Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 56 - 21. mars 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr. 56 - 21. mars 2000 JÁKUP MØRK Alt kappingarárið á tamb hevur verið skrivað um, at úrtøkan hjá VB ikki hevur staðið mát við spælið á vøllinum. Undan dystinum sunnu- dagin móti VÍF hevði tað nevnliga ongantíð eydnast VB at koppað nøkrum av ovaru støddu liðunum, tó at tær fleiri ferðir hava verið lutur í sera jøvnum dystum. Tí vóru tað helst fleiri, sum høvdu roknað við, at VÍF skuldi fara avstað við báðum stigunum, tá tær sunnudagin vitjaðu í Vági, men tá avtornaði vórðu tá tær hjá VB, sum stóðu eftir við sigrinum. Ioana mansvard Fyrsta hálva tíman var tó lítið, sum bendi á, at stigini skuldu verða eftir í Vági, tí í so at siga allar 30 min- uttirnar var tað VÍF, sum sýndi betra spælið. Aloftast hevur tað verið soleiðis hjá VÍF, at um so at siga alt spælið hevur gingið ígjøgnum leikandi venjaran, Ioana Rápa, men soleiðis var kortini ikki sunnudagin. Frá fyrsta bríkslið varð Ioana mansvard av Eyðbritt Krosslá, og hetta eydnaðist somikið væl, at leikandi venjarin so at siga einki fekk burtur úr. Hóast Ioana í mangum dysti hevur verið Alfa og Omega hjá VÍF, so megn- aðu hinar seks genturnar á vøllinum kortini at leggja eitt áhaldandi trýst á VB verjuna, sum so at siga ong- antíð riggaði, sum hon skul- di fyrsta hálva tíman. Tískil endaði fyrri hálv- leikur við teirri heldur ó- vanligu støðu, at hóast Io- ana bert hevði skotið tað eina málið, so var VÍF kort- ini á odda við tveimum, tá farið varð til hálvleiks. Verjan riggaði Í seinna hálvleiki gekst tó betur hjá teimum á heima- liðnum. Framhaldandi høv- du tær gott tak á Ioanu, og nú tóktist eisini at bera bet- ur til hjá teimum, bæði í álops- og verjupartinum. Nakrar væl eydnaðar flytingar vórðu framdar í verjuni, og í álopspartinum var størsta broytingin tann, at Regina Rádó brádliga vísti seg frá síni bestu síðu. Fyrra hálvleik hevði hon annars langt ífrá prógvað, at hon eigur at teljast mill- um bestu leikararnar í land- inum, men seinna hálva tíman fekk hon rættuliga vundið seg upp. Rættuliga skjótt hevði VB eisini vunnið seg fram um vestmannagenturnar, og hóast munurin ikki gjørdist var serliga stórur, so var tað sum um, at VB nú hevði tamarhald á støðuni. Tá so Sólrun Jacobsen eisini stóð ein frálíkan hálv- leik í VB málinum, var lítið hjá VÍF at gera, og seinastu tíggju minuttirnar kundi VB rættuliga gera bart, so- leiðis at talan at enda gjør- dist um ein rættuliga trygg- an sigur til heimaliðið. Glaðar um sigurin Úr Vági frættu vit eftir dyst- in, at frøin var stór um, at tað endiliga hevði eydnast teimum at koppa einum av ovaru liðunum. Tað tænir eisini VB kvinnunum til rós, at tær alla tíðina hava givið seg fult út í øllum dystunum, hóast teirra leik- lutur í stríðnum um heið- ursmerkini langt síðani er liðugt leiktur. Hóast tær sjálvar ikki hava møguleikan at vinna nøkur heiðursmerki í ár, so fekk sigurin í hvussu so er tær avleiðingar, at silvur- merkini nú við 99,9% vissu fara til Neistan. Harumframt merkti tapið fyri VÍF, at tær nú skulu kenna seg alt annað enn vís- ar í at heiðursmerki, tí nú er støðan brádliga tann, at Kyndil liggur best fyri í stríðnum um bronsumerk- ini. Seinasti dysturin hjá Kyndli er móti júst VB, og úr Vági frætta vit, at tær í øllum førum hava ætlanir um at hevna finalutapið, so enn er vón fyri heiðurs- merkjum í Vestmanna. VÍF uttan heiðursmerki? Endar VÍF uttan fyri heið- ursmerkjaplássini man hett- a helst verða eitt satt vón- brot fyri liðið, ið sum tað seinasta royndi at fylgja við Stjørnuni, tá