fríggjadagur 8. mars 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Frá fríggjadegi 8. mars til hósdagin 14. mars
Vitin
Hva’ med hunden
Baren – Afstemning
Í samband við at LISA
(Listafólkasamband
Føroya), ið er megin-
felag
hjá
listafólka-
feløgunum í landinum
hevur 20 ár á baki, send-
ir Sjónvarp Føroya í
viku 11 hesar sendingar:
Mánadagur 11. mars
21.15 Rithøvundurin og
listakvinnan -
Basalt um
Rannvu Kunoy
og Alexander
Kristiansen
21.50 Lívsmyndir 1 -
tónleikasending
Týsdagur 12. mars
20.50 Hugurin at skapa
- um listakvinn-
una Guðrið
Poulsen
21.15 Lívsmyndir 2 -
tónleikasending
Hósdagur 14. mars
20.45 Svartur sannleiki
- um listamannin
Ingálv av Reyni
LISA 20 ár
Tá ið eg havi
málað summarhúsið
Leygardagin kl. 17.00
Mikukvøldið kl. 18.30
Sunnudaginkl. 15.20
Ein tarnað vika
Tað hevur verið rættiliga nógv-
ur kavi hesa seinastu tíðina. Eitt
gott høvi til at sita inni og
kanska tendra fyri tí stóra
kassanum.
Fyri stuttari tíð síðani end-
aðu Olympisku leikirnir í Salt
Lake City, USA. Hetta eru teir
sokallaðu vetrar olympisku
leikirnir, ið savna mong túsund
fólk. Sum føroyska sjónvarps-
rásin raðfesti hesar olympisku
leikir, so skuldi ein fegin trúð,
at teir vóru útsettir ella als ikki
vóru á skránni hesaferð. Mill-
um lítið og einki av tilfari varð
sent úr Salt Lake City, og tað,
ið varð sent, gav sum so ikki
nógva meining, tí tað var
ómetaliga torført at finna heild.
Tað er at fegnast um, at íshokky
slapp framat á skíggjan so mik-
ið ofta, men hetta tykist mest
sum tilvild meira enn nakað
annað. Tað er givið, at hesir
leikirnir kanska ikki eru teir
leikirnir, ið føroyingar hava all-
arstørstan áhuga fyri, men hetta
er framvegis ein risastór ítrótt-
arhending, og olympiskir leikir
eru vanliga nakað, ið kann
savna fólk frammanfyri skíggj-
an. Hesir seinastu leikirnir fara
í søguna, sum teir løgnastu
leikirnir higartil. So at siga
einki frættist áðrenn, og hetta
var ikki bara nakar einstakur
miðil, eftir leikirnir eru nakrar
doping gølur komnar fram ann-
ars einki. Og, sum sagt, ikki
nakað stórvegis var at frætta
um leikirnar, meðan teir fóru
fram. Hetta er rættiliga løgið, tá
hugsað verður um talið av
rásum og sendimøguleikum
sum heild. Í Føroyum fuku
leikirnir framvið. Útvarp Før-
oya gjørdi sína skyldu við at
upplýsa føroy-ingar eitt sindur
um hvat og hvussu, og hetta er
eisini gott, men kann ikki
minni tykjast argandi, tá so at
siga eingin mynd er at finna av
leikunum. Tað er kanska eitt
sindur torført at verða vónsvik-
in av sjónvarpi, men undran
merkist, tá stórhendingin ikki
finnur lítla landið í Norðurat-
lantshavi.
Møguleikararnir at fylgja
Olympisku
leikunum
um
fylgissvein vóru sjálvsagt fyri
ein part til staðar. Sjálvur valdi
eg eisni í seinastu viku at
staðfesta mítt trúfesti við at
ogna mær at ein nýggjan mót-
takara, soleiðis at fjarskotna
signalið kundi fáa betri sømdir
og eg meira útlendskt.
Mentan
Nú mentan er komið á borðið í
áliti, so er tað ikki lítið, ið tosað
verður um hesa góðu mentan.
Brádliga er hugtakið endurføtt,
og leitanin eftir týdninginum
enn einaferð sett ígongd. Tað
eru uttan iva nógv, ið hava
bíðað leingi eftir hesum áliti,
og hetta merkist eisini og er
heldur ikki av leið, tá hugsað
verður samfelagskjakið.
