hósdagur 23. mars 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 58 - 23. mars 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 58 - 23. mars 2000
DESK TOP
PUBLISHING
Sum liður í meginregluni: at vera
fullfíggjaður heildarveitari á sínum
øki, fer Farodane í næstum undir
skeiðtænastu við fjølbroyttum úrvali
og í eksklusivum umhvørvi. Talan
verður bæði um traditionell skeið,
sum t.d. teldukoyrikortið, og serskeið,
m.a. innan grafisk forrit og internetið
TELDUKOYRIKORT
Teldukoyrikortið er evropeiskt prógv, sum er grundað
á góðkendan KT-førleika. Ein førleika, sum prógvar at
luttakarin hevur staðið sjey royndir í nýtslu av teldu
og mest vanligu forritunum.
Teldukoyrikortið er grundað á royndir innan tey sjey fak-
økini, sum eru mest umráðandi sambært KT-krøvunum
í upplýsingarsamfelagnum í dag.
Royndirnar kunna takast á royndardepli, sum er góð-
kendur av Dansk dataforening.
er
góðkendur royndardepil.
Tá næmingurin hevur staðið fyrstu royndina av teim sjey,
fær næmingurin eitt
, sum vísir nær og hvønn
part av teldukoyrikortinum næmingurin hevur staðið.
Tá ein hevur staðið allar sjey royndirnar, fær ein teldu-
koyrikortið.
Skeiðstovan Kvasir
Skills Card
NAVISION
Serskeið til júst tygara fyritøku
Skeið innan ávísar serskipanir
Einstaklingaskeið fyri brúkarar og
meistarabrúkarar
Saman við
verður skipað fyri
frálæru innan
og
.
Um ynskist er einki til hindurs fyri, at vit skipa
fyri øðrum skeiðum, so sum:
Skeiðleiðarar okkara hava allir holla roknsskaparliga
vitan eins og teir eisini hava kunnleika til fyrisiting í
breiðari merking.
Vision Software
Navision
Navision Financials
WEB-SKEIÐ
Tað koma støðugt fleiri forrit á marknaðin til at við-
gera, byggja upp og broyta heimasíður.
Vit hava valt at seta saman eitt WEB-Koyrikort, sum
fevnir um nøkur av teimum best umtóktu forritunum
innan WEB-design.
1. Adobe GOLIVE
2. Adobe IMAGEREADY
3. Macromedia FLASH
4. Adobe ACROBAT
5. KLÁRT TIL INTERNET
WEB-skeiðini eru hesi:
Fyrsta skeiðið byrjar 10. apríl
Fyrsta skeiðið byrjar 4. apríl
Fyrsta skeiðið byrjar 6. apríl
Acrobat og PDF verða sera nógv umtalað í løtuni.
PDF-formátið verður góðkent á støðugt fleiri støðum sum
skjalaviðgerðarformát. Tað vil siga, at skjalaviðgerð og
skjalaflutningur gjøgnum internetið og sum elektroniskur
”prentlutur” v.m. hevur PDF sum fíl-formát.
ACROBAT/PDF SKEIÐ
TILMELDING á
heimasíðu okkara:
- ella ringið tlf. 211861
ella 311414. e-mail:
kvasir.farodane.fo
kvasir@farodane.fo
DTP-SKEIÐ
Skeiðið fevnir um frálæru í grundleggjandi vitan innan
typografi, layout, myndaviðgerð, skanning, tekning og brúki
av illustratiónum og litum. DTP-koyrikortið er ein væl tilrætta-
løgd gongd fyri nýggjar DTP-brúkarar á virkjum,sum ætla at
byrja uppá lutvísa innanhýsis framleiðslu ella sum ein hjálp í
samskiftinum við lýsingastovur, prentsmiðjur og aðrar grafiskar
fyritøkur, tá prentlutir o.a. skulu leggjast til rættis ella fram-
leiðast. Alt ræður jú um at byrja rætt og taka røttu avgerð-
ina um, hvussu langt ein sjálvur skal vera við í framleiðsluni
frá hugskoti til liðnan prentlut v.m.
