Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 56 - 21. mars 2000 22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 56 - 21. mars 2000 Kyndil setti met Hondbóltur: Kyndil vann við heili 24 málum á Tjaldur, tá liðini bæði hittust í Runavíkini, og hetta er størsti sigurin í bestu mansdeildini hetta kappingar- árið JÁKUP MØRK Ikki kann sigast, at nakar spenningur var um úrslitið, tá besta mansliðið hjá Kyndli sunnudagin var í Runavík á vitjan. Heldur var talan um gera dystin burtur av sær, tí satt at siga, so hevði kyndils- liðið einki at spæla fyri, nú allar vónir um heiðursmerki hetta kappingarárið eru far- nar fyri skeyti. Metsigur At dysturin so kortini end- aði við einum metsigri komst í stóran mun av, at tað var eitt tjaldurslið, sum var sera hart rakt av avboð- um, sum kom á vøllin sunnudagin. Í mun til dystin moti StÍF fyri góðari viku síðani var so at siga alt liðið skift út. Tummas Magnussen og Ragnar Hansen fingu reyða kortið í tí dystinum, og vóru tískil leikbannaðir hesu ferð, og leikandi venjarin, Sverri Justinussen var staddur uttanlanda í full- veldisørindum. Harumframt noyddust bæði Mortan Hansen og Suni Fríði Johannesen at geva avboð til dystin, og tá hópurin ikki er serliga breiður, er hetta nakað sum merkist. Kyndilsleikararnir kundu sostatt taka sær rættuliga av løttum í dystinum, og so at siga allir leikararnir fingu høvi at vísa síni evni. Tjaldur eigur bæði metini Runavíkingar hava sostatt ivasama heiðurin av at eiga størsta tapið hjá bæði monn- um og kvinnum. Tá kvinnurnar fyrr í ár vitjaðu í Vestmanna máttu tær leggja rygg til størsta tapið í kvinnudeildini, tá tær taptu 32-9, altso við 23 málum. Merkisvert er kanska, at hóast talan gjørdist um slík- an stórsigur, so var eingin leikari á kyndilsliðnum, sum gjørdi serliga nógv um seg við málskjótingini, men hetta hevur sum so eisini verið styrkin hjá grøna havnarliðnum hetta kapp- ingarárið, nevnliga at eingin leikari heur altavgerandi týdning fyri liðið. Hinvegin hevur hetta kanska eisini merkt liðið ne- gativt, við tað at teir ikki hava havt leikaran, sum ein- samallur kann avgera ein dyst, ella sum skjýtur eini 8-10 mál í hvørjum dysti. Slíkar leikarar hava VÍF, Neistin og StÍF, og kanska hevur hetta verið munurin á liðunum hetta kapping- arárið. Dysturin í tølum: Málskjúttar: Tjaldur: Arnfinn Langgard 3, Bergur Djurhuus 3, Dan Lamhauge 2, Áki Hansen 2, Jónstein Petersen 1 Kyndil: Høgni Klein 7, Rúni Poulsen 6, Uni War- vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 9 8 - 0 - 1 545 426 119 25 2 Neistin 8 6 - 0 - 2 384 378 6 17 3 Kyndil 9 4 - 1 - 4 443 395 48 16 4 VÍF 9 4 - 1 - 4 463 437 26 16 5 VB 9 3 - 0 - 6 485 489 -4 10 6 Tjaldur 8 0 - 0 - 8 315 510 -195 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 10 10 - 0 - 0 645 543 102 29 2 VÍF 10 8 - 0 - 2 638 498 140 27 3 StÍF 10 7 - 0 - 3 641 542 99 25 4 Kyndil 10 6 - 0 - 4 623 528 95 19 5 KÍF 11 3 - 0 - 8 512 654 -142 7 6 H71 11 2 - 0 - 9 537 653 -116 6 7 Tjaldur 10 0 - 0 - 10 515 693 -178 3 Støðan 1. deild kvinnur Støðan 1. deild menn Stíf hevur tikið liðið úr kappingini Ioana Rápa VÍF 163 (47) Regina Rádó VB 146 (42) Lotte Sørensen Kyndil 139 (58) Vesna Tomajek Stjørnan133 (54) Jacklin Durhuus VÍF 96 (7) Sunrid Gleðisheygg Tjaldur 94 (25) Inga F. Danberg