mánadagur 28. mars 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37
Sosialurin
Sylvia Sivertsen
Sjúkrarøktarfrøðingur
Uppskotið um pensiónsný
skipan, sum hevur verið
ávegis í longri tíð, kemur nú
til fyrstu viðgerð í løgtingi
num
týsdagin.
Talan
er
um eitt lógaruppskot, sum
skammleyst nemir við per
sónliga ognarrættin.
Í uppskotinum stendur,
at pensiónsuppsparingin er
persónlig og fer fram í pen
siónskassa eftir egnum vali.
Eisini stendur, at pensiónin
hevur onki við landskassan
at gera.
Tó er lagt afturat í nýggja
uppskotinum, at tey, ið eru
undir 55 ár og hava pen
siónsuppsparing í útlend
skum pensiónskassa, pr. 1.
januar 2012 skulu gjalda til
góðkendan pensiónsveitara
í Føroyum. Hendan broyt
ingin er beinleiðis í mótsøgn
við, at pensiónin er persónlig
og kann gjaldast í pensións
kassa eftir egnum vali.
Kravið væntast at skula
víðkast til eisini at fevna
um tey, ið eru 55 ár og eldri,
men hetta havi eg ikki fingið
staðfest.
Vilja varðveita PKA
Henda broyting kemir rætti
liga óvart á føroysku limir
nar í PKA, sum júst hava sína
uppsparing í donskum pen
siónskassa. Limirnir í PKA
eru serstakliga væl nøgdir
við sín pensiónskassa, sum
veitir frálíka góða pensión
og trygging til limirnar.
PKA er eitt fyrisitingar
felag, sum fevnir um átta
pensiónskassar,
ið
allir
eru umboðaðir í Føroyum.
Limatalið telur í alt 247.595
limir og hevur eina eginogn
á 142,8 milliardir krónur. Tí
er ilt at ímynda sær, at nakar
føroyskur
pensiónsveitari
kann máta seg við pensións
kassarnar í PKA.
Hósdagin 17. og mikudagin
23. mars, gjørdu Bioanalytik
arafelagið,
Ergoterapeut
felagið,
Fysioterapeutfelag
Føroya, Kost og føðslufelag
Føroya og Ljósmøðrafelag Før
oya vart við seg í miðlunum,
og vildu tey øll varðveita sína
donsku eftirlønarskipan.
FFS svíkir limirnar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøkt
arfrøðingar, sum tó hevur
stórst umboðan í PKA í Før
oyum, var ikki við í hesum
mótmæli, og hetta ørkymlar
limirnar í FFS. Tað undrar
meg stórliga, at FFS ikki
hevur vent sær til limirnar,
fyri at vita, um limirnir
ynsktu at vera við í mót
mælinum saman við hinum
fakfeløgunum – sum vit sjálv
sagt vilja. Sostatt er FFS púra
ósjónligt, og limirnir eru í
iva um felagið hevur aðra
áskoðan, sum ikki umboðar
limirnar.
Á aðalfundinum hjá FFS,
sum var 12. mars 2011, vórðu
limirnir í stuttum kunnaðir
um ætlaðu broytingarnar.
Hetta var fyrstu ferð at
limirnir í FFS hoyrdu, at
løgtingið hevur ætlanir um
at krevja okkum úr PKA. Tað
var ikki á nakran hátt lagt
upp til orðaskifti um hesa
kunning, og eg loyvi mær at
ivast í, um limirnir í roynd og
veru skiltu, hvat varð sagt.
Tí er tað gleðiligt at síggja,
at forkvinnan, Vár í Gong,
ger vart við seg á heimasíð
uni hjá FFS og á Vágaportali
num 24. mars, har hon mælir
løgtinginum at taka fyrr um
talaðu broyting úr uppskoti
num. Tó vildi eg ynskt, at FFS
var sterkari í síni úttalu, og
kravdi broytingina strikaða
inntil gjøllar fyrireikingar
hesum
viðvíkjandi
eru
gjørdar saman við fakfelag
num. Tað er ikki nøktandi
bert at gera vart við seg á
heimasíðum og portalum.
Óvissa valdar hjá føroysku
limunum í PKA. Vit vita alt
ov lítið um ætlaninar, sum
løgtingið ætlar at fremja
við uppskotinum um pen
siónsnýskipanina. Vit hava
ikki sæð ferilin av nøkrum
uppskoti viðvíkjandi pen
siónssáttmála við nakran
føroyskan veitara.
Lógarsmíð uttan fyrilit
Ætlar
løgtingið
at
flyta
uppspardu
pensjónina
í
PKA til Føroyar, uttan at
hava avgjørt hvussu og hvar
hon skal skipast? Verður tað
tann einstaki brúkarin, sum
kemur at standa við sviðusoð
undir hesi umskipan? Og
kann Føroya land garantera
somu treytir og tænastur,
sum vit í løtuni hava í PKA
eftir skiftið?
