Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÓLAVUR Í BEITI Katrin Dahl Jacobsen hevur nú sett undirvísingarmála- ráðharranum fyrispuring um nýggju fólkaskúlalóg- ina, og vil m.a. hava at vita frá Signari á Brúnni, um hann heldur tað vera rætt og hóskiligt, at lógarásettar uppgávur í fólkaskúlanum verða gjørdar upp sum part- ur av lønar- og sáttmála- samráðing? Eisini spyr hon, um landsstýrismaðurin er nøgdur við, at lógarábyrgd- arøki hansara stendur og fellur við, hvussu avvarandi fakfelag hepnast í eini løn- arsamráðing? Og Katrin Dahl Jacobsen vil eisini hava at vita í hvønn mun landsstýrismaðurin heldur verkfallið í fólkaskúlanum vera ein politiskan trupul- leika ella ein fakfelagstrup- ulleika? Og í 6 spurningi, verður spurt, um so er, at fólka- skúlalógini verður ikki lív lagað, heldur landsstýris- maðurin so, at frægast hevði verið at farið aftur til gomlu lógina? Ella hevur lands- stýrismaðurin í hyggju at strika tær greinar, sum ikki ber til at røkja við verandi játtan? Ella ætlar hann at koma í tingið við umbøn um neyðugu játtanina? Dýrari Í viðmerkingunum til fyri- spurningin, sigur Katrin Dahl Jacobsen m.a., at tá Løgtingið í 1997 viðgjørdi nýggju fólkaskúlalógina, gjørdu Føroya Lærarafelag, Tórshavnar Skúlaráð, løg- tingslimir og onnur vart við, Foreldur og næmingar eru offur í stríði Um so er, at fólkaskúlalógini verður ikki lív lagað, heldur landsstýrismaðurin so, at frægast hevði verið at farið aftur til gomlu lógina? vil Katrin Dahl Jac- obsen m.a. hava at vita frá Signari á Brúnni at nýggja lógin fór at kosta væl meira, enn hildið var. Katrin Dahl Jacobsen sip- ar eisini til svar frá lands- stýrismanninum, har sagt verður, at »hóast umbønir og frágreiðingar í sambandi við økta virksemið á fólk- askúlaøkinum við nýggjari løgtingslóg um fólkaskúlan umframt lønarvøkstur, so fekk landsstýrismaðurin ikki lagað fíggjarkarmin fyri ár 2000 í nóg stóran mun til økta virksemið, sum ætlað í fólkaskúlanum«. – Fíggjarnevndin tekur til eftirtektar tað, sum mentan- arnevndin hevur víst á, og spyr landsstýrismannin um hesi somu viðurskifti. Landsstýrismaðurin svarðar fíggjarnevndini orðarætt tað sama, sum mentanarnevnd- ini, og leggur afturat , »Tí er fólkaskúlin noyddur at seta sítt virksemi hareftir. Við teimum fortreytum, sum liggja til grund fyri fíggjarætlanini, fer játtanin ætlandi at halda«. – Sostatt er ilt at skilja, hví landsstýrismennirnir báðir, Signar á Brúnni og Karsten Hansen, lata foreld- ur og næmingar vera offur í einum stríði, tá teir eftir øll- um at døma ikki halda seg vera førar fyri at skapa lík- indi fyri nýggju fólkaskúl- alógini. At fólkaskúlin fór at verða raktur av verkfalli, mundi fyri tey flestu vera óhugsandi. Eisini hetta er søguligt fyribrygdi, sigur Katrin Dahl Jacobsen m.a. í viðmerkingunum. Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna Javnaðarfloksins vil hava Signar á Brúnni at svara, um farast skal aftur til gomlu fólkaskúlalógina ÓLAVUR Í BEITI Tórbjørn Jacobsen, løg- tingsmaður, spurdi fiski- málaráðharran tveir spurn- ingar, og vildi Torbjørn Jac- obsen fyrst hava at vita, um landsstýrismaðurin í fiski- vinnumálum metir, at tyrl- utilbúgving í Føroyum er føroyskt ella danskt ábyrgd- arøki? Og so vildi hann eis- ini hava at vita, um lands- stýrismaðurin í fiskivinnu- málum metir, at tyrlutil- búgvingin í Føroyum er nóg góð og munadygg, soleiðis at hon kann tryggja sjófólki okkara og útoyggjafólki ta bestu og ta neyðugu trygd- ina? Samstarvsavtala Viðvíkjandi fyrra spurning- inum, svarar fiskimálaráð- harrin, at tyrlutilbúgvingin er knýtt aftrat sjóbjarging, sum er føroyskt sermál og ábyrgdarøki hjá Føroyum. Við gildi frá 1. januar 1969 varð sjóbjargingartænastan løgd til Færøernes Komm- ando og frá 1978 varð ásett, at Vaktar- og bjargingartæn- astan skuldi taka sær av tí føroyska partinum. – Ein samstarvsavtala varð gjørd partanna millum, sum er í gildi enn. Tyrlu- tænastan er ein partur av bjargingartænastuni og í nógv ár hevur tann danska tyrlan á sjóverjuskipum teirra verið nýtt til hesa upp- gávu. Í nógvum førum verð- ur eisini tann føroyska tyrl- an nýtt til leiting og bjarging á sjógv og landi og sjúkra- flutning. Og hinum spurninginum svarar Jørgen Niclasen, at verandi tyrlutilbúgving er ikki nóg góð og munadygg, at hon tryggjar bæði sjófólki og útoyggjafólki ta bestu og Verandi tyrlutilbúgv- ing er ikki nóg góð – at hon tryggjar bæði sjófólki og útoyggjafólki ta bestu og neyðugu trygdina, sigur Jørgen Niclasen í svari til Torbjørn Jacobsen sum hevur spurt um tyrlutilbúgving í Føroyum neyðugu trygdina. Royndir og samstarv við sjóverju- tyrluni og teirri føroysku tyrluni í arbeiðinum um leit- ing og bjarging á sjógv og landi, sjúkraflutningi og tá vanlukkur henda vísa, at tað altíð mugu verða minst tvær tyrlur tøkar. Fyri at bøta um viðurskiftini hevur lands- stýrismaðurin tikið stig til at seta av pening á fíggjar- lógini, sum løgtingið hevur samtykt, til tess at bøta um hesi viðurskifti. Fiskimála- stýrið fer nú undir samráð- ingar við Atlantsflog um ein 10 ára sáttmála til tess at tryggja eina munabetri tæn- astu. 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2000 Danskir gesta- kokkar Leygarkvøldið 25. mars Tel. 317500 Hotellið við útsýninum Til Matna ❉ Fiskarulla við hummaraurtakremi ❉ Basilikum-kervilsuppa við bakaðum fiskatorni ❉ Alexandrakrapi ❉ Grillaður kalvi við grønmetisfrikassé og eplatorni ❉ Sitrón- mousse við lakaðum berum og frukt Dinnertónleikur og Hilmar Jan undirheldur Borðbílegging á tel. 317500 Altíð vælkomin á Kostnaður kr. 250,- Tel. 317500 Danir skulu sann- førast áðrenn aðal- orðaskiftið Fundurin millum Anfinn Kallsberg og Bent Bentsen mikudagin var ein floks- politiskur fundur. Men í næstum fer landsstýrið kunningarferð til Danmarkar at fáa danskar flokkar at skilja fullveldismálið JOHN JOHANNESSEN Hóast eingin beinleiðis nið- urstøða spurdist burturúr fundinum millum føroya løgmann og tingbólkin hjá danska Konservativa Fólka- flokkinum mikudagin, er løgmaður kortini væl nøgd- ur. – Eftir fundin kendi eg, at Konservativi Fólkaflokk- urin betur skilir sáttmála- uppskot landsstýrisins til samráðingarnar um ríkis- rættarligu støðuna, sigur Anfinn Kalsberg. Løgmaður vísir tó á, at hesin fundurin ikki er ein liður í ætlaðu