Neistin 88 (21) Arnleyð Krosslá VB 86 Simona Hansen Stjørnan 86 (8) Andrijana Milodanovic Stjørnan 83 (2) Gurið Mortensen VB 82 (3) Annika Ljósstein Stjørnan 78 (17) Katrin á Neystabø Neistin 77 (25) Ann Hansen Kyndil 74 (12) Jórun Ludvig Kyndil 72 (1) Heini Joensen Neistin 166 (35) Sámal Joensen VÍF 165 (30) Áki Olsen Neistin 164 (23) John Petersen StÍF 149 (46) Artur Johansen StÍF 145 (34) Ingi Olsen VÍF 124 (12) Jakob Jónsson Kyndil 122 (15) Petur Martin Johansen KÍF 114 (39) Sverri Justinussen Tjaldur 113 (24) Bjarni Wardum Kyndil 111 (24) Halgir D. Olesen H71 108 (7) Petur Martin Poulsen KÍF 94 (9) Vagnur Johannesen KÍF 91 0 Suni F. Johannesen Tjaldur 84 (20) Hans Á. D. ChristiansenKyndil 83 (15) Máltindurin 1. deild kvinnur 1. deild menn Heini Joensen er nú besti málskjútti hjá monnunum, men bert eitt mál skilir tríggjar teir ovastu dum 6 (1), Bjarni Wardum 5, Jacob Jónsson 4 (1), Niels Viggo Niclassen 3 (1), Hans Áki Dahl Christiansen 3 (1), Lars Winther 1 (1) Brotskøst: Tjaldur 1, Kyndil 6 Útvísingar: Tjaldur 4 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Krist- ian Johansen Størstu sigrarnir hetta kappingarárið 1. deild kvinnur 1. deild menn 23. januar 2000: VÍF-Tjaldur 32-9 (23 mál) 12. desember 1999: Tjaldur-VB 17-37 (20 mál) 11. mars 2000: Tjaldur-VB 15-34 (19 mál) 19. mars 2000: Tjaldur-Kyndil 11-35 (24 mál) 17. november 1999: KÍF-StÍF 21-39 (18 mál) 5. januar 2000: VÍF-H71 35-19 (16 mál) Hóast tað ikki verða nøkur heiðursmerki í landskappingini til mansliðið hjá Kyndli hetta kappingarárið, so hava teir fingið nakrar trivaligar sigrar kortini Viðmerking: Víst verður til uppskotið, sum Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður, hevur lagt fram á ting um fiskivinnuráð, og sum skal koma til 1. viðgerð í dag. Uppskotið er sum so ikki so galið og kundi væl verið brúkt sum grundarlag fyri samskifti millum landsstýri og vinnu. Men tað er óneyðugt at siga, at eitt fiskivnnuráð hevur bert týdning, um fiskimálastýrið veruliga hevur áhuga fyri einum slík- um samskifti. Men her eru royndirnar stak vánaligar. Viðferðin sum Føroya Fiskimannafelag hevur fingið frá fiskimálastýrinum bendir ikki á nakran hátt á nakran vilja til samskifti, soleiðis sum tað væl og virðiliga er greitt frá í blaðn- um hjá felagnum. Vit skulu bert taka aftur í aftur, at fiskimálastýrið nú í meira enn 100 dagar í stríð við heilt greiða lógarreglu ikki hevur svarað til okkara umbøn um innlit í málið um yrkisráðið hjá lønjavningar- grunninum. Endamálið við hesi umbøn er at fáa greiðu á tí leikluti sum fiskivinnu- umsitingin, John Petersen, landsstýrismaður og Ann- finn Kallsberg, løgmaður, hava havt í hesum máli go skal hetta so nýtast til at meta um leilutin hjá vinnu- nevndini og landsstýris- málanevndini í hesum máli. Umframt hetta er felagið strikað á postlistanum hjá stýrinum, burtursæð frá málum, sum hava samband við sjóvinnuumsitingina. Í málum viðvíkjandi inntøku- trygd fáa vit heilt konsekv- ent ikki svar uppá nakran fyrispurning, og tað uttan mun til um talan er um prin- sipiel mál ella reint prakt- iskir fyrispurningar. Tað er okkara avgjørda meting, at Fiskimannafelagið velur ongan lim Føroya Fiskimannafelag velur ongan lim í Fiskivinnuráðið fyrr enn felagið hevur fingið innlit, sigur felagið í