Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 47 - 8. mars 2002 Nr. 47 - 8. mars 2002 13 Eftir stórar umvæl- ingar letur svimji- høllin í Klaksík vænt- andi upp aftur fyrst í apríl mánaða SVIMJIHØLL Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Í næstan eitt ár hava norðingar verið noyddir at farið yvir um fjørðin, um teir ætlaðu sær at svimja. Men endiliga tykist vón vera fyri framman. Eftir ætlan skal svimjihøllin í Klaksvík lata upp aftur fyrst í apríl mánaða, eftir at stórar umvælingar eru farnar fram. 1. byggistig liðugt Svimjihøllin fór í august mánaða seinasta ár undir tað fyrsta av trimum byggistigum í ætlanini um at útbyggja svimjihøllina. Tað fyrsta byggistigið umfataði báðar tekjurnar á høllini, sum nú eru um- vældar og lagdar av nýggj- um. Tekjurnar vóru so gaml- ar, at tær vóru byrjaðar at leka, og tí varð avgjørt at leggja nýtt tak bæði yvir sjálva høllina og yvir um- klæðingarrúmið. 28 ára gomul Kári Kjælnes, dagligur leiðari á svimjihøllini, sig- ur, at starvsfólkini eru sera spent uppá at lata uppaftur. - Vit eru væl nøgd við umvælingarnar, og gleða okkum til aftur at kunna bjóða fólki ein túr í vatn- inum, sigur Kári. - Svimjihøllin í Klaksvík verður 28 ár í ár, og tí trongdist til nakrar um- vælingar. Tá útbyggingin verður liðug, skuldu vit vónandi kunna bjóða fólki eina svimjihøll, sum kann standa mát við aðrar svimjihallir av nýggjari slag. Svimjihøllin kemur at innihalda allar teir facili- tetir, sum ein svimjihøll eigur at hava, og ikki minst verður hon sera vøkur og ljós at síggja til. So vit eru øgiliga spent, sigur Kári. Nógv fólk svimja Kári sigur eisini, at talið av fólkum, sum svimja, er nógv vaksið tey seinastu árini. Av tí sama vænta tey í svimjihøllini í Klaksvík, at talið fer at vaksa enn meira, tá svimjihøllin hevur verið ígjøgnum fleiri umvæling- ar. - Fólk eru ótrúliga spent at vita, hvussu tað man fara at síggja út, tá øll útbygg- ingin er liðug, og tey gleða seg eisini saman við okk- um, sigur Kári. Enn langt á mál Hóast svimjihøllin letur upp aftur fyrst í apríl mánaða, so er útbýggingin ikki liðug enn. Farast skal eisini undir 2. og 3. byggistig, men verður hetta ikki fyrr enn um eini 3-4 ár. 2. byggistig umfatar nýggjar svimjihyljar í høllini, har millum annað rundhylur, tann djypsti hylurin, verður koyrdur burtur og gólv ístaðin lagt á. Ístaðin fyri hylin verður møguliga ein 45 m. long vatnskreiðubreyt løgd á gólvið. 3. byggistig umfatar alla klorskipanina, sum skal leggjast av nýggjum. Kári Kjælnes sigur at enda, at vónandi kunnu 2. og 3. byggistig leggjast saman, so skjótari verður at fáa bæði liðug. Tilsamans koma útbygg- ingirnar at kosta eini 6 til 7 milliónir krónur. Komandi sunnudag skipar Klaksvíkar Fimleikafelag fyri stórari fimleika- framsýning í K.Í. høllini FRAMSÝNING Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Hetta er fjórða árið á rað, síðani felagið varð endurstovnað, at skipað verður fyri fim- leikaframsýning í K.Í. høllini. 