Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 56 - 21. mars 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 56 - 21. mars 2000 JÁKUP MØRK StÍF-Neistin 23-24 (11-9) Um so var, at onkur hend- inga áskoðari var í iva um týdningin av dystinum inni á Skála sunnudagin, so var hesin skjótt sannførdur um, at okkurt heilt serligt var á vási. Høllin var nevnliga stúgvandi full av viðhalds- fólki hjá teimum báðum lið- unum, sum nú skuldu royna seg, og spenningurin komst heldur ikki av ongum. Talan var nevnliga um tvey av liðunum, sum fram- haldandi høvdu møguleika at vinna FM-gullið í fremstu mansdeildini, og hjá báðum ráddi sjálvsagt um at vinna dystin. Krøvini vóru kanska harðast hjá strandingum, tí meðan neistamenninir kun- du tola at tapa dystin, so vóru teir á heimaliðnum fullgreðir um, at eitt tap hevði við sær, at FM-dyst- urin skuldi avgerast millum Neistan og VÍF, við strand- ingum sum passivum á- skoðarum á síðulinjuni. Fjáltursstungið Tað sást eisini aftur í spæl- inum á vøllinum, at leik- ararnir høvdu nógv at hugsa um henda dystin. Í nógvum førum tóktist tað í hvussu so er soleiðis, at leikararnir als ikki hugsaðu nóg kølið, og serliga kom hetta til sjón- dar í skotroyndunum hjá leikarunum. Ikki tí, málverjarnir báðir, Johan og Bogi, vardu mál síni ótrúliga væl, men rættu- liga ofta var talan eisini um óneyvar skotroyndir, sum antin fóru við síðuna av málinum, ella sum málver- jarnir megnaðu at bjarga. Nakað skipað spæl sást heldur ikki tað stóra til. Hjá strandingum hekk tað kan- ska eitt sindur betur saman, meðan spælið hjá Neista- num í stóran mun var bygt á einmansherin, Áka Olsen. Vanliga hevur Heini Joen- sen eisini hjálpt væl til, tá tosað verður um málskjót- ing, men sunnudagin varð hann mansvardur so at siga allan dystin, og hetta við- førdi eisini, at hann ongan- tíð kom rættuliga inn í dystin. Annars var tað Neistin, sum byrjaði dystin betur, men tá einir 20 minuttir vór- u leiktir, megnaði StÍF at vinna seg fram um, og hesa leiðsluna hildu teir fast um fram til hálvleikssteðgin. Rútman fór Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki megnaði heima- liðið rættuliga at gera um seg, og trý mál á rað fingu rættuliga sett ferð á áskoð- ararópini, sum nú dundu oman yvir leikararnar. Spælið hjá Neistanum hekk so at siga als ikki sam- an hesa løtuna, og teir høv- du sera trupult við at spæla seg ígjøgnum vælvirkandi StÍF verjuna. Fagnaðarrópini frá áskoð- arunum slakaðu tó nakað, tá heimaliðið innan ein lít- lan minutt misti bæði Alex- andur og Sveinbjørn, sum báðir fram til hesa løtuna áttu sín stóra leiklut í við- rákinum hjá heimaliðnum. Skaðin hjá Alexandur kom, tá Áki Olsen og hann kapprunnu í einum kontra- álopið hjá Neistanum. Um- framt teir báðar var Pauli Hansen eisini við í kapp- renningini, og tá hesin rendi Áka um koll, datt hann beint á Alexandur, sum í fallinum beklaði, og noyddist at gev- ast. Í næsta álopinum lá Sveinbjørn eftirá, og hóast hann kom aftur á vøllin seinni, so var sjónligt, at hetta hevði brotið ein part av rútmuni hjá heimalið- num. Neistaliðið fekk nú eisini alsamt betri tak á strand- ingum, men tað var kortini líkt til, at heimaliðið skuldi fara avstað við stigunum, ikki minst takkað verið Jo- han, sum framhaldandi stóð seg sera væl í málinum. Í hinum endanum gekst nú ikki eins væl hjá Boga, men eftir at hann hevði ver- ið á beinkinum eina løtu og hvílt seg, kom vend í. Neistin bardi seg upp á 21-19, men tá StÍF aftur fekk tvey mál á rað, var líkt til, at