Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mars 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 45 - 6. mars 2002 Nr. 45 - 6. mars 2002 19 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Bíligar flogferðir Írska flogfelagið Ryan- air, sum er kent fyri sínar sera lágu prísir, ger nú aftur um seg. Felagið hevur boðað frá, at tað er til reiðar at flyta fólk millum Oslo og Bodø fyri 364 norskar krónur um- framt avgjøld, og tað er meiri enn eitt túsund krónur minni, enn ein tílíkur flogferðaseðil kostar í dag við flogfør- unum hjá SAS, Braath- ens og Widerøe. Ryan- air flýgur sum er mill- um Noreg og Bretland og millum Noreg og Týskland, men vil fegið sleppa upp í norsku innanlandsflúgvingina. Norski samferðslu- málaráðharrin, Torild Skogsholm, sigur, at hon er til reiðar at skipa so fyri, at írska felagið sleppur at bjóða norsk- um ferðandi tær bíligu ferðirnar. Stórur áhugi Meiri enn 44.000 fólk vóru á bátaframsýn- ingini, sum hevur verið í Bella Centrinum í Keypmannahavn. Hetta er heldur meiri enn í fjør, og fyrireikararnir siga, at áhugin fyri stuttleikabátum er størri nú, enn hann hevur verið. Framsýn- ararnir siga, at alt fleiri og fleiri danir velja at halda summarfrí í egnum báti. Læna nógv Norðmenn læna pengar sum ongantíð fyrr. Ein uppgerð vísir, at á nýggjárinum vóru tey privatu nýtslulánini í norsku peningastovn- unum 240 mia. norskar krónur. Vøksturin hetta seinasta árið var 11 prosent. Uppgerðin vísir, at lántøkan er vaksin hvønn einasta mánað í seinastuni, og at vøkst- urin er serliga stórur um summarið og um jóltíðir. Eitt nú sæst, at lántøkan seinasta summar var sjey milli- ardir krónur størri enn aðrar mánaðir, og í juli var hon eisini sjey milliardir krónur størri enn hinar mánaðarnar. Pengarnar nýta fólk til nýggjan bil, køk, hvít- vørur, teldur og bátar. Úr Norðurlondum: Tær rýma Meiningakanningar í Noregi vísa, at nógvar kvinnur venda Arbeið- araflokkinum bakið. Bara góð tíggju prosent av kvinnum yngri enn 45 ár siga, at tær høvdu atkvøtt fyri Arbeiðara- flokkinum, var val nú. Sambært kanningini hevur flokkurin mist helmingin av sínum kvinnuligu veljarum hendan seinasta mán- aðin. Samstundis má Ar- beiðaraflokkurin á- sanna, at nú fáa tveir aðrir flokkar størri undirtøku millum norsku veljararnar. Kanningin sigur, at 22,5 prosent styðja Høgra, 22 prosent Framburðsflokkin og so 19,5 prosent Arbeið- araflokkin. Hjá hesum seinasta er undirtøkan minkað tvey prosent eftir einum mánað. Á dyr Tann umstríddi borgar- stjórin í danska býnum Farum, Peter Brixtofte, hevur mist meirilutan í býráðnum, eftir at tveir av hansara floksfeløg- um í Vinstra hava tikið seg úr meirilutanum. Avgerðin hjá teimum báðum fekk øði í Brix- tofte, og eftir ein fund millum býráðsumboð- ini hjá Vinstra mána- kvøldið gjørdi borgar- stjórin ikki mætari enn at tveita annan teirra, Erik Fuchs, á dyr. Teir báðir vinstra- menninir mynda nú saman við andstøðuni meirilutan í býráðnum í Farum, men Peter Brixtofte hevur sagt, at hann er borgarstjóri, og at hann verður sitandi. Eldur í tunli Eingin fekk skaða, tá eldur kom í ein buss í Valderøytunlinum uttan fyri Aalesund í Noregi gjáramorgunin. Løg- reglan og bjargingarlið komu alt fyri eitt á staðið, og allir bilar, sum komu inn í tunn- ilin, fingu boð um at venda. Valderøytunnilin, sum er undirsjóvar- tunnil, er næstan tríggj- ar kilometrar langur. Al-Qaeda