13 lið við tilsamans 200 luttakarum skulu vísa teirra kynstur fyri foreldrum, systkjum og øðrum áhugaðum. Hvørt ár plagar felagið eisini at hava eitt gesta- lið, og hesuferð verður tað so Dansihugni í Klaksvík, sum kemur at vitja framsýningina. Dansihugni eru nøkur fólk, ið hittast eina ferð um vikuna til dans, og á framsýningini koma tey at vísa nøkur dansispøl fram. Tá framsýningin er komin at enda, kemur Silvi eisini á vitjan, so okkurt spennandi er á skránni til øll. Øll hini árini hevur so stórur áhugi verið fyri framsýningini, at høllin hevur verið fullsett hvørja ferð. Framsýningin verður klokkan 15.30 í K.Í. høll- ini, og atgongumerki fáast við dyrnar hálvan tíma undan sýningini. Svimjihøllin letur upp aftur Klaksvíkar Fim- leikafelag skipar fyri framsýning - Í apríl sleppa norðingar aftur at hugna sær í svimjihøllini í Klaksvík Seinasta fríggjadag varð Sundaberg, sum annars er á norskum sjógvi á Barentshav- inum, sloypaður inn á ein fjørð av norsku bjargingartænastuni. Sosialurin: Manningin umborð á Sundaberg hevði varhugan av, at okkurt hevði sett seg á skrúuna, og sendu tí boð eftir bjarging- artænastuni. Men tá teir komu inn á fjørðin sást, at einki hevði sett seg á skrúuna, haraft- urímóti var okkurt galið við regulatorinum á motorin- um. Arbeitt varð við hesum, og longu leygardagin fór Sundaberg aftur til havs. Frá reiðarínum frætta vit, at tað gongur hampiligt við fiskiskapinum. Eftir at hava verið úti í góðar tveir mán- aðir, hava teir fingið til- samans 500 tons. -re- Sundaberg inn í Noregi – Vit hava havt nóg mikið at gera. Her eru nógv skip í økinum, og nógv enda her hjá okkum, tá ið okkurt er at gera. Vit fáast mest við motorum- vælingar, sigur stjór- in, Ernst Rasmussen. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Á maskinverkstaðnum, Mekanik í Runavík, ar- beiða teir í hesum døgum við at seta nýggjan motor í línubátin, Norðsøka, sum P/F Bakur á Selatrað eigur. Arbeiðið byrjaði fyri góðari viku síðan, og Ernst Rasmussen á Mekanik, væntar, at Norðsøki verður siglingarklárur aftur seint í komandi ella fyrst í aðru viku. Norðsøki hevði ein 400 hk. stóran Cummins motor, sum var 18 ára gamalur. Nýggja maskinan er ein Mitsubishi, 450 hk. Ernst sigur, at Mekanik bara skal skifta motorin á Norðsøka, men í sambandi við skiftið, er neyðugt við smærri umleggingum. Mekanik 20–25 mans í arbeiði Í januar setti Mekanik nýggjan motor í trolbátin, Skarðhamar í Skopun. Annars hevur smiðjan skift onkrar ljósmotorar út í vet- ur. 1997 keypti Ernst Rasmussen Mekanik, og har arbeiða millum 20 og 25 mans við maskinum- vælingum og øðrum skips- umvælingum. – Vit hava havt nóg mik- ið at gera. Her eru nógv skip í økinum, og nógv enda her hjá okkum, tá ið okkurt er at gera. Vit fáast mest við motor- umvælingar, sigur stjórin. Mekanik setir nýggjan motor í Norðsøka Um eina góða vikuella so verður Norðsøki sigliklárur aftur – við nýggjari maskinu, sum maskinverkstaðurin, Mekanik í Runavík, hevur sett í skipið. Dómararnir í send- ingini “Rockidoler” á TV3 valdu ikki at satsa upp á Róin Sig- gertson sum sangara í rockbólkinum, sum teir settu saman, hó- ast teir bert høvdu rós at bera hansara evnum. Á kjakforum- inum á vevsíðuni hjá TV3 vísa sjónvarps- hyggjararnir sína stóru ónøgd við at føroyingurin ikki varð valdur TÓNLEIKUR Rúnar Reistrup Tað bleiv ikki Róin Sig- gertson, ið gjørdist sangari í rockbólkinum, sum kom- andi sendingarnar í røðini “Rockidoler” á TV3 fara at snúgva seg um. Róin Siggertson var annars ein av teimum tredivu tónleikarunum, ið vóru valdir út at luttaka í sendingini. 