Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mars 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 45 - 6. mars 2002 Nr. 45 - 6. mars 2002 13 Signar P. Heinesen Val er í hondum og vit, sum skulu velja, gera okkum so smátt til at meta um, hvat kom burturúr hesum val- skeiðinum, og hvat vit vilja skal henda í tí komandi. Vit eru borgarar í tí lítla partinum av heiminum, sum hava demokratisk rætt- indi. Við søguligum eygum eru hesi demokratisku rætt- indi eisini so nýggj, at vit enn gera rætt í at handfara hesi rættindi sum tað, ið kann gleppa okkum av hondum. Veljarin hevur tí onga umbering fyri ikki at røkja hesi rættindi eftir førimuni. Løgtingsvalið er mest týð- andi stakhending í demo- kratisku skipanini, og er tað tí góður demokratiskur sið- ur, at tann einstaki veljarin gevur sær stundir til at hugsa seg um, minna seg á tað, sum farið er og líta framyvir - hvar vil eg geva mítt demokratiska íkast? Hetta valskeiðið At sjálvstýrið føroya fólks hevur myndað yvirskriftir og røður hetta valskeiðið, er einki nýtt. Hóast nógv rok av ymsum slagi, so eru tey ítøkiligu úrslitini til at yvirskoða. Vit eru ikki nærri eini politiskari niður- støðu í málinum, har nakar greiður meiriluti av Føroya fólki er fyri ella ímóti at taka sjálvstýri innanfyri eitt ásett áramál, hóast væl tey flestu helst kundu hugsað sær eitt sindur víðari ræsur. Onkur roynir at ugga seg við, at ein sjálvstýrispro- sess er farin á glið og steðgast ikki aftur. Men veruleikin er, at tann helvt- in av løgtinginum, sum argumenterar við skatta- pengunum hjá donsku frú Jensen, er eisini fólkavald. Mentunarliga var støðan ikki serliga góð, tá ið hend- an samgongan tók við. Men hendan samgongan hevur ikki bøtt um støðuna - heldur hinvegin. Í atgerðar- loysi vegna tað eina málið fyri framman var hugsað ov lítið um mentunarligu fylgjurnar av øðrum mál- um, sum ofta koma undir heitið ‘smámál’. Sum eitt lítið innskot kann nevnast, at framtíðargranskarar sjáldan brúka tíð uppá stórmálini - tað eru úrslit frá nøkrum av dagsins smámálum, sum koma at mynda stórmálini í morgin. Tað eru serliga tvey eyðkenni, sum eiga at ávara okkum, sum velja. Ósannindi Tað eina eyðkenni, sum eigur at ávara okkum velj- arar, eru tey ósannindi, sum oftari og oftari koma frá okkara ovastu politisku leiðslu. Verandi stýrisskipan er eitt tvíeggjað svørð, sum vit veljarar eiga at taka í fullum álvara. Hendan stýrisskipanin byggir á ta einu høvuðsfortreytina, at øll í almennum starvi, frá høgum til lágan, siga sum er og siga tað, sum er týð- andi í málinum. Er onkur, sum tilætlað smoykir sær uttanum hetta, so eigur tað at fáa avleiðingar alt fyri eitt. Verður hetta ikki tikið í álvara, so er okkara stýris- skipan ein einaræðisskipan. Endalyktin er tað totalitera. Hvussu ofta hava ikki bæði landsstýrismaður og hægstu embætisfólk hans- ara sagt beinleiðis ósatt ella borið mál soleiðis fram, at tann viðkomandi parturin tilætlaður er skúgvaður til viks? Dømið við einum av hægstu embætismonnum landsins, sum nú um dag- arnar var í fjølmiðlunum við ósannindum fyri aðru ferð í sama máli at kalla, stendur ikki einsamalt í so máta. Tað er tekin um eina undirmáaða mentan, at bæði landsstýri og løgting góðtaka ósannindi. Tann, sum brúkar ósann- indi í síni talu og