Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mars 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 6. mars 2002 15 BRÚKARATEIGUR Rigmor Dam Ein babysittari (skrástólur) skal ikki vera sum ein abbastólur, við fótskamli og oyraklaffum, tí so fær barnið ikki rørt seg frítt. Ein polstraður og makligur stólur leggur upp til, at barnið verður sitandi alt ov leingi. - Eitt barn, ið situr ov leingi í babysittara, fær skeivt høvd og skeivan nakka, sigur heilsusysturin Else Guldager, í samband við at 12 babysittarar og bilbarnastólar eru kannaðir av danska stovninum For- brugerinformation. Heilsusysturin metir, at tað eru teir løttu og bíligu babysittararnir, ið danda, sum vit eiga at velja - fram um teir dýru lenistólarnar, sum kunnu broyta sitistøðu og annað 'raffinerað'. Stólurin skal kortini vera sterkur og ikki hava hvassar kantar ella sprekkur at klemma smáu fingrarnar í. Hann skal ikki hava nakað dingl, sum barnið kann fáa í munnin, og lásið skal kunna halda barninum. Ikki allir teir kannaðu stólarnir luku hesi krøv. Tað vóru ikki álvarslig brek á stólunum, men okk- urt var heldur óheppið, so sum at onkur stólur mundi koppað ella gliðið, og at honkin ofta datt av. Innflyt- ararnir av hesum stólum hava sagt seg vilja bøta um hesar trupulleikar. Av teimum løttu babysitt- arunum, sum danda og sum einans hava eina situstøðu, var tað Ikea Finurlig, sum fekk besta skoðsmálið, tá talan var um prís og góð- sku. Av teimum størru stólunum, við fleiri siti- støðum, var Chicco lux tann, sum best livdi upp til krøvini um trygd, haldgóð- sku og støðufesti. Spurningar og svar um hárliting Rigmor Dam Eru ávís sløg av kemisk- ari hárliting betur enn onnur? Brúkararáðið í Danmark hevur skrásett 76 fólk, sum hava fingið skaða av at lita hárið. Merkini, sum tey høvdu nýtt, vóru Henkel, LÓreal, Wella og Goldwell, og umboða hesi merki nær- um allan danska marknaðin av kemiskari hárliting. Brúkararáðið viðmælir tí onga kemiska hárliting. Hvussu sæst, at talan er um kemiska hárliting? Í hárliting, sum ikki kann vaskast úr, eru ofta ill- grunaverd kemisk evni, so sum phenylendiamin, re- sorcinol, toluen 2,5 dia- mine. Um litingin er av tí slagnum, har tvey ymisk evni skulu blandast saman, er allarhelst talan um kem- isk evni. Er alt í lagið, um eg ikki reageri uppá allergiroynd- ina, sum stendur í brúkara- vegleiðingini? Allergiroyndin er eingin trygd í sjálvum sær. Tá mælt verður til at bíða í 48 tímar, fyri at vita um tú re- agerar negativt, so er tað ikki nóg mikið. Húðlæknar meina, at tað kunnu ganga upp í átta dagar, áðrenn vit bróta út. Er vandi fyri ovurvið- kvæmi, tá eg altíð havi nýtt sama merkið av hárliting? Vandin fyri ovurvið- kvæmi minkar ikki av at nýta sama merkið altíð. Hetta kemst av, at ovurvið- kvæmi verður bygt upp í kroppinum og kann bróta út nær sum helst. Kann hárliting skaða ó- fødda barnið, um eg eri við barn? Brúkararáðið vísir ikki aftur, at evnini frá hárliting kunnu fara út í blóðið, tí fleiri teirra eru eitrandi og verða upptikin gjøgnum húðina. Av tí at blóðið eis- ini kemur til ófødda barnið, eigur tú ikki at lita hárið, tá tú ert við barn. Um tú kort- ini ynskir at lita hárið, er best at nýta hárliting, ið leggur