tíðindaskrivið hetta er ein mannagongd, sum er í samsvar við »sign- alir« frá løgtinginum tess nevndum. Tí vilja vit boða tinginum frá, at Føroya Fiskimanna- felag fer ikki at seta val av limi í einum nýggjum fiski- vinnuráð á dagsskránna fyrr enn felagið hevur fingið eftirlíka sítt lógásetta krav um innlit í sakini um yrkis- ráðið og felagið hevur fing- ið møguleika at meta um tann »góða viljan« hjá landsstýrinum út frá tí, sum finst í hesum máli. Javnaðarflokkurin sigur seg vilja tað sama sum sam- gongan í sjálvstýrismálum, men allíkavæl hevur flokk- urin bert roynt at runnið undan og hevur roynt at forða fyri, at nakað skal henda. Um ikki annað, so kann flokkurin og formaður tess kanska vinna sær sess í Guinnes Book of Records, fyri flestar politiskar kú- vendingar og sjálvmótsagn- ir hjá nøkrum flokki í heiminum innan stytstu tíð. 1.Fyrst tosaðu tey um eina uppgerð við Danmark og eina íslendska loysn fyri valið. So søgdu tey seg taka undir við samgonguskjali- num um ríkisrættarligu broytingarnar. So atkvøddu tey ímóti uppskotinum hjá samgonguni, sum annars var ein íslendsk loysn. 2.So søgdu tey nei til semju, tá landsstýrið bjóð- aði til fundar — tey vildu ikki vera atkvøðuneyt. So vildu tey hava breiða semju allíkavæl. 3.So vóru tey ímóti mann- agongdini og atkvøddu eis- ini ímóti grundlógarnevnd- ini. Nú siga tey, at arbeiðið í grundlógarnevndini er sera týdningarmikið og áhuga- vert. 4.So góvu tey ein faldara út, har tey søgdu seg hava somu mál sum landsstýrið. So vóru tey ímóti málinum allíkavæl. 5.So vóru tey ímóti Hvítubók. So bíðaðu tey bara eftir Hvítubók. So var Hvítabók ikki kvalifiserað og eitt makkverk. So var Hvítabók knappliga gott prógv fyri, at teirra uppskot er tað besta. 6.So var tað ongin trupul- leiki at broyta donsku grundlógina. So var tað knappliga ikki neyðugt at broyta grundlógina, tí tað var ov trupult. 7.So var tað neyðugt at fáa serfrøðingar at granska jur- idisku trupulleikarnar. So var tað knappliga ikki neyð- ugt at tosa um jura — alt bar til. 8.So læsti flokkurin seg ikki fastan í sovorðið fjas sum fullveldi ella ríkiseind. Tað vóru bert tjóðveldis- og sambandsflokkurin, sum vóru fundamentalistiskir. So var knappliga ríkisfel- agsskapurin (sum ongin veit hvat er) tað avgerandi, fund- amentala markið fyri javn- aðarflokkin — júst sum hjá sambandsflokkinum. 9.Í sínum faldara søgdu tey øllum Føroya fólki, at blokkurin skal minkast burt- ur. Síðani hava tey sagt, at tað verður neyð og elendig- heit, um blokkurin minkar. 10. So kundi teirra uppskot geva føroyingum alt — eis- ini eitt flagg hjá ST í New York. So kundi teirra upp- skot allíkavæl ikki geva tað, og so var flaggstongin slett- is ikki neyðug longur. 11. So vildu tey hava, at alt løgtingið var við í arbeið- inum, og at fundir vóru við andstøðuna. So fingu tey sín vilja. Fyrst vóru kaffifund- irnir góðir, har tey vóru kunnað um alt og skiltu allar ætlanirnar hjá landsstýrinum. So vistu tey knappliga onki um, hvat landsstýrið vil. 12. So var uttanlandsnevnd- in ikki góð nokk. So var hon góð nokk allíkavæl. 13. So var tað sera týdning- armikið at kaffifundirnir vóru í trúnaði og onki varð sagt fyri ikki at órógva politisku prosessina. So var tað øgiliga neyðugt, at við- gerðin í uttanlandsnevndini ikki var í trúnaði. 