ósanna atferð, hevur meldað seg sjálvan úr samskiftinum við onnur og lítið felags gagn er í tí, sum viðkomandi tekst við. Tann alment setti, sum brúkar ósannindi í síni talu og ósanna atferð, forðar harafturat veljaran- um í sínum politiska dómi og er tí sekur mótvegis einum av hornasteinunum í praktisku demokratisku skipanini. Ikki-politikkur Hitt eyðkennið í okkara stýring er vantandi evni og vilji til at gera tað politiska arbeiðið til lítar og grundað á hetta arbeiðið at fáa undirtøku fyri tí, sum verður avgjørt. Ein politisk avgerð, sum ikki hevur eina veruliga undirtøku, er ikki- politikkur, sum er trýstur ígjøgnum politiska formali- tetin, serliga tá ið talan er um bygnaðarmál. Slík mál hava ongan týdning í sær sjálvum, men eru avgerandi fyri hópin av øðrum mál- um. Kommunuskipanin er dømi um slíkt mál. Júst kommunuskipanin er eitt av dømunum, har tað politiska arbeiðið so at siga steðgaði upp. Ongin breið tilvitan er fingin til vega í fólkinum um, at færri og størri kommunur eru til størri gagn enn fleiri smáar kommunur, hóast mong í fyrisitingini og kanska eisini fleiri politikarar halda, at so er. Tá ið so ongin tilvitan fæst, so verður málið trýst ígjøg- num við at leggja størri og størri byrðar á kommun- urnar, soleiðis at tær noyðast at leggja saman. Tað gera tær so - sum best ber til. Tað ítøkiliga úrslitið er, at vit neyvan nakrantíð hava havt ógreiðari býtið millum land og kommunur. Vit kundu nevnt onnur dømi, har politiska skipan- in roynir at smoykja sær uttanum veljaran, eitt nú innan skattaskipanina, sjálvstýristilgongdina, fíggjarlógarviðgerðina o.s.fr. Sagt við øðrum orðum, so eru vit við at koma okkum í eina ‘vit látast sum um’ skipan, sum hevur lítið við skilagóða atferð at gera - enn minni við demokrat- iska atferð - og uppaftur minni hevur tað við ment- aða atferð at gera. Hetta er ikki so mikið, sum frægasti mátin at fáa avgerðir praktiskt gjøgnumførdar. Ein spurningur um mentan Hesi málini eru um mentan. Gerandismentan, sum næsta ættarlið fer at skriva bøkur um. Málini snúgva seg um, hvussu vit eru mótvegis hvør øðrum, hvussu vit skipa okkum innanhýsis og í okkara livibreyði og hvussu okkara leiðsla virkar undir trýsti. Tað er mentanin, orðið, sum ger skilnaðin millum djór og menniskju, millum frumskógina, har tann sterkasti vinnur og fólkið, har felagsskapurin er kjarn- in. Mentan ger munin. Menniskjan hevur ymiskar møguleikar, sum djórini ikki hava. Menniskjan hevur t.d. eisini møguleik- an, at planta eina frumskóg, har tann veikasti vinnur. Tá fáa vit eina doyggjandi mentan. Ein slík gongd er eyðkend m.a. við loysnum, sum verða settar í verk, hóast tær vóru framskygdar fyri áratíggjum síðani og tíðin nú er farin frá. Tað er mentanin, sum ger av, um vit skipa okkum soleiðis, at sum frægast fæst burturúr tí einstaka borgaranum - og at hvør einstakur fær sum frægast burturúr tí tilveru, sum honum var lagað, saman við sínum medborgarum. Tað er mentanin, sum ger av, um vit heldur skipa okkum soleiðis, at tað veikasta vinnur frama í tí einstaka, og vit harvið máa undan ‘sam’-felagnum og fáa hissini menniskja- oyggjar, har títt problem ikki er mítt problem - ein gongd, sum er felagsskap- inum at bana. Tað er ikki stórvegis íkast eitt lítið land sum Føroyar kann geva