mánadagur 28. mars 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37
Sosialurin
Menniskjan og teldan –
hvat meinar serfrøðin
Hvat heldur læknaserfrøðin
um ung fólk, serstakliga
dreingir, sum spæla telduspøl
fleiri tímar hvønn dag – hjá
gentum er tað vanliga “chat”
sum t.d. FaceBook? Er tað
ikki ringt fyri heilsuna, bæði
tí likamligu og tí sálarligu,
at
reaktivi
parturin
av
heilanum í fleiri tímar hvønn
dag koyrir við fullari ferð,
meðan kroppurin situr mest
sum pinnastillur? Er hendan
ójavnvág av virkni millum
heila og likam í lagi?
Royndir hjá foreldrum
vísa, at børn í aldrinum uml.
4-12 ár verða bæði initia-
tivleys og snarsint av at
spæla telduspøl, Nintendo og
tílík skerm-spøl. Mangan, tá
børn eru koyrd út at spæla,
eftir at hava spælt við skerm-
spøl, vita tey als ikki, hvat tey
skulu finna uppá (hetta sæst
eisini
hjá
tannáringum).
Onkuntíð finna tey sjálvsagt
upp á okkurt, spæla fótbólt,
krógva og blunda o.t., men alt
ov ofta fara tey bert út fyri at
fáa loyvi at koma inn aftur at
spæla víðari við hesi skerm-
spøl. Hesum havi eg royndir
av
við
mínum
børnum,
eins og eg havi hoyrt somu
hjartasuff frá næstan øllum
foreldrum, sum eg havi tosað
við um hetta; og tey eru nógv.
Hvat halda foreldur, lærarar
og sosiologar um hetta?
Onkur spyr óivað: Jamen
hví skal hetta rópast ein
trupuleiki?
Tá
tú
sært
fantasiloysi og initiativloysi
í børnunum hjá tær annan
hvønn dag ella meira, so
er orsøk til at spyrja hvørji
árin kunnu standast av hes-
um
næstan
katatoniska
atburði hjá okkara børnum
og ungdómi, sum ongantíð
áður er sæddur í søgu menni-
skjans. Eisini er talan um
ung vaksin, uml. 18-22 ár, sum
spæla telduspøl næstan alla
sína frítíð, heldur enn at nøra
ein hvønn áhuga ella nøra
eitt hvørt forvitni. Hvussu
skal framtíðin verða skapt
og ment? Hvussu verður
almenna vitanin? Bert við-
komandi vitan fyri yrkis-
leiðini tykist at vera vird fyri
mong ung. Forvitni, nýhugs-
an, áræði og virkisandi tykist
vera minkandi. Eisini hava
nogvir næmingar rættiliga
vánalig bindindi til at arbeiða
við eini ástøðiligari uppgávu.
Spurningurin er hví so er. Um
tað kann vera zap-mentanin:
skjótu skiftini millum sjón-
varpsrásir, stuttu prátini á
netinum og fartelefonini,
skjótu og stuttu vitjanirnar á
ymisku heimasíðunum o.s.fr.
Eigur slíkt ikki at verða tikið
í ávísum álvara og tikið upp
til kjak? Hvat halda politik-
arar og samfelagsfrøðingar
um hetta?
Les fjølbroytt og
fá eitt sunt sinn
Vit hava mangan hoyrt
læknar siga “etið fjølbroytt”,
tá spurningurin um kost
hevur verið frammið. Eg
haldi, at hetta sanniliga
eisini kann nýtast um okkara
intelligens og medvit: Les
fjølbroytt
og
leita
fram
fjølbroytta upplýsing, so tú
fært breiða vitan og sostatt
eitt sunt sinn. Ljóðar hetta
ikki sum logikkur? Um tú vilt
renna eina marathon, mást
tú venja nógv; og venjingin
er sjálvandi nógv renning.
Um vit ynskja eitt vitanar-
samfelag – gløggar borgarar,
ið m.a. velja gløgt fólk á ting
– er tað tá ikki upplagt at
tosa meira og jaligari um
vitan, og krevja størri politisk
átøk til frama fyri fleiri
útbúgvingarmøguleikar og
betri dygd á skúlaøkinum
sum heild? KVF er við at liva
upp til sítt heiti og ábyrgd
sum “public service” við
sendingum sum Perspektiv,
Skannarin, Eygsjón, Filosoff-
arnir, Álvaratos o.a.
