mánadagur 28. mars 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37
30
Sosialurin
Seinastu fimm árini hevur,
frá tíð til aðra, verið nógv
fokus á Vinnuháskúlan (Vh).
Og seinastu evnini eru upp
stigan av teimum maritimu
útbúgvingunum til bachelor
støðið og maritiman depil.
Eftir
míni
metan
er
tað, fyri ein stóra part, ein
natúrlig gongd at uppstiga
til bachelorstig. Man valdi jú
eisini at krevja, at fólk skulu
ganga í fólkaskúla í nýggju ár
í staðin fyri sjey ár.
Sambært
greinini
”Ov
drúgt at lesa til skipsførara
og maskinmeistara” á Norð
lýsinum tann 4. mars 2011,
halda fleiri løgtingslimir, at
tað fer at taka ov langa tíð at
útbúgva seg, um Helena Dam
á Neystabø fær sín vilja við
uppstigan til bachelorstig. Og
tað at fer at føra við sær at
fleiri fara av landinum at lesa.
Støðan í Danmark er tann,
at maskinmeistaraskúlarnir
hava miðnámsprógv sum
upptøkukrav. Tó hava allir
skúlarnir
”adgangskursus”
og
verkstaðarskúla,
tað
sæst á www.maskinmester.
dk. Sæmbart álitinum um
bachelorútbúgvingar á Vh,
er ætlanin at Vh skal bjóða
eitt ”adgangskursus” í hálvt
ár til tey, ið ikki hava eina
miðnámsútbúgving. At Vh
bjóðar hetta skeið, má vera
eitt krav, tá hugsað verður
um, at tey flestu, ið nú
søkja inn, hava antin eina
handverkaraútbúgving ella,
á navigatiónslinjuni, siglings
tíð. Um Vh ikki fer at bjóða
hetta ”adgangskursus”, fer
man helst at fáa ein trupul
leika at manna flokkarnar.
Tað er bert ein spurningur
um tillaging at venja seg við
tankan um at tað tekur eitt
hálvt ár meiri enn nú. Og jú,
eg veit hvat eg snakki um
tá eg sigi, at tað er bert ein
spurningur um tillaging.
Eg bleiv útlærdur sum
maskinsmiðjur á Vágs Skipa
smiðju í september 2005. Eg
byrjaði á Vh í august 2006 til
maskinmeistara. Tá konan
skuldi til Danmarkar at lesa
fór eg við eftir tvey ár á Vh.
Tá lestrargongdirnar ikki
eru heilt líka, gekk eg tvey
ár á Københavns Maskin
mesterskole og Elinstalla
tørskole (KME), og fekk prógv
sum Professiónsbachelor í
juni 2010. Fyri at eg kundi
sleppa inn á KME mátti eg
lúka krøvini at sleppa inn.
Tað gjørdi eg tá eg hevði
havt støddfrøði, alisfrøði
og evnafrøði á Vh. Soleiðis
tók tað mær fýra ár at blíva
maskinmeistari, hóast eg
stóð allar royndir fyrstu ferð.
Og tá nú ein tíð er fráliðin,
hugsi eg ikki so nógv um at
tað tók eitt ár meir.
Tá eg nú havi gingið á
báðum skúlunum loyvi eg
mær at samanbera. Lat meg
beinanvegin sláa fast at tað
tekniska støðið er minst
líka høgt á Vh sum á KME.
Undirvísararnir eru heldur
onki aftanfyri teir í Danmark.
Og skuldi eg valt skúla í dag,
so hevði eg avgjørt valt Vh. Á
Vh leggur man dent á nøkur
ávís økir, hvar man á KME
leggur meiri dent á onnur
økir. Tað sum eg haldi er
rættiliga áhugavert er, at tá
tað kemur til tað tekniska
støðið, so kundi man saktans
fingið eitt bachelorprógv á
Vh sum nú er, um man skal
samanlíkna seg við Danmark.
Tó veit eg eisini at krøvini
fyri at fáa eitt bachelorprógv
eru onnur enn tey teknisku.
Royndarstovurnar á Vh
eru, í fleiri førum, betri enn
á KME. Tí vil eg bara heita
á leiðsluna á Vh at virka
fyri at royndarstovurnar
vera brúktar mest møguligt
og eisini dagførdar. Um
royndarstovurnar
eru
dagførdar og undirvísararnir
eru engageraðir at brúka
tær, verða tey lesandi eisni
meiri motiveraði at læra.