seg sum ein hinna um hvørt hárið. Slík liting er øðrvísið enn tann, sum verður blandað við hydro- genperoxid, og sum treingir inn í hvørt hárið. Er tað vandamikið at strípa hárið? Brúkararáðið hevur stað- fest bæði ovurviðkvæmi hjá nógvum fólki og at hár- ið er dotti av, eftir at tey hava strípað sær. Brintover- iltan í sjálvum sær gevur ikki ovurviðkvæmi, men viðhvørt hava evnini, til at strípa hárið við, eisini lit- evni í. So sannlíkt er, at tað er litevnið, sum gevur ovur- viðkvæmi. Er tað tryggari at lita sær hjá frisørinum? Nei, tað er ikki tryggari at lita sær hjá frisørinum. Øll sløg av kemiskari hár- liting eru trupul, hvat ovur- viðkvæmi viðvíkur, tað verið seg Wella og Gold- well frá frisørinum og Henkel og LÓreal til at nýta heima. Eru aðrir valmøguleikar enn kemisk hárliting? Plantuhárliting er ein annar møguleiki. Plantu- hárlitingin leggur eina hinnu um hvørt hárið, með- an kemiska litingin treingir inn í sjálvt hárið. Tó er neyðugt at kanna um hárlit- ing, sum til dømis henna, inniheldur evni Lawsone, sum er undir illgruna fyri at vera krabbaelvandi. Spyr í handlinum um tey hava plantuhárliting, sum ikki inniheldur Lawsone. Kelda: Danska Brúkararáðið Timeshare-fyritøkur lumpað svensk ferða- fólk í Spania Rigmor Dam Konsument Europa, sum er ein partur av svenska brúk- araráðnum, hevur fingið nógvar klagur um time- share-fyritøkur og frítíðar- klubbar, sum hava lumpað svensk ferðafólk í Spania. Hesar fyritøkur eru tiltik- nar harðrendar, tá tær skulu marknaðarføra seg sjálvar. Fleiri teirra selja eigara- partar til íbúðir, sum ikki eru til, og aðrar múgva seg upp við at bjóða fólki at selja íbúðir, sum tey longu hava keypt. Fyritøkan setir seg í samband við eigaran og bjóðar honum at selja lutaíbúðina, um hann rind- ar eitt ávíst gjald forút. - Tá peningurin so er fluttur á kontoina hjá teim- um, sum hava sagt seg vilja selja íbúðina, ber ikki til at koma í samband við tey aftur. Tí ráði eg øllum til at takka nei til slík tilboð, óansæð hvussu dámligur ella fryntiligur persónurin í telefonini tykist vera, sigur Agneta Gillback, stjóri hjá Konsument Europa. Konsument Europa hev- ur hjálpt nógvum fólkum úr klørnum á timeshare-fyri- tøkum. Men nú verður farið víðari, og fyritøkurnar verða tí meldaðar til løg- regluna í Svøríki og/ella Spania. Higartil eru hesar fyritøkur meldaðar: Skan- dinavisk Feriecenter (La Quinta Sales och Ocean Ridge), Trend Properties, Property Transfer, Property Partner, Platinum Proper- ties, Continental Marketing Consultants och Dinastia Resort. Kelda: Svenska Konsumentverket Hárliting Timeshare-fyritøkur meldaðar til løgregluna Teir 'veiku' stólarnir eru teir bestu 15 14 Nr. 45 - 6. mars 2002 Meiri pengar skulu á borðið til mentan og vit skulu hava meiri mentan fyri peng- arnar. Verða tilmælini og uppskotini í nýggja mentunarálit- inum, Mentan og menning, framd í verki, kunnu vit rokna við eini mentunarkollvelting í Føroyum, tá ið snýr seg um skapandi og útinnandi list MENTANARÁLIT Turið Kjølbro Týsdagurin 5. mars 2002 er ein stórur dagur fyri skap- andi og útinnandi list í Før- oyum. Hetta var dagurin, tá ið mentunarpolitiska ætl- anin 2002-2006, sum hevur fingið heitið Mentan og menning og