hósdagur 23. mars 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
DÁNJAL HØJGAARD
Herfyri varð Norðoya Ross-
afelag sett á stovn.Fyribils
eru 20 limir í Norðoya
Rossafelag,sum eiga 14
ross.
Felagið hevur til enda-
máls at stimbra umstøður-
nar hjá ríðingarfólkinum í
Norðoyggjum. Felagið ætl-
ar at byggja felags fjós og
at vala um fjallgøturnar, rið-
ið verður eftir. Eisini er ætl-
anin at skipa fyri felags ríð-
iferðum.
Rossafelagið er ikki bert
fyri kappríðarar, men fyri
fólk, sum hava áhuga fyri
rossum og ríðing yvirhøv-
ur. Hinvegin dylja stigtakar-
arnir ikki fyri, at teir vóna,
at felagið kann eggja fleiri
norðoyingum at ríða kapp,tí
tað eru ikki nógvir kappr-
íðarar í Norðoyggjum.
Fyrireikararnir vóna, at
limatalið í rossafelagnum í
Norðoyggjum fer at vaksa,
tá ið gongd er komin á virk-
semið:
- Tá ið umstøðurnar eru
komnar í rættlag vænti eg,
at felagið fær fleiri limir og
at fleiri ross verða knýtt at
felagnum, sigur Ólavur Jo-
hannesen, stigtakari til
Norðoya Rossafelag.
Rossafelag í
Norðuroyggjum
Norðoyingar hava nú fingið sítt egna ríðingarfelag.
Skúlastjórar heita
á Signar á Brúnni
Føroya Landsstýri
Att: Signar á Brúnni
Landsstýrismann í und-
irvísingar- og menta-
málum
Undirritaðu skúlastjórar í
Havn, sum umboða um-
leið triðingin av næming-
unum í Føroyum, hava á
fundi týsdagin, 21. mars
2000 viðgjørt søtðuna í
skúlunum í býnum, nú
sáttmálasettu lærararnir
hava verið í verkfalli síðan
8. mars.
Av tí at sáttmálasettu
lærararnir undirvísa um-
leið helvtina av pultstím-
unum, verður undirvís-
ingin nervað í so stóran
mun, at skúlin als ikki
virkar sum undirvísingar-
stovnur. Fleiri flokkar
hava ikki verið í skúla,
síðan verkfallið byrjaði,
og aðrir hava einans nakr-
ar fáar tímar.
Heldur hetta fram, verð-
ur so nógv bortið niður,
at tað verður drúgt at
byggja uppaftur.
Støðan í skúlunum er ó-
tolandi í løtuni, og tí verð-
ur staðiliga heitt á tygum
sum landsstýrismann í
skúlamálum og ábyrgdar-
havandi at taka stig til, at
málið verður loyst bein-
anvegin.
Havn, 21. mars 2000
Eyðdis Baldvinsson,
Selmar Jacobsen,
Hanus Joensen, Petur
Dahl, Niels Nattestad
og Mortan Dalsgarð
Viðmerking:
Frælsisfylking fyri
fullveldinum
Tað skulu fræg og fróð fólk
til at tulka og greina fyrsta
samráðingarfundin millum
føroysku sendinevndina og
tey, ið einaferð nevndu okk-
um »færinger frænder«.
Torført var at hóma »gen-
sidig respekt og forståelse«.
Eitt er tó greitt, og tað er, at
tey vóru innanhýsis samd.
Ósemjan á sjálvstýrisvong-
inum hevur so mangan
darvað og tarnað okkum
seinastu 100 árini. Tí var
hetta nakað vit kortini
kundu gleðast og fegnast
um henda vanlukku fríggja-
dag. Her verður als ikki sip-
að til skiftistíðina, ið boðin
var, men niðrandi viðferð-
ina okkara góðvarnu fólk
fingu.
Tey trý landsstýrisum-
boðini lupu kortini ikki
framav. Tey vóru bæði
virðilig og bærilig. Vit, ið
kenna okkum at varða av
hesum fólkum, ið hava tikið
sítt arbeiði í álvara, eiga at
sláa garð um tey.
