Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 56 - 21. mars 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 56 - 21. mars 2000 Føroysku landsliðsspæla- rarnir í donskum fótbólti eru partar í einum øgiligum stríði, sum ikki bara snýr seg um stig og heiður. Pen- ingaligu upphæddirnar, sum standa upp á spæl, eru stórar. Um tað skuldi eydnast hjá Herfølge at vunnið DM, og um teir síðani sleppa upp í part í europeisku meista- rakappingini, so fara teir at vinna so nógvar milliónir, sum teir tilsaman higartil ikki hava vunnið. Og í donsku bløðunum í gjár var staðfest, hvat tað fer at kosta felagnum hjá Óla Johannesen, AGF, um teir tapa í botnstríðnum og komandi kappingarár skulu spæla í næstbestu deildini. Kostnaðurin verður sagdur at fara at verða 30 milliónir krónur, so tað eru ikki smá- vegis upphæddir. Óli hugdi at Tá upphæddin verður havd í huga, er tað ikki at undrast á, at smílini umframt hjá spælarunum eisini vóru stór á ábyrgdarmonnunum í AGF, sum sunnudagin vóru í Esbjerg. Óli Johannesen var ikki á liðnum hjá AGF. Hann var millum teir 6.796 á- skoðararnar, sum hugdu at. Sjálvandi fegnaðist føroy- ski landsliðsmaðurin um sigurin. Flestu áskoðararnir vón- aðu, at heimaliðið fór at vinna. Vónin var ikki heilt av leið, tí Esbjerg hevði frammanundan vunnið í Brøndby. Men tað gekk, sum tað ofta ger hjá veikum liði, ið frammanundan hev- ur vunnið stóran bita. Lenn- art Bak stútaði AGF fram- um stutt eftir steðgin, og hetta var einasta málið í góðveðrinum ítróttarpark- ini í Esbjerg. AGF sigurin hevði við sær, at Esbjerg datt niður á aftasta plássið. Tá hesi bæði liðini hittust í heyst, vann AGF. Øsing stóðst av, at dómarin, Knud Erik Fisker, var óheppin, tá eitt fríspark varð dømt. Esbjerg kærdi og vildi hava nýggjan dyst. Málið er nú hjá Dansk I- dræts Forbund, sum skal ta- ka støðu í málinum í dag. Fyri vánirnar hjá AGF at varðveita møguleikan at spæla í bestu deildini hevur tað stóran týdning, at teir fáa viðhald og harvið slepp- a undan nýggjum dysti og í staðin varðveita tey trý stig- ini, sum teir vunnu í heyst. Munurin nógv tódnaður Herfølge tapti toppdystin á heimavølli 2–0. Harvið Herfølge framvegis málleyst og stigaleyst JÁKUP MØRK Fyri einari viku síðani vóru kollfirðingar um at geva Neistanum ein skelk, tá teir í stórum pørtum av dystinum høvdu eitt sera gott tak á oddaliðnum. Tað ferðina skrædnaði ballónin tó, tá liðformað- urin og spælskiparin, Pet- ur Martin Johansen, varð rikin av vølli. Reyða kortið hevði við sær, at Petur Martin ikki var við, tá kollfirðingar sunnudagin skuldu royna seg móti hoyvíkingum, og skuldi vísa seg at verða ein dyggur smeitur fyri kollfirðingar. H71 eisini skert Ikki tí, hoyvíkingar vóru eisini rættuliga skerdir, tí fleiri av teimum leika- rum, sum undanfarnu dystirnar hava mannað liðið, vóru ikki við, or- sakað av fótbóltsørind- um, men kortini mundi smeiturin vera dyggastur hjá kollfirðingum. Teir fingu nevnliga ongantíð glið á spælið, og hóast teir fyrsta hálvan tíman fylgdu væl við hoyvíkingum, so var alla tíðina sjónligt, at hoyvík- ingar høvdu góðan møg- uleika at vinna dystin. Fyrra umfarið megnað- u teir tó ongantíð at skræða seg rættuliga leysar, men beinanvegin, sum seinni hálvleikur byrjaði, lupu teir avstað. Eftir lítlari løtu høvdu teir vunnið seg seks mál fram um mótstøðumenn- inar, og hóast kollfirðing- ar megnaðu at minka na- kað um munin, so vóru teir ongantíð nær námind sigrinum, sum hevði tryggjað teimum fimta plássið á