Tað hevur eisini ávirkað so
mikið, at stóra og tunga ment-
unarsendingin, Stýrivolt, slepp-
ur framat. Sendingin byrjaði í
sambandi við vetrarskránna hjá
Útvarpi Føroya, og hon hevur
eisini ment seg. Verturin er
gamal kenningur í útvarpshøpi.
Sendingin hevur funnið ein
fastan form, og teir tretivu/tríati
minuttirnir rigga sum heild
væl. Navnið er eftir einum kort-
spæli. Einum kortspæli, ið und-
irritaði einaferð í sambandi við
próvtøku stríddist við at læra
seg. Hetta góða kortspæl telist
ikki longur millum tey spølini,
ið mest javnan verða spæld,
men hevur tó røtur í Føroyum.
Tað kann tykist løgið, at
roynt verður at skapa eina næst-
an listarliga fjarstøðu, tí hetta
er ikki ein stílur, ið hóskar.
Sendingin er sum so ein góð
sending. Evnini, ið verða tikin
fram, hava ringt við at fóta sær
aðrastaðni. Tískil er gott við
einari tílíkari sending. Onkun-
tíð verður grópað í so langt inn
í egnan heim.
Sjálvur stríddist eg leingi við
at læra meg stýrivolt, men hetta
seinasta útspælið kennist onk-
ursvegna munandi lættari.
Brúkarin
Í londunum rundanum okkum
sært tú javnan sokallaðar brúk-
arasendingar. Ein tann frægasta
er at finna hjá stórabeiggi Sjón-
varp Føroya, Danmarks Radio.
Sendingin Rene ord for penge-
ne er ein frálíka góð brúkara-
sending, sum setir góðan óheft-
an tíðindaflutning í gott ljós.
Har leggur sendingin fyri tað
nógva ikki fingrarnar ímillum.
Føroysku megin stjørnurnar
er eisini ein brúkarasending
stáplað upp á beinini. Okkara
millum er heitið á sendingini,
sum loyvir TÆR – brúkarunum
– framat. Vanligi persónurin,
t.e. ikki politikarar, sleppur at
siga sína hjartans meining.
Lat tað eisini verða sagt, at
tað er frálíka gott og ikki minni
upp á sítt pláss, at ein sovorðin
sending sleppur framat. Skalt
tú skapa eitt meira kjakstøði, og
ikki einans tosað um, hvat ein
kjakmentan er, ella hvussu
hendan verður til, so er neyðugt
við tílíkum sendingum.
Ógvuliga eyðkent var fyrsta
evnið fólkaskúlin. Hetta savn-
andi áták í føroyska samfelag-
num slap framat, og sjálvandi
skuldu vit verða mint á tey
mongu álit og skriving aftur og
fram um skúlan. Í so máta
gjørdist kjakið púrasta deytt.
Prátið var um »børnini« sum
um talan var um eitthvørt fjar-
skotið evni, ið bert skuldi fáast
upp á pláss. Tað skaðar ikki at
tosa meira við ístaðin fyri um
hesi góðu børn, ið allarhelst
gjørdust mestsum í ørviti um
tað, ið varð sagt í sendingini.
Ein sending, ið fullkomiliga
vantaði stev og dynamik.
Heri á
Rógvi
ummælir
Mánakvøldið kl. 21.15
Mánakvøldið kl. 20.30
Rannvá Kunoy
15
14
Nr. 47 - 8. mars 2002
Tá Fróðskaparsetrið
rundaði tey 25 lat
Tórshavnar Komm-
una tí eitt grund-
stykki uppá 50.000
fermetrar í gávu. Tað
er vestan fyri Vallara-
heimið í Marknagili.
Setursrektarin dylur
ikki fyri, at hetta
hevði verið eitt frálíkt
øki til universitet ella
lærdan háskúla
FRÓÐSKAPARSETUR
FØROYA OG
FRAMTÍÐIN
Jan Müller
Tað er neyvan nakað duls-
mál, at nógvir av hægru
skúlunum og lærustovnun-
um í Føroyum hava bæði
ringar og trongar umstøður
at virka undir. Og í hesum
sambandi er okkara hægsti
lærustovnur, Fróðskapar-
setur Føroya einki undan-
tak. Setrið hevur leingi havt
ringar hølisumstøður. Høl-
ini liggja spjødd ymsa
staðni, og mong teirra eru
vánalig.
