Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. november 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 22. november · Nr. 162 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen – Vit standa spyrjandi og undra okk um yvir hugburðin, sum landið vísir. Boðskapurin hongur ikki saman. Tað er rørsluár í ár, har tað eisini frá politiskari síðu verður víst á, hvussu týdningarmikið tað er, at fólk røra seg og íðka ítrótt und ir skipaðum viðurskiftum. Tað skrivar Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, í tíðindaskrivi. Hóast játtanin til ítróttina stórt sæð bara er lækkað seinastu 20 árini, hevur Løgtingið, í upp­ skotinum fyri 2011, valt at skera enn eina hálva millión krónur av stuðlinum, sum Løgtingið letur Ítróttar sambandinum, og har við føroyskum ítrótti. Tað kemur illa við hjá for set­ anum. – Tá vit annað hvørt ár senda okkara ítróttaungdóm at umboða Føroyar á Oyggjaleikum, fáa vit eisini váttað frá politiskari síðu, hvussu týdningarmikið arbeiðið er, sum verður gjørt innan føroyska ítrótt. Tað sama er galdandi, tá okk­ ara fremstu ítróttarfólk koma heim við glitandi altjóða heiðursmerkjum um hálsin, skrivar Petur Elias Petersen. Missa stuðul Men tað sæst bara ikki aftur í politikkinum, heldur hann. Miðskeiðis í rørsluárinum 2010, meðan sersambondini fyrireika seg til oyggjaleikirnar á Isle og Wight næsta summar, komu boðini frá al mennari síðu, at tað skal skerjast enn ein hálv millión krónur av stuðl inum til ítróttina. Tað skal síggjast í ljósinum av, at ÍSF hevur longu mist stuðulin til ein ítróttarráðgeva, umframt, at ein millión krónur vóru skornar av stuðlinum til fótbóltin í sambandi við ólavsøkupakkan í fjør. Her við hevur ítróttin mist 1,85 millión krónur seinastu trý árini. ÍSF hevur hinvegin fingið 600.000 krónur at stuðla úrvalsítrótti, sum Ítróttarsambandið sanniliga fegn­ ast um, men tað kemur ikki breiðu ítróttini til góðar, vísir Petur Elias Petersen á. – Stjórnin í ÍSF harmast um gongd ina, tí tað er eisini á øðrum økjum, at ítróttin er fyri vanbýti. Eitt nú fingu vit lyfti um eina mvg­ aftur bering, tá stuðulsskipanin til ítróttaanlegg og samkomuhús fór úr gildi, men hóast givin politisk lyfti, er einki víst í verki í hesum máli, skrivar hann. Skilja ikki støðuna Niðurstøðan hjá Ítróttar sam band­ inum er, at politiska skipanin hevur als ikki skilt ómetaliga stóra virði í tí, sum sjálvboðin í ítróttarlívinum kring Føroyar gera dag og dagliga. Í mun til nógv annað, sum pen­ ingur verður játtaður til á løgtings­ fíggjarlógini, er tann hálvan milliónin, sum nú verður skorin frá ítrótt ini, piparnøtur, og tað er saml aða upphæddin til ÍSF á 4,75 milliónir krónur eisini, heldur forsetin. – Verður uppskotið samtykt í verandi líki, verður tað til stóran skaða fyri tað, sum vit hava roynt at bygt upp í ÍSF seinastu árini. Vit hava tvey starvsfólk í umsitingini, har av annað er ítróttarráðgevi. Umsitingin kann ikki skerjast meira, annars dettur øll samskipanin av ítróttini sundur, skrivar Petur Elias Petersen. Vónar tað besta Skerjingin av játtanin fer í høvuðs­ heitum at ganga út yvir ítróttarliga virksemið hjá Ítróttar sambandinum og sersam bondunum. Petur Elias