stigatalvuni. Nú er ístaðin brádliga líkt til, at hoyvíkingar kunnu vinna sær hetta plássið, tí hóast teir enn eru eitt stig aftan fyri koll- firðingar, so eiga teir ein dyst móti Tjaldrinum, og útlitini fyri sigri í hesum dysti mugu sigast at vera rættuliga góð. Týdningarleys pláss Bæði kollfirðingar og hoyvíkingar eru nú vísir í, at teir í øllum førum ikki enda á niðasta sess- inum á stigatalvuni. Týd- ningurin av hesum er tó mest av sálarligum slag, tí sum støðan er í løtuni, so hevur tað so at siga ongan týdning, um lið endar aftast ella ikki. Tað er nevnliga so- leiðis, at einki av teimum sjey liðunum í fyrstu deild kann flyta niður hetta kappingarárið. Ein- asta felag í aðru deild, sum ikki hevur lið í ov- astu deildini, er Stjørnan, og tá Klaksvíkingar liggja aftastir í sínari deild, ber sjálvsagt ikki til at flyta niður. Sjálvsagt ein harmulig støða, tí við hesum hvørv- ur samstundis tann spenningurin, sum eigur at vera í slíkum dystum. Dysturin í tølum Málskjúttar: H71: Eyðun Højgaard 10 (3), Halgir Dahl Olesen 7, Rene Dahl Olesen 3, Olaf Vestergaard 2, Tróndur Vatnhamar 2, Johnny Joensen 1 KÍF: Vagnur Johannesen 5, Eddie Joensen 4, Petur Martin Poulsen 3, Jákup Dam 2, Jónálvur Johan- nesen 2, Kristian Madsen 2, Hallur Hansen 1, Finn Heri Johannesen 1 Brotskøst: H71 3, KÍF 3 Útvísingar: H71 4, KÍF 2 Dómarar úr Tjaldur: Dánial Hansen og Kári Hansen Tvey stig til Hoyvíkina Hondbóltur: Uttan leikbannaða Petur Martin Johansen formáddur kollfirðingar sær lítið móti H71, sum nú hava møguleikan at vinna seg fram um kollfirðingar Superligan: Jákup Mikkelsen var einasti føroyingurin, sum spældi sunnudag- in, tá FCK málverjin tapti teirra dyst, og AGF við sigri í Esbjerg slapp úr botninum hevur úrtøkan hjá Jákupi Mikkelsen og teimum í teimum báðum dystunum eftir vetrarsteðgin verið soltin. Teir hava einki stig fingið, teir hava einki mál skorað, trý mál eru farin ígjøgnum, og nú er munurin aftur til Brøndby, sum aftur er næstfremst, tódnaður til trý stig. 7.356 áskoðarar vóru í Herfølge. Heimaliðið legði bragdliga fyri, men tað var skjótt, at trýstið linkaði, og tað var sjón fyri søgn, at teir í Brøndby høvdu bart skelkin frá 3–2 tapinum í- móti Esbjerg av sær. Miðskeiðis í 1. hálvleiki setti púra blanki svenski miðvallarin í vinstru, Matt- ias Jonsson, innaru síðuna á, eftir at Kim Daugaard hevði sneitt fleiri mótstøðu- menn burtur av sær. Bara eina lítla løtu aftaná var um reppið, at Brøndby økti, men Jákup Mikkelsen stór- bjargaði, og føroyski lands- liðsmálverjin var fleiri að- rar ferðir noyddur at vísa sítt kynstur. Í 2. hálvleiki noyddist Herfølge at flyta fólkið longri fram á vøllin. Á tí- maslagnum høvdu teir ein góðan møguleika at javna, men bólturin fór skeivu megin stólparótina. Vete- ranurin Bent Christensen varð skiftur inn í álopið hjá Brøndby, og eitt korter fyri leiklok staðfesti hann sig- urin, eftir at bólturin var komin innfyri. John Faxe Jensen vildi ikki seta seg sjálvan inn í stríðið móti gomlu liðfe- løgunum fyrrenn eitt korter var eftir. Todi framvegis skaddur Størsta áskoðaratalið sunnudagin var í Parkini, har FCK klossaði øll stigini burtur móti grannunum úr AB. FCK málverjin, Mi- chael Stensgaard, man leingi fara at hava marruna eftir hetta avrikið. Todi Jónsson er framveg- is so mikið plágaður av lið- bandsskaðanum í knænum, at hann fær ikki spælt. Todi var millum teir 16.397 á- skoðararnar, sum í góða danska várveðrinum hugdu at. Longu í 3. minutti sóu teir, at FCK