í einum víðari høpi, men mentaða atferð og góðar demokratiskar siðir hava vit natúrligar fortreytir at geva. Sum veljari anno 2002 verður mítt demokratiska íkast at velja mentan. Ynski mítt er at fáa høvi at velja ein mentaðan persón í einum rímiliga mentaðum flokki, har teir ítøkiligu persónar- nir í floksleiðsluni arbeiða rímiliga mentað millum sínar medborgarar. VIÐMERKINGAR Magni Laksáfoss Valevni Sambands- floksins í Norðoyggjum Tá vít føroyingar skulu byggja okkara egna hús, er tað fyrsta vit gera, at tryggja okkum at vit hava nóg mikið av peningi til at klára at gjalda skuld- ina aftur og at avlop er eftir føstu útreiðslurnar eru goldnar. Vit skulu jú klára dagligu útreiðslur- nar til mat og klæði. Vit ansa væl eftir ikki at seta okkum fyri meiri enn at vit kunnu gjalda rentur og avdráttir og sam- stundis liva eitt virðiligt lív, eftir at vit hava fingið føtur undir egið borð. Fráfarandi landsstýri hevur fokuserað so ein- víst eftir at skera eina av mest týdningarmiklu inntøkunum hjá landin- um niður – ríkisveitingin frá danska statinum – at teir als ikki hava tryggja sær eina rímiliga upp- sparing og eina rímiliga inntøku, áðrenn teir fóru i holt við projektið. Teir kalla tað fyri at fáa "fótin undir egið borð" og "vera harri í egnum húsi", men hvussu ætla teir at tryggja sær at vit ikki missa húsið? Uttan pengar – einki hús! Vit vita øll, at um vit ikki eru førð fyri at gjalda okkara skuld, verða vit sett út á gøtuna. Vit verða sett út úr okkara egna húsi – bankin tekur okk- ara heim. Í besta føri fáa vit loyvi til at vera búgv- andi í húsunum, men eru sett undir administratión av bankanum. Tað er av alra størsta týdningi, fyrst at tryggja sær at man hevur neyð- ugu inntøkuna, áðrenn man velur at fara so drastiskt til verka, sum fráfarandi landsstýri hev- ur valgt at fara. Tað er ábyrgdarleyst at skera ríkisveitingina niður, uttan at tryggja sær aðrar inntøkur fyrst. Soleiðis høvdu teir ikki borið seg at í egnum húsi Eingin trygd er fyri, at tann peningurin, sum vit skulu brúka fyri at klára dagligdagin, er til staðar um nøkur fá ár. Fiski- vinnan hevur altíð verið ein óstøðug inntøkukelda og alivinnan er javnan úti fyri sjúkum og øðrum vannlukkum. Tað er ein sera ábyrgd- arleysur politikkur, har man velur at skera eina inntøku burtur uttan fyrst at hava tryggja sær, at man kann vera henni fyri uttan. Slíkt vildi teir nokk aldrin funnið uppá, tá teir sita í egnum húsi og skulu gjalda rokning- arnar har. Teir høvdu sjálvandi tryggja sær at teirra inntøkur vóru passaliga stórar til at teir kunnu klára útreiðslur- nar, ella høvdu teir minka um útreiðslurnar, soleiðis at teir kundu verið inntøkuni fyri utt- an. Eingin maður við virð- ing fyri sær sjálvum sendi rokningina til ein annan Fráfarandi landsstýri hevur, sum tað síðsta teir gjørdu í teirra valskeiði, skorið ríkisveitingina niður við 366 mió. kr., væl vitandi um, at teir ikki koma til at sita við rokningini og neyðugu sparingunum. Soleiðis gera menn við virðing og ábyrgdar- kenslu ikki! Ein maður við virðing, fer ikki og tekur slíkar stórar avgerðir fyri bú- skapin, væl vitandi um at hann ikki hevur hugsa sær at sita við rokningini, men bert lata hana víðari til næsta mann í stólin- um. Um man ynskir at gjøgnumføra tílíkar