Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 32 - 15. februar 2002 – Vit eru flutt inn aftur í húsini, men enn finna vit flugur, ið liggja hálvdeyðar ymsa staðni, sigur Kjartan Høgnesen FLUGUR Ragnhild Ellingsgaard Norðoyri: Kjartan Høgne- sen og familja hansara kundu síðst í januar mán- aða flyta inn aftur í heim teirra, eftir at flugur í hópa- tali gjørdu innrás í húsinum nýggjárskvøld. – Jú, vit fluttu innaftur síðst í januar mánaði, tí okkum longdist sjálvandi aftur í húsini. Men vit finna enn flugur ymsa staðni í húsinum, hóast tað hevur verið rættuliga kalt í veðr- inum í seinastuni. Hetta eru ikki flugur í nøkrum serlig- um nøgdum, men onkur hevur verið frammi av og á. Men tað er ikki nógv um tær nú; tær flugurnar, ið vit hava sæð, hava verið meir deyðar enn livandi, fortelur Kjartan Høgnesen, nú vit taka samanum óhugnaliga tilburðin á nýggjárinum. Yvir 1000 flugur gjørdu innrás Hetta fór alt fram á sjálvari nýggjársaftan í ár. Kjartan og konan sótu við einum kaffimunni, tá Kjartan reisti seg fyri at lata vind- eygað upp, so tey kundu hoyra skotini frá øllum rak- ettunum um midnáttarleit- ið. Ì tí hann opnar vindeyg- að, sveima flugur í hópatali inn í húsini og skjóta seg niður eftir húsfólkunum. – Har var ikki nógv at gera, vit máttu bara skunda okkum út úr húsinum. Tá eg komi útum, síggi eg, at allur endaveggurin á húsin- um livdi. Hann var púra vekk aftan fyri allar flug- urnar. Kjartan og familjan gjørdu ikki mætari enn at flýggja til familju í Klaks- vík, har tey so hava búleik- ast í eina tíð. – Vit fóru útaftur til hús- ini tann næsta dagin fyri at vita, hvussu stóð til. Har vóru flugur allastaðni, so vit sproytaðu eina rúgvu av insekt-spray runt í øllum húsunum. Hetta sprayið var so sterkt, at tá eg sproytaði inn í millum vindeyguni uttanfyri, so doyðu flugurn- ar innanfyri eisini. Eftir nakrar dagar fóru vit út aftur fyri at vaska og rudda upp eftir allan ruðu- leikan, og funnu vit yvir 1000 flugur liggjandi deyð- ar í øllum húsunum. Helst tarafluga Húsini hjá Kjartani og fam- iljuni liggja heilt niðri við fjøruna á Norðoyri, og á fjøruni liggur sum oftast nógvur tari. Beint við húsini stendur eitt fjós, og millum hetta fjós og húsið rann ein opin kloak. – Vit hildu, at flugurnar møguliga komu frá kloakk- ini, men dagin eftir tilburð- in komu fólk frá Klaksvíkar Býráð eisini á staðið at hyggja at umstøðunum. Tey tóku ein sokallaðan »prøva« av flugunum, og sendu hana suður til Dorethu Block á Náttúru- gripasavninum í Havn. Hon sendi fluguna víðari til Danmarkar, og har hava tey staðfest, at talan var um eina taraflugu. Men vit hava ein illgruna um, at talan heldur hevur verið um fleiri sløg av flug- um hetta kvøldið. Har vóru jú so nógvar, og teir vóru heilt ymiskar á stødd. Summar vóru stórar sum skinnflugur, meðan aðrar vóru heilt smáar, greiðir Kjartan frá. Býráðið lagt nýtt rør Eftir tilburðin varð nógv tosað um hesa opnu klo- akkina, ið rann við húsini hjá Kjartani, og var onkur ábreiðsla eisini givin Klaksvíkar Býráð fyri hetta. Hetta hevur býráðið eis- ini tikið til sín, tí eftir til- burðin hava teir lagt eitt rør við sjálvt kloakkrørið, sum nú leiðir kloakkvatnið víð- ari út á sjógv. Allur tarin, sum lá í fjør- uni, er eisini horvin, so Kjartan vónar, at hann og familjan fáa frið fyri flug- um nú. Vónar tað besta – Nú hava vit verið aftur í húsunum í eina tíð, og enn hava vit ikki upplivað nakra ørkymlandi nøgd av flug- um. Men tað hevur eisini verið so kalt í veðrinum, at tað hevur ikki verið livandi hjá nøkrum smákyktum. Men vit vita jú ikki, um hon møguliga hevur lagt seg millum skins og hold, og so kemur framaftur, tá lýggjari verður í veðrinum. Men vit vildu sleppa inn aftur í heim okkara, so vit vóna tað besta, sigur Kjartan Høgnesen at enda. Flugurnar fyribils burtur VEGAARBEIÐI Solby A. Eliasen Klaksvík: Klaksvíkar Kommuna arbeiðir við at leggja nýggj rør í tann eldra partin av býnum. Nú er ar- beiðið, sum byrjaði fyri einum ári síðani á parker- ingsøkinum niðanfyri kirkjuna, komið niðan á Selheygg. Í fjør summar ar- beiddu teir frá Kommunu- brekkuni og niðan til Sel- heygg, síðani varð farið omanum kirkjuna. Kommunan leggur nýggja kloakk og avlastn- ing, harundir er eitt rør til reint vatn og eitt til skitið vatn. Tað verður óneyðugt hjá húsarhaldunum í hesum økjunum at hava rottanga, tí at alt skal fara oman í reinsiverkið á Sandinum. Teir leggja eisini nýggja vatnleiðing. Harumframt leggja teir eisini fipurkað- alin hjá Føroya Tele. Nýggj gøtuljós skulu eisini