Vit
tosa
nógv
um
likamliga heilsu. Vit skulu
eta sunt og renna, svimja
ella røra okkum á annan
hátt, fyri at hava sunt likam,
men vit tykjast ikki at vera
serstakliga áhugagið í at
gerast vitugari, klókari og
víðka okkara sjónarring og
sostatt gerast betri – betri
til okkara yrki, men eisini
betri sum menniskju og
samfelagsborgarar, og vera
kveikjarar og fyrimyndir fyri
okkara børn.
Lærdómur
byrjar heima
Tað er í lagi at tosa við
matarborðið. Tað er hóast alt
har, vit øll eru savnaði saman
um nakað gott og hava
møguleika at tosa saman og
verða hoyrd – lurta, læra og
luttaka. Aftan á døgurðan
spjaðast vit í allar ættir. Við
døgurðaborðið havi eg, sum
smádrongur,
hoyrt
nógv
áhugavert
og
kveikjandi,
eisini okkurt stuttligt, og
royni eg nú sjálvur at upplýsa
og kveikja míni børn, og tey
fáa høvi at siga sína hugsan
og greiða frá onkrum, sum
tey hava gjørt ella upplivað.
Lærdómur byrjar hóast alt
í heiminum, síðan kemur
skúlin við í lærdómsleikin.
At verða kallað/ur nørd ella
strembari eigur ikki longur
at vera nakað ringt ella
keðiligt, tvørturímóti, tað
eigur at vera sæð sum rós.
Hevur tað størri týdning
at læra børnini at sita still
og ikki at tosa við mat í
munninum, enn tað hevur
at tosa við børnini, læra og
upplýsa tey? Tað kemst ikki
av ongum, at lívið uttan fyri
lærustovnarnar verður ikki
kallað “lívsins skúli”. Hvat
lívsins skúli borðreiður við
fyri børnini er í stóran mun
ábyrgdin hjá foreldrunum,
ikki so?
Ein lítil niðurstøða
Vit eru sjálv okkara bestu
kritikarar, men tað krevur
eitt greitt ynski um bata
viðvíkjandi
upplýsing
og
vitan. Eisini eiga vit at hava
eitt vælmeinandi vaki eyga
við okkara kæru eins og
okkara medborgarar, soleiðis,
at vit øll síggja hvør tørvur
er til frama fyri vitanar-
samfelagið og tess borgarar.
Dávid Isfeld
Hósvík
Spurningar til
okkum øll
Tað at senda umboðan fyri fólkið til tings
er aldargomul skipan. Føroyingar tóku hesa
skipan við sær úr Noregi og kunnu tí við
sínum fyrst Altingi seinri Løgtingi vísa á, at
teir hava elsta parlamentið í Europa. Eina
fólkaumboðan, sum hevur næstan 1200 ár
á baki.
Grundleggjandi fyri hesa skipan var, at
teir sum møttu á tingi umboðaðu alt landið.
Sum øldir liðu, broyttust skipanin nakað,
og ikki minst varð valdið hjá Løgtinginum
nógv avmarkað, ja í nøkur ár í 1800 talinum
var tingið heilt burtur. Men tað kom
afturíaftur, hóast vit enn mangla endaliga
suverinitetin.
Sum fráleið gjørdist siðvenjan, at fólkið
beinleiðis valdi síni umboð við atkvøðu-
greiðslu. Men fast varð hildið við, at allir
partar av landinum høvdu rætt til sína
umboðan. Landið varð býtt upp í valdømir,
og tá politiskir flokkar tóku seg upp, vórðu
reglur gjørdar fyri, at teimum eisini vóru
tryggjaðir umboðan. Um teir ikki megnaðu
valdømisumboðan
var
møguleiki
fyri
útjavningarumboðan.
Hendan skipanin við bæði valdømis-
og floksumboðan var galdandi til 2008, tá
eitt “statskupp” varð gjørt. Í 2007, tá leið
móti valinum í januar 2008, kom táverandi
tingformaðurin við einum uppskoti um
broyting av vallógini. Skotið varð upp, at
Føroyar allar skuldu vera eitt valdømi.
Samstundis sum reglurnar um persónligt
atkvøðutal vórðu varðveittar. Týðuligt var,
at hetta var persónligt áhugamál hjá tingfor-
manninum. Men aðrir tingmenn høvdu
eisini meira ella minni persónligan áhuga
í, at skipanin varð broytt til eitt valdømi.