14. So søgdu tey, at lands- stýrið brúkti ov nógva orku uppá at upplýsa um sínar ætlanir. Tað var propaganda og landsstýrið fór bara eftir málinum. Nú siga tey, at landsstýrið roynir at fjala og dylja málið og ongin veit, hvat landsstýrið vil. 15. So var sambands- flokkurin steinrunnin. Og fólkaflokkurin var størsta hóttanin fyri samfelagið. So eru tey knappliga mest samd við júst hesar flokkar og vildu hava breiða semju við teir — ja, serliga Óli Breckman og Bjarni Djur- holm eru nærum einglar, siga javnaðarfólk á tingsins røðarapalli dagliga. 16. Fyrst vóru danska stjórnin og Poul Nyrup Ras- mussen svikarar móti Før- oya fólki. Nú eru stjórnin og donsku sosialdemokrat- arnir knappliga trygdin fyri framtíðini og vælferðini hjá føroyingum. Og nú biður formaðurin í javnaðarflokk- inum beinleiðis donsku stjórnina um at leggja seg út í føroyska orðaskiftið. 17. So skulu vit hava breiðar semjur í Føroyum. So fer formaður javnaðarfloksins til Danmarkar at fortelja fyri bæði donskum politikarum og útlendskum ambassadør- um, at ætlanin hjá landsstýr- inum ikki er góð; men eitt mótsigandi javnaðarupp- skot er nógv betri fyri fram- tíð føroyinga. 18. So segði javnaðarflokk- urin seg hava eina greiða støðu í ríkisrættarliga máli- num. So kundi flokkurin knappliga ikki taka støðu, tí tey vistu ov lítið um mál- ið. 19.So skuldi semjan roynast í uttanlandsnevndini. So hildu tey landsfund, áðrenn málið varð liðugt viðgjørt í nevndini. 20. So skuldu tey skriva álit í uttanlandsnevndini saman við sambandsflokkinum. So skuldu tey ikki allíkavæl skriva álit saman við sam- bandsflokkinum. So skriv- aðu tey allíkavæl álit saman við sambandsflokkinum. 21. So forlangaði formað- urin í javnaðarflokkinum, at Caragata-álitið skuldi til að- alorðaskiftis. So var tað onki vert allíkavæl at hava aðalorðaskiftir. 22. So var tað alneyðugt at taka andstøðuna við og ikki bert gera alt til samgongu- mál. So rýmdu tey úr tingi- num, tí samgongan ikki var samd. 23. So var landsstýrið ó- demokratiskt í síni fram- ferð. So hevði landsstýrið knappliga fylgt øllum dem- okratiskum spælireglum til fulnar. 24. So vóru veljarakanning- arnar óalítandi og settu ov fáar og nýggjar spurningar sum ikki kundu samanber- ast. So vóru tær álítandi ál- líkavæl. Og so allíkavæl ikki, tí ov nógvir spurningar vórðu settir. Og so allíkavæl álítandi, tá heilt nýggir spurningar vórðu settir, sum ikki kundu samanberast. 25. So var neyðugt at melda avgjørt út: Javnaðarflokk- urin setti sítt avgjørda mark við ríkisfelagsskapin. So viðgingu tey, at ongin veit, hvar tað markið var, men at tað skulu tey nokk fortelja, tá samráðingarnar eru lidnar — og tað verður teirra def- inisjón, sum tey tá finna, ið er avgerandi. Segði nakar, at semja skuldi finnast? 26. Í faldara floksins varð sagt, at evsta vald í Føroy- um skuldi liggja hjá Føroya Løgtingi, at Føroyar og Danmark skulu gera ein samveldissáttmála millum tvey sjálvstøðug lond og at ríkisstuðulin skuldi minka burtur. Samgongan segði, at hetta er í fínasta lagi. Nú skal Føroya Løgting bert vera evsta vald í yvirtiknum málsøkjum, Føroyar og Danmark skulu vera í ríkis- felagsskapi millum tvær sjálvstøðugar tjóðir — ikki lond — og ongin ríkisstuðul skal minka. Hvør er nú munurin til sambandsflokk- in? 27. Í faldaranum