis tók nógvar myndir av fátøkum familjum. Hann vísti á, at tey vóru vanlig fólk, eins og tú og eg, sum stríddust fyri føðina og elskaðu síni børn. Tey túsundatals landa- strokini á botnurin í eydnusamfelagnum Amerika. Tey vóru illa lýddir snultarar, sum vórðu úthongdir í bløðunum, nápaðu teir eitt súrepli. Mongu smølu skotini vóru vælegnaðar rýmingarleiðir hjá lógarbrótarum. Tað visti politiraportarin Riis, sum kendi hvørja sprekku í slumminum. Sum ein køstur! Tey vælbjarg- aðu sóu tó ikki armóðina fyrr enn myndirnar hjá Riis borðreiddi veruleikan fyri teimum í dagsins avís.