Fyri
framman
liggja
stundum leiðir, har eingin
hevur slóðað. Tey, ið ganga
á odda, venda altíð bakið til
teirra, ið ganga aftaná. Tað
er umráðandi at kenna seg
tryggan við tey, tú vendir
bakið til. Vit mugu tí bakka
hesi fólk upp. Íslendingar
vóru har beinanvegin. Tað
kenst fjálgt og gott, men
týdningarmest er, at sam-
ráðingarfólk okkara kenna
seg sannførdan um, at
sjálvstýris- og fullveldisfólk
standa teimum við lið bæði
beinleiðis og í fluttari merk-
ing. Fari tí so staðiliga at
biðja politisku ungmanna-
feløgini hjá fullveldisflokk-
unum um at skipa fyri eini
fólkafylking ella frælsis-
fylking fyri fullveldinum, ið
virka skal, til fólkaatkvøðan
hevur verið.
Argir, hin 21. mars 2000
Karin Kjølbro
Tá danska Ferðslutrygd í
1998 gjørdi kanningar sam-
an við løgregluni, vísti tað
seg, at 30% av bilførarum
koyrdu uttan trygdarbelti.
Við eini umfatandi kamp-
anju tá eydnaðist at fáa talið
niður á 24%, og tað meðal-
talið hevur hildið sær síðani.
Við ársenda farna ár varð
Herferð um trygdarbelti
hevur onga ávirkan
ein roynd gjørd aftur, og
løgreglan gjørdi so kanning-
ar undan og eftir herferðini.
Men herferðin hevði als
onga ávirkan – vinarligar
áminningar virkaðu heilt
einfalt ikki. Meðaltalið á
teimum, sum ikki nýta
trygdarbelti, er framvegis
24%. Men ringast stendur
sum vant til hjá ungu monn-
unum millum 18 og 24, har
44% ikki nýta trygdarbelti.
Einasta loysn tykist tí at
vera at bøturnar verða
hækkaðar, so tær veruliga
svíða, skrivar Ferðslutrygd
á heimasíðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 59 - 24. mars 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 59 - 24. mars 2000
Brktir bilar til s¿lu
FIAT TIPO
120.000
Feb.
1991
35.000,-
FORD MONDEO
34.500
Apr.
1996
99.000,-
FORD ORION DIESEL
132.000
Juni
1992
66.000,-
BMW 316 (1.6)
30.000
Juli
1997
125.000,-
DAIHATSU ROCKY 2.8TD
85.000
Apr.
1996
128.000,-
MMC. SHOGUN TD 4x4
155.000
Apr.
1989
55.000,-
CITROËN BX 1.9 TZD ST
159.000
Sept.
1991
61.000.-
MITSUBISHI COLT 1.2GL
Jan.
1986
19.000,-
NISSAN SUNNY DIESEL
Juni
1990
45.000,-
TOYOTA CARINA
Juni
1991
75.000,-
SUZUKI BALENO VAN
35.000
Aug.
1997
75.000,-
Hoyvksvegur 63 - FO-100 Trshavn - Tel. 313666 - Fax 310866
Sosialurin - Tel. 311820
Verksmiðjumerki
km.
mán.
árg.
søluprísur
Leygardagin 25.03.
hevur Bilasølan opið
frá kl. 10.00-14.00
www.ivan.fo
www.ivan.fo
Ein partur av føroyskari mentan
Tað er ein partur av føroyskari mentan, at allir hesir bátarnir liggja her hesa árstíðina, sigur ein útróðrarmaður, sum
komin er av Tvøroyri til Eiðis at rógva út, nú várróðurin skuldi verið upp á tað besta
samalt ein partur av før-
oyskari mentan.
