fríggjadagur 1. oktober 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 1. oktober 2010
14
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen
mynd: vilmund jacobsen
Hon var bara 17 ára gomul, tá hon fór í læru
sum hárfríðkanarkvinna og hevur flestu árini,
síðan hon fekk sína útbúgving í 1981, arbeitt við
hesum handverki. Fyri hálvum øðrum ári síðan
valdi hon sær eina aðra yrkisleið, tá hon byrjaði
í starvi hjá handlinum, Sportmaster í Saltangará.
Hon var við longu, tá Lars Müller læt handilin
upp hin 4. mars í fjør, og hon var eisini við,
nú fýra handlar hjá sama eigara lótu upp undir
somu lon í bygninginum, har Klement Petersen
áður húsaðist í Saltangará. Nú er tað Borg, sum
eigur hølini, men Lars Müller eigur handlarnar,
Sportmaster, Skálk, Gelluna og Name It, sum nú
allir eru undir einum taki.
Kvinnan, vit hesaferð hava tosað við, er Byr
gerð Kjærbæk. Hon er ættað av Glyvrum og gift
vágbinginum, Sverra Kjærbæk, sum í skifti við
Henrik Hammer er skipari umborð á Norrønu.
Tey eiga trý børn, Ásbjørg (19), Andreas (16)
og Elinu (8).
Ikki stundir at klippa
– Eg eri akkurát í holt við at klippa manni
mínum, sum fer við Norrønu á fyrsta túrin til
Hirtshals í morgin, men eg ringi aftur, tá eg eri
liðug.
Soleiðis byrjar samrøðan, tá vit ringja
til hennara mikukvøldið, eftir at allir fýra
handlarnir lótu upp í Saltangará júst hendan
dagin.
Løtu seinni tosa vit saman aftur.
– Nú klippi eg bara teimum allar nærmastu.
Tá tú arbeiðir úti ein langan dag, noyðist tú at
leggja orkuna í hetta. Tá ber ikki til at klippa í
frítíðini, tú hevur, sigur hon.
Nøkur ár herfyri arbeiddi Byrgerð í eitt ár ella
so í handlinum, Teir & Tara, sum Hans Anton
Thomsen, sáli, hevði í Havn, og soleiðis hevði hon
roynt hendan partin av handilslívinum, áðrenn
hon byrjaði í starvinum hjá Sportmaster.
– Tá tú ert hárfríðkanarkvinna, hevur tú
eisini handilsloyvi, tú selir vørur, og tú veitir
viðskiftafólki tænastu. Tí er tað eftir mínum
tykki ikki so langt lop at klippa, gera hár, selja
vørur – og so at arbeiða í einum handli og veita
fólki tænastu har. Mær dámar væl at hava við
fólk at gera, og tað er áhugavert at samskifta við
eitt og eitt fólk í senn, tá ræður um vegleiðing
og keyp av vørum.
Byrgerð sigur, at síðan Sportmaster læt upp í
Saltangará, hevur hon sæð, at nógv viðskiftafólk
vitja aftur.
– Vit hava eisini avtalur við fleiri ítróttarfeløg
um keyp av ítróttarklæðum, skógvum og
øðrum. Í útboðnum hjá Sportmaster annars
eru ítróttarklæðir, svimjiklæðir, fótbóltsskógvar
til uttanduraog innandurabrúk, renniskógvar,
bóltar og ymiskt annað, sum hoyrir ítróttini og
frítíðini til.
Stór virðing fyri Lars
Nú fýra ymiskir handlar húsast undir somu lon
við útboði av klæðum til bæði vaksin og børn,
heldur hon, at handilsumhvørvið fer at gerast
uppaftur meiri spennandi og læruríkt, bæði
fyri tey, sum í felag starvast her, men eisini fyri
viðskiftafólkini.
– Vit, sum nú arbeiða saman, hava ymiskar
førleikar og kunnu tí læra av okkum til hvønn
annan. Hetta verður gevandi fyri okkum og fyri
okkara viðskiftafólk, sum vit skulu vegleiða
og annars veita bestu tænastu, sigur Byrgerð
Kjærbæk.