Klaksvíks- genturnar høvdu runnið øll hini liðini av sær. Góðu úrslitini hjá liðnum hava tó í rættuliga stóran mun verið tengd at leikandi venjaranum, Ioana Rápa. Tað sigur eisini eitt sindur um dygdir hennara, at hon Endiliga vann VB Hondbóltur: Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað VB at basa einum av ovaru støddu liðunum, og sigurin førdi helst við sær, at VÍF noyðist at siga farvæl til silvurvónir sínar hevur megnað at átikið sær henda leiklut, hóast hon meginpartin av árinum av røttum skuldi hildið seg utt- an fyri síðulinjuna Í grundspælinum fekk hon nevnliga ein álvarslig- an skaða, tá VÍF vann á Stjørnuni, men kortini hev- ur hon hildið áfram at spælt. Fyri tveimum vikum síðani fekk hon so eisini ein snudd í fótin, og líkt er til, at hesin skaðin hevur darvað henni enn meira, tí teir báðar sein- astu dystirnar hevur hon ikki í sama mun megnað at sett dám á VÍF liðið, og við fánaða spælinum frá ven- jaranum, eru vónirnar fyri heiðursmerkjum eisini føl- naðar. Dysturin í tølum Málskjúttar: VB: Regina Rádó 9 (4), Rannvá Augustinussen 6, Gurið Mortensen 4, Sólrun Krosslá 4, Arnleyð Krosslá 2, Eyðbritt Krosslá 1, Christina Holm 1 VÍF: Angelie Jógvansdóttir 4, Jacklin Durhuus 4, Sign- hild Petersen 3, Fríða Mar- junardóttir 3 (1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Óluvá Poulsen 2, Ioana Rápa 2 (1), Eydna Johannesen 1, Randi Kúrberg 1 Brotskøst: VB 5, VÍF 3 Útvísingar: VB 1, VÍF 1 Dómarar úr Stjørnuni: Karsten Andersen og Geir Wardum Í seinna hálvleiki vísti Regina Rádó seg frá síni bestu síðu, og avrik hennara var ein av hornasteinunum undir sig- rinnum hjá VB og vestmannakvinnunum Savnsmynd Ein stórur sigur Hetta heldur liðskiparin hjá Mjøl- nir, Marjun Kalsø, sum er sera væl nøgd við, at flogbólturin nú aftur hevur eina steypafinalu JÁKUP MØRK Tá vit í gjár fingu orðið á Marjuna Kalsø, sum uttan iva er ein av royndastu leikarunum her á landi, vóru longu lidnir knappir 24 tímar, síðani tær vóru vorðnar steypavinnarar, men frøin um sigurin hevði kortini ikki lagt seg. Ovurfegnar -Eg haldi ikki at vit nak- rantíð í ár hava verið so- mikið fegnar um ein sig- ur, helt liðskiparin fyri. Í sær sjálvum er helst einki at siga til, at frøin var stór, tí sjálvandi eiga leikarar at fegnast, tá tær hava vunnið greipuna, nú bæði lands- og steypa- kapping eru í flogbólti. Hinvegin hevur liðið hjá Mjølni verið somikið einaráðandi í vetur, at tað mest sum var væntandi, at tær skuldu vinna báðar kappingarnar. Marjun heldur tó fyri, at alt tiltakið var somikið gott sett upp, at dysturin gjørdist nakað heilt ser- ligt, og harumframt fingu tær ein alt annað enn lætt- an dyst móti Drátti, sum veruliga noyddu meista- rarnar at berjast fyri hvønn bólt. Harður dystur Um dystin sjálvan heldur Marjun, at hóast tær vunnu øll fýra settini, og harvið dystin 2-0, so var talan ongantíð um nakran lættan dyst. - Í fyrra hálvleiki hekk spælið hjá okkum ikki na- kað serliga væl saman, men tað eydnaðist okkum kortini at vinna bæði sett- ini. - Nú eg havi sæð dystin umaftur haldi eg sjálv, at vit í seinna hálvleiki fingu nógv betur gongd á. Ser- liga gjørdi tað góðan mun, at vit fangaðu nógv- ar bóltar niðri á gólvi- num, umframt at miðá- lopið við Tinu og Sonju veruliga fekk gongd á, heldur veteranurin fyri. Hon legði tó dent á, at hon sum so ikki vil taka nakran leikara fram um, tí talan er um eitt liðspæl, har tað er neyðugt hjá hvørjum einstøkum leik- ara at gera sítt. T.d. helt hon eisini, at tá blokkurin hjá Drátti riggaði somik- ið væl, var tað av alstór- um týdningi, at smash- sikringin hjá Mjølnir riggaði væl, soleiðis