Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í dag kemur Malan á fløgu- marknaðin Hon er ikki óvon við at syngja á fløgum, ið koma á før- oyska marknaðin og vit kenna røddina væl. Men á fyrsta sinni roynir Malan Thomsen seg sum einstakling á egn- ari fløgu. Fløgan kemur út í dag DAGFINN OLSEN Malan Thomsen er millum royndastu sangfuglar í Før- oyum. Hon er á mangari fløgu, bæði sum solorødd og í kórinum. Hon er sostatt ikki óvon við at syngja á fløgu, men hon hevur ikki roynt seg sum einstakling á egnari fløgu áður. Í dag kemur Malan so endiliga á marknaðin við egnari fløgu. Endiliga, má ein siga, tí seinastu 10- 15 árini hevur hon verið á rættiliga nógvum útgáv- um,men altíð hevur tað ver- ið á fløgum hjá øðrum. Góð manning Nógv vatn er runnið, síðani hon sang í bólkinum Teinar, har m.a. Leivur Thomsen, Finnur Hansen og Kári Ja- cobsen eisini vóru við. Finnur og Malan fylgjast enn. Saman hava tey pro- duserað nýggju fløguna. Kári Jacobsen er við sum sangskrivari og Leivur Thomsen er eisini at hoyra við sínum frálíka guitara. Sum heild er manningin á fløguni tað, ið má kallast »kremið« í føroyskum tón- leiki. Umframt Maluna og Finn, leika Rógvi á Rógvu, Jan Zachariassen, Jóhannus á Rógvu Joensen, Niclas Jo- hannesen, Kaj Johannesen, Leivur Thomsen, Óli Poul- sen. Kórsangarar eru An- ders Ørsager, Lena Ander- sen og Kim Hansen. Malan og Finnur hava skrivað orð og løg, men eis- ini hava Niclas Johannesen, Kim Hansen og Kári Ja- cobsen sett orð og løg sam- an. Upptøkurnar eru gjørdar í JacZac Studio, ÚF, Hjá Óla, hjá Rógva og heima. Óli Poulsen hevur ljóð- blandað heima við hús og hann hevur mastrað saman við Lehnnert Kjeldsen í Dan Disc. Poppur Tað eru tvey av fremstu tón- leikafólkunum ið standa aft- anfyri fløguna og á fløguni hjá Maluni hittast tey góðu nøvnini og burturúr er kom- ið eitt gott úrslit. Stílurin er avslappaður og ljóðmyndin er balsam fyri oyru og sál. Javnvág og vakurleiki. Einki uppøst og einki, ið nervar oyragangirar. Rødd- in hjá Maluni og ljóð- myndin hóska væl. Her her rennur saman. Tey 10 løgini eru góð, vøkur og talan er um popp. Poppur, ið er skrivaður til bæði ung og eldri og sum er so hegnis- liga framførdur og fram- leiddur, at hesum kunnu øll lurta eftir. Malan hevur prógvað, at hon spennir frá rocktónleiki til barnasangir. Hóast Malan hevur sungið seg inn í hjørt- uni á føroyingum á fløgum hjá so ymiskum sum De- von, Jóhannes Jakobsen og Terja og Føstufressum, so hevur hon ikki áður sjálv givið út. Tí er at fegnast um nýggju fløguna, sum er væl úr hondum greidd. Ein av fremstu sangfuglu- num hevur fingið hjálp frá mætastu tónleikarunum og úrslitið er har eftir. Ein væl- ljómandi fløga, sum kemur í handlarnar í dag. Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Hjá okkum fáast vognar og útgerð til allar flutningsuppgávur! Sosialurin - 311820 • Viðfestisvognar sum lasta frá 325 kg. upp til 2.600 kg. –nógv model!' • Eykalutir til viðfestisvognar • Sekkjavognar, hydr. lyftiborð –arbeiðsbord • Vognar til gassfløskur, oljutunnur, kassar, trappir –óteljandi møguleikar! • Gafflar til heisan av plattum, vøru o.a. • Tip - Ruskkonteinarir til trukkar • Spennireimar og lyftistroppar • Sleipikrókar til øll bilmerki! 