mikudagur 6. mars 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 45 - 6. mars 2002
Nr. 45 - 6. mars 2002
17
Tann 5. apríl gevur
Brandur Enni eina
nýggja fløgu út.
Hendan fløgan hevur
verið í gerð síðan
seinasta summar, og í
hesum sambandi
verður eisini eitt sjón-
bandalag framleitt
TÓNLEIKUR
Ragnhild Ellingsgaard
Sunnukvøldið var Platform
karmur um ein part av
upptøkum til eitt sjón-
bandalag, sum skal gevast
út saman við nýggju fløg-
uni hjá Brandi Enni.
Frá tíðliga á morgni til
seint á nátt varð arbeitt við
at fáa allar upptøkurnar í
kassan hjá tí føroyska
filmsliðnum frá Media
Music í Danmark, sum var
komið til Føroya í hesum
sambandi.
Høvuðspersónur
var
sjálvandi Brandur sjálvur,
sum í sjónbandalagnum
bjóðar nógv lív, eina góða
søgu og ikki minst góðan
og frískan tónleik.
Nógv fólk
Um 120 fólk vóru knýtt at
øllum rokilsinum sunnu-
kvøldið. Runt um beinini á
hvør øðrum runnu smin-
køsur, stylistar, frisørar,
barrvørðar, dansigentir og
nógvir, nógvir statistar.
Statistarnir vóru øll ung
fólk, sum vóru funnin í
onkrum av fólkaskúlunum í
Havn. Hesi ungu skuldu í
fleiri tímar dansa, smílast
og hugna sær. Og sjálvandi
gera, júst sum maðurin við
mikrofonini bað tey.
Maðurin við mikrofonini
var Eyðfinn Jensen, og
leikstjórnaði hann øllum
upptøkunum hetta kvøldið.
Onkur genta og onkur
drongur vórðu eisini paraði
saman til sjónbandið, men
tað bilti einki. Hetta var
bara stuttligt...
Tá klokkan leið móti
midnátt, vóru tey flestu
vorðin eitt sindur troytt og
fóru heim at leggja seg.
Men nøkur vóru tó eftir, og
hildu tey á eina løtu afturat.
Røkka útum Føroyar
Steintór Rasmussen, stig-
takari og samskipari, sigur,
at endamálið er at gera eina
góða fløgu, sum kann
standa á jøvnum føti við
eisini útlensk tónleikanøvn.
Teir flestu av teim allar-
bestu tónleikarunum í Før-
oyum hava verið við til at
framleitt
fløguna,
og
fólkini aftanfyri sjónbanda-
lagið hava eisini sínar
royndir.
- Og tá vit seta alt hetta
saman við Brandi, so hava
vit eitt sera gott konsept,
sigur Steintór.
- Eingin sigur, at føroysk-
ur tónleikur einans skal
verða góður í Føroyum, so
við hesum konseptinum
gera vit eina roynd í eisini
at røkka útum klettarnar.
Og sjálvur meti eg, at
Brandur hevur júst tað, ið
skal til fyri at sláa ígjøg-
num uttanlands. So vit hava
góðar vónir, greiðir Stein-
tór frá.
5. apríl
Tann 5. apríl kemur so
spennandi fløgan út á
marknaðin, og í hesum
sambandi verður eisini
skipað fyri tveimum kon-
sertum í Norðurlandahúsin-
um. Tann eina verður fyri
innbodnum, meðan hin
verður almenn, so at øll fáa
møguleikan
at
uppliva
Brand Enni live við øllum
teim nýggju løgunum av
fløguni.
Fløgan kemur at inni-
halda tilsamans 14 sangir,
harav 6 eru føroyskum og 8
á enskum máli.
Brandur Enni við nýggjari fløgu
Leygarkvøldið fór
næsta umfarið av
Ársins Songrødd av
bakkastokki, hesuferð
í Hvalba. Vinnarar av
hesum umfarinum
gjørdust Rakul Olsen
og Vígdis Berg, báðar
16 ára gamlar.
ÁRSINS SONGRØDD
Ragnhild Ellingsgaard
Um 300 fólk vóru til staðar,
tá farið var undir næsta
umfarið av Ársins Songr-
ødd 2002.
5 luttakarar høvdu meld-
að seg til kappingina, og av
hesum 5 skuldu tveir
finalistar finnast, sum so
skulu verða við í finaluni,
sum verður í Badminton-
høllini tann 29. juni í ár.
Góð evni
Nummar eitt hetta kvøldið
gjørdist 16 ára gamla Rakul
Olsen frá Hvalba, sum sang
sangin Try Again hjá
Aaliyah.
Rakul var ikki einsamøll
á pallinum, men framførdi
saman við 4 dansigentum
eitt framúr flott show, sum
ongan iva lat verða eftir hjá
dómarunum.
Nummar tvey gjørdist 16
ára gamla Vígdis Berg frá
Hovi við sanginum Here
With Me hjá Dido.
Frá fyrireikarunum frætta
vit, at talan er um tvær sera
dugnaligar
gentir,
sum
uttan iva hava ein góðan
møguleika innan føroyska
tónleikaheimin.
Næstu ferð í Klaksvík
Enn eru bert kvinnuligir
finalistar funnir, men í
næsta umfarinum, sum
verður hildið í Klaksvík
tann 22. mars, verður eisini
onkur drongur til.
Fyri fáum árum síðani
var tað sera trupult at fáa so
frægt av luttakarum við, at
skipast kundi fyri slíkum
tiltøkum.
Men í ár er longu fult
teknað til nærum øll umfør-
ini, og sama er galdandi
fyri umfarið í Klaksvík.
11 sangir
Til innleiðandi umførini
hava luttakarnir 11 sangir
at velja ímillum.
Á pallinum framføra tey
ein sang, og finna dóm-
ararnir út frá hesum fram til
vinnaran.
Sangirnir, ið luttakarnir
kunnu velja ímillum, eru :
1. Britney Spears
I’m A Slave For You
2. Aaliyah
Try Again
3. Dido
Here With Me
4. Atomic Kitten
Eternal Flame
5. N Sync
Pop
6. Kylie Minoque
Can’t Get You Out Of
My Head
7. Follow Me
Uncle Kracker
8. Crasy Town
Butterfly
9. Moulin Rouge
Lady Marmelade
10. Ricky & Christina
Nobody Wants To Be
Lonely
11. Herhams House Band
Country Roads
Tveir
finalistar
afturat
Vinnarar av umfarinum í Hvalba gjørdust Rakul Olsen og Vígdis Berg
C
M
Y
K
17
16
Lat ikki henda møguleikan gleppa tær av hondum. Verð við á
bústevnuni Hús & Innbúgv
Setið tykkum í samband við okkum!
Lat ikki henda møguleikan gleppa tær av hondum. Verð við á
bústevnuni Hús & Innbúgv
Setið tykkum í samband við okkum!
Lat ikki henda møguleikan gleppa tær av hondum. Verð við á
bústevnuni Hús & Innbúgv
Setið tykkum í samband við okkum!
Bústevnan
Hús & Innbúgv
Bústevnan
Hús & Innbúgv
· Bygging
· Umbygging
· Havaarbeiði
· Umvæling
· Køkar
· Vindeygu
· Hurðar
· Fígging
· Tryggging
· VHS
· Hvítvørur
· Møblar...
...og alt sum hevur
við hús at gera
hava møguleika at
stilla út!
Sosialurin & Internet Sosialurin
ÓKEYPIS
Sosialurin
rindar
postgjaldið
ÓKEYPIS