Rektarin, Malan Marner-
dóttir váttar, at so er. - Vit
hava ringar undirvísingar-
umstøður, og umstøðurnar
hjá studentunum eru eisini
vánaligar. Teir áttu at fingið
nógv betri umstøður, tí tað
eru studentarnar vit skulu
læra at granska og undir-
vísa, og sum skulu bera
hetta víðari. Tað hevði
verið best, um teir høvdu
góðar umstøður við góðum
lesisalum,
teldustovum,
kantinuviðurskiftum, har
teir sosialt og arbeiðsliga
kundu verið saman, og vit
øll kundu møtst.
Malan Marnersdóttir sig-
ur, at sum nú eru tey 20
vísindastarvsfólkini spjødd
út á 4-5 ymsar adressur í
býnum
og
studentarnir
somuleiðis. Tað er ein stór
hjálp, at undirvísingin á
Søgu- og samfelagsdeildini
hevur fingið innivist á
Sjómansskúlanum.
Har-
aftrat hevur mann fingið
eina nýggja teldustovu í
eini barakk í Nóatúni. Kort-
ini mangla bæði undirvís-
ingarhøli og arbeiðsum-
hvørvi til studentarnar. Og
skuldi stovnurin verið so
mikið heppin at fingið
umstøður at sett fleiri
vísindastarvsfólk, so hevði
neyvan verið pláss fyri
teimum.
Fingu grundøki í gávu
Tað hava annars verið nógv
ymisk uppskot til at loysa
hølistr upulleikar nar.
Mentamálastýrið hevur sett
eina millión kr. av til at
gera uppskot um, hvussu
mann loysir hølistørvin hjá
setrinum. Tað ætla tey sær í
gongd við í ár og halda
fram tey næstu árini.
Hóast torføru støðuna, so
vísir rektarin á, at Setrið
varð so mikið heppið, tá tað
fylti 25 ár, at Tórshavnar
Kommuna lat tí eitt grund-
stykki uppá 50.000 fer-
metrar í gávu. Tað er vestan
fyri
Vallaraheimið
í
Marknagili. Malan Marn-
ersdóttur dylur ikki fyri, at
hetta hevði verið eitt frálíkt
øki til universitet ella
lærdan háskúla.
Sjálv hevur hon havt til-
knýti til Fróðskaparsetrið í
skjótt 19 ár og hevur verið
sera fegin um umstøðurnar
á Debesartrøð. Her er
hugnaligt og gott, men so-
leiðis sum tað sær út, eru
ikki long útlit fyri, at vit
rúmast her. Verður farið at
byggja í Marknagili kundi
tað verið í stigum. Har
hevði mann so kunnað lagt
lunnar undir eitt sokallað
campusøki við deildum,
studentabústøðum, íbúðum
til gestalærarar osfr.
Tað var so eisini í hesum
andanum, at skipað var fyri
eini hugskotskapping inn-
anhýsis á Setrinum í de-
sember í fjør. Har varð eitt
uppskot um at byggja út á
Debesartrøð, meðan onnur
vóru at flyta út í Marknagil,
eitt við tí mergjaða heitin-
um
“Vitanarvarði
í
Marknagili”.
Øll hesi mongu árini
Malan hevur verið á setrin-
um hevur verið tosað um at
fáa Setrinum betri umstøð-
ur og ofta hevur verið víst
til fáa húsarúmd í húsinum,
har Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan er. - Eg veit ikki, um
tað er rætt at tosa um tað
longur. Starvsstovan er har.
Eg haldi mann skal seta hol
á hetta av nýggjum og siga,
at nú byggja vit eitt før-
oyskt universitet, Føroya
Lærda Háskúla. Hesi góð
35 árini setrið hevur verið
til, eru komnar tríggjar
deildir. Mann kann væl
hugsa sær tríggjar nýggjar
deildir aftrat um onnur 35
ár, og tí er umráðandi at
byggja soleiðis, at møgu-
leikar eru at útbyggja aftur
seinni. Tað krevur pláss, og
tí er hugskotið um ein
universitetsdepil í Markna-
gili gott. Og so liggur økið
eisini tætt Havnini við
góðum útsýni til íblástur
hjá bæði studentum og
lærarum.
Ynskið er universitetsdepil
í Marknagili
Vakurt og hugnaligt er á Debesartrøð, har Fróðskaparseturið heldur til. Men har er longu er trongligt
Mynd Jens K Vang
Malan Marnersdóttur,
rektari her á tí stóra økinum
í Marknagili, sum
Tórshavnar Kommuna hevur
latið Fróðskaparrsetrinum til
eitt møguligt framtíðar
universitetsøki
Mynd Jens K Vang
C
M
Y
K
14