1. Adobe PHOTOSHOP
2. Adobe INDESIGN
3. Adobe ACROBAT
4. KLÁRT TIL PRENT
5. Adobe ILLUSTRATOR
DTP-skeiðini eru hesi:
Fyrsta skeiðið byrjar 3. apríl
Fyrsta skeiðið byrjar 12. apríl
fd-3-00
SVEINUR TRÓNDARSON
Veljarakanningin hjá Sosi-
alinum og Sjónvarpinum
gav ábeindingar um, at tað
eru fleiri føroyingar sum eru
fyri, at ríkisveitingin verður
burturtikin, enn tað eru, sum
eru ímóti. Kanningin vísti,
at 47,5 prosent eru fyri, at
ríkisveitingin verður burtur-
tikin, meðan góð 46 prosent
eru ímóti.
Verður hugt nærri eftir
floksbýtinum hjá veljaru-
num, so sæst, at tað eru velj-
ararnir hjá samgonguni,
sum eru fyri at ríkisveiting-
in fellur burtur, meðan velj-
ararnir hjá andstøðuni siga,
Miðflokkurin ikki íroknað-
ur, siga, at tað ikki er ráði-
ligt, at ríkisveitingin verður
tikin av.
Minst í Fólka-
flokkinum
Tað er í Fólkaflokkinum, at
undirtøkan fyri avtøku av
ríkisveitingini er minst.
Gamaní er ein meiriluti av
veljarum Fólkafloksins fyri,
at blokkurin verður søga,
men býti sigur, at 55 prosent
av veljarum floksins eru
fyri, meðan 38 prosent eru
ímóti.
Hesi tøl siga, at tað
kanska ikki er so stórur á-
hugi í Fólkaflokkinum fyri,
at avtaka blokkin, men tað
er ikki so langt av leið, tá
hugsað verður um, at triði
hvør veljari hjá Fólkaflokk-
inum er ímóti at skipa Før-
oyar sum fullveldi.
Hinvegin kann so sigast,
at tað í Fólkaflokkinum er
eins stór undirtøka fyri full-
veldinum og fyri at blokk-
urin verður avtikin.
Í Sjálvstýrisflokkinum
eru fleiri veljarar fyri, at før-
oyingar skulu klára seg utt-
an danskar pengar. Har eru
góð 62 prosent fyri, at rík-
isveitingin fellur burtur,
meðan 27 prosent siga, at
tað ikki er rætt, at blokkurin
verður avtikin.
Tað er kortini í Tjóðveld-
isflokkinum at undirtøkan
fyri avtøku av blokkinum er
størst, og tað ger neyvan
nakran bilsnan. Her siga
góð 83 prosent, at danir
sjálvir kunnu hava sín pen-
ing. Tað, sum kortini kann
tykjast løgið er, at góð 12
prosent av veljarunum hjá
Tjóðveldisflokkinum ikki
vilja av við blokkstuðulin.
Andstøðan vil
hava ríkisveiting
Sum vera mann, eru veljar-
arnir hjá andstøðuni ikki
serliga glaðir fyri, at geva
avkall upp á donsku ríkis-
veitingina, skulu vit trúgva
veljarakanningini.
Veljararnir
hjá
Sam-
bandsflokkinum og Javnað-
arflokkinum eru teir, sum
vilja varveita donsku ríkis-
veitingina. Býtið er soleiðis
háttað, at knappliga 74 pro-
sent av sambandsveljaru-
num og knappliga 67 prsent
av veljarum Javnaðarfloks-
ins hava sagt, at tey ikki
vilja av við donsku ríkisvei-
tingina.
Henda støða kann neyvan
gera nakran bilsnan og hon
hongur eisini væl saman við
hvussu veljararnir hjá hes-
um flokkum hava svarað í
fullveldisspurninginum. Í
Samgonguveljar-
arnir vilja hava
blokkin burtur
Veljaraknaningin hjá Sosialinum og Sjónvarpinum vøisir, at
tað serliga eru veljararnir hjá samgonguni, sum vilja hava
ríkisveitingina burtur
hesum báðum andstøðu-
flokkunum er meiriluti í-
móti at skipa Føroyar sum
fullveldi, og tí er tað ikki at
undrast á, at veljararnir hjá
hesum flokkum eisini vilja
varðveita ríkisveitingina.
Seinasti flokkurin í and-
støðuni er Miðflokkurin og
veljararnir hjá honum – um
enn teir ikki eru so nógvir í
tali – liggja tættari upp at
samgonguni enn andstøð-
uni. Goð 54 prosent siga, at
tey vilja av við blokkin
meðan 41 prosent vil halda
fast við blokkin.
