fríggjadagur 5. november 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 155 · 5. november 2010
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eydna Skaale
innsavning
Í dag, 5. november, fer stóra innsavningin »Í
menniskjum góður tokki« av bakkastokki, og
innsavningin heldur á inntil 11. desember.
endamálið er at savna pening til barnafamiljur
í Føroyum, sum hava so mikið trong kor, at tey
hava ilt við at klára jólini. Komandi mánaðin fara
ymisk tiltøk at vera á skránni, og øll, sum leggja
í, fáa góðar møguleikar at rætta næstanum eina
hjálpandi hond. Tað er jú tað, jólini snúgva seg um.
stóra jólainnsavningin »Í menniskjum góður tokki«
frá 5. november til 11. desember. Fyri øll allastaðni
í landinum.
Jólainnsavning
Kring alt landið
5. november til 11. desember
Pub quiz
ert tú vælvitandi og skjótur, tá tað ræður
um at svara spurningum um almenna
vitan? so kundi tað verið eitt gott hugskot
at vitjað Café Chill í Kollafirði fríggjakvøld.
hetta til nýggjárs skipar Café Chill
nevniliga fyri Pub quiz hvørt fríggjakvøld
kl 21.
Pub Quiz
Café Chill í Kollafirði
hvørt fríggjakvøld hetta til nýggjárs
LiverPooL-CheLsea
sunnudagin 07.11 bresta Liverpool og Chelsea saman
í Premier League uppgerð. hóast tað á pappírinum
ikki sær út til at boða frá spenningi, tá liðini á fyrsta
og trettanda plássi hittast, so vænta tey flestu sær tó
helst eitt brak av einum dysti.
Liverpool-Chelsea
Premier League
sunnudagin 07.11 kl 16
bon Jovi Í havnar bio
Mikudagin 10.11 verður ein serlig sýning í havnar bio. Talan er um konsertina »bon Jovi - in
concert from the new giant stadium 2010«. Konsertin varð filmað í mai í ár, tá bon Jovi var á
síni konsertferð nevnd »The circle tour«, sum var útseld. Konsertin var filmað í heimstatinum
hjá bon Jovi, new Jersey. Ynskir tú tær eina tónleikaliga uppliving á hvíta løriftinum, so fært
tú hervið ein møguleika, tí konsertin verður bara sýnd einaferð! einasta sýningin av bon Jovi
konsertini frá The new giants stadium 2010- mikukvøldið 10. november kl 20.00 í havnar bio.
Havnar Bio
mikukvøldið 10. november kl. 20.00
rørsLa Kann
FYribYrgJa sJúKuM
Krabbameinsfelagið og havnar svimjifelag skipa
fyri einum temadegi um rørslu og fyribyrging.
Fokus verður sett á, hvussu rørsla kann vera
týðandi táttur í at fyribyrgja krabbameini, hjarta- og
æðrasjúkum, sukursjúku (typu 2 diabetes) umframt
aðrar sjúkum. Á skránni verður ein fyrilestur við
bente Klarlund Pedersen, yvirlækna og professara.
hon hevur skrivað fleiri bøkur, millum teirra bókina
”Motion på recept”.
Temadagur um rørslu og fyribyrging
hotel Føroyar
Fríggjdagin 5/11 kl. 13
SøluráSIn
2010 á SKála
afturvendandi sølustevnan, sum Skála Ítróttar
felag skipar fyri, verður hetta vikuskiftið, 6.
og 7. november, í høllini á Skála. umframt
tað, sum verður til keyps, verður nógv
ymiskt undirhald á skránni, m.a. angela
og Hannibal, Jákup Veyhe, Eyðun og Terji,
Hanus G. Johansen, Steintór og Kularrøtur
og Trøllapætur.
SøluRásin 2010
í høllini á Skála
vikuskiftið 6. og 7. november.
Eftir at hava vant í fleiri mánaðir, eru ungu
fólkini handan sangleikin "Jesus Christ
Superstar" klár til framførslurnar. Sølan av
atgongumerkjum byrjaði 1. november og
frumframførslan verður komandi fríggjadag
12.11 kl 19, og síðani verður spælt hvønn
dag í vikuni kl 19.30. Sangleikurin er
skrivaður av Tim rice og andrew lloyd
Webber og er nú eisini umsettur til
føroyskt.
Sangleikurin Jesus Christ Superstar
hvønn dag í komandi viku kl 19.30
í norðurlandahúsinum.
www.nlh.fo
JESuS CHrIST
SupErSTar
JESUS CHRIST
SUPERS AR
TEKSTUR EFTIR
TIM RICE
TÓNLEIKUR EFTIR
ANDREW LLOYD WEBBER
ANNFINNUR HEINESEN
GUNNAR HOYDAL
VÍGDIS HENTZE OLSEN
HERLEIF HAMMER
HANS PAULI TÓRGARÐ, HANS OLIVUR JOENSEN, ANNA KATRINA PETERSEN & ÓLAVUR OLSEN
GUÐRUN EYSTURLÍÐ
LEILA AV REYNI OG BEINTA K. MOURITSEN
SUNNVÁ THORSTEINSSON & JANITA HONNUDÓTTIR
JÓANNES GAARD
JOHANNES STEINGRUND
ÁRNI BALDVINSSON
RYTMISKA KÓRIÐ Í HOYDØLUM FRAMFØRIR JESUS CHRIST SUPERSTAR
NORÐURLANDAHÚSIÐ 12 - 20 NOVEMBER 2010