dysturin var avgjør- dur, tí nú vóru bert einir sjey minuttir eftir at leika. Góvust ikki Bláu leikararnir góvust tó ikki, og tá fimm minuttir vóru eftir at leika, tók dyst- urin eina avgerandi vend. Støðan var 23-20, tá Artur slapp ígjøgnum neistaver- juna, men Bogi bjargaði frá- gera væl, og í mótálopinum fekk Neistin minkað munin niður í tvey mál, samstundis sum Sveinbjørn varð útvíst- ur. Framvegis vóru tvey mál á muni, men tá John í næsta strandaálopinum avsluttaði óneyðuga skjótt, fekk Neist- in aftur minkað um munin, og nú var sjónligt, at teir á heimaliðnum gjørdust alt meira ráðaleysir. Tvey álop á rað megnaðu teir ikki at leika seg ígjøg- num neistaverjuna. Fyrstu ferð varð dømt fyri nøl, og aðru ferð varð bólturin tveittur burtur, og tá Áki Olsen megnaði at revsa strandingar báðu ferðirnar, var Neistin nú brádliga á odda. Neistaverjan, sum nú rættuliga tóktist at rigga, megnaði eisini at steingja fyri seinastu álopsroyndini, men hetta var kortini ikki uttan eitt sindur av drama- tikki. Tá fimm sekund vóru eftir hevði StÍF fríkast, og klokkan í høllini varð steðg- að. Dómaraborðið gloymdi tó at seta klokkuna í gongd aftur, og hóast álopsroyndin ikki gav mál í fyrsta um- farið, so hildu strandingar á fram at spæla. Dómararnir steðgaðu tó spælinum, so gjørdu greitt, at dysturin var lokin, og so kundu neistaleikararnir feg- nast um sigurin. Strandingur tóktust held- ur ikki at ilskast inn á hetta, tí eingin ivi var um, at tíðin tá var lokin, men spurning- urin er, hvat hevði hent, um álopsroyndin hevði givið mál í fyrstu atløgu, tí hóast klokkan tá vísti 29:55, so mundi tað í øllum førum vera nær við, at fimm se- kund vóru liðin, frá tí at fríkasti varð tikið, til roynt varð at skjóta. Gullvónin brostin Fyri strandingar hevur tapið við sær, at teir hava mist møguleikan fyri at endur- vinna FM-heitið, og tað í sær sjálvum er uttan iva eitt stórt vónbrot. Liðið kann tó framvegis hava eitt orð at siga í hesum Hondbóltur: Leingi var líkt til, at StÍF skuldi vinna ein sera týdningarmiklan sigur á Neistanum, men seinastu min- uttirnar av dystinum megnaði neistaliðið at venda gongdini, og harvið gera FM-heitið til eitt millumverandi millum Neistan og VÍF StÍF fekk durðafjórðingin sambandi. Um eina viku koma vestmenningar inn á Skála, og kravið til teirra er eins greitt, og tað var hjá strandingum sunnudagin. Alt annað enn ein sigur til VÍF vil nevnliga viðføra, at teir eisini eru úti av gull- dystinum, og at seinasti leikdagurin tískil bert verð- ur ein spurningur um, hvørt silvurmerkini skulu handast á Skála ella í Vestmanna. Full ferð á Neistaliðið tykist framhald- andi at koyra við fullari ferð. Higartil hava teir tíggju dystirnir í endaspæl- inum givið fulla úrtøku, og megna teir at halda fast um hetta, so er FM-heitið teirra. Orsøkirnar til framgongd- ina nú, sæð í mun til dyst- irnar í grundspælinum eru helst fleiri. Millum annað er einki at ivast í, at leikararnir nú eru betri samanspældir enn fyrru hálvuna, men størsti munurin man helst vera hugburðurin, sum leik- ararnir hava við sær á vøl- lin. Tað er nevnliga komið fyri fleiri ferðir seinastu dystirnar, at liðið hevur reist seg aftur, hóast teir í løtum hava verið fleiri mál aftan- fyri. Í grundspælinum hendi hetta so at siga als ikki, og millum annað taptu teir stórt fyri bæði strandingum og vestmenningum. Í endaspælinum hava teir hinvegin megna at vent dystum móti bæði VÍF, Kyndli og StÍF, soleiðis at teir hava fingið tvey stig burtur úr, hóast tað til