málverjin klossaði í sambandi við inn- legg eftir hornaspark. Ni- clas Jensen javnaði eftir hálvan tíma. Hann smoygdi sær framvið fleiri í vinstra borði, og tá hann sendi móti málinum, hjálpti ein ver- juspælari til at fáa bóltin um strikuna. FCK var sannførandi síð- sta hálva tíman av fyrra um- farinum, men teir fingu ikki fleiri mál, og tað mundi kennast sum køld pøs í andlitið, at AB skoraði, tá fimm minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki. Jan Michaelsen royndi seg úr 30 metrum, og FCK málverjin rakti ikki bóltin, tá hann royndi at verja fyri. Í 2. hálvleiki fór luftin úr FCK. AB sigurin hevur við sær, at teir nú eru fimm stig frammanfyri FCK, sum bara hevur fingið eitt stig í vár og framvegis er á átt- anda plássinum, sum teir hildu vetrarfrí á. Tað er ikki heilt greitt enn, um tað fer at eydnast, men í FCK vóna teir, at To- di Jónsson verður tøkur, tá teir komandi vikurnar skulu spæla í Jyllandi tvær ferðir. Fyrst skulu teir til Vejle, og síðani skulu teir spæla í Sil- keborg. Komandi vikuskifti skal Herfølge spæla á útivølli ímóti AGF. JH vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Herfølge 20 11 - 4 - 5 32 26 6 37 2 Brøndby 20 10 - 4 - 6 35 22 13 34 3 Lyngby 20 10 - 2 - 8 31 28 3 32 4 Viborg 20 9 - 5 - 6 27 26 1 32 5 Silkeborg19 8 - 6 - 5 35 18 17 30 6 AB 20 8 - 6 - 6 31 26 5 30 7 AaB 19 7 - 8 - 4 30 22 8 29 8 FCK 20 7 - 4 - 9 20 19 1 25 9 OB 20 4 - 8 - 8 16 26 -10 20 10 AGF 19 4 - 6 - 9 17 29 -12 18 11 Esbjerg 20 3 - 9 - 8 21 37 -16 18 12 Vejle 19 5 - 2 - 12 20 36 -16 17 Støðan, danska superligan Dystirnir hetta vikuskiftið:: Sunnudagin 19. mars Esbjerg-AGF 0-1 FCK-AB 1-2 Lyngby- Vejle 0-1 OB-Viborg 0-1 Herfølge-Brøndby 0-2 Mánadagin 20. mars Silkeborg-Aab (leiktur eftir evstamark) Dystirnir komandi vikuskiftið: Viborg-Esbjerg AGF-Herfølge Aab-OB AB-Silkeborg Vejle-FCK Brøndby-Lyngby CARL ELI NOLSØE SAMUELSEN FM fyri einstaklingar í ár verður skipað á ein øðrvísi hátt enn undanfarin ár. Fyr- sta broytingin er, at byrjað verður ein leygardag í staðin fyri fríggjakvøld, og síðsta umfar verður sum vanligt leygardagin, páska- aftan. Telvað verður sostatt í átta dagar. Sum nakað heilt nýtt er ætlanin at hava ein vete- ranbólk á páskum. Enda- málið við hesum bólki er at savnað teir tilkomnu og eld- ru telvararnar til at telva ein- a styttri kapping. Ætlanin er, at Veterankappingin verður telvd í tríggjar dagar, skír- ishósdag, langa fríggjadag og páskaaftan. Sostatt endar veterankappingin sam- stundis sum hinir bólkarnir. Luttakararnir telva tvey talv um dagin, har hugsunartíðin helst verður ein tíma í part til talvið. Nærri verður lýst um veteranbólkin. Eingin snarkapping er á skránni í ár. Ofta hevur tað verið striltið at savna telv- arnar aftur til snarkapping- ina, sum vanliga er 2. páskadag. Tí er avgjørt, at steypahandan og endabrest- ur verður páskaaftan eftir síðsta umfar. FM í snartalvi verður tó ikki lagt til viks, tí ætlanin er at hava kappingina út í- móti sumri. Landsliðsbólkurin Tey seinastu árini hevur landsliðsbólkurin verið sterkur, og í ár verður eisini roynt at fáa allar topptelv- ararnar við í bólkin. Greitt er longu, at John Arni Nils- sen verður ikki at síggja á Oyrarbakka ár, men Heini Olsen hevur játtað at vera við. Altjóða meistarin John Rødgaard verður væntandi eisini við. Flóvin Tór Næs kemur beinleiðis úr kapping í Ís- FM verður á Oyrarbakka Talv: Fyrsta FM í nýggju øldini verður í døgunum 15 - 22. apríl á Oyrarbakka. Talvfelgið