týsdagur 21. mars 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 56 - 21. mars 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 56 - 21. mars 2000
SVEINUR TRÓNDARSON
OG ÁLVUR HARALDSEN
Dráttur-Mjølnir 0-2
(16-21, 15-21
18-21, 22-24)
Sum tær fyrstu í føroyskum
flogbólti kunnu klaksvíks-
kvinnur kalla seg greipu-
vinnarar. Fyri viku síðani
vunnu tær meistaraheitið og
leygardagin vunnu tær eis-
ini steypafinaluna. Ta fyrstu
av sínum slagi og hóast
Dráttur var væl við í end-
anum av dystinum, so var
sigurin ongantíð í vanda.
Betri á
flestu plássum
Samanumtikið má sigast, at
Mjølnir var betri á næstan
øllum plássum. Marjun
Kalsø var ikki so sjónlig,
sum hon annars plagar at
vera, men hon spældi kort-
ini væl. Margit Joensen var
einastandandi effektiv, serl-
iga í byrjanini av dystinum,
og sum dysturin leið komu
eisini Tina Jacobsen og
Tove Riksfjord væl við í
spæli.
Í fyrra hálvleiki var ong-
antíð nakar ivi um hvønn
veg sigurin fór, tí Mjølnir
spældi væl betri enn Drátt-
ur. Liðini fylgdust upp til
10-11 stig, men so settu
klaksvíkskvinnur ferðina
upp og vunnu restina rætti-
liga greitt.
Tað, sum nokk serliga var
orsøkin til sigurin var, at
Mjølnirkvinnurnar tordu
betri at smekka til bóltarnar,
hóast tær vóru eitt sindur
kroystar, og tað gav úrslit.
Móttøkuspælið hjá Mjølnir
hevur ivaleyst verið betri í
øðrum dystum, men tær
vunnu kortini nógv álop við
hampuligum móttøkum.
Harafturat vóru tær rask-
ari í verjupartinum, tí tær
fingu nógvar bóltar uppaft-
ur, sum Dráttur slóg yvir-
um.
Og tað er kanska júst her,
trupulleikin hjá Drátti er at
finna. Serliga í fyrra hálv-
leiki vóru tær í so smædnar
í álopinum og tað gjørdi, at
Mjølnir verjan hevði eitt
sindur ov lætt spæl.
Men tað batnaði, sum
dysturin leið.
Spenningur
móti endanum
Tá seinni hálvleikur byrjaði
sást, at Dráttur genturnar
høvdu tikið annað skinn um
bak. Í triðja setti vóru tað
serliga Gerda Nattestad og
Helga Nordendal, sum
løgdu trýst á, og í fjórða
setti blandaði Elisabeth
Rasmussen seg eisini nógv
í spæli.
Mjølnirkvinnurnar
vunnu greipuna
Flogbóltur, kvinnur: Tey flestu høvdu vænta, at Mjølnir
fór at vinna steypafinaluna móti Drátti og tað gjørdu tær
eisini rættuliga trygt. Dráttur kom ikki ígong fyrr enn í
endanum av dystinum og tá var ov seint
Hetta hevði við sær, at
Mjølnir nú skuldi verja á
fleiri plássum og tað hevði
við sær, at Dráttur í báðum
teimum seinastu settunum
í løtum var væl framman-
fyri.
Men her komu so roynd-
irnar Mjølnir til hjálpar. Tá
á stóð vísti Marjun hvønn
týdning hon hevur fyri lið-
ið, tí tá hon fór aftur at serva
í triðja setti servaði hon ein
mun upp á seks stig innaftur
í einum. Harðar og neyvar
servur, sum Dráttur ikki
fekk tamarhald á, og við eitt
var støðan vend enn eina-
ferð.
Og tá tað var vorðið javnt
sá út til, at Dráttur fall eitt
sindur í fátt og hóast tað er
skilligt, so er tað kortini
synd, tí tað hevði ikki bilað
eitt petti, um dysturin hevði
vart eitt sindur longur. Tað
var nevniliga sera stuttligt
at síggja, tí har vóru sera
nógvir áhugaverdir bóltar at
síggja.
Gott at byggja á
Hóast vit mugu staðfesta,
at tað var rætta liðið, sum
vann og at sigurin hjá
Mjølnir var fult uppiborin,
so eigur Dráttur kortini
stóran heiður av dystinum.