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 58 - 23. mars 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 58 - 23. mars 2000 á grótkastið. Tað vil siga, at hon fer at liggja framvið landi. Mett verður, at kostn- aðurin av hesumpartinum av verkætlanini fer at liggja um tíggjumilliónir krónur, sigur Signar Heinesen á havnardeildini hjá Lands- verkfrøðinginum. Á Gomlurætt er eisini neyðugt við útbygging, nú nýggja ferjan skal loysa Trónd gamla av. Hendan nýggja ferjan er størri enn Tróndur og hevur eisini kúl- ustevni, sum ger, at ávísar broytingar skulu gerast uppi á landi. Bilskráin - tað, sum í vanligari talu verður nevnt rampan - skal breiðkast. Og sum nevnt skal pláss gerast fyri kúlustevninum á nýggju ferjuni. Hesin part- urin verður mettur at kosta einar fýra milliónir krónur, sigur Signar Heinesen. Eftir er so Skopun. Har skal eisini gerast nakað, so nýggja ferjan sleppur at. Men har er skráin so gamal, at mett verður ikki skilagott at umvæla hann. So har verður nýggjur skrái gjørd- ur, sum er breiðari enn tann gamli. Eisini her er neyðugt at gera pláss fyristevninum á nýggju ferjuni. Her verða seks milliónir brúktar til verkætlanina, sigur Signar Heinesen. Men tað er annað arbeiði í gongd í Skopunar Havn í løtuni, sigur Signar Heine- sen. Arbeitt hevur verð eina tíð við at gera brimgarðin lidnan. Og í tí sambandinum verður innsiglingin til sjálva havnina eisini breiðkað, so pláss verður hjá nýggju ferjuni at sleppa inn. Men hendan breiðkingin er ikki partur av verkætlanini, sum eisini umfatar Gomlurætt og Hest. Hesar báðar verkætlanir- nar eru leysar hvør av aðr- ari, sigur Signar Heinesen á havnardeildini hjá Lands- verkfrøðinginum. EDVARD JOENSEN Í samband við at nýggj sandoyarferja verður smíð- að, er neyðugt við um- og útbygging av teimum havn- arløgum, har ferjan skal leggja at. Samlaði kostna- Farið er undir havnarútbygging- arnar, sum gerast skulu í samband við nýggju sand- oyarferjuna. Bygt verður út á Gomlurætt, í Hesti og í Skopun Í Hesti verður gjørt klárt at taka í móti nýggju ferjuniMynd: Jens kristian Vang EDVARD JOENSEN Tað búgva rættiliga nógvir føroyingar í Århus. Teir all- arflestu eru í lestrarørind- um, og er her talan um fleiri hundrað. Hesir hava teir flestu, saman við fastbúgv- andi føroyingum í býnum, tikið seg saman í Føroying- afelagið í Århus. Eitt sera virkið felag, sum millum annað gevur út blaðið Áar- ósan. Áarósin viðger vanliga evni, sum uppi eru millum útisetarnar í býnum. Men sjálvandi verður eisini nom- ið við annað. Eitt nú aktuel evni úr Føroyum. Seinast í februar kom út ein serútgáva av Áarósan- um. Hendan útgávan var um útbúgvingar og teir møgu- leikar, ein sum lesandi føroyingur hevur í Århus. Ein fastur táttur í teim- um bløðum, sum komin eru frá Føroyingafelagnum, er tátturin, har fólk skriva um ta útbúgving, tey eru farin undir. Soleiðis skrivar ein um, hvussu tað er at lesa til kosmetolog, ein annar um musiklesnað, ein triðji um at lesa teologi og so fram- vegis. Møguleikarnir eru nærum óteljandi, og út- búgvingarnar umtrent líka nógvar sum føroyingarnir í býnum. Talið av lesandi føroy- ingum í Århus er eitt sindur skiftandi. Tað vísti seg, at miðskeiðis í nítiárunum vóru rættiliga nógvir lesandi føroyingar í býnum. Um tað var kreppan heima í Føroyum, sum gjørdi, at fólk søktu sær útbúgving uttanlands, er ikki til at siga. Men ein sannroynd er, at talið er minkað nakað seinnu árini. Føroyingarfelagið í År- hus heldur, at tað er rætt, at føroyingar, sum koma til Danmarkar at lesa, eiga at koma til Århus. Og fyri at kunna eitt sindur um møguleikarnar fyri hesum, hevur felagið nú savnað greinar, sum viðgera út- búgvingarnar og møguleik- arnar annars í býnum í eina serútgávu av Áarósanum. Blaðið er sent føroysku pressuni, bókasøvnum og skúlum. Her verður um- Ein vinaligur lestrarbýur Gera klárt til ferjuna Næststørsti býurin í Danmark, Århus, er sera vinaligur og hugnaligur býur, sum passar væl til føroysku sálina. Har er alt, sum annars finst í einum