550 vónríkir tónleikarar høvdu sent demofløgur inn. Róin royndi seg sum sangara, og í fyrstu send- ingini góvu dómararnir honum tað skotsmál, at hann var uttan iva tann størsti listamaðurin av teimum tredivu tónleikaru- num, sum teir høvdu at velja ímillum. Fall í endaliga valinum Í aðru sendingini í røðini “Rockidoler”, sum varð send týskvøldið, skuldu dómararnir so velja fimm tónleikarar út til rockbólk- in. Tær restandi átta send- ingarnar í røðini fara at snúgva seg um, hvussu hes- ir fimm tónleikararnir klatra upp eftir stjørnu- stiganum og, um undirtøk- an verður til tað, gerast til ein kendan og vælumtóktan rockbólk. Dómararnir sáldaðu frá í tveimum umførum. Í fyrsta umfari slapp Róin við skinninum á nøsini, men í endaligu útveljingini varð ein annar sangari tikin fram um, hóast Róin fekk nógv rósandi orð við á vegnum. Róin væl nøgdur Róin Siggertson segði við Sosialin í farnu viku, at hann ikki hevði ætlað sær at luttikið í sendingini, men at fólk rundan um hann fingu yvirtalað hann til at senda eina demofløgu inn í síðstu løtu. Tá Sosialurin tosaði við hann seinast, kundi Róin ikki siga hvussu tað var gingist hon- um í sendingini. Tað hevði hann ikki loyvi til. Men hann segði seg vera væl nøgdan við tað, sum kom burturúr. Týskvøldið sást so, at hann ikki gjørdist partur av útvalda rock- bólkinum, men við at lut- taka hevur hann fingið víst sínar tónlistarligu dygdir fram á skíggjanum, og tað kann opna nógvar lúkur. Hyggjararnir skilja einki At Róin Siggertson var vælumtóktur av hyggjaru- num er eingin ivi um. Á kjakforuminum á vevsíðuni hjá TV3 fær sendingin harðan kritik frá hyggjaru- num fyri ikki at hava valt Róin sum sangara í rock- bólkinum, sum nú verður borðin fram á lógvum í donsku tónleikavinnuni. Bólkurin skal í næstum geva eina singlefløgu út ígjøgnum plátuforlagið Universal. Róin, ella Rowan, sum hann kallaði seg í sending- ini, og sum hann tískil nú er kendur sum í Danmark, fær sum skotsmál frá hyggjaru- num at hann er “klasser bedre end resten”, og ein sigur “jeg fatter ikke hvor- dan Rowan kunne fravælg- es i kapløbet som forsang- er”. Onkur annar hyggjari ger sína egnu meting av vali- num hjá dómarunum og heldur at “Rowan var helt klart den bedste og mest talentfulde af dem alle. Men han er sikkert ikke sød nok til TV3”. Róin Siggertson hevur seinastu tvey árini arbeitt burtururav við tónleiki. Hann er búsitandi í Keyp- mannahavn, har hann hevur sítt egna ljóðstudio. Róstur Róin varð sáldaður frá Róin Siggertson fekk sera góð skoðsmál frá dómarunum í sendingini “Rockidoler” á TV3 C M Y K 13 12 team85 H E V U R T Ú T A Ð S U M K R E V S T ? Føroyar standa við eitt markamót ... Oljuvinnan fær brúk fyri fólki við serligum innliti og førleika. Handilsskúlin á Kambsdali bjóðar komandi skúlaár miðvísum næmingum eina FHS- og HH-útbúgving við serligum atliti at oljuvinnu. Næmingarnir fáa eina vanliga FHS- og HH-útbúgving umframt ein serligan førleika. Umsóknarbløð eru at fáa á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Freistin at søkja er 15. marts O L J U V I N N U F L O K K U R I N