Mjølnir var betra liðið
leygardagin eins og tær
hava verið tað alt kapping-
arárið, men kortini vísti
Dráttur tekin um, at har er
tilfar, sum tær kunnu
byggja eina framtíð á.
Dráttur hevur fleiri ungar
leikarar, sum hava spælt í
meistaradeildini fyri fyrstu
ferð í ár og tær hava víst, at
tær hava evnir. Tí eiga tær
at taka finaluplássið leyg-
ardagin, sum eitt tekin um,
at tær, um tær kíta se enn
meir og fáa ein fastan venj-
ara fyri alt árið, kunnu gera
seg galdandi heilt har uppi,
sum tað er ordiliga stuttligt
at spæla.
Hjá Mjølnir er fyrsta
greipan komin til høldar,
men kortini er lítið at ivast
í, at tær longu hava sett nøs-
ina upp eftir tí næstu. Um
tað fer at eydnast eins væl
og tað gjørdist í ár, fáa vit
at síggja, men ímeðan
kunnu tær so fegnast um
tvey gullheiðursmerki í
hesum kappingarárinum.
Sosialurin ynskir steypa-
vinnarunum hjartaliga til-
lukku við sigrinum.
Hóast Dráttur royndi sítt,
so vat tað ikki nóg mikið.
Mjølnir var betri allan
dystin og vann tí
uppiborið
Greipuvinnararnir 2000 -
Mjølnir
Marjun Kalsø fær handað
steyp frá Leivi Hansen,
borgarstjóra í Havn
Klaksvíksgentur fegnast eftir sigurin á
Drátti. Fremst Margit Joensen, sum
spældi ein sera góðan dyst
Óvæntað
men
uppiborið
Sveinur Tróndarson og
Álvur Haraldsen
Mjølnir-Fleyr 2-1
(21-17, 15-21, 7-2
16-21, 20-22, 15-10)
Rættuliga óvæntað vann
Mjølnir fyrstu steypafinal-
una hjá monnum, sum var
spæld í høllini á Hálsi leyg-
ardagin. Teir vunnu finalu-
sigur á Fleyr og ikki er ann-
að at siga enn, at sigurin var
fult uppiborin tá til stykkis
kom.
Gamaní vann Mjøln-
ir bert tað eina settið,
men tað er ikki ov
nógv sagt, at tað var
tað týdningarmiklasta
settið teir vunnu, tí tað
gav teimum trúnna
uppá, at sigurin var til
at fáa hendur á. Tað,
sum manglaði í til
sigurin, varð tikið
heim
í
tveimum
javnbrótarum. Ein-
um lítlum um fyrsta
hálvleik og tí stóra
um dystin.
Meira uppsettir
Tað er ikki ov nógv
sagt, at Fleyr í ár,
hevur verið liðið,
sum øll hini hava elt. Lands-
kappingina hava teir vunnið
ruddiliga og tað sama hevur
gjørt seg galdandi í steypa-
kappingunum báðum – í
Havn og í Klaksvík. Eingin
hevur skala teir, tí teir hava
bæði havt ta bestu mann-
ingina, men so sanniliga
eisini tað skilabesta spælið.
Leygardagin var tað bara
ikki til at fáa eygað á. Ikki í
sama mun í hvussu er. Hin-
umegin netið stóð eitt lið,
sum fyri alt í verðini vildi
hava ein sigur, og hann
fingu teir. Hann fingu teir
við skilagóðum spæli, har
alt, fyri einaferð skild, ikki
hekk á herðunum á jugo-
slaviska venjaranum.
Tað gjørdi tað í fyrsta
setti, tá hann var rættuliga
einsamallur um stríðið, men
í rsstini av dystinum fekk
hann sera góða hjálp frá ser-
liga Jóannes Poulsen, sum
var framúr góður á miðjuni,
John Syderbø, sum byrjaði
ill men endaði væl og
frá Hjalta Joseph-
sen, sum fekk latið blokkin
aftur, sum tað sømir seg.
Tað stutta av tí langa er
nokk, at Mjølnirleikararnir
vóru meira uppsettir eftir at
vinna enn Fleyrleikararnir
og tí gekk tað sum tað gekk.