Einki óvanligt
Í stuttum kann sigast, at tað
ikki er nakað óvanligt í
teimum tølum, sum vit hava
víst á omanfyri.
At tað millum fólkafloks-
veljarar ikki er størri munur
á teimum sum vilja av við
blokkin og teimum, sum
vilja varðveita hann, er
nokk bara eitt tekin um, at
tað eru ikki allir fólkafloks-
SVEINUR TRÓNDARSON
Veljarakanningin, sum var
gjørd í seinastu viku vísti,
at ein lítil meiriluti var fyri,
at Føroyar verða skipaðar,
sum fullveldi eftir tí leisti,
sum landsstýrið arbeiðir eft-
ir, og tað merkir, at vit skulu
hava sama kong, sum danir,
og við sama gjaldoyra sum
danir. Kanningin vísti, at
46,2 prosent av veljarunum
vóru fyri, at skipa Føroyar
sum fullveldi, meðan 45,2
prosent eru ímóti.
Ikki stórur munur — ein-
ans tað eina prosentið, men
kortini fleiri fyri enn ímóti.
Fimti hvør and-
støðuveljari fyri
Hyggja vit eftir, hvussu
veljararnir, sum eu fyri full-
veldinum eru bólkaðir í
flokkar, so kemur fram ein
áhugaverd mynd. Hon vísir,
at undirtøkan sjálvsagt er
størst í Tjóðveldisflokki-
num og eins minst í Sam-
bandsflokkinum.
Tað er í sær sjálvum ikki
tað stóra at undrast á, men
tað sum hinvegin kann tykj-
ast merkisvert er, at í teim-
um báðum andstøðuflokk-
unum er fimti hvør veljari
fyri fullveldi eftir leisti
landsstýrisins.
At ein partur av Javn-að-
arveljarunum er fyri full-
veldi er neyvan heldur nak-
að, sum undrar, tí tað hevur
leingi verið kent, at ein fittur
partur av javnaðarveljaru-
num ikki eru á einum máli
við flokkin í fullveldis-
spurninginum. Harafturat er
tað ikki fyrr enn í seinast-
uni, at flokkurin heilt greitt
hevur sagt, at hann er ímóti
samgonguni.
Hinvegin undrar tað ikki
sørt, at fimti veljari hjá
Sambandsflokkinum tekur
undir við samgonguni.
Hetta er eitt lutfalsliga stórt
tal, tí hóast Sambandsflokk-
urin í longri tí ikki var ser-
liga glaður fyri at tosa um
broytingar í ríkisfelagsskap-
inum, so kom hann kortini
við einum útspæli, sum
hevði við sær broytingar.
Tí kann ábendingin frá
teimum 20 prosentunum,
sum siga seg taka undir við
fullveldinum, vera boð um,
at tey vilja hava meira
víðgongdar broytingar —
hóast tey eru sambandsfólk
og tað sama ger seg gald-
andi við veljarunum hjá
Javnaðarflokkinum.
Enn nógv ímóti
Hinvegin hava samgongu-
flokkarnir úr at gera við at
greiða teirra egnu veljarum
frá, hvussu støðan er og
hvat landsstýrið er í holt við.
Serliga í Fólkaflokkinum
og í Sjálvstýrisflokkinum
eru nógv, sum enn ikki taka
undir við fullveldisætlanini
hjá landsstýrinum og tí
grundini er tað merkisvert
hvussu nógv tey eru sam-
bært hesi veljarakanningini.
Tí her skulu vit hav í huga,
at Fólkaflokkurin, sambært
kanningini
hevur
mist
nógvar veljarar og tað eru
neyvan tey, sum eru fyri
fullveldinum, sum eru farin.
Í Fólkaflokkinum og í
Sjálvstýrisflokkinum
er
undirtøkan bara góð 55 pro-
sent, meðan tey, sum eru í-
móti eru ávikavist 34,3 pro-
sent og 44,8 prosent.