sum bíðað hevur verið eftir so leingi, varð løgd fyri føroyska almenningin og fyri tingið. Á eini slíkum degi eru orðini stór og føgur, ætl- anirnar nógvar og pengar- nir - í uppskoti - somu- leiðis, og verður, sum í álit- inum er mælt til, fær skap- andi og útinnandi listin í Føroyum ikki bara karmar og mennandi virkiskor, men eisini tvær eina hálva ferð so nógvar pengar, sum hon fær í dag. Álitið, sum embætisfólk í Mentamálastýrinum í høv- uðsheitum hava staðið fyri, er skrivað til politikarar, játtanarmyndugleikar, list- arliga umhvørvið og al- menningin. Endamálið er, at vit skulu vita, hvør mentanarpolitikkur skal rekast komandi árini. Mun- urin á nýggja mentanar- álitinum og teimum báðum undanfarnu frá 1972 og 1996, er, at hetta er ógvuliga ítøkiligt. Nýggja álitið byggir á ta undanfarna, Avmarkaðan marknað, men er meiri ein dagføring og mælir ítøki- liga til, hvussu málini, sum skotin verða upp, kunnu røkkast og setast í gongd. Eisini eru kostnaðarmeti- ngar. Berandi Í høvuðsheitum byggir mentanarpolitikkurin, sum skotin verður upp í álitin- um, á tveir aðalhyrnis- steinar, nevniliga ein um- skipaðan Mentunargrunn Landsins og á uppskot um at skipa listøkið við listaráðum. Mentunar- grunnurin skal enn sum áður vera flaggskipað, tá ið umræður útinnandi list, men hann skal umskipast til ein lista-, mentanar-, og filmsgrunn, og játtanin til grunnin skal økjast mun- andi. Grunnurin fær í dag 3 mió. krónur, og skal sam bært álitinum ráða yvir 9 mió. krónum í 2006. Umframt verður skotið upp at lata pengarnar, sum Mentamálastýrið veitir ymsum endamálum, til mentanarlívið gjøgnum løgtingslóg um stuðul til list og listarligt virksemi. Skipast skulu listaráð um- boðandi allar listagrein- irnar við tí endamáli, at listagreinirnar verða ment- ar. Eitt mentanarráð, har fólk, ið umboða ymsu ráðini, skal eisini setast. - Hetta skal verða eitt kjakforum, umframt at ráð- ið skal gera tilmæli til landsstýrismannin við mentamálum, sigur Óli Holm. Listafólkasamband Før- oya, ið í ár hevur 20 ár á baki, fær eisini høga rað- festing í álitinum. Sambært álitinum skal samgongan av listafeløgum styrkjast munandi, eisini við hægri játtan, og skrivstovan hjá felagnum skal gerast til eina tænastu og ráðgev- ingarmiðstøð hjá føroysk- um listafólkum. Stuðla ikki stýra Í álitinum eru hópin av møguleikum fyri, at góðir karmar verða skaptir fyri skapandi listina í Føroyum. Á tíðindafundinum týs- morgunin legði deildar- stjórin í Mentamálastýrin- um, Jóannes Dalsgaard, stóran dent á, at megin- reglan armslongd, sum ein franskur mentamálaráð- harri kom við, eisini verður staðfest í Føroyum. Hendan meginreglan er galdandi fyri mentanarpolitikk í flestu fólkaræðiligum lond- um og merkir, at tað al- menna skal stuðla mentan- arlívinum uttan at stýra tí. - Í minsta lagi ein arms- longd eigur at vera millum politiska valdið og mentun- arliga virksemið, sigur Jóannes Dalsgaard. Álitið leggur eisini upp til størri samvinnu millum mentan og vinnulív, og á eitt økt samstarv millum listaøkið, kommunur og lokalsamfeløg. Til saman- beringar kann nevnast, at meiri enn helmingurin av pengunum, ið donsk lista- fólk verða stuðlað við, koma frá kommunum og amtum. Uppfylgjandi