stóð á fyrstu síðu, at ongin er betur førur fyri at taka avgerðir 29 kúvendingar og sjálvmótsagnir Prognosa 13 røtt: 105.740,- kr. 12 røtt: 1.976,- kr. 11 røtt: 192,- kr. 10 røtt: 83,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum –––––––––––––––––––––––––– 1. Coventry–Bradford 1 2. Derby–Liverpool 2 3. Leicester–Manchester U. 2 –––––––––––––––––––––––––– 4. Southampton–Aston Villa 1 5. Sunderland–MiddlesbroughX 6. Watford–Sheffield W. 1 –––––––––––––––––––––––––– 7. West Ham–Chelsea X 8. Birmingham–Barnsley 1 9. Fulham–Blackburn X –––––––––––––––––––––––––– 10. Grimsby–Bolton 2 11. Nottingham F.–Tranmere X 12. Walsall–Queebs Park R. 2 13. West Bromw.–Huddersfield 2 –––––––––––––––––––––––––– TIPS 13 úrslit Vika 11 18.–20. mars Vika 11 – 19. mars –––––––––––––––––––––––––– Vinnaratøl: 01 - 04 - 07 - 09 - 10 - 12 - 14 - 16 - 17 - 18 - 19 - 21 12 í sama punti: 172.354,- kr. 11 í sama punti: 3.107,- kr. 10 í sama punti: 98,- kr. 9 í sama punti: 24,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum Vika 11 – 18. mars –––––––––––––––––––––––––– Vinnaratøl: 05 - 09 - 18 - 19 - 25 - 27 - 28 Eykatøl: 07 - 20 7 vinnaratøl: 1.382.582,- kr. 6 vinnarat.+1 eykat.: 43.920,- kr. 6 vinnaratøl: 3.448,- kr. 5 vinnaratøl: 129,- kr. 4 vinnaratøl: 32,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum Prognosa 12 røtt: 83.495,- kr. 11 røtt: 6.797,- kr. 10 røtt: 593,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum –––––––––––––––––––––––––– 1. Esbjerg–AGF 2 2. FC København–AB 2 3. Herfølge–Brøndby 2 –––––––––––––––––––––––––– 4. Lyngby FC–Vejle 2 5. OB–Viborg 2 6. B 93–Haderslev 1 –––––––––––––––––––––––––– 7. FC Midtjylland–B 1909 1 8. Horsens–Fremad Amager 1 9. Randers freja–Køge X –––––––––––––––––––––––––– 10. Svendborg–FC Aarhus 2 11. Ølstykke–Frem X 12. Skive–Aalborg Chang 2 –––––––––––––––––––––––––– TIPS 12 úrslit Vika 11 18.–20. mars Vika 11 – 18. mars –––––––––––––––––––––––––– Jokaratal: 3-9-6-8-4-6-5 7 røtt: Eingin vinnari 6 aftastu røtt: 486.876,- kr. 5 aftastu røtt: 40.600,- kr. 4 aftastu røtt: 2.619- kr. 3 aftastu røtt: 267,- kr. 2 aftastu røtt: 52,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum um føroysk viðurskifti, enn føroyingar sjálvir. Síðani heittu tey beinleiðis á danskar politikarar og donsku stjórnina um at taka avgerðina fyri føroyingar — tí tað máttu teir jú hava rætt til. 28. So var Frederik Harhoff eitt sannleiksvitini uppá, at uppskot javnaðarfloksins var í lagi. So segði hann hetta vera møsn — og tá var hann knappliga óálítandi. 29. So var fullveldisætlan samgongunnar merkt av droymaríi og var ikki nóg realistisk — onki av hesum bar til. So bar knappliga alt til við javnaðaruppskotinum — tí vit kundu í felag við Danmark skapa nakað nýtt, sum ongantíð var sætt fyrr, og máttu ikki lata okkum støðga av juridiskum og politiskum forðingum. Hetta vóru bert nakrar av kúvendingunum, sum eg kom at hugsa um. Ivaleyst eru tær nógv fleiri, og rek- ordlistin er neyvan liðugur enn. Fólk kunnu sjálvi fylla hann út so hvørt. Kanska skuldu vit gjørt eina kapping um, hvør finnur flest sjálvmótsagnir og kú- vendingar hjá javnaðar- flokkinum? Vinnarin kann so fáa tann heiður at gera av, hvørja meining javnað- arflokkurin skal broyta í næstu viku. Dia Ellindsson Tjóðveldismaður Runavík