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum, Heini O. Hein-
esen, segði við Sosialin í
seinastu viku, at hann var
stak fegin av tí undirtøku
fullveldismálið fekk í velj-
arakanningini, tí landsstýr-
isflokkarnir hava í veruleik-
anum einki kunningarar-
beiði gjørt, fyria t fáa fólk
til at taka undir við uppskot-
inum. Hetta er bara partvíst
rætt, tí landsstýrið hevur
hóast alt verið runt landið
og kunnað fólk um Hvítu-
bók.
Fimti hvør sambandveljari vil hava fullveldi
Veljarakanningin, sum var gjørd í síðstu viku vísir, at
hóast stóru meiriluti av sambandsveljarunum er ímóti
fullveldinum, so er kortini fimti hvør veljari fyri at
Føroyar gerast fullveldi eftir leisti landsstýrisins
Meta tygum, at tað er best, at blokkurin verður tikin
burtur?
Talva
Ja
Nei
Veit
ikki
Fólkaflokkurin
55,2
38,1
6,7
Sambandsflokkurin
18,0
73,8
8,1
Javnaðarflokkurin
29,2
66,7
4,1
Sjálvstýrisflokkurin
62,1
27,6
10,3
Tjóðveldisflokkurin
83,4
12,3
4,3
Miðflokkurin
54,5
40,9
4,5
Blankt
75,0
25,0
0,0
Fari ikki á val
56,2
31,2
12,5
Taka tygum undir við, at Føroyar verða skipaðar
sum fullveldis ríki?
Talva
Ja
Nei
Veit
ikki
Fólkaflokkurin
55,2
34,3
10,5
Sambandsflokkurin
20,3
72,1
7,6
Javnaðarflokkurin
22,3
69,0
8,6
Sjálvstýrisflokkurin
55,2
44,8
0,0
Tjóðveldisflokkurin
84,4
9,4
6,1
Miðflokkurin
45,5
27,3
27,3
Blankt
25,0
25,0
50,0
Fari ikki á val
43,8
37,5
18,8
0
5
1 0
1 5
2 0
2 5
3 0
3 5
4 0
4 5
5 0
j a
nei
veit ikki
0
5
1 0
1 5
2 0
2 5
3 0
3 5
4 0
4 5
5 0
Ja
Nei
Veit ikki
Í veljarakanningini vóru fleiri fyri, at blokkurin skal takast burtur, enn tað vóru ímóti
Veljarakanningin vísit, at 1% feliri veljarar eru fyri, at Føroyar verða skipaðar sum
fullveldi eftir leistinum hjá landsstýrinum, enn tað vóru ímóti, ávikavist 46,2% og
45,2%
veljararnir, sum eru fyri
fullveldinum og tí heldur
ikki vilja av við ríkisveit-
ingina.
Í Sambandsflokkinum og
í Tjóðveldisflokkinum er
støðan tann greiðasta um
tað kortini ikki øll eru ímóti
í Sambandsflokkinum og
øll fyri í Tjóðveldisflokki-
num. Hetta kann tulkast at
tað t. d. millum tjóðveldis-
veljarar eisini finnast fólk,
sum vilja hava fullveldið
uttan at gjalda fyri tað sjálvi.
Hinvegin kann tað tykjast
meira løgið, at næstan triði
hvør javnaðarveljari vil
varðveita blokkstuðulin, tí
tað er ímóti stevnuskránni
hjá flokkinum og eisini í-
móti tí, sum flokkurin hev-
ur greitt frá, í sambandi við
sjálvstýrisuppskoti. Har vís-
ir flokkurin nevniliga á, at
eisini hann fegin vil av við
blokkstuðulin.
ÓLAVUR Í BEITI
Finnbogi Arge hevur lagt
uppskot fram um arbeiðs-
umhvørvislóg, og sigur
hann enda-máli við upp-
skotinum verða, at virka fyri
einum tryggum og heilsu-
góðum arbeiðsumhvørvi,
sum altíð er í samljóði við
teknisku og sosialu gongd-
ina í samfelagnum. Eisini
skal lógin skapa grundarlag
fyri, at virkini sjálvi kunnu
loysa sínar trygdar- og
heilsuspurningar eftir veg-
leiðing og í samstarvi við
feløgini á arbeiðsmarknað-
inum og við vegleiðing og
undir eftirliti av Arbeiðseft-
irlitinum.
Í viðmerkingunum verður
upplýst, at landsstýrið heitti
í 1988 á Arbeiðsumhvørv-
isráðið um at koma við upp-
skoti til nýggja lóg um ar-
beiðsumhvørvi.