kunningar- ferðini, landsstýrið fer undir í Danmark, áðrenn aðalorð- askiftið á fólkatingi um full- veldismálið. – Hesin fundurin var ein fundur millum tveir polit- iskar flokkar, har eg var við sum umboð fyri bróður- flokkin í Føroyum. Fundur- in var avtalaður fyri langari tíð síðani, og var ætlanin, at hann skuldi haldast í februar. Men í februar lá ikki fyri at halda fundin, og varð hann tí útsettur til 22. mars, greiðir Anfinn Kalls- berg frá. Løgmaður vísir sostætt aftur, at fundurin við ting- bólkin hjá Konservativa Fólkaflokkinum hevði nak- að við úrslitið av samráð- ingarfundinum 17. mars at gera, hóast hetta kortini gjørdist høvuðsevni á fund- inum. Skulu greiða frá ynskjunum Men landsstýrið ætlar sær at fáa danir at skilja full- veldisætlanina áðrenn aðal- orðaskiftið um hana á fólka- tingi 6. apríl. Tískil fer landsstýrið til Danmarkar í næstum at halda kunnandi fund fyri fólkatingslimum. Á hesum fundi vónar landsstýrið at danir fara at skilja, hvat tað er, sum føroyingar í veru- leikanum vilja. Eftir hans- ara tykki hava danir misskilt ynski føroyinga, og tí er neyðugt við kunnandi fund- um. Løgmaður ásannar, at skal vitjanin hjá Konserva- tiva Fólkaflokkinum metast sum ein vitjan av Føroya løgmanni, eigur hann eisini at fara runt at vitja hinar flokkarnar. Men vitjanin skal metast sum ein floks- politiskur fundur millum tveir bróðurflokkar, har An- finn Kalsberg umboðaði Føroyar sum umboð fyri Fólkaflokkin. Mugu finna semju Løgmaður vónar, at ætlaða vitjanin í Danmark fer at skapa betri gundarlag fyri at finna eina semju millum landsstýrið og donsku stjórnina í fullveldismálin- um. Men hann vísir á, at fyri at tað skal bera til at finna slíka semju, er neyðugt, at landsstýrið og danska stjórnin finna út av, hvat tað í veruleikanum er, partarnir eru ósamdir um. – Danir tosa um eina skiftistíð á trý til fýra ár, men samstundis verður einki nevnt um nakra ávísa peningaupphædd, sigur løg- maður og gevur okkum á- bendingar um, at tað kanska ber til við eini skiftistíð á trý ár, er skiftistíðin tann rætta. Løgmaður vísir á, at tá føroyingar tosa um skiftis- tíð, verður ikki bert hugsað um konkretu fíggjarligu skiftistíðina, men eisini um ein sálarliga skiftistíð. Fólk skulu nevniliga kenna seg trygg. Tað er enn ikki heilt av- gjørt nær landsstýrið fer til Danmarkar at kunna fólka- tingið um fullveldisætlan- ina, men heilt greitt er kort- ini, at tað verður áðrenn aðalorðaskiftið á fólkatingi 6. apríl. Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum og Bent Bentsen, formaður í tingbólkinum hjá danska Konservativa fólkaflokkinum, beint eftir flokspolitiska fund teirra týsdagin Føroyska Tíðindastovan støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálafirði tel. 44 12 00 VIKA 12 VIKA 12 1 EDtv 1 EDtv 2 Runaway Bride 2 Runaway Bride 3 W 3 Wild W ild Wild W ild West est 4 Bleeder 4 Bleeder 5 5 Familie T Familie Terapi erapi 6 The Faculty 6 The Faculty 7 Sm 7 Små genier genier 8 The Jack Bull 8 The Jack Bull 9 Big Daddy 9 Big Daddy 10 10 Kærlighed ved f rlighed ved første hik rste hik p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 Eyes Wide Shut She's all that