Rókur og Talvsamband Føroya samskipa tiltakið, sum verður í Eydnuni. landi og fær verið við. Rani Nolsøe, Ólavur Sim- onsen og Eyðun Nolsøe verða somuleiðis við, so tal- an verður um ein sera sterk- an hóp. Ivasamt er enn, um Jens Kristian Hansen, Rógvi Rasmussen og Tor- bjørn Thomsen hætta sær við, men aðrir sterkir telv- arar lúra beint aftan fyri teir. Sum sagt eru átta dagar til at avgreiða kappingina, og níggju umfør skulu telv- ast. Tað vil siga, at tann eina dagin verða telvd tvey talv. Hetta verður tó bert gald- andi fyri landsliðsbólkin. Opin bólkur og unglingar Eingin 2. bólkur verður í ár, men ein opin bólkur verður í staðin. Nú ert bert at vóna, at teir, sum akkurát verða ov stuttir til landsliðsbólkin, ikki set- ast aftur, men fara at luttaka í opna bólkinum. Unglingarnir Martin Tá tað komandi vikuskifti verður farið undir bólka- spælið í kappingini um løg- manssteypið verða tað 2. deildarliðini hjá ÍF og TB, sum vera við í kappingini saman við teimum tíggju liðunum í bestu deildini. Hesi bæði 2. deildar liðini hava verið mett millum mest uppløgdu evnini at telvast um uppflyting í best- u deildini. Hvørki á Tvøroyri ella í Fuglafirði munnu teir rokna við, at teirra lið hevur nak- ran serligan møguleika at røkka so ógvuliga langt í steypakappingini. Men kortini hevur tað stóran týd- ning fyri liðini at vera kom- in í bólkaspælið: – Vit hava vant síðani miðskeiðis í januar, men undan vikuskiftinum høvdu vit bara spælt tríggjar ven- jingardystir. Tá tú ert á Tvøroyri, og tvey av hinum trimum liðunum í oynni næstu vikurnar fara at spæla nógv í steypakappingini, so sigur tað seg sjálvt, at tað hevði verið torført at fingið avtalur um venjingardystir CARL ELI NOLSØE SAMUELSEN Flóvin Tór Næs fekk hálvt fimta stig av níggju møguligum í kapping í Ungarn her- fyri. Sjey av teimum tíggju talvunum hjá Flóvini endaðu jøvn. Føroyski telvarin var styrkismettur sum nummar átta av tíggju telvarum, men endaði á fjórða plássi. Hetta má metast at vera væl klárað. Talvstubbi Poulsen, Hans Kristian Si- monsen, Ingolf Gaard og Olaf Berg fara væntandi at luttaka í hesum bólki. Teir eru vorðnir alt ov sterkir til unglingabólkin, og spur- ningurin er, um teir ikki eis- ini eru ov sterkir til opna bólkin. Sum nakað nýtt verða telvd átta umfør í opna bólkinum. Unglingabólkurin hevur altíð verið væl umboðaður, og tilfarið í ár er eisini gott. FM fyri einstaklingar verður í Oyrabakka Tí kunnu væntast nógvar unglingar í ár. Átta umfør verða somuleiðis telvd í unglingadeildini. Lýst verður nærri í bløð- unum, hvussu telvararnir kunnu tekna seg til kapp- ingina. Í skrivandi løtu er ikki heilt greitt, um tekning- in eisini fer fram beinleiðis um internetið. Men nærri fæst at vita um tað. ÍF og TB halda fram Løgmanssteypið: Allir tríggir dystirnir í vikuskiftinum endaðu við 2–0 sigrum hjá okkum. Tí er tað kær- komið, at bólkaspælið í steypakappingini so at siga ber okkum seks venjing- ardystir upp í føvningin. Hetta sigur Lynge Niel- sen, nýggi danski venjarin hjá TB, sum ikki er ókendur í Føroyum og serliga ikki í Suðuroy. Hann hevur áður verið venjari hjá Royn. Ta ferðina var hann spælandi venjari, men nú tekur hann ikki lut inni á vøllinum. TB–EB/Streymur 2–0 Upprunaliga var ætlanin, at TB og EB/Streymur skuldu spæla næstsíðsta vikuskifti, men so varð avgjørt at út- seta til fríggjakvøldið. Bergur Magnussen er venjari hjá teimum í Sund- alagnum, og í fyrstu týd- ningarmiklu royndini í hes- um kappingarárinum tapti