Tað er ikki nøkur loyna, at
hølisviðurskiftini
Undir
Krákugjógv eru sera góð tá
tað kemur til umstøðurnar
hjá teimum lesandi, bæði
royndarstovur og flokshølir.
Mín uppliving var eisini,
at tað er strævnari at lesa á
Vh enn KME. Tað eru fleiri
undirvísingartímar á Vh.
Tað kemst sjálvsagt eisini
av, at á Vh er undirvísing
í støddfrøði, alisfrøði og
evnafrøði; tann undirvísingin
er ikki á KME, tá tað er eitt
krav fyri upptøku. Tó haldi eg
ikki tað er heilt rætt at strika
alla undirvísing í støddfrøði
og alisfrøði á maskinmeistara
útbúgvingini. Sum eg skilti á
onkrum av undirvísaranum á
KME, kundi man gott hugsað
sær, at tað bleiv undirvíst
í teimum lærugreinunum í
sjálvari útbúgvingini.
Tað er ongin ivi um, at
útbúgvingin
til
maskin
meistara er betri og lættari
at leggja til rættis, um Vh
sleppur undan at skulu hugsa
um, at fólk skulu hava ávísar
kvalifikatiónir
(maskinist)
aftaná eina stutta tíð. So tá
nevnt verður at uppstiganin
til bachelor verður óheppin í
tí sambandi, samsvarar tað
ikki við veruleikan. Støðan í
dag er jú tann at antin velur
tú maskinmeistara uppá trý
ár ella maskinist uppá 9 mðr
– tvær óheftar útbúgvingar.
Og hetta haldi eg tey flestu
sum kenna til økið og skúlan,
kunnu vera samd um er tann
betra loysnin.
Tað sum eg havið upp
livað
í
Danmark
er,
at
møguleikarnir fyri víðari
útbúgving(mastergrad)
eru ógvuliga avmarkaðir.
Tí haldi eg tað vera skeivt
at brúka møguleikan fyri
víðari útbúgving sum grund
geving fyri uppstigan til
bachelorstøðið.
Lat
meg
enn einaferð siga, at eg als
ikki eri í móti uppstigan til
bachelorstøði, eg eri fyri.
Man eigur bara ikki at mála
alt so ljósareytt fyri fólki,
tá veruleikin er ein annar.
Eg vóni ikki at hava givið
teimum luft undir veingirnar,
ið eru ímóti uppstigan.
Eg havi tó skilt at heitið á tí
ætlaðu bachelorútbúgvingini
í Føroyum ikki skal vera
Professiónsbachelor.
Um
hetta kemur at broyta nógv
uppá
møguleikarnar
fyri
víðari lestri, veit eg ikki, men
tað kann bara gera støðuna
betri. So mín áheitan á
bólkin, ið skal arbeiða við
uppstiganini, vil vera at
gera eitt gott og grundigt
kanningararbeiði í sambandi
við
møguleikarnar
fyri
víðariútbúgving við tí prógvi
ætlanin er at lesandi frá Vh
skulu fáa. Og um neyðugt
verður at ”supplera” onkrar
lærugreinar, fyri at sleppa
víðari innan verkfrøði, so
at fáa gjørt onkra smidliga
skipan.
So
latið
okkum
stremba eftir at gera tað sum
er gott enn betri at maskin
meistaraútbúgvingin
skal
blíva enn betri.
Viðvíkjandi
flyting
av
maritimu útbúgvingunum,
haldi eg ikki at útbúgvingar
skulu flytast av Vh í Tórshavn.
Mín
grundgeving
er
at
Tórshavn er meiri sentralt,
og eisini at tað snýr seg um
nøkur fá ár man lesur, og tá
er tað eisini meiri spennandi
fyri tey lesandi, um staðið
liggur sentralt. Tað hevði
eisini verið nógv truplari hjá
suðuroyingum at ferðast í
vikuskiftunum. Sjálvur komi
eg úr Vági, so jú eg veit væl
hvat tað er at ynskja sær
nakrar almennar stovnar úr
miðstaðarøkinum.
Eg havi als onki ímóti
Klaksvíkini,
tvørturímóti.