at bóltarnir, sum vórðu blokkaðir, vóru samlaðir upp aftur. At enda legði Marjun afturat, at stóra frøin helst eisini komst av, at klaks- víksgenturin satt at siga vóru útlúgvaðar, tá dyst- urin endilig var liðugur. - Vunnu vit ikki fjórða setti, eri eg bangin fyri at vit høvdu tapt dystin, men tað kann sjálvandi eisini vera, at vágagent- urnar vóru eins troyttar og vit, men hesin spur- ningur verður so ongan- tíð svaraður, segði hon at enda. Betrar um hugin Um tiltakið sum heild heldur Marjun, at hetta sanniliga var góð rekla- ma fyri flogbóltin. Flogbóltssambandi hevði gjørt eitt megnar arbeiði fyri at skapa um- talu um dystin, og harum- framt eigur SvF rós fyri teirra leiklut. Eitt arbeið- ið, sum var sera profes- sionelt gjørt, og hetta eiga teir rós uppiborið fyri, elt klaksvíksgentan. Harumframt hevði til- takið eftir hennara fatan ført við sær, at fleiri leik- arar hjá teimum, sum í vetur hava tosað um at leggja ítróttina á hyllina nú hava fingið hug til at taka eitt tak afturat. - Hetta var satt at siga ein ótrúlig uppliving, og allar vilja vit fegnar sleppa at eiga lut í einum slíkum sigri enn einaferð, og tískil verða vit helst betur mannaðar komandi vetur, enn líkt var til und- an finaludystinum, greið- ur Marjun frá. Um egna leiklut sín á liðnum sigur hon, at hon hevur hugsa eitt sindur um at gevast, men fyrst mugu tær hava ein av- loysara kláran til plássið hjá henni, og so leingi sum hetta ikki er komið í heilt fasta legu, ætlar hon sær at halda áfram. Hvussu hetta skal tulk- ast, er ilt at siga, men skal tað skiljast soleiðis, at hon ætlar sær at bíða, til hon verður spæld av lið- num, so kann tað merkja, at klaksvíksgenturnar fáa gleði av Marjuni í nakrar vetrar afturat. At enda sigur hon læ- andi, at í hondbóltinum síggja vit jú, at Kári Mortensen framvegis heldur seg til í fremstu røð, so tað kann vera, at eisini Marjun Kalsø verð- ur við í spælinum við lætta hvíta bóltinum í nøkur ár afturat. SVEINUR TRÓNDARSON - Dysturin var eitt stórt vón- brot frá okkara síðu. Vit spældu ikki nær í námind av tí, sum vit kunnu spæla. Tá Mjølnir samstundis spældi skilagott, var tað uppiborið, at teir vunnu dystin. Tað er Klæmint Isaksen, sum spælir við Fleyr, sum, dagin eftir vónbrotið í stey- pakappingini, ger støðuna upp. Hann er fult og heilt greiður yvir, at lið hansara millum mannað var mett sum favorittur, og hann við- gongur eisini, at teir høvdu væntað at vunnið. Tað er nú ikki so løgið, ti Fleyr hevði, undan dystinum leygardag- in, ikki tapt ein einasta dyst í hesum kappingarárinum. Men soleiðis er tað nú eina- ferð við ítrótti. - Tað er kanska eisini tað einasta positiva við dyst- inum leygardagin, nevnliga, at tað ikki frammanundan ber til, at siga hvør fer at vinna, hóast annað liðið er greiður favorittur undan dystinum, sigur Klæmint Isaksen. Ov einfalt spæl Klæmint Isaksen er sjálv- sagt ikki nøgdur við, at Fleyr tapti finaluna leyg- ardagin, men hann dugir kortini væl at síggja orsøk- ina til, at teir ikki vunnu. - Spælið hjá okkum var ov einfalt. Vit fingu ikki ta breiddina í, sum vit plaga at hava, sigur Klæmint I- saksen. Og tað er nakað um tað hann sigur. Sermerkið hjá Fleyr hetta kappingarárið hevur verið góðar móttøkur, men tær vóru ikki nóg góðar leygardagin. Við tí fækk- aðust valmøguleikarnir hjá hevarunum, fyrst Jákup Williami og síðani Tummas Óla og samstundis gjørdist verjuspælið hjá Mjølnir lættari, og teir dugdu at gera sær dælt av hesum. Klæmint viðgongur, at tað ikki gjørdist lættari av at Jan spældi libero leygar- dagin, tí hóast hann var framúr góður í verjuspæl- inum, so var