og Taliban- hermenninir, sum eru eftir har eysturi í Afghanistan, ætla sær at stríðast til síðsta mann AFGHANISTAN Árni Joensen Hóast amerikansk bumbu- flogfør søkja at støðum teirra bæði dag og nátt, ætla Taliban-hermennini og stuðlar teirra úr Al-Qaeda ikki at geva seg yvir. Tvørturímóti boðaði ein av leiðarum teirra, Molvi Saifullah Mansoor, í gjár frá, at hann og hansara menn fara at stríðast til seinasta mann. - Vit fara at berjast til tað síðsta ímóti USA, fyri æru islams og fyri at verja land okkara, segði komman- danturin við afghansku tíðindastovuna AIP. Hann legði afturat, at hann og menn hansara eru til reiðar at fara í deyðan heldur enn at enda í fongsli. - Vit eru til reiðar at lata alt, og eg mæli øllum muslimum kring heimin at halda sínar muslimsku skyldur ímóti teimum van- trúgvandi, segði Taliban- kommandanturin. Dugnaligir Seinastu dagarnar hava her- menn úr USA, Danmark, Noregi, Avstralia og Kanada tikið lut í einum álopi á støðirnar hjá Tali- ban og Al-Qaeda har eyst- uri í Afghanistan saman við afghanskum hermonnum. Men mótstøðan hevur víst seg at vera hørð, og higartil hava níggju amerikanskir hermenn latið lív í bar- døgunum. Uppaftur fleiri afghanskir hermenn eru falnir. Amerikanski verjumála- ráðharrin, Donald Rums- feld, segði mánakvøldið, at tað verður ikki lætt at basa Taliban og Al-Qaeda. Hann segði, at menninir vísa seg at vera væl vandir, teir eru væl vápnaðir, og teir kenna fjallalendið út og inn. Rumsfeld var tó ikki í iva um, hvør fer at vinna bar- dagan, men hann ávaraði enn einaferð um, at tað fer at taka tíð, og at sigurin verður ikki ókeypis. Gjáramorgunin sprongdi ein víðgongdur jødiskur felagsskapur eina bumbu uttan fyri ein palestinskan skúla MIÐEYSTUR Árni Joensen Minst ein lærari og sjey skúlabørn fingu skaða, tá ein bumba brast uttan fyri ein palestinskan skúla í Eysturjerusalem gjára- morgunin. Blaðið Jerusa- lem Post visti at siga, at løgreglan hevði fingið boð frá einum víðgongdum jødiskum felagsskapi, at tað var hann, sum hevði skipað fyri spreingingini í skúlagarðinum. Í boðunum frá felagsskapinum stóð, at atsóknin var hevnd fyri tilburðin, tá tíggju ísraels- menn doyðu í einari atsókn í Beit Yisrael seinasta leyg- ardag, og at felagsskapurin fer at hevna øll ísraelsk børn, sum doyggja í pale- stinskum atsóknum. Tey 600 børnini í skúlan- um vórðu alt fyri eitt flutt burtur haðani. Stutt eftir funnu trygdarmenn tvær aðrar bumbur í kloakkini við skúlan, men tað eydn- aðist at taka tær sundur, áðrenn tær brustu. Ófriðarligt Dagurin í gjár var ógvuliga ófriðarligur. Tíðliga gjára- morgunin sprongdi ein palestinskur sjálvmorðs- bumbumaður seg sjálvan í luftia í einum bussi har norðuri í Ísrael. Ellivu fólk fingu skaða. Nakrar fáar tímar framm- anundan skjeyt ein pale- stini fólk, sum, sótu á einari matstovu í Tel Aviv. Trý fólk doyðu, og minst 25 vórðu særd. Eisini her var talan um hevnd, tí stutt eftir atsókn- ina boðaði tann víðgongdi palestinski felagsskapurin Al-Aqsa frá, at tað var ein av hansara limum, sum hevði skotið fólkini á matstovuni fyri at hevna, at ísraelski herurin hevði myrt kvinnur og børn í Ramallah og Jenin. Ísraelsmenn nýta nú eisini bumbur Fara at stríðast til síðsta mann Ein ísraelskur hermaður hevur steðgað einum palestinskum hýruvogni við eina vegabyrging á Vestara Áarbakka Mynd: Reuters - TÍÐINDI TIL SJÓFÓ á C M Y K 19 18