stórbýi, samstundis sum tað lítla og heimliga framvegis er tøkt framt útbúgvingum eisini greitt frá íbúðarmøguleik- um og øðrum umstøðum í býnum. Tað er soleiðis, at fólk, sum koma nýggj til Århus, kanska hava eitt sindur trup- ult við at koma til sættis. Men her er Føroyinafelagið ein sera góður vinur at venda sær til. Felagið vil fegið hjálpa teimum, sum koma nýggj og ókend niður at lesa ella á annan hátt at búseta seg í Århus. Umframt at finna serút- gávuna av Áarósanum á skúlum og bókasøvnum, kunnu fólk, sum hava ætl- anir um at fara uttanlands til dømis í summar, venda sær til Føroyingafelagið í Århus at fáa vegleiðing og stuðul. Til ber at ringja á tlf. nr. 0045 86 18 06 04, sum eis- ini er telefaxnummarið hjá felagnum. Og tað ber sjálvandi eis- ini til at fara inn á heima- síðuna hjá Føroyingafelag- num. Adressa har er: http://welcome.to/aarstova e-mail adressan er: aarstova@teliamail.dk Adressan hjá Føroyingafel- agnum er: Den Færøske Forening Vestergade 48 D DK 8000 Århius C Vandalisma á Farstøðini Tá klokkan er fimm seinnapart, verður tænastudiskurin stongdur, og bilstøðin Bil tekur yvir. Men har er einki pláss hjá fólki at seta ferðagóðs frá sær ðurin av hesum fer at liggja um 20 milliónir krónur. Í Hesti verður havnin dýpt, og nýggj atløgusíða verður gjørd. Atløgusíðan verður gjørd vinkulrætt inn Viðførisboksirnar á Farstøðini í Havn fáa ikki frið. Úrs- litið er, at fólk hava ongastaðni at goyma ferðagóðs eftir klokkan 17, tá diskurin verður afturlatin EDVARD JOENSEN Tað ber ikki til at seta eina tasku frá sær á Farstøðini í Havn eftir klokkan 17. Tá letur tænastudiskurin aftur, og einki pláss er í húsinum at goyma viðføri í. Hóast boksir standa í bíðirúminum, eru hesa ó- nýtiligar. Tær fáa stutt og greitt ikki frið at standa, sig- ur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sum umsitir tænastudiskin á Farstøðini. Reidar Nónfjall er samdur í, at tænastan er ikki nóg góð í løtuni. Men ar- beitt verður við málinum, og hann væntar rímiliga skjótt at vera komin til eina loysn, sum er nøktandi fyri tey ferðandi. Reidar Nónfjall sigur, at tey hava roynt at gera boks- irnar aftur, so hvørt tær verða oyðilagdar. Men tað er ikki haldbart í longdini, alla tíðina at skula taka upp eftir ótangum, sum ikki duga fólkaskikk. Hinvegin eru boksirnar av slíkum slag, at tær als ikki eru ætl- aðar ella egnaðar at standa soleiðis alment frammi. Hetta eru boksir, sum nýttar verða inni á til dømis svimjihallum til at goyma klæði í, og altso ikki til at standa á almennum støðum, har so nógv fólk ferðast. Arbeitt verður við at fáa rættiligar boksir settar upp. Men tað er ein peningaspur- ningur. Og umframt er tað als ikki Strandferðslan, sum eigur húsið. Tað ger Tórshavnar Havn, sum so leigar aftur til Strandferðsl- una. Sostatt er tað Havnin, sum skal bera kostnaðin í fyrsta umfari. Og øllum hesum verður sum sagt arbeitt við, sigur Reidar Nónfjall. Fólk, sum ferðast um Farstøðina, ilskast inn á, at ikki ber til at seta viðføri frá sær eftir klokkan 17 seinnapart. Tá verður tæn- astudiskurin stongdur, og tænastuupplýsingin flutt yv- ir til bilstøðina Bil, sum er í sama húsi. Men har ber ikki til at goyma viðføri, tí høli er ikki til tess. Reidar Nónfjall sigur, at nú tey arbeiða við málinum, eru tvinnir møguleikar. Annaðhvørt at fáa til vega nýggjar, haldbarar boksir, sum fólk kenna aðrastaðni frá, ella at lata fólk verða á staðnum, meðan skip og bussar koma og fara. Men alt hetta er við í teirri ætlan, sum nú verður viðgjørd, sigur stjórin á Strandferðsluni. Og hann leggur aftrat, at tann ætlanin verður liðug, áðrenn summarferðingin byrjar.