hann saknaður í álopsspælinum. Ótilvitað undirmeting Tað var Fleyr, sum var fa- vorittur leygardagin og tað - Eitt satt vónbrot Flogbóltur, menn: Klæmint Isaksen er sera vónbrotin av, at Fleyr ikki megnaði at vísa meir í steypafinaluni. – Vit eru sera vónbrotnir. Tað var uppiborið at Mjølnir vann, men vit góvu teimum ov lætt spæl smæðist Klæmint heldur ikki fyri at viðganga. Hann veit, at fólk flest høvdu rok- nað við, at teir fóru at vinna, av tí, at teir hava verið so langt frammanfyri hini lið- ini og tað hevur í síðsta end- a, kanska verið við til at gera teimum ónáðir. - Tað er ikki óhugsandi, at vit – ótilvitað – hava und- irmett teir, og tað vórðu vit revsaðir fyri. Vit spældu í- móti teimum seinasta viku- skiftið og spældu vit upp til tað, sum vit kunnu spæla, so rokni eg við, at vit høvdu vunnið. Men nú vunnu teir, og tað var uppiborið, sigur Klæmint Isaksen. Annars er Klæmint sera væl nøgdur við, at tað nú aftur finst ein steypakapp- ing. Hann heldur, at tiltakið var sera væl sett saman, og at tað er gott fyri flogbóltin, at sjónvarpið sendi frá fi- nalunum. - Flogbóltssambandið eigur eitt stórt herðaklapp fyri tiltakið, sigur Klæmint Isaksen. SVEINUR TRÓNDARSON Var Fleyr favorittur hjá monnum, so var Mjølnir tað ikki minni hjá kvinnum. Eins og Fleyr gjørdust tær meistarar fleiri umfør undan kappingarenda, og tí var ikki væntandi, at Dráttur fór at gera stórvegis um seg. - Vit spældu móti Mjøl- nir seinasta vikuskiftið, og tá so ikki so gott út. Vit taptu nokkso ruddiliga, men hesaferð høvdu vit lovað at berjast enn meira fyri sakini og tað gjørdu vit so, um enn vit so ikki komu í gongd fyrr enn í seinna hálvleiki, sigur Elisabeth Rasmussen, liðskipari hjá Drátti. Næsta ár verður tað Hatta eru nú einaferð treyt- irnar tá umstøðurnar eru sum tær eru. Dráttur hevur ongan venjara havt í seinastuni – hann mátti leggja frá sær av ymsum ávum, og tað sást eisini leygardagin, at tað mang- laði ein stýrandi persónur á beinkinum, sum kundi geva boð og vegleiðingar. Um Dráttur fer at hava venjara næsta ár vita tær ikki enn, men tær vita, at tað hevði verið nógv betri um so var. - Eitt annað, sum eisini spælir inn er, at vit hava fingið fleiri nýggjar leikarar inn á liðið í ár og tískil eru tær ikki spældar inn enn. Men kortini haldi eg, at tær, sum vóru á vøllinum komu rímiliga væl frá tí, sigur Elisabeth. Annars heldur Elisabeth, at Dráttur spældi ein hampuligan dyst, sum gav áskoðarunum nakað fyri peningin. - Tað var kanska ikki fyrr enn móti endanum, men fyri tað var talan um ein góðan dyst, sigur hon og vit kunnu ikki gera annað enn at geva henni rætt. - Men tað var rættvíst, at Mjølnir vann dystin, sigur hon. Miðverjan gevur trupulleikar Trupulleikin hjá Drátti leyg- ardagin var móttøkan og álopið, sum ikki var nóg avgerandi. Hetta er, sambært Elisabeth, ein tru- pulleiki, sum Dráttur hevur drigist við alt ár, tí tær hava ikki dugað nóg væl at avgera bóltarnar til sín fyrimun. - Tað síggja vit eisini í finaluni. Vit sláa nógvar bóltar yvirum, men vit »dre- pa« ikki bóltarnar. Mjøl- nirleikararnir fáa teir uppaftur og tá tær leypa á, eru tær nógv meira av- gjørdar, sigur Elisabth og peikar serliga á Margit Joensen og Tinu Jacobsen, sum tveir av Mjølnir leikarunum, sum Dráttur hevði trupulleikar av. - Og so var tað servin frá Marjun. Hon sleppur at serva ov nógvar bóltar á rað uttan at vit gera stórvegis við teir og tað er ikki nóg gott. Kortini er nakað at fara undir næsta kappingarár við. Nú hava tær brúkt hetta ári til at læra hvønn annan betri at kenna og næsta ár ætla tær so at satsa eitt sindur meira. - Men tað