Eg haldi ikki at nakrir av
teimum stovnum, ið liggja í
Klaksvík, skulu flytast ella
niðurleggjast. Sum eg skilji er
Sjómansskúlin í Klaksvík ein
vælkoyrandi skúli, so hví ikki
bara lata skúlarnar vera sum
teir eru í dag? Jú, kanska eru
nakrar fáar krónur at spara,
men tær munnu helst vera
sera, sera fáar; so vónandi
fer samanleggingarbylgjan
at leggja seg skjótt. Og fyri
at lúka krøvini at sleppa inn
á Vh til skipsførara, kundu
tey á sjómansskúlanum í
Klaksvík bara undirvíst eitt
sindur meiri í støddfrøði,
alisfrøði og teimum neyðugu
lærugreinunum.
Innan
virkisstýring
verður
ofta
tosað um at ein skal gera
tað ein er góður til. Vandin
við einum maritimum depli
kann blíva at tann stovnurin
skal fevna um so nógv at
fokusi kann fara av teimum
týdningarmiklu og teknisku
lærugreinunum.
At snakka um bæði at
bjóða
verandi
útbúgving
út samstundis sum farið
verður undir eina bachelor
útbúgving, haldi eg er heilt
burturvið. Sum sagt er tað
bara ein spurningur um
tíð til fólk hava vant seg
við, at tað tekur trý og eitt
hálvt ár at útbúgva seg til
maskinmeistara ella skips
førara. Í staðin fyri at vilja
hava tvær útbúgvingar, so
latið okkum heldur vera
framsøkin og royna at savna
bestu
undirvísararnar
á
Vh soleiðis at vit kunnu
útbúgva teir bestu maskin
meistararnar og skipsførar
arnar. Í staðin fyri at køva
hugin hjá ungum við at siga
at nú fer tað at taka so og
so langa tíð, so latið okkum
heldur uppmuntrað tey til
at grava seg í bøkurnar og
undirvísingina hesi 3,5 árini.
Eg veit væl at tað ikki
eru øll ið søkja inn ið hava
hug til eina langa útbúgving,
nøkur hava hug til at blíva
antin maskinist ella skipari.
Sjálvandi skulu tey eisini
hava møguleika fyri tí.
Nú nøkur ár aftaná, hevði
verið áhugavert at hoyrt eina
fakliga og sakliga eftirmeting
av
samanleggingini
av
Maskinmeistaraskúlanum
og Sjómansskúlanum. Eg
byrjaði á Vh stutt eftir
at
samanleggningin
var
framd. Tað keðiligasta við tí
samanleggingini var avgjørt,
at maskinmeistaraflokkarnir
skuldu flyta úr bygninginum
Undir
Krákugjógv,
ið
hevði báði sera góð undir
vísnigarhølir og royndar
stovur. Hetta gjørdist eisini
ópraktiskt
tá
royndar
stovurnar skuldu brúkast.
Eg eri als ikki ímóti hugsan
ini um Vh, men tá hølisviður
skiftini ikki vóru optimal til
samanleggingina, so er tað
ivasamt um tað var rætt. Tað
hevði bara verið áhugavert at
hoyrt eina eftirmeting.
Tað hevur fleiri ferðir
verið ført fram, at maskin
meistaraútbúgvingin í Føroy
um er góð. Tí taki eg fult og
heilt undir við, men latið
okkum ikki vera bangin fyri
at gera hana enn betri. Eg
haldi at maskinmeistaraút
búgvingin hevur liðið nóg
nógv undir tí stríði, ið hevur
verið. Latið okkum tí hyggja
frameftir og hava sum mál, at
maskinmeistararnir, ið lesa á
Vh, skulu vera millum teir, ið
eru tekniskt best fyri. Latið
ikki politisku visiónirnar og
lokalpolitikkin liggja í vegin
fyri at gera nakrar góðar
útbúgvingar
enn
betri.
Roynið heldur at gera Vh
til ein enn betri og sterkari
útbúgvingarstovn. Og ansið
eftir ikki at køva hugin hjá
teimum ungu at nema sær
hægri útbúgving.
Eirikur Norðberg
Kjak
Maskinmeistaraútbúgvingin
– nakrar hugleiðingar
Sum nýútbúgvin maskinmeistari fari eg at loyva mær at gera nakrar
viðmerkingar og koma við nøkrum hugleiðingum