tíðir hevur sæð svart út, og einki er at ivast í, at hetta treiskni er komið teimum til góðar. Har umframt tykist tað eisini soleiðis, at avrikini hjá liðnum ikki eru eins nógv tengd at, hvussu úr- tøkan hjá Heina Joensen og Áka Olsen er. Hesu ferð var Heini hildin so at siga uttan fyri dystin, men kortini megnaðu liðfelagarnir at fáa nóg mikið av málum til at tryggja sigurin. Komandi vikuskiftið skal Neistin á heimavølli royni seg móti Tjaldrinum, áð- renn teir í seinasta dystinum skulu til Vestmanna. Ein dystur sum kann gerast av- gerandi fyri FM-heitið, tó at neistaleikararnir helst einki hava ímóti, at strand- ingar taka spenningin burtur úr hesum dystinum við at vinna á VÍF komandi viku- skifti. Dysturin í tølum Málskjúttar: StÍF: John Petersen 6 (4), Alexandur Johansen 4, Jón- leif Sólsker 4, Sveinbjørn Poulsen 3, Pauli Hansen 2, Marius Joensen 2, Bent Durhuus 1, Artur Johansen 1 (1) Neistin: Áki Olsen 9, Áki Mørk 5, Heini Joensen 4 (2), Karl Oddmar Rasmus- sen 3, Finnur Hansson 2, Rani Slættanes 1 Brotskøst: StÍF 6, Neistin 2 Útvísingar: StÍF 2, Neistin 4 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen Tá Pauli rendi einmansherin hjá Neistanum, Áka Olsen, um koll, datt hesin beint á Alexandur, sum í fallinum beklaði, og vað hetta ein stórur smeitur fyri StÍF Mynd: Álvur Haraldsen Leingi var líkt til, at frálíka avrikið frá Johan Danielsen skuldi tryggja StÍF bæði stigini Mynd: Álvur Haraldsen JÁKUP MØRK Eftir at StÍF sunnudagin mátti lúta fyri Neistanum, er í øllum førum greitt, at FM-steypið skal flyta bú- stað komandi árið. Venjarin hjá StÍF, Jón- leif Sólsker, ásannaði eis- ini, at FM-gullið nú verð- ur ein spurningum, sum Neistin og VÍF skulu svara, men kortini legði hann afturat, at stranding- ar framvegis ætla sær at vinna teir báðar dystirnar, sum eru eftir. - Eingi ivi skal vera um, at vit ætla okkum at vinna silvurmerkini, og hetta krevur sigrar í teim- um báðum seinastu dyst- unum, so vestmenningar skulu avgjørt ikki vænta sær nakran lættan dyst, tá teir koma her um eina viku, segði ein avgjørdur StÍF venjari. Takka fyri seinast Tá vit spurdu Jónleif um, hvat munurin var á lið- unum báðum sunnudagin segði hann, at avgerandi løtan var, tá Bogi bjargaði atsóknini frá Artur, tá StÍF hevði møguleikan at leggja seg á odda 24-20. - Ístaðin skora teir upp á kontraálop, og tá vit samstundis fáa eina út- vísing, gevur hetta teim- um rættuliga blóð upp á tonna, heldur venjarin fyri. Spurdur um hann ikki helt, at tapið sunnudagin fór at hava við, sær menninir ikki verða nóg uppsettir til dystin móti VÍF helt Jónleif Sólsker, at hetta ikki fór at verða nakar trupulleiki. Hinvegin helt hann, at spælið kanska kundi gerast betur, tí sunnudagin var sjónligt, at menn tóktust darvaðir av nervum, og at spælið tískil ikki riggaði, sum tað skuldi. At enda legði hann aft- Vit vilja hava silvur Venjarin hjá StÍF, Jónleif Sólsker, var ikki sørt vónbrot- in eftir tapið móti Neistanum, men kortini helt hann ikki, at kappingarárið nú er liðugt fyri teirra við- komandi JÁKUP MØRK Á veg út úr Ítróttarhøllini á Skála bóru vit eyga á venjaran hjá VÍF, Hjalm- ar Klein Olsen, sum við stórum áhuga hevði fylgt við, tá sambiðlarnir hjá VÍF brustu saman. Ikki nakar fyrimunur Spurdur hvat hann helst um úrslitið í dystinum segði hann, at hetta fyrst og fremst hevði við sær, at VÍF nú hevur ein kapp- ingarneyta minni í stríð- num um FM-gullið. Hann legði tó afturat, at tað als ikki er víst, at hetta hetta vil viðføra, at endaspurturin