mánadagur 22. november 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 22. november · Nr. 162
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
Herfyri
endaði
kappingarárið
hjá føroysku útietunum í Keyp
manna havn. Felagið telur trý mans
lið, eitt kvinnulið umframt eitt
sjeymanslið. Gjøgnum alt kapp
ingarárið hava leikararnir at kvøtt
um dagsins leikara eftir hvønn
spældan dyst, og hesar at kvøður
nar vórðu taldar saman fyri góðari
viku síðani, tá ársins leikarar vórðu
kunngjørdir.
B36 er best
Eftir at HB vann Føroya meistara
heitið kunnu tey í B36 nú ugga seg
við, at tey eftir øllum at døma eiga
fleiri góðar útisetar. Jóhan Viderø
Gunnarsson gjørdist ársins leikari
á 1. liði hjá ÍF Føroyum. Venjarin,
Sigmund Mikkelsen, hevði talt
saman og segði, at har var eingin
ivi um, hvør átti flestar atkvøður.
Hinvegin hava avrikini hjá 1. liði
verið rættiliga ivasom. 13 dystir,
fýra sigrar og níggju tap eru ikki
nøktandi. Men manningin hevur
verið ógvuliga skiftandi og 1. lið
hevur sum siðvenju at missa nógv
stig eftir summarsteðgin. Tað er
eftir jól og fram til summar, at teir
hála stig heim og tað rokna tey
eisini við í ár.
Á næstbesta liðnum hjá ÍF
Føroyum var tað eisini ein B36
ari, sum fór avstað við flest at
kvøð um, har liðformaðurin Helgi
Justinussen varð kosin ársins
leikari á 2. liði. 2. lið hevði eitt heilt
hampiligt kappingarár, har teir
gjørdust nummar fimm í deildini.
3. lið hjá ÍF Føroyum hevði
eisini atkvøtt um dagsins leikara,
og her var tað ein nýggjur maður
í felagnum, sum fór við heiðrinum.
Gamli málverjin Matthias Samuel
sen, sum annars bara hevur spælt
sum útispælari í ÍF Føroyum, varð
kosin ársins leikari á 3. liði.
3. lið hevur eitt frálíkt kapp
ingarár, gjørdist nummar fýra við
19 stigum – tvey stig færri enn
nummar tvey.
Fríða besta kvinnan
Hjá kvinnunum hevur kapp ingar
árið verið lítið at rópa hurrá fyri.
Av níggju dystum hava tær bara
vunnið ein – hinar átta hava tær
tapt. Tað eydnaðist bara at skjóta
átta mál, meðan heili 34 fóru í
gjøgnum. Við øðrum orðum endaðu
kvinnurnar skeivu megin markið
og flyta tí niður.
Ikki tí, onkrar av føroysku
kvinnunum hava tó staðið seg
væl og í ár. Teirra millum Fríða
Beder, sum eisini varð kosin ársins
kvinnuligi leikari hjá ÍF Føroyum.
Nú er fótbóltsdeildin hjá ÍF
Føroyum
farin
í
summarfrí.
Fleiri av leikarunum eru farnir
undir hondbólt ella flogbólt í
vetrarsteðginum, meðan fót bólt
urin bíðar til næsta ár.
rolant@sosialurin.fo
Gunnarsson er
bestur í ÍF Føroyum
Fótbóltur Jóhan Viderø Gunnarsson er ársins leikari á besta mansliðnum hjá
ÍF Føroyum, meðan Fríða Beder bleiv ársins leikari hjá kvinnunum
Havnarmenn vunnu toppdystin
Og spenn ingur var eisini til seinasta leik,
men tá tað var liðugt, høvdu havnarmenn
køvt ætlan unum hjá oddaliðnum. Teir
vunnu 2,51,5 og eru nú fremstir í 1. deild
saman við júst sandavágsmonnum.
ST - HT
Olaf Berg Helgi D. Ziska 01
Carl Eli N. Samuelsen Hans K. Simonsen
0,50,5
Rógvi E. Nielsen Herluf Hansen 01
Torkil Nielsen Sigurð Justinussen 10
Klaksvíkingar nærka seg toppinum eftir
stórsigur á Sandavágur 2. Og Vestmenningar
gjørdu vunnu eisini greitt á Klaksvík 2 og
tevja nú somuleiðis oddaliðini. Liðkappingi
fer nú í jólafrí og 5. umfar verður 9. januar
Úrslit í 4. umf:
SandavágurHavnin: 1,52,5
Klaksvík Sandavágur2: 3,5 0,5
Klaksvík2 Vestmanna: 13
Støðan:
Havnin 11,5
Sandavágur 11,5
Klaksvík 9,5
Vestmanna 9,0
Klaksvík2 5,5
Sandavágur2 1,0
tAlV Sandavágsmenn æt laðu at hilda fast um odda sessin, tá havnarmenn vitj
aðu í vik uskiftinum í 4. um fari í bestu deildini
Leikararnir valdu Jóhan Viderø Gunnarsson sum ársins leikara á 1. liði hjá ÍF Føroyum
Mynd: Rólant Waag Dam