stór- ar broytingar, eigur man at vera ábyrgdarfullur nokk til sjálvur fyrst at fremja tær sparingar, sum skulu til fyri at tryggja fólkinum góð livikor eftir at broyting- arnar eru framdar. Broytingar, sum koma at merkjast nógv ættarlið framm í tíðina. Tað nyttar ikki at spæla hasard við einum heilum samfelag við 47.000 íbúgvum. Vit skulu byggja á tryggar og haldgóðar loysnir, sum fólkið er saman um. Vit skulu taka tað tíðina sum skal til, fyri at tryggja okkum inntøkur, sum skulu koma í staðin fyri skerjingar í ríkisveiting- unum. Fótin undir egið borð Eitt mentunarval VIÐMERKINGAR Gunnar K Nattestad Tá ið eitt barn er føtt eru vanliga tvey foreldur at barninum. Fyrr vóru bæði ið vóru upprunin til barnið, sum oftast gift og høvdu væl gjørt sær nakrar tankar hesum viðvíkjandi; m.a. vóru samd um at æla barnið upp saman og geva tí tað ið tørvur var á. Hettar um- fataði so allar tær útreiðslur ið natúrliga fylgja við. Tíðirnar broytast og so- leiðis hevur eisini verið á hesum økinum. Seinastu árini er uml. helvtin av børnunum í Føroyum fødd uttanfyri hjúnarlag. Tað er upp til ein og hvønn at taka støðu til hvørjar rammur man ynskir at geva sam- lívinum, m.a. tá tað kemur til børn og uppæling av hesum, men í løtuni vísir tað seg at vera almennur politikkur at diskriminera hjúnarlagi. Hettar verður gjørt á fleiri økjum og skal eg nevna nøkur. Barnapengar er gjald ið annað forelduri skal gjalda til forelduri ið hevur for- eldramyndugleikan. Sum nevnt í byrjanini, so avhalda foreldur ið eru gift/búgva saman, allar út- reiðslur ið viðkoma barnin- um. Men tað foreldri ið ikki hevur foreldrarættin, kann í dag draga 50% av barna- pengunum frá í skatti, so at mánaðarliga gjaldið pr. barn endar niðri á uml. 350 kr. Hvussu nógvar dagar hesir pengar røkka at for- syrgja einum barni, skal vera upp til hvønn einstak- an at hugsa um. Also um tú skilist ella ikki giftist, so sleppur tú fyri hálvan prís. Hettar er eisini galdandi á øðrum øki. Barnaansing vísur seg at vera ein sam- felagsuppgáva í dag. Her kann tann (á pappírinum) einligi forsyrgjarin, fáa fleiri fyrimunir, m.a. frítt ansingarpláss, stuðul til bústað, forsorg o.a. ið ein giftur als ikki kann gera krav uppá uttan at støðan hjá makanum verður tikin við. Hettar seinna er sum so í lagi, men tað skeiva er at mong ið skula eitast at vera stakir forsyrgjar, í veruleik- anum búgva saman við einum ella øðrum. Tey eru bara ikki gift. Tað eru fleiri ið soleiðis misbrúka tað, ið uppruna- liga vóru vælmeintar skip- anir, men sum við broyttum lívsstíli eru vorin beinleiðis og óbeinleiðis stuðul til leyslevnað og ábyrgdarloysi. Her er tað seliga vit menn ið mangan eru meistarar í ábyrgdar- loysi. Kærleikin røkkur mangan ikki út um song- arstokkin og eru tað mang- ar syrgiligar mannalagnur ið liggja undir fyri hesum. Nú er tíð uppá at vit fáa broytt hettar so at hjúnalagi í okkara sokallaða "kristna landið", kemur í minsta lagi uppá sama støði sum aðrir samlívsformar ella mangul uppá sama. Tá fólk renna undan ábyrgd, má sam- felagi í minsta lagi syrgja fyri at tey gjalda tað, tey annars skuldu goldið. Leivur Hansen, Tjóðveldisvalevni í Suðurstreymi At fólkaflokkurin stúrir fyri fólksins dómi tann 30. apríl, er bæði týðuligt og væl skiljandi. Soleiðis sum flokkurin