hjá VÍF verður nakað lættari. - Kanska verða strand- ingar nú ikki eins upp- settir til dystin móti okk- um, men hetta nýtist als ikki at verða nakar fyri- munur fyri okkum. Nú kunnu teir jú spæla nógv meira frígjørt í tí dyst- inum, og kanska vil hetta viðføra, at spælið fer at ganga betur, segði Hjalmar, sum við hesum ásannaði, at talan verður um eina alt annað enn lætta uppgávu, tá teir um eina viku skulu inn á Skála. Ein sigur til VÍF í hesum Ein minni um stríðið Millum áskoðararnar inni á Skála sunnudagin var venjarin hjá vestmenningum, Hjalmar Klein Olsen urat, at tá StÍF fyri einum ári síðani gjørdist føroya- meistari var hetta millum annað neistanum at takka fyri, tá teir í næst seinasta umfarinum vunnu á Kyndli, og harvið góvu strandingum møguleikan fyri at vinna gullmerkini. - Tí er tað kanska hósk- andi, at vit nú takka teim- um fyri hetta, við at vinna á vestmenningum og har- við handa Neistanum gullmerkini. dystinum hevur við sær, at avgerðin má bíða til seinasta umfar, meðan alt annað enn ein sigur merk- jur, at Neistin verður før- oyameistari eina viku áð- renn kappingarárið endar. Jónleif Sólsker sigur, at vestmenningar avgjørt ikki skulu vænta sær ein lættan dyst komandi vikuskifti Hjalmar Klein Olsen heldur ikki, at tapið hjá StÍF verður nakar fyrimunur fyri VÍF Avgreiðsluspurningur Hondbóltur: Kvinnuliðið hjá Tjaldrinum hevur enn einki stig fingið hetta kappingarárið, og dysturin móti Kyndli sunnudagin tóktist bert at vera ein avgreiðsluspurningur JÁKUP MØRK Tá kyndilskvinnurnar sunn- udagin fóru til Runavíkar at takast við Tjaldrið, mundu tey flestu vera samd um, at talan fór at vera um tvey trygg stig til frákoyrdu før- oyameistararnar. Alt árið hevur Tjaldur verið niðasta liðið á stiga- talvuni, og alt árið hevur null staðið í teiginum fyri vunnar dystir, hóast tær on- kuntíð hava verið nær við at fingið okkurt stigið til høldar. Einki at tosa um Sunnudagin vóru tær tó on- gantíð nær við at fáa nakað stig frá Kyndli, tí til tess var styrkismunurin millum lið- ini bæði alt ov stórur. Kyndil legði seg á odda 3-0 áðrenn Tjaldur svaraði aftur, og eftir hetta kom Tjaldur ongantíð nær ná- mind kyndilsliðnum. Serliga var stórur munur á fyrsta korterið, tá Kyndil økti leiðsluna upp í átta mál. At heimaliðið eftir hetta megnaði at fylgja gestunum í málskjótingini komst eina- mest av, at kyndilsgenturnar settu leikferðina niður, tá tað varð teimum greitt, at í hesum dystinum gjørdu tær sjálvar av, hvat skuldi henda. Gávu úr Vági Uttan iva høvdu kyndils- genturnar væntað, at dyst- urin í Runavíkini fór at kast- a tvey stig av sær, men um- framt hesi bæði stigini fingu tær eisini eina gávu úr Vági sunnudagin, tá tað frættist at VÍF hevði tapt móti VB. Hetta gevur nevnliga Kyndli møguleika fyri at vinna sær bronsumerkini, og hóast hetta kanska ikki tykist av so nógvum, tá tal- an er tvífaldar føroyameist- arar, so man hetta kortini vera betur enn eitt fjórða pláss, sum einki hálsprýði kastar av sær. Hetta krevur tó ein sigur á VB komandi sunnudag, og hóast kyndilskvinnurnar ikki hava verið so grammar seinastu dystirnar, so vilja tær helst enda árið við ein- um sigri. Enda í Klaksvík Tað er langt síðani staðfest, at Tjaldur endar árið á nið- asta plássinum, og tá tær einki stig hava fingið hig- artil í kappingini, so er lítil vón fyri seinasta dystinum, sum verður um tvær vikur. Tá skal Tjaldur nevnliga á vitjan í Klaksvík, har ný- kosnu føroyameistararnir úr Klaksvík taka ímóti. Hóast tær longu hava tryggjað