Mentan og menning røkkur bert um tann partin av mentanarpolitikkinum, ið snýr seg um skapandi og útinnandi list. Tískil er ætlanin, at fylgt verður upp við menningarætlanum fyri aðrar partar av mentanar- politikkinum, eitt nú varð- veiting av mentanararvin- um, ítróttini, mentanar- tiltøk fyri børn og ung, og annað. Arbeitt hevur verið við álitinum, Mentan og menning, í fýra ár undir fýra landsstýrismonnum við mentamálum. Fleiri hoyringarfundir hava verið, og listafólk og listarliga umhvørvið í Føroyum hava havt stóra ávirkan á endaliga úrslitið. Tí er nýggja álitið besta grund- arlagið, vit enn hava sæð, tá ið tað ræður um at skapa karmar fyri útinnandi list í Føroyum. - Ætlanin er, at tá ið fimm ár eru farin, skal mentanarpolitiska ætlanin endurskoðast fyri at finna út av, hvat er rokkið og hvat síðan skal gerast, sigur Óli Holm. Um tað ikki er óheppið, at álitið kemur so seint í einum valskeiði, sigur landsstýrismaðurin við mentamálum. - Mentanarpolitikkur hyggur frameftir. Tað er eitt stórt stig, at álitið er komið, og tilmælini og uppskotini í álitinum, meti eg, eru til- tøk, sum eiga at fáa breiðan politiskan stuðul, sigur Óli Holm. Landsstýrismaðurin við mentamálum leggur upp til, at ein virkin og miðvísur mentanarpolitikkur verður rikin, sum hevur breiða undirtøku á tingi og í al- menninginum. Hvørja und- irtøku álitið fær, fáa vit at vita í næstu viku, tá ið aðalorðaskifti verður um ætlanina. Meiri pengar til mentanina Í álitinum eru uppskot um, hvussu mentanarpolitikkur kann setast í verk og metingar um, hvussu nógv hann fer at kosta fram til ár 2006. Á myndini Petur Petersen, aðalstjóri, og Óli Holm, landsstýrismaður Mynd: Jens K. Vang Vit eiga nógv gávurík og virkin listafólk, staðfestir álitið. Tí ræður tað um at tryggja list og listafólkum góðar karmar og mennandi virkiskor. Á myndini Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálastýrinum Mynd: Jens K. Vang MENTANARÁLITIÐ Turið Kjølbro Skal mentunarpolitikk- urin, sum mælt verður til í nýggja álitinum Ment- an og menning, eydnast, skal játtanin til skapandi og útinnandi list í minsta lagi verða so stór sum álitið leggur upp til. Tíðarskeiðið, virkis- ætlanin fevnir um, er fimm ár og á hvørjum ári skulu ymsu játtan- irnar økjast. Skotið verður upp, at játtanin til Mentunargrunn Land- sins verður økt við 30 prosentum um árið, úr 3 mió. í dag til 9,8 mió. krónur í 2006. Til ment- anarsamstarv í Útnorði verður mælt til at økja játtanina úr 250.000 til 532.000 krónur, og til norðurlendskt mentan- arsamstarv úr 250.000 krónum til 499.000 krónur í 2006. Lista- fólkasambandið skal hava 512.000 krónur í 2006 í mun til 250.000 krónur í dag, leiklistin skal hava slakar 8 mió. krónur um fimm ár í mun til 2,8 í dag. Myndlistaráðið og bók- mentaráðið skulu hvørt ráða yvir hálvari mió. krónum um fimm ár, og tónlistaráðið, ið í dag ræður yvir 750.000 krónum, skal ráða yvir 2,3 mió. í 2006. Onnur øki, so sum altjóða samstarv og mentanar- politisk endamál, skulu hava slaka hálva aðru mió. krónur at arbeiða við í 2006. Samanlagt verða játtanarkarmarnir til listaøkið mettir at verða góðar 24 mió. krónur í 2006 í mun til 9,3 mió. krónur í dag. 24 mió. krónur til listaøkið C M Y K 14