hevur hóreiggjað sær í hesum valskeiðnum, hevur hann snøgt sagt ikki nakað gott í væntu. Í fullveldismálinum hev- ur hann rætt og slætt ikki livað upp til álitið, men hevur ístaðin ligið og rikist sum bukka millum sengur. Tað kann hann sjálvandi ikki krevja at fáa nakra mjúka viðferð fyri "dóma- dagin"! Sokallaða "skattalætta- uppskotið", sum hann so ósmæðin risti úr ermuni nú um dagarnar, økir ikki júst heldur um umdømi hans- ara, soleiðis sum viðmerk- ingarnar higartil heldur ikki benda á. Fólk kenna jú mun á fupp og fakta! Ei undur í, at teir hvørki vita út ella inn, nú sjálvt andstøðan eisini hevur vent teimum og paraduuppskoti teirra bakið. Vit fullveldisfólk kunnu av røttum fegnast um, at tað ikki varð fólkaflokkurin men tjóðveldisflokkurin, ið fekk fíggjarmál at umsita í hesi samgonguni. Annars hevði verið galin endi við brestin, tað er eyðsæð. Størsti vandin í føroyska búskapinum er, at fíggjar- iga skilið verður slept og samfelagið verður blást um koll. Tað fer at elva til prís- hækkingar á øllum økjum, at reallønin verður útholað, at vit brúka meira enn vit tjena og at vit nærkast nýggjari kreppu. Tjóðveldisflokurin vil: • Reka ein varnan og ábyrgdarfullan búskapar- politikk • Raðfesta sosialu trygdina hægst • Halda seg til langtíðar- ætlanir fyri íløgur • Brúka Búskapargrunn Føroya sum amboð at tryggja komandi ættarlið. Tjóðveldisflokkurin er trygdin fyri, at búskapar- liga skilið verður hildið. Sune Jacobsen Í fimmaranaum í vikuni varð tosað um sam- starvið millum Føroya Tele og Tórshavnar Býráð um at senda víð- ari ymiskar útlendskar sjónvarpsrásir. Sagt var, at fólk í Havnini, Skálafjørðinum og Klaksvík kom at síggja hesar í fyrstu atløgu. Tá lurtararnir høvdu høvið at ringja inn, spurdi ein við navninum Niels Absalonsen á Viðareiði, um Føroya Tele ikki hevði skyldu at veita øllum landinum somu tænastur. Tá svar- aði stjórin, Andras Róin, at partafelagið, sum bara hevur almennan parta- pening, ikki hevði veitingarskyldu av hes- um slagnum. Eg ivist ikki í tí at stjórin hevur rætt, men tá sendingin var liðug fór eg at leita í løg- tingsmálum, um gongdina, tá TFL varð gjørt til partafelag. Har fann eg m.a. løgtings- lógini um fjarskifti, og sambart § 1. í hesi lóg stendur : Endamálið við lógini er, at javngóð fjarskiftistænasta verður veitt um alt landið til somu treytir. Og í § 2 stendur, hvat orðið fjar- skifti merkir. Tað merkir flyting, sending ella móttøka av tekni, signali skrift, mynd , ljóði o.s.fr. Út frá hesi lógini skuldi so Føroya Tele havt veitingarskyldu til alt landið. Undir við- gerðini av hesum málin- um í tinginum varð eis- ini tosað um internet- sambandið Tá var tað nevniliga soleiðis, at partar av landinum ikki kundu hava fast inter- netsamband, men bert uppringt samband. Og eg síggi í álitinum til fjarskiftislógina, at Mentannarnevndin sig- ur: Eisini er nevndin vorðin samd um at heita á landsstýrið um at virka fyri, at treytirnar fyri sambandið um Inter- netið verða tær somu á øllum støðum, sum eru digitaliserað, og annars at virka fyri, at allar Føroyar verða digitali- seraðar skjótast til ber. Og sambært § 8 í somu lóg er heimilað landsstýrismanninum at veita konsessión til fjarskifti. Og hesa kon- sessión hevur Føroya Tele sjálvandi. Í staðin fyri at