hevur verið ætlanin alla tíðina. Hetta árið skuldi brúkast til at fáa nýggjar leikarar innspældar og næsta ár fara vit at satsa meir, sigur hon. Eins og hinir leikararnir - Vit eru nøgdar hóast alt Flogbóltur, kvinnur: Liðskiparin hjá Drátti, Elisabeth Rasmussen sigur, at sjálvandi eru tær vónbrotnar av at tapa, men tær høvdu ikki roknað við øðrum. – Vit gjørdu okkara besta, og tað eru vit nøgdar við, sigur hon SVEINUR TRÓNDARSON Tað var góða lag á klaks- víkingum leygardagin og hava vit skilt tað rætt, so batnaði tað bara, sum kvøldið leið. Orsøkin var sjálvsagt tann, at fyrr um dagin vunnu bæði flogbólts- liðini hjá klaksvíkingum steypafinalurnar, so tað er einki at siga til, at lagið var gott. At menninir vunnu var enntá púra óvæntað, hóast teir sjálvirhøvdu vónað tað - Aftaná dystin seinasta vikuskiftið hildu vit, at vit høvdu ein møguleika og vit hava arbeitt málrættað fyri at vera so væl fyri, sum yvirhøvur tilber. Vit høvdu vónað at vunnið, men vit høvdu kanska ikki væntað tað kortini, so tað sigur seg sjálvt, at vit eru fegnir um úrslitið, sigur Trygvi Poul- sen. Uppiborið Tá vit biða Trygva taka sa- man um dystin sigur hann, at hann heldur, at tað var uppiborið at Mjølnir vann. - Vit vunnu bara tað eina settið, men vit spældu sera væl í teimum báðum avger- andi javnbrótarunum og tí Endiliga eydnaðist tað Flogbóltur, menn: Trygvi Poulsen, liðskipari hjá Mjølnir, er ovurfegin um, at tað endiliga eydnaðist teimum, at vinna á Fleyr. – Dysturin bjargaði árinum, sigur hann haldi eg, at tað var uppi- borið. Fleyr fekk ongantíð fótin fyri seg, sigur Trygvi. Hann sigur at høvuðs- orsøkin til, at Mjølnir vann var, at liðið hesaferð hevði ta neyðugu breiddina. -Umframt Borko, sum slóg meginpartin av bólt- unum í fyrra hálvleiki, so vóru serliga John, Jóannes og Hjalti sera væl við. Tað gjørdi, at Bogi hevði fleiri møguleikar í at velja, og tí gekk tað so væl, sum tað gjørdi, sigur Trygvi. Hann leggur afturat, at eftir teirra meting spældi John sín besta dyst á ár- inum, leygardagin. Tann øvugta verð Hinar dystirnar í ár, sum hesi bæði liðini hava spælt, hevur tað verið so, at Fleyr hevur verið omaná í øllum, men hesaferð fingu teir ongantíð fótin fyri seg. - Eg veit ikki, um nerv- arnir spældu teimum eitt puss, men tað er møguligt. Okkara spæl gjørdi teimum tað ikki lættari og tað er eitt beinleiðis úrslit av venjing- unum upp til finaluna. Ven- jarin hevur tosað nógv um skarpar servur og tað vísti Hjalti m. a. at hann hevur fangað. Hann hevði eina røð av sera góðum servum, og m. a. hevði við sær, at tað hesaferð var Fleyr, sum skuldi hálsa aftaná okkum, sigur Trygvi. Hóast leikararnir á Mjøl- nir liðnum ikki eru so gam- lir í garði, so merkti Trygvi ikki nervar á teimum leyg- ardagin. Teir vóru uppsettir upp á at vinna og vóru í so máta líkaglaðir við at dyst- urin var sjónvarpaður. - Og tað er eisini tann ø- vugta verð, tí fyri mær sá tað út til, at tað vóru teir, sum høvdu flestu nervarnar at dragast við, sigur Trygvi, sum saman við hinum leik- arunum fyrst ferð at hava ein steðg, og síðani fer undir at fyrireika seg til næsta kappingarár. Um tað verður við Borko Ilic sum venjara, er ilt at siga, men hann hevur í øll- um førum givið sær sjálvum eina framúrskarandi góða samráðingarstøðu, um tað er tað hann ynskir. er hon sera fegin um tiltakið í síni heild, og serliga fegin er hon um, at tað aftur varð spælt í høllini á Hálsi. - Gólvið er, eftir mínari meting sera gott at spæla á, so hasum eigur Flogbólts- sambandið at endurtaka næsta ár, sigur Elisabeth, sum eisini hóttir við at koma aftur at spæla finalu næsta ár.