fríggjadagur 1. oktober 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. oktober 2010 · Nr. 140
14
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Á PM-messuni, sum hon
verður rópt, luttaka tilsamans
27 føroyskar og útlendskar
fyritøkur, og høvuðsevnið er
”Heilsa & Matgerð”.
Hósdagin klokkan 14 setti
landsstýrismaðurin í heilsu-
málum, Aksel V. Johannesen,
PM-messuna, sum annars er
opin í dag frá klokkan 14-19.
Beyð vælkomin
Men áðrenn landsstýris mað-
urin slapp á pallin, beyð Poul
Michelsen, vælkomin.
Hann segði, at hetta er
tíggjundu ferð, at fyritøkan
skipar
fyri
eini
slíkari
messu.
– Í byrjanini var hetta í
fyrsta lagi eitt søluátak, har
hugsað varð um at økja um
søluna. Nú er messan broytt,
og í ár verður dentur lagdur
á heilsu og matgerð og at
kunna um heilsugóðan kost.
Hann vísti á, at komandi
ár er kosið at vera heilsuár
og segði seg vóna, at messan
hesaferð fer at leggja botn
í til hetta átak, eins og hon
verður eitt íkast og íblástur til
tey, sum fáast við matgerð.
Matgerðsmenning
Í tilfari, sum heilsølan hev-
ur sent út í sambandi við
PM-messuna,
vísir
Poul
Michelsen á, at heilsugóður
matur fyllir nógv í kjakinum
allastaðni, og nógv fokus er á
til tess at geva heilsuni størri
ans í matgerðini.
– Áhugin fyri heilsugóðum
mati á marknaðinum ger, at
flest allar matframleiðandi
fyritøkur kappast um at
koma við sínum ískoyti til
matgerðsmenningina.
Poul Michelsen sigur, at
heilsølan
hesaferð
hevur
bjóð að sam starvsfyritøkum
í Føroyum og uttanlands at
brúka PM-messuna 2010 sum
eitt høvi til at sýna føroyska
marknaðinum teirra ískoyti
til nýggja og heilsugóða mat-
gerð.
– Heilsugóðir kostvanar
er besta grundarlagið fyri
væl veru og trivnaði, sigur
Poul Michelsen.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Í setanarrøðu síni nam Aksel V.
Johannesen við tað arbeiði, sum
landsstýrið hevur gjørt til tess
at orða ein fólkaheilsupolitikk
og fremja hendan í verki. Hann
segði, at landsstýrið saman við
serfrøðingum á økinum hevur
smíðað eina fólkaheilsuætlan, sum
við greiðum málum miðjar eftir
at styrkja almennu heilsustøðu
føroyinga.
– Tað eru so nógvir vandatættir,
sum elva til fólkasjúkur, og tað
ber als ikki til at fara eftir øllum
teimum ítøkiligu heilsufremjandi
heilsuátøkunum, sum krevjast.
Tí hevur verið neyðugt at velja
burturúr tað, sum hildið hevur
verið tað týdningarmesta.
Aksel vísti á, at stórt arbeiði er
lagt í at tryggja øllum borgarum
rættin til roykfrítt umhvørvi, og
hann helt fyri, at hóast vit ikki eru
komin á mál, varð risafet tikið, tá
nýggja roykilógin varð samtykt í
2008.
– Roykilógin hevur havt stórar
broytingar við sær, og í dag er
trupult at ímynda sær, at fólk
sita við grannaborðið og roykja,
meðan tú, unnustan og børnini fáa
tykkum ein betri bita á matstovu,
legði hann aftrat.
Sita ov nógv
Landsstýrismaðurin segði, at sum
næsta stig varð farið undir at
varpa ljós á ein annan aðaltátt í
fólkaheilsuni, nevniliga rørslu.
– Sjálvandi eru nógvar orsøkir
til fólkasjúkur, men tað ringasta
av øllum er, at vit røra okkum ov
lítið. Snøgt sagt; vit sita ov nógv á
reyvini! segði hann.
Aksel V. Johannesen segði, at
allar kanningar staðfesta ein-
falda boðskapin, at rørsla er hin
besti heilivágurin – ikki bara
móti hjartasjúkum, sukursjúku,
gikt og øðrum, men eisini móti
ang ist, tunglyndi, sorg og øðrum
sálarkvølum.
– Tað er ógvuliga áhugavert, at
tann parturin av okkara heila, sum
stýrir okkara rørslum, liggur bara
nakrar fáa millimetrar frá teimum
heilasentrum, sum hava við alt okk-
ara tankalív og kenslulív at gera.
Landsstýrismaðurin segði, at
tætta sambandið millum rørslu
og tankar er gamal vísdómur.
– Longu teir gomlu griksku
filosoff arnir
sum
Aristoteles,
Platon og Sokrates, førdu fram,
at rørsla upplýsir sálina. Tí sótu
teir ikki niðri og hildu fyrilestrar.
Bæði teir og teirra lærusveinar
skuldu ganga aftur og fram, tá teir
filosoferaðu um lívið og tilveruna,
segði hann.
Heilsugóður kostur
Aksel V. Johannesen segði, at ein
røð av sjúkum kunnu fyribyrgjast
við sunnum kosti og sunnum
livihátti.
– Kostur er sostatt ein sera
týdn ingarmikil liður í at betra
um fólkaheilsuna. Vit kunnu
eggja fólki til at velja súrepli fram
um kipsposan. Nógvar túsund
kanningar vísa, at forboð broytir
ikki atburð, men sum samfelag
kunnu vit hjálpa fólki at velja,
segði landsstýrismaðurin, tá hann
setti PM-messuna 2010.
vilmund@sosialurin.fo
PM-messa fyri tíggjundu ferð
HEILSA & MATGERÐ Fyri tíggjundu ferð skipar heilsølan hjá Poul Michelsen fyri
vøruframsýning í egnum hølum. Evnið hesaferð er Heilsa & Matgerð. – Árið 2011 er kosið
at verða heilsuár. Heilsugóðir kostvanar er besta grundarlagið fyri vælveru og trivnaði, og
vónandi kunnu vit við hesi vøruframsýning leggja botnin, sigur Poul Michelsen
- Áhugin fyri heilsugóðum mati ger, at flest allar matframleiðandi fyritøkur kappast
um at koma við sínum ískoyti til matgerðsmenningina, sigur Poul Michelsen
Mynd: Jens Kristian Vang
... í byrj
anini var
PMmess an
eitt sølu
átak. Nú er
hon broytt...
POUL MICHELSEN
– Vit sita oV nógV á reyVini
FÓLKAHEILSA – Sjálvandi eru nógvar orsøkir til fólkasjúkur,
men tað ringasta av øllum er, at vit røra okkum ov lítið. Vit
sita snøgt sagt ov nógv á reyvini, segði lands stýris maðurin,
Aksel V. Johannesen, tá hann setti PM-messuna í gjár
FYRIBYRGING
– Rørsla er besti heilivágurin – ikki bara móti hjartasjúkum,
sukursjúku, gikt og øðrum, men eisini móti angist, tunglyndi, sorg
og øðrum sálarkvølum, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum
Mynd: Jens Kristian Vang