sær FM-heitið, so skulu runa- víkingarnir helst ikki vænta sær nakra blíða móttøku, tá tær koma til Klaksvíkar. Uttan iva vilja Klaksvíks- genturnar enda árið við ein- ari rættuligari uppvísing, so ein kann bert gita um úr- slitið til ta tíð. Dysturin í tølum Málskjúttar Tjaldur: Sunrid Gleðis- heygg 5 (1), Sonja Gleðis- heygg 4 (1), Kristine Ell- ingsgaard 2, Hansa Mikk- elsen 1, Elinbjørg Hammer 1, Oddvá Fossdalsá 1, Bein- ta Joensen 1 Kyndil: Lotte Sørensen 9 (4), Jórun Ludvig 7, Anya Midjord 3, Rakul Joensen 3, Palma Petersen 1, Frida Johannesen 1 Brotskøst: Tjaldur 2, Kyndil 5 Útvísingar: Tjaldur 1, Kyndil 2 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Krist- ian Johansen Sjálvsálitið er gott Eftir dystin sunnudagin, har Neistin endaliga setti StÍF uttan fyri, tá talan er um FM-gullið, hittu vit toppskjúttan í dystinum, Áka Olsen. JÁKUP MØRK Áki hevur gjøgnum alt árið verið ein av høvuðsstuðlu- num undir góðu neistaúr- slitunum, men sjáldan man avrikið hava verið so sjón- ligt og avgerandi sum í dystinum á Skála. Mansverja gav rúmd Spurdur um, hvørt tað var nøkur serlig orsøk til, at tað lá somikið væl fyri sunnu- dagin, helt hann, at tá mót- støðuliðið leggur seg eftir at mansverja Heina Joen- sen, gevur hetta sjálvandi nógv pláss til hinar leika- rarnar. - Eisini kom Marius rætt- uliga langt út, tá hann vardi fyri mær, og hetta gav eisini fleiri møguleikar til viðleik- arar mínar, men tíverri hev- ði Johan ein sera góðan dag, har hann tekur eina rúgvu av skotum, heldur Áki fyri. Tað skerst tó ikki burtur, at málini, sum Áki fekk móti endanum av dystinum høvdu sera stóra ávirkan á úrslitið, og hetta ásannar vestmenningurin eisini. Hann legði tó afturat, at av- gerandi løtan helst var, tá Bogi bjargaði royndini frá Artur, tá hesin hevði møgu- leika at økja upp í 24-20. - Eg veit ikki, hvussu hann gjørdi, men hann fekk so fótin á bóltin, og tá vit so fáa tvey skjót mál, er dysturin aftur víðopin, helt Áki fyri. Hann helt annars, at neistaleikararnir gjøgnum allan dystin høvdu brent í so nógvar møguleikar, har skot vórðu send á stongina og við síðuna av, men hetta kemst eisini av, at Johan stóð somikið væl. Vilja fegnir hava hjálp Nú bert tveir dystir eru eftir at leika, er einki at dylja yvir, at Neistin er sera nær fyrsta FM-hetinum síðani 1978. Tveir dystir eru eftir, og møguliga lagar tað seg so- leiðis, at seinasti dysturin í Vestmanna, har Áki skal hitta fyrrverandi liðfelag- arnar verður avgerandi fyri gulldystin. Áki sigur tó, at teir enn ikki eru farnir at hugsa um henda dystin, men hann leggur kortini afturat, at tað kann gerast sera strævið, um talan her verður um ein finaludyst at kalla. Verður hetta støðan, eru vestmenningar helst favo- rittar, um tað ber til at tosa um favorittar. - Sjálvsálitið er sjálvandi í toppi, nú vit hava vunnið 10 dystir á rað, men kortini meti eg, at royndirnar hjá vestmenningum kunnu koma teimum til góðar í einum slíkum dysti, og tí- skil hava vit einki ímóti, at StÍF rættir okkum eina hjálpandi hond komandi vikuskifti. At enda spurdu vit Áka um, hvør munurin var á av- rikunum hjá Neistanum í grundspælinum og enda- spælinum, og her helt lands- liðsleikarin, at tað serliga var stríðsviljin, sum gjørdi munin. Í grundspælinum fóru vit ofta niður við høvdinum, men seinastu dystirnar hava vit veruliga arbeitt fyri sigrunum, og hetta hevur eisini givið úrslit, sigur Áki Olsen at enda. Hvørt hesin stríðsvilji verður gull verdur, fæst so at vita um einar tvær vikur ella so