Vit kunnu undir ongum
umstøðum góðtaka, at upp
skotið til pensiónsnýskip
anina
verður
samtykt,
áðrenn ein sáttmáli við før
oyskan pensiónsveitara er
gjørdur og góðkendur av
føroysku limunum.
Eftir stendur spurning
urin um, hvørt løgtingið
hevur heimild at avgera,
hvar
einstaki
borgarin
tryggjar sær sína pensjón.
Hendan spurning má ein
løgfrøðingur
svara
uppá.
Lønarkorini hjá føroyskum
sjúkrarøktarfrøðingum eru
alt ov vánalig, samanborið
við onnur norðanlond. Har
afturat verður sáttmálin hjá
FFS hvønn dag brotin, vegna
neyðugar sparingar innan
heilusverkið. Skal løgtingið
nú eisini avgera hvar partar
av okkara soltnu løn skulu
sparast upp? Nei takk!
Her eru alt ov nógvir
leysir
endar
og
eingin
føroysk skipan er klár at taka
ímóti. Harafturat er komið
fram, at tað verður nógv
dýrari at umsita pensjónina í
Føroyum. Latið okkum síggja
eitt
roknistykki,
áðrenn
okkara
dýrt
uppsparda
pensjón verður rørd.
Fingrarnar vekk frá mínari pensjón
FFS er ósjónligt - og sum limur í felagnum ivist eg í, um felagið umboðar limirnar. Á seinasta aðalfundi
varð í stuttum kunnað um ætlaðu broytingarnar, men tað var ikki á nakran hátt lagt upp til orðaskifti.
Tískil hava limirnir ikki fingið sagt sína hugsan um skammiliga uppskotið, sum nú er lagt fyri tingið
Finn Hansen
Jorf Lasfar Marokko
Eg læs nú ein dagin á netinum,
at ætlanin er at friða lundan,
tí at tað í fjør bert vóru veiddir
339 lundar í Føroyum.
Sum
tey
flestu
nokk
vita, so er tað vantandi
føði hjá lundanum sum er
trupulleikin. At nakrir fáir
lundar verða veiddir um árið
hevur einki við minkandi
lundastovnin at gera.
Makrelurin sum kemur
inn í føroyaskan sjógv í mai
mánaði, etur alt sum fyri er,
harvið eisini nebbasildina
sum lundin vanliga livur av.
Tað sigur seg sjálvt, at
tað skal nógv nebbasild og
annar smáfiskur til at føða
fleiri hundrað túsund tons
av makreli sum svimja runt
um oyggjarnar frá mai til
septembur.
Hesi seinnu árini hevur
alt havið vestanfyri kókað av
nebbasild frá mars til síðst í
juni mánað.
Toskurin
hevur
verið
fullur av nebbasild, og svart
fuglurin er nóg illa sloppin á
flog, so mettur hevur hann
verið av nebbasild.
Men tá so juli mánaði
er komin, og lundin skal
byrja at føða pisurnar, tá er
nebbasildin vekk og nærum
eingin pisa kemur undan.
Hettar kann man uttan iva
takka makrelinum fyri.
Nú ið Jacob Vestergaard
hevur givið nótaskipunum
loyvi at fiska 150.000 tons av
makreli um árið, so fær hann
tvær flugur við eitt smekk.
Inntøkan til landskassan
fer at økjast rættuliga nógv
av øllum makrelunum sum
kemur upp á land, og lundin
fær vónandi aftur sín part av
nebbasildini, av tí at royndin
eftir makreli fer at økjast
munandi í framtíðini.
Tey plássini runt um
í Føroyum, sum hava við
lundafleyggj at gera, eru
langt síðani farin í gongd við
at avmarka lundaveiðuna.
Lundin hevur td. verið
friðaður
bæði
í
Nólsoy
og Tindhólmi í fleiri ár. Í
Mykinesi var bert loyvt at
fleyga lundar 4 tímar um
dagin í 3 vikur í fjør. Hartil
mátti bara fleygast 20 lundar
upp á gyllina. Hettar ger at
veiðan eftir lunda verður
ógvuliga avmarkað.
Úti í Lamba í Mykinesi,
sum er størsta lundaplássið
í Føroyum búgva ca. 100.000
pør. Har var rættuliga nógvur
lundi at síggja onkrar dagar í
fjør. Serliga tann eina dagin
fyrst í august mánaði. Har
var lundi á sjónum, á landi
og í luftini so langt eyga
rakk. Lundin er til, men
trupulleikin er, at hann rýmir
til havs at leita eftir føði,
og kemur bert onkuntíð til
lands aftur at venda í nakrar
dagar, og er so vekk aftur í
fleiri dagar.
Eg ivist ikki í, at lundin
aftur fer at síggjast við
nebbasild í nevinum, tá ið
nótaskipini
hava
fiskað
makrel í eina tíð.
Um lundin verður frið
aður við lóg, ja so kunnu
tað ganga nógv ár til tann
lógin verður broytt aftur,
og tað vildi verið harmuligt,
um eingin slapp at fáa sær
eitt kók av lunda aftur tey
komandi nógvu árini.
Lundaveiða og makrelur