gerast. Hetta arbeiðið er sera trup- ult, og tekur langa tíð, so tað er ongin tíðarætlan løgd. Harafturat hava teir flutt garðar fyri at breiðka vegin og gera eitt parkeringsøki á Selheyggi. Selheyggur er annars kendur fyri at vera sera vandamikil, tí hann er so høgur, so hugsanin hjá kommununi er at fara undir at lækka hann, tá ið líður móti sumri. Broytingar á Selheyggi Klaksvík: Mentanar- nevndin í Klaksvíkar Býráð hevði fund í gjár. Á fundinum kom mill- um annað fram, at nevndin hevur samtykt at biðja býráðið geva heimild til at lýsa eftir og seta ein leiðara til ætlaða ungdómshúsið. Sosiala nevnd skal orða ein ungdómspolitikk og umsitingin skal skjótast gjørligt finna hóskandi høli til ungdómshúsið. Eyðgunn Samuelsen, virkandi forkvinna í Mentanarnevndini, sig- ur, at tað fer at taka sína tíð, at fáa hesi viður- skifti upp á pláss. Eitt er at finna høli, men tað skal eisini riggast til, so tað hóskar til endamálið. – Vit høvdu viljað at tað kundi verið klárt til býráðsfundin, sum verð- ur tann 26. februar, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík. - sae - Mentanarnevndin umrøtt viðurskiftini hjá teimum Kjartan Høgnesen og familjan funnu yvir 1000 flugur í heimi teirra Mynd: Norðlýsið Arbeiðsmenninir í Klaksvíkar Kommunu hava úr at gera Frá fríggjadegi 15. februar til hósdagin 21. februar Familjumøti í Meinigheitshúsinum Vinterferiebio: Dumbo Skadestuen – Nýggj føroysk undirhaldsrøð Á havsins botni dag og nátt har er so lítil friður og nú er heilt galið!!! Og tað er tí, at teir báðir »speed-snakk- ararnir« Tróndur Vatnhamar og Jens Tummas Næs, eru endaðir á botni í einum kavbáti. Botnurin Lat nú føstuklokku ringja Sunnudagin kl. 16.05 Hóskvøldið kl. 19.00 Fríggjamorgun kl. 7.00 Soleiðis Einaferð var tað ein sending, sum kallaðist svf um svf. Hvat er vorðið av hesi sending? Hesa seinastu tíðina hava fleiri sendingar verið í sjónvarpinum, sum hava verið ov illa lýstar. Fólk hava ikki varnast sendingarnar fyrr enn ov seint, t.v.s. tá ið onnur hava tosað um hesar sendingar. Ein ensk dokumentar- sending, sum var send seint næstseinasta mánakvøld, var eitt tí- líkt dømi. Onnur send- ing var Globus um suð- urafrikanskar fangar. Eisini hetta var ein sending, sum fólk tos- aðu um aftaná! Sendingin um kom- andi sjónvarpssending- ar gav fólki møguleika hvørt fríggjakvøld at kunna seg um, hvat var í sjónvarpinum kom- andi viku. Eitt einkisig- andi heiti er ikki nóg mikið! Hví ikki gera eina undiryvirskriftir til dokumentarsendingar, tá ið heitið ikki sigur, hvat sendingin snýr seg um? Sama kundi verið gjørt til sendingar sum Globus og Breddan og hvat tær allar nú eita! Mikukvøld plagar sendingin Gesturin at vera á skránni. Ofta haldi eg, at henda send- ingin er ov stirvin og keðilig at hyggja eftir, men so var ikki, tá ið gesturin æt Johan Mortensen. Hesin lit- ríki persónurin megn- aði at skapa eina áhuga- verda sending saman við vertinum. Tað var stuttligt og áhugavert at lurta eftir hansara hug- sjónum og ætlanum. Hann sá nógvar møgu- leikar og virðir í før- oyska tilfanginum, eis- ini føroysku listini. Og í hesum sambandinum nevndi hann tónleikin og helst tann mest um- talaða føroyingin í hes- um døgum, nevniliga Pætur við Keldu. Nógv hevur verið gjørt burtur úr Pæturi við Keldu í fjølmiðlu- num. Sendingar og inn- sløg hava verið bæði í útvarpi og sjónvarpi um henda fryntliga og lítil- lætna tónleikaran. Øll vóru spent, hvussu dan- ir fóru at taka ímóti honum, og tá ið avhas- aði, vóru øll samd um, at hann var ein góður og virðiligur ambassa- dørur fyri Føroyar. Minni var gjørt burtur úr Tóroddi Poulsen, tó ikki heilt einki. Leygar- dagin seinnapartin sendi útvarpið norður- lendskan upplestur úr Norðurlandahúsinum í nærum tveir tímar. Tað var hugaligt at lurta eft- ir og gleðiligt, at út- varpið valdi at brúka senditíðina til hetta til- takið. Sanniliga, um ikki eisini nógv var gjørt burtur úr teimum trim- um ungu, sum vóru heiðrað við gávugóðsi úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum. Bæði útvarp og sjón- varp loftaðu handanini og høvdu innsløg við práti og samrøðum við tey gávaðu. Jú, tað eiga loftmiðlarnir báðir rós fyri hesuferð, tí tað er verri enn so altíð, at teir eru so fjølmentir til listarlig tiltøk! So, hesa vikuna fari eg at siga: Soleiðis! Hatta var nakað av tí!!! Lydia Didriksen ummælir: Leygarkvøldið kl. 20.00 Norska skaldakvinn- an Dorothea Engelbrekts- datter, sum livdi frá 1634 til 1716. Hon yrkti kvøld- sálmin »Dagen viger og går bort« Týskvøldið kl. 20.30 C M Y K 13 12