Úrslitið varð, at í skundi og uttan serliga
drúgva viðgerð varð uppskotið samtykt, og
vit fingu nýggja skipan við einum valdømi
á valinum 19. januar 2008.
Tað, tingmenn gloymdu og ikki góvu sær
far um, var, at her broyttu teir fundamentalt
alt grundstøði undir parlamentarisku
skipanini. Í øllum londum er landsparta-
og fólkaumboðanin grundleggjandi fyri
samansetingina av parlamentinum. At so
fleiri lond, har okkara er eitt av teimum,
eisini hava eina politiskt demokratiska
skipan, sum hevur við sær politiskt flokka-
býti, tekur ikki burtur skipanina við
landspartaumboðan.
Væl eru Føroyar eitt lítið land, ja vit
kunnu siga sera lítið. Men harfyri eru tær
eitt fjølbroytt land. Í mongum førum meiri
fjølbroytt enn enn mong størri lond. Tí er
tað avgerandi neyðugt, at umboðanin eisini
er fjølbroytt. Røddunum alla staðni frá eiga
at vera tryggjaðar afturljóð á tingi innan
tað rímuliga mark, sum nú eina ferð er. Tað
vil í hesum føri siga 33 umboð.
Nú er meginparturin av einum val-
skeiði
farið,
síðani
nýskipanin
fekk
gildi. Og ikki kann sigast, at hon hevur
hepnast væl. So smátt byrja fylgjurnar at
síggjast. Sjálvt um økisumboðanin ikki
broyttist so ógvuliga nógv við seinasta
– og higartil einasta – val, so merkist longu
á fyrstu uppstillingarfundum hjá ymsu
flokkunum, at umstøðurnar eru øðrvísi.
Serliga merkist tó í politiska arbeiðinum,
bæði í Løgtinginum og landsstýrinum,
men ikki minst innanhýsis í politisku
flokkunum, at aðrar fortreytir eru galdandi.
Faðirin at nýskipanini gongur á odda í
persónsfikseringini og við atfinningum
og beinleiðis álopum á samgonguna, sum
hann formelt er partur av, men eisini á
sín egna flokk og leiðara. Men hann hevur
eisini fleiri fylgisneytar mestsum í øllum
flokkum. Men hvussu skal tað annars kunna
vera, tá bert ræður um at sleppa upp á ein
(floks)lista og síðani sláast um persónligu
atkvøðurnar. Úrslitið er: veikari flokkar,
veikari lokal veljarafeløg, og ikki minst
veikari politikkarar, serliga er og verður
hetta galdandi fyri politiskar leiðarar.
Fylgjurnar verða so víðari, at alt politiska
arbeiði verður útvatnað og trupult verður
at fáa nakrar loysnir, í øllum førum kemur
nógv í drag.
Við einum valdømi kemur Løgtingið meiri
og meiri at líkjast einm bý- ella bygdaráði.
So fyri tann skuld er ikki neyðugt við einum
kommunureformi. Vit leggja bara allar
kommunurnar saman í eina. Harafturat
fána flokkarnir burtur, og persónar kunnu
stilla upp uttanflokkalistar, sum teimum
lystir. Vit hava longu sæð ein persón rýma
úr einum flokki og er fyribils uttanflokka
tingmaður. Hann er so mikið sterkur, at
hann ikki hevur havt trupulleikar við at
útvega undirskrivtir til nýggjan flokk. Men
um ikki tað var eydnast, kundi hann bara
stilla upp uttanflokka. Tað fara helst aðrir
at gera, um ikki hesu ferð, so seinri.
Fyri mær at síggja hevur núverandi
valskipanin við sær, at øll politiska og parla-
mentariska skipanin fer í upploysn. Tað
gangan neyvan meiri enn eini tvey valskeið
fyrrenn hetta hendir. Einasta bjargingin er,
at farið verður aftur til gomlu skipanina (við
smávegis broytingum) beinanvegin, tað vil
siga áðrenn komandi løgtingsval. Tað nyttar
ikki at bíða til aftan á valið, tá er longu so
nógv oyðilagt.
Við vón um góðan bata
Jógvan Sundstein
Er politiska skipanin
við at fara í upploysn?