Petersen vísir á, at tað verður væntað, at landslið detta niðurfyri, og tað sama er galdandi fyri førleikamennandi skeið av eitt nú venjarum og dómarum. – Tað harmonerar ómetaliga illa saman við tí veruleika, at alt fleiri føroyingar íðka ítrótt í skipaðum feløgum, samstundis sum heilsu­ myndugleikar og politiskir myndug­ leikar eggja øllum til at røra seg meira, skrivar forsetin. Ætlanin er næsta ár at seta kost in á dagsskránna. Eins og við rørslu árinum metir ÍSF seg hava týdningarmikla uppgávu fyri at broyta vanarnar hjá føroyingum, og serliga tí uppvaksandi ættarliðnum, á eina heilsubetri kós. – Men kann tað fremjast við einari lækkandi játtan?, spyr for­ setin í ÍSF. uni@sosialurin.fo Holst er kaldur sum ein fiskur Soleiðis skrivar heimasíðan hjá Silkeborg, eftir at føroyski landsliðsleikarin bjargaði teimum eitt stig í dagsins dysti í móti Esbjerg. Innskifti Christian Lamhauge Holst javnaði til endaliga úrslitið 1­1, og var ikki lítið frekur, tá hann lyfti bóltin upp um málverjan, eftir at hann varð spældur leysur av Jesper Bech og javnaði. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu danskir miðlar umtala málið. Allir eru á einum málið um, at tað var væl úr hondum greitt av Holst, men teirra lýsingar av støðuni eru kortini ymiskar. Mest merkisverdu eigur heimasíðan hjá Silkeborg, sum skrivar soleiðis: »Christian Holst var kold som en fisk foran Lukas Hradecky, som han stille og roligt vippede bolden over og bagefter kunne se sin afslutning hoppe i et tomt mål. 1­1 på et flot udført mål af Holst.« Tað kom eisini av sonnum fer á framrættaða spælið hjá Silkeborg, eftir at Christian Lamhauge Holst kom á vøllin. Málið fall eitt korter eftir, at hann kom á vøllin og níggju minuttir fyri leiklok var tað um reppi, at hann legði Silkeborg á odda við frísparki, men málverjin bjargaði frálíka skotinum. Uni Holm Johannesen Tað sigur Annika Lindenskov, sum er ítróttarráðgevi í Ítr ótt ar­ sambandinum. Hon nevndir sum dømi, at maturin, sum vanliga er til keyps í ítróttarhøllunum kring landið er ikki tann heilsubesti. Franskir hotdogs og kips stuðla ikki ítróttarfólkunum at fremja sítt besta, tá tey skulu á vøllin. – Tá tey ikki kunnu keypa á ítróttarøkinum, fara tey ungu ofta í onkra nærliggjandi ben­ sinstøð ella kiosk at keypa. Hóast sølustøðirnar ofta hava góða frukt á tilboði, so er tað ikki fruktini, sum tey ungu fara eftir, og tað er spell, boð ar Annika Lindenskov frá í tíðinda skrivi. Ítróttarfeløgini hava biðið um hjálp og vegleiðing um, hvussu keðiligur vanarnir hjá teim­ um yngru kunnu broyt ast, og stjórnin í Ítróttar sam bandinum hevur sett sær fyri at brúka kost árið, sum er í 2011, at broyta gongdina. uni@sosialurin.fo Hotdogs og kips tæna ongum endamáli ÍSF Ítróttarsambandið sær ein trupul leika í matinum, sum verður borð reiddur til ítróttartiltøk Vantandi virðing fyri sjálvbodna arbeiðinum ÍSF Tað kom dátt við, tá stjórnin hjá ÍSF kundi stað­ festa, at tað sjálv­ bodna arbeiðið, sum verður gjørt í ítróttar feløgunum kring alt landið, nú skal svíða fyri at fáa Løgtings fíggjar­ lógina fyri 2011 at hanga saman Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti Mynd: Álvur Haraldsen