gita nakað sum helst, fari eg at spyrja stjóran, Andras Róin, hvussu tað ber til, at Føroya Tele ikki hevur veitingarskyldu til alt landið. Eg og fleiri onnur høvdu verið takksom, um tú kundi svarað. Fyrispurningur til stjóran á Føroya Tele Foreldur ella ikki? Fupp og fakta Vegna samtakið og feløgini Gunnleivur Dalsgarð Vit hava noterað okkum niðurstøðuna hjá lands- stýrismálanevndini miku- dagin tann 21. februar 2002, og er tað nokk ikki nógv vit kunna gera við hesa. Tó loyva vit okkum fyri góðan ordans skuld at viðmerkja fylgjandi: Í skrivinum bleiv lands- stýrismálanevndin biðin um at taka støðu til skriv- liga upplýsing frá lands- stýrismanninum um, at gjørdar vóru nágreiniligar løgfrøðiligar kanningar av rættarligu støðuni hjá Føroya Lívstrygging og at niðurstøðan var greið nevniliga, at Føroya Lívs- trygging er ein partur av almennu fyrisitingini, sum ein serligur fyrisitingar- ligur stovnur, og eigur landsskassin eginognina í stovninum. Hendan upplýsingin hjá landsstýrismanninum er ikki røtt, tí løgfrøðiligu kanningarnar koma til hvør sítt úrslit. Vit meta ikki, at lands- stýrismálanevndin hevur tikið støðu til hendan upp- lýsingin frá landsstýris- manninum og hevur sostatt ikki svarað tí sum feløgini spurdu um við skrivi frá 05.. juli 2001. Hinvegin sæst, at lands- stýrismálanevndin ger nógv burturúr at løgtingið er upplýst um, at ivi hevur verið er um rættarstøðuna hjá Føroya Lívstrygging. At ivi var um rættarstøðuna hjá Føroya Lívstrygging og at hetta er upplýst løgting- inum, er púra rætt. Hetta verður longu gjørt í skriv- ligu viðmerkingunum hjá landsstýrismanninum til uppskotið um løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging, har hesin á síðu 3 upplýsir, at ivamál hevur verið um rættarligu støðuna hjá Føroya Lívs- trygging. Sostatt er einki nýtt í, at tað hava verið ivamál um hendan spurning og at hettar er upplýst løg- tinginum. Tað vistu vit áðrenn vit kærdu. Tað er heldur ikki hetta ið kært verður um. Tað bleiv kært um, at landsstýrismaðurin upplýs- ir, at løgfrøðiligu kanning- arnar vísa, at niðurstøðan er greið. Vit duga ikki at síggja, at løgtingið eftir- fylgjandi, í samband við viðgerð av málinum, nak- rantíð fær upplýst, at niður- støðan hjá løgfrøðiligu kanningunum tvørturímóti koma til hvør sítt úrslit. Sostatt hevur løgtingið frá landsstýrismanninum fing- ið at vita at løgfrøðingar koma til tað niðurstøðu at eingin ivi er um at Føroya Lívstrygging er almennur stovnur. Hendan upplýsing- in, sum faktuelt er skeiv, fráboðar landstýrismaðurin skrivliga til løgtingið, og sær hesin skeivleikin ikki út til at verða rættaður eftirfylgjandi. Hendan skeivleikan tekur landsstýr- ismálanevndin slet ikki støðu til. Vísandi til frammanfyri standandi, meta vit sostatt, at landsstýrismálanevndin ikki hevur svarað kæruni hjá feløgunum. Ásannandi at tað ikki nýttar at brúka meiri tíð og orku uppá landsstýrismála- nevndina í hesum málið, skal hettar skriv ikki skilj- ast sum ein áheitan um uppafturtøku av málinum. Til seinast skal viðmerkj- ast, at tað er undrunarvert, at Jógvan Durhuus, løg- tingslimur hevur verið við til at tikið avgerð, tá ið sami maður áður hevur upplýst, at hann metti seg verða ógegnigan í málinum. Viðv.: umskipan av Føroya Lívstrygging C M Y K 13 12