fríggjadagur 1. oktober 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 1. oktober 2010
12
VIKUSKIFTI
Myndir
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hóast hugtakið dokumentarisma er av
nýggjari uppruna, var tað júst hetta,
sum danski amerikanarin Jacob A.
Riis framdi, tá hann gekk runt millum
kroysurnar í fátækrabýlingunum
í New York við einum einføldum
mynda tóli og spildurnýggja undrinum
blits inum: Hann dokumenteraði fyri
øllum landinum og fyri alla framtíð
ómenn iskjaligu livikorini í heimsins
skjótast vaksandi og máttmiklasta
býi, New York.
Fekk ein
amerikanskan kjans
Tað var seinast í 1800 talinum, at hin
fátæki tilflytarin úr Danmark fekk ein
kjans sum politiraportari á blaðnum
New York Tribune.
Upprunaliga var Jacob A. Riis ein
fátækur dansku timburmaður sum,
eins og túsundatals onnur, leitaði sær
eydnuna í nýggja heiminum vestan
fyri.
Hann kom til USA í 1870 og aftan
á nøkur svong og niðrandi ár sum
landa strok og leysarbeiðari, har hann
var um reppi at missa mótið, var hann
so heppin at verða settur í starv sum
journalistur á New York Tribune.
Nøkur ár og nógvar viðurkenningar
seinni eis ini á hámetta blaðnum The
Sun.
Í ørindum sum politiraportari fekk
hann høvi at koma inn í djúpastu
loyni krókarnar í fátækrabýlingunum
á Man hattan, har Soho, East Village
og Chinatown eru í dag. Hetta vóru
øki, har tú skuldi halda teg innandura,
tá myrkrið fjaldi skuggarnar í
smogunum; har armóðin var so
nívandi og lógar brotini so lemjandi,
at tey toldi ikki dagsins ljós.
Avdúkaði tað ljóta
Tað óvanliga, og fyri nógvar lesarar
provo kerandi, við greinunum hjá Riis
var, at hann dokumenteraðu sam
felagsins ljótastu síður við myndum
og teksti. Vanliga vóru greinirnar bara
tekstur. Og vanliga tóku fotografar
ein ans vakrar náttúrumyndir ella
upp stillaðar studiomyndir.
Men her var skuggasíðan av ameri
kanska dreyminum borðreiddur á
for síðuni aftur við morgunkaffinum.
Myndir av teimum miseydnaðu til
flytar unum. Av indianarum, sum
høvdu leitað sær inn í býin. Av
littum eftir kom arum hjá afrikanskum
trælum. Fátøk um írum, vónríkum
spaniólum og snild um italien
arum. Øll somul trunkað saman í
skirvisligum smáttum við rott um,
ruski og menniskjalorti slongt mill
um berføttu børnini.
Hetta, samstundis sum, at Riis
sjálvur var ímyndin av amerikanska
dreym inum: Fátæki tilflytarin við
gull medaljong við kærleikshárlokki
um hálsin og teppinum, sum mamman
reiv aði hann í sum nýføðing, sum dróg
út í heimin at leita sær eydnuna.
Og sum í einum veruligum
ævintýri, skuldi hann so grúviliga
nógv ígjøgnum, áðrenn ljósið til
endans fann inn til hansara og lýsti á
hansara lívsleið.
Sosialur reformistur
Hetta var eftir at hann sum
mynda maður, fyrilestrahaldari og
rithøvundur, og ikki minst sum av
dúkandi journa listur og reformistur,
gjørdist kendur og fekk vinir og vald,
so til bar at bøta um livikorini hjá
veik astu borgarunum.
Ikki við europeiska olmussu tank
anum sum grundvøllur, men við at
stuðla tiltøkum og at vera virkin
í Good Gowerment rørsluni, sum
stríddist fyri at koma til lívs politiska
ómegd og korruptión, og í so nevndum
Settlement Houses, har enda málið var
at styrkja bondini millum væl út búnu
miðalstættina og niðastu samfelags
klassarnar. Hetta vóru borgarahús, har
VeRuleikafatanin hjá new YoRk'aRum varð skakað, tá Jacob
a. Riis avdúkaði armóðina í fátækRabýlingunum í 1880'unum.
mYnDiRnaR høvdu stóRaR sosialar aVleiðingaR við sær
Koll-
veltandi
myndir
Rúsdrekka og -evnismisnýtslan var
umfatandi í fátækrabýlingunum. Maðurin
á myndini er opiumsmisnýtari, sum var
ein stórur trupulleikin í 18. og 19. øld.
Jacob August Riis
(1849-1914)
How tHe otHer Half lives eftir Jacob a. riis er frá
1890. Hetta var nýsKapandi doKumentaristisK bóK við
myndum og søgum um tey á botninum. Hon telist í dag
millum KlassiKararnar í ameriKonsKum bóKmentum