Hon sigur seg vera sera spenta upp á økta
virksemi, sum Lars Müller nú er farin undir í
Saltangará.
– Eg havi stóra virðing fyri 35 ára gamla
mann inum, sum nú hevur sjey handlar í SMS og
fýra í Saltangará. Hann er góður arbeiðsgevari,
sum veit, hvat hann vil. Tá tú sjálv hevur
fingist við vinnuligt virksemi og hevur havt
fólk undir tær, veitst tú eisini, hvat tað er, sum
ein arbeiðsgevari ynskir av tær. Eg trívist væl í
mínum starvi, sum eg vænti ikki verður minni
spennandi og læruríkt nú, sigur Byrgerð.
Lærdi í Vágsbotni
Tað ljóðar kanska eitt sindur serstakt, at Byrgerð
Kjærbæk fór í læru hjá Elmari Ellingsgaard, sum
var harrafrisørur í Vágsbotni í Havn.
– Eg var soleiðis í læru á eini harrasalong.
Mín læra snúði seg tó ikki bara um at klippa
mannfólki. Á skúlanum noyddist eg at taka
prógv í øllum, og soleiðis er mín útbúgving
háfríðkanarkvinna – ella tað handverk, sum tað
er at vera frisørur í breiðari merking.
Byrgerð sigur, at flestu viðskiftafólkini í
salongini í Vágsbotni vóru mannfólk, men onkur
kvinna var ímillum.
– Í frítíðini klipti eg eisini konufólki, sum
kundu vera vinfólk ella fólk í familjuni, og
soleiðis fekk eg eisini venjing í at klippa øðrum
enn mannfólki, sigur hon.
Fleiri ár afturi í tíðini hevði hon
hárfríðkanarstovu á Strondum í nøkur ár, og
hon hevur eisini havt stóra hárfríðkanarstovu
saman við øðrum í Saltangará.
– Seinnu árini arbeiddi eg í mínum egna
kjallara heima við hús, men tá vit seldu
húsini fyri tveimum árum síðan, gavst eg, tí
hølisumstøður vóru ikki til at halda fram.
Byrgerð sigur, at tá tey seldu húsini, noyddist
hon at gera upp við seg sjálva, um hon skuldi
byrja av nýggjum í leigaðum hølum onkustaðni
– ella, um hon skuldi royna okkurt annað.
– Umleið hálvt ár eftir, at vit seldu
húsini, og eg soleiðis gavst at arbeiða sum
hárfríðkanarkvinna, byrjaði eg hjá Sportmaster
í Saltangará á vári í 2009.
Hon sigur, at hon framvegis eigur innbúgvið
til hárfríðkanarstovu, men so væl, sum hon
trívist í handilsvinnuni, hevur hon í løtuni ongar
ætlanir um at fara aftur í gamla handverkið.
Byrgerð Kjærbæk, sum hevði barnanavnið
Højgaard Lamhauge, er fødd hin 17. juli í
1963. Hon gekk barnaárini í skúla í Runavíkar
kommunu, men tók 8., 9. og 10. flokk í Tofta
skúla.
Tá viT ringja Til hennara, er hon júsT í holT við aT klippa manni sínum. hann er skipari umborð á
norrønu í skifTi við henrik hammer. – nú klippi eg bara Teimum allar nærmasTu, sigur Byrgerð
kjærBæk, sum hevur verið hárfríðkanarkvinna í mong ár, men sum nú selir klæðir í salTangará
Úr klipping í klæðir
Fakta
Navn: Byrgerð Kjærbæk
Starv: Handilskvinna
Besta við starvinum:
At hitta viðskiftafólk
Ringasta við starvinum:
Eg trívist bara...
Starvstíð: Síðan mars 2009
Starvsfólk: 3, pluss skúla
næmingar
Staður: Saltangará
Stjóri: Lars Müller