Spenningur
allan vegin
Sum væntað fingu áskoð-
ararnir ein spennandi og
undirhaldandi dyst. Byrjan-
in var, sum vera mann eitt
sindur trilvandi, men sum
heild má sigast at spenning-
ur var í allan dystin. Sett-
munurin
var
ongantíð serliga stórur, hó-
ast Fleyr vann annað sett
21-15.
Hjá Fleyr var trupulleik-
in, at teir í byrjanini ikki
fingu móttøkuna at liggja
nóg væl, og hetta hevði við
sær, at álopini vórðu ov løtt
at byrgja upp fyri. Jan
Hentze var nógv saknaður
á kantinum har Pauli Han-
sen spældi og Rasmus Mad-
sen fer neyvan at minnast
finaluna aftur, sum sín besta
dyst. Alt ov lítið trýst á og
tað gav seg aftur tá klaks-
víkingar fóru í álop.
Borko Ilic vísti í byrjanini
sín týdning fyri Mjølnir og
serliga nú Trygvi sat uttan-
fyri. Borko vann so at siga
alt hann nært við, og tá Jó-
annes so smátt kom í gongd
var og Hjalti og John fylgdu
hansara dømi, so fekk Fleyr
trupulleikar.
Fleyr royndi seg við nøkr-
um broytingum, sum muntu
væl, men komu ov setin.
Venjarin, Pascu Romica,
sum byrjaði úti, setti seg
sjálvan inn og Jóannes Eid-
esgaard fór út á kantin at
spæla. Hetta hjálpti væl og
serliga Jóannes fekk nógv
burturúr. Fleyr vann bæði
settini í seinna hálvleiki,
men tað lá líkasum í luftini,
at klaksvíkingar høvdu ikki
slept endanum heilt – og so
var.
Endin á finaluni
Hóast klaksvíkingar høvdu
tapt bæði settini beint
frammanundan, so byrjaðu
teir, sum eldur í krúti. Teir
løgdu trýst á frá byrjan og
tað er ikki óhugsandi, at tað
tók Fleyr á bóli. Ongantíð
fingu havnarmenninir frið
til at fáa sítt spæl at virka
og tá klaksvíkingar fóru í
álop høvdu teir vápnini,
sum Fleyr hevur havt í ár.
Borko Ilic var nú brádliga
Flogbóltur, menn: Rættuliga óvæntað
vann Mjølnir steypafinaluna móti
meistarunum úr Fleyr, sum sostatt
taptu fyrsta dystin á árinum. Og
sigurin var fult uppiborin
ikki einasti maður, sum
Bogi hevði at leggja upp til,
tí bæði John, Hjalti og Jó-
annes Poulsen buðu seg til,
og tað var meira enn Fleyr
blokkurin kláraði at taka
sær av.
Mjølnir legði seg so langt
framum, at tað gjørdist alt
minni sannlíkt, at tað fór at
eydnast Fleyr at vinna
greipuna og tá so tveir leik-
arar sendu servurnar langt
út av vøllinum í avgerandi
løtum, sást skriftin á vegg-
inum.
Mjølnir fór at vinna fyrstu
steypafinaluna hjá FBF.
Samanumtikið má sigast,
at sigurin hjá Mjølnir var
uppiborin. Teir lótu seg ikki
taka á bóli hóast Fleyr fekk
eitt sindur av skili á sítt
spæl, og tá avgerandi løtan
kom, kendu teir sína vitj-
unartíð. At Fleyr kanska
kundi havt framt broytingar
skjótari, sum høvdu havt
við sær størri effektivitet er
ikki óhugsandi, men tað er
so lætt at siga, nú dysturin
er liðugur og væl tað.
Mjølnir kann tískil kalla
seg
steypavinnara
hjá
monnum tað næsta ári. So-
sialurin ynskir steypavinn-
arunum hjartaliga tillukku
við sigrinum og tað er púra
vist ...
Steypavinnararnir 2000 -
Mjølnir. Ikki er so vist, at
teir sjálvir høvdu væntað
tað, men vónin var har
Ein sera rámandi mynd av
dystinum. Klaksvíkingar
vóru omaná tá tað galt.
Hesaferð vóru havnar-
menninir ov seinir at lata
aftur
Endiliga eydnaðist
Mjølnir at koppa Fleyr og
tá tað hendi var tað í
sjálvari steypafinaluni. So
nú var árið ikki heilt spilt
kortini ...