liðið hjá honum 2–0. Tapið hevði við sær, at EB/ Streymur fer ikki at halda fram í steypakappingini, men tað skal neyvan leggj- ast stórvegis í avrikið á Sev- mýri. Gestirnir komu so mikið seint suður, at Frits Poulsen hevði ikki møguleika at bríksla fyrstu ferð fyrrenn klokkan var 21.15. Líkind- ini vóru góð, men spælið var einki at reypa av. Alt ov nógv gekk fyri seg á mið- vøllinum, har tað var trongligt, og óneyvu send- ingarnar vóru nógvar. Longu í 3. minutti setti TB miðvallarin Jón Tórður Holm hol á við rimmar frí- sparki úr 21 metrum. Ferðin var einki at reypa av, men TB var leikliga omaná, og tíggju minuttir eftir steðgin staðfesti álopsmaðurin Dan Mortensen sigurin, tá hann úr 16 metrum í vinstru sendi flatt í handara hornið. TB–LÍF 2–0 Sunnudagin hevði TB vit- jan av leirvíkingum. Spælið var betri, enn tað hevði ver- ið fríggjakvøldið, men leir- víkingar, sum ikki høvdu venjaran suður við, hava onkuntíð verið betri fyri, enn teir vóru sunnudagin. TB hevði fleiri upplagdar møguleikar í 1. hálvleiki, men Trygvi Olsen vardi LÍF málið væl. Í 2. hálvleiki fekk miðverjin André Dal- foss eitt mál beinanvegin. Vindurin spældi við, og hornasparkið úr høgru fór beinleiðis í málið. LÍF hev- ði okkurt snarálopið, sum teir vóru vandamiklir í, og ta einu ferðina fór bólturin í stólpan aftanfyri Magna Hentze í TB málinum. Seks minuttir fyri leiklok økti Hallur Christiansen. Ungi maðurin hevði verið tíggju minuttir á vøllinum, tá hann eftir innlegg úr høg- ru sneiddi ein av og skoraði. Millum mest eyðsýnu TB spælararnar bæði fríggja- kvøldið og sunnudagin var 16 ára gamli miðvallarin Bárður Dimon. Tað eru góðir møguleikar fyri, at meiri fer at verða at frætta um hansara fótbóltsdygdir í komandi tíðum. LÍF eigur onga framtíð í kappingini um løgmans- steypið á hesum sinni. Einki skal takast frá TB, men leirvíkingar tóktust sunnu- dagin ikki at hava lagt stórvegis í at fyrireika seg til steypadystin. Royn–ÍF 0–2 Í síðstu viku nevndu vit, at hesin dysturin fór at verða spældur á Tvøroyri ella í Vági. Fyrri møguleikin datt burtur, tá TB fríggjakvøldið vann á EB/Streymi. Ætlanin var, at tað skuldi spælast í Vági, men veð- urlíkindini á Vágseiði vóru ikki góð sunnudagin. Ættin var ikki so mein í Sumba, og tað var orsøkin til, at Royn og ÍF spældu á Kross- inum. ÍF hevði undanvind í 1. hálvleiki. Rúni Petersen, sum rættuliga tykist hava fingið luft undir veingirnar í álopinum, setti hol á, tá eitt lítið korter var farið, og miðvallarin í vinstru, Ken Bærendsen, økti til 2–2, tá tíggju minuttir restaðu av fyrra umfarinum. Royn hevði Bjarna á Hó- lalagi í málinum. Hann var- di væl, men tá seinna málið kom, fangaðu fuglfirðingar bóltin eftir útspæl frá mál- verjanum. At hvalbingar ikki tóktust vera serliga væl fyri sást t. d. aftur í, at teir bara høvdu ein spælara á beinkinum. JH Løgmanssteypið Seinna innleiðandi umfarið Fríggjadagin 17. mars TB–EB/Streymur 2–0 (1–0) 1–0: Jón Tórður Holm 3. 2–0: Dan Mortensen 55. Dómari: Frits Poulsen Sunnudagin 19. mars TB–LÍF 2–0 (0–0) 1–0: André Dalfoss 46. 2–0: Hallur Christiansen 84. Dómari: Jens Petur Bratta- líð Royn–ÍF 0–2 (0–2) 0–1: Rúni Petersen 12. 0–2: Ken Bærendsen 35. Dómari: Frits Poulsen Bólkaspælið Bólkur 1 Sunnudagin 26. mars VB–KÍ og NSÍ–Sumba Sunnudagin 2. apríl Sumba–KÍ og VB–NSÍ Bólkur 2 Sunnudagin 26. mars ÍF–B36 og B68–B71 Sunnudagin 2. apríl B36–B71 og ÍF–B68 Bólkur 3 Sunnudagin 26. mars TB–GÍ og FS Vágar–HB Sunnudagin 2. apríl GÍ–HB og TB–FS Vágar