Síðan
vórðu hildnir 12 fundir, og
hevur Arbeiðsumhvørvis-
ráðið á fundi 12. desember
1990 gjørt endaligt tilmæli
um
nýggja
arbeiðsum-
hvørvislóg, aftaná at upp-
skotið hevði verið til um-
røðu hjá øllum vinnufeløg-
um, stovnum og kommu-
num. Henda lóg skal av-
loysa lóg um arbeiðara-
vernd, sum kom í gildi 1.
januar 1975.
Grønlendska
lógin fyrimynd
– Í 1988 álegði landsstýris-
maðurin Arbeiðsumhvørv-
isráðnum at gera eitt full-
fíggjað uppskot til eina tíð-
arhóskandi
arbeiðsum-
hvørvislóg fyri Føroyar.
Hetta varð gjørt, og upp-
skotið varð sent kommu-
num, stovnum og øllum
vinnufeløgum (bæði ar-
beiðsgevara- og løntakara-
feløgum) til ummælis. Ráð-
ið hevur havt lógina, sum
galdandi er í Grønlandi um
arbeiðsumhvørvi,
sum
grundarlag fyri hesum lóg-
aruppskoti, sigur Finnbogi
Arge í viðmerkingunum.
Og um orsøkina til, at
henda lóg er nýtt sum fyri-
mynd fyri føroyska lógar-
uppskotinum, sigur lands-
stýrismaðurin, at ráðið met-
ir umstøðurnar og viður-
skiftini annars í Føroyum og
Grønlandi vera so lík, at
stórir partar av grønlendsku
lógini eisini hóskar til okk-
ara viðurskifti.
– Ráðið hevur eisini
kannað rættarstøðuna í hin-
um grannalondum okkara,
og hevur orðaskifti verið
um ymsar reglur, sum gald-
andi vóru í hesum londum,
og um tær áttu at verið settar
í gildi í Føroyum eisini.
Høvuðsendamálið hjá ráð-
num hevur tó verið at fáa
eina lóg, sum er lagað til
tey serføroysku viðurskift-
ini, og hevur ráðið gjørt
endaliga uppskot sítt út frá
hesum sjónarmiði.
Stórur munur
– Munurin millum hetta
lógaruppskot og arbeiðara-
verndarlógina er stórur. Ar-
beiðaraverndarlógin hevur
grundarlag í vernd móti
vandamiklum maskinum. Í
dag fevnir arbeiðsumhvørvi
um vælferð, fyribyrging,
best møguliga skipan av ar-
beiði út um vernd móti
vandamiklum maskinum.
– Ein annar avgerandi
munur er, at við hesum lóg-
aruppskotinum verður allur
arbeiðsmarknaðurin - hin
almenni og hin privati –
javnsettur. Í praksis vísir tað
seg nevniliga so, at tá tað
snýr seg um privatar ar-
beiðsgevarar, ið ikki halda
seg til galdandi lógarkrøv,
so verða hesir sektaðir við
bót ella hefti. Er tað hin-
vegin ein almennur arbeiðs-
gevari, ið fremur sama lóg-
arbrot, so gongur hesin frí-
ur, tí eingin heimild er í
galdandi lóg at sekta hesar,
sigur Finnbogi Arge.
Oljuídnaðurin við
Og nýggja lógin hevur eis-
ini oljuna við, og sigur
Finnbogi Arge, at um olju-
ídnaður verður framtíðin,
verður tað eisini neyðugt
við einum nútímans lóg-
gávu innan arbeiðsum-
hvørvisøkið, eins og tað er
ein fyrimunur, at lóggávur-
nar líkjast teimum í grann-
alondunum.
Landsstýsmaðurin metir
ikki, at lógaruppskotið í
sjálvum sær hevur eyka
fyrisitingarligan kostnað
við sær. Heldur ikki verður
mett, at uppskotið kemur at
hava við sær meirútreiðslur
fyri privata arbeiðsmarkn-
aðin.
Frægari
arbeiðs-
umhvørvi
Arbeiðsumhvørvisráðið hevur havt
lógina, sum galdandi er í Grønlandi
um arbeiðsumhvørvi, sum grundarlag
fyri nýggja lógaruppskotinum um
arbeiðsumhvørvislóg