Viðrað illa
Tað hevur ikki viðrað ser-
liga væl í ár, sigur maðurin,
sum er komin norður um
fjørð við bátinum Barbaru
av Tvøroyri. Ein hvítur AWI
bátur, sum eigur landingar-
tørn nakað soleiðis mið-
skeiðis í flokkinum.
Maðurin er Chris Jan
Michelsen, formaður í Me-
ginfelag Útróðrarmanna.
Hann letur at, at smáligt
hevur verið fyrr í ár, men í
dag letur til, at ein lítil bati
hevur verið. Eini 1.000 -
1.500 pund upp á bátin,
metir hann, at úrtøkan er í
dag. Teir hava verið spjaddir
um alla várleiðina, sigur
Chris Jan Michelsen. Tað
letur til, at fiskurin stendur
nokk so víða norðanfyri. Og
slagið er rímiliga gott, sigur
hann. Rognini eru góð.
Bátarnir eru nógvir. Tað
komu 16 ella 17 bara av
Tvøroyri. Umframt vág-
bingar, havnarmenn, strand-
ingar og sjálvandi eisini
eiðisbátar. So tað eru
rættiliga nógvir tilsamans,
sigur Chris Jan Michelsen.
Hann sigur, at suðringar-
nir plaga at siga, at tá teir
nú eru komnir norður um,
verða teir verðandi, til onki
er eftir. Men tá tað líður
nakað út, og okkurt sjask-
veður kemur, plaga teir
kortini at ótolnast og vilja
sleppa suður um aftur.
Tað er eisini eitt sindur
ójavnt, sum menn siga vár-
tíðina at vera. Onkur plagar
at siga, sigur Chris Jan
Michelsen, at hon er til
fimta mai, meðan aðrir
halda hana vera væl styttri.
Vanligt er, sigur Chris Jan
Michelsen, at tá fiskurin
hvørvur norðan fyri, fara
teir suður aftur og plaga so
at royna vestan fyri Sand-
oynna. Tá verður róð út av
Tvøroyri, sigur hann.
Tað hevur viðrað illa í
vár, sigur formaðurin í
Meginfelag
Útróðrar-
manna. Hann kom saman
við øðrum suðringum norð-
ur til Eiðis beint eftir mán-
aðarskiftið, og hevur bara
havt fýra útróðrardagar, nú
bara ein vika er eftir av
mars. Onkur av teimum
størru bátunum hevur verið
seks dagar á útróðri. Men
tað er heldur ikki nakað at
tosa um.
Men prísurin er góður,
sigur hann. Sum tað hevur
verið higartil, liggur hann
umleið 1.000 krónur fyri
sentnaran, sum suðringarnir
siga. Ein sentnari er 100
pund. Eisini fæst góður
prísur fyri rognini í løtuni.
Teir allarflestu bátarnir
eru mannaðir við einsa-
møllum monnum. Við onkr-
um hendinga eru tveir, men
teir eru fáir, sigur Chris Jan
Michelsen.
Sum at vera skóti
Hetta eru smáir bátar, men
menn búgva umborð alla
tíðina, teir eru her norðuri.
Tað kann verða eitt sindur
buldrasligt, men hevur tú
verið skóti, hevur tú onga
neyð, sigur Chris Jan
Michelsen,
formaður
í
Meginfelag
Útróðrar-
manna.
Sjálvur var hann skóti, til
hann var eini 16-17 ár,
greiðir hann frá. Og hetta
líkist eitt sindur skótalívi-
num at skula lívbjarga sær
soleiðis, heldur hann. Tað,
sum um ræður, er at hava
hita. So gongur alt, sigur
útróðrarformaðurin.
Hann letur at, at tað kann
vera rættiliga hugnaligt,
hóast tað ganga nógvir dag-
ar, at ikki verður loyst.
Menninir eru nógvir og
koma nógv saman at tosa
um eitt sindur av hvørjum.
Nú er fullveldið og samráð-
ingarnar eitt upplagt evni.
Veður og vindur fáa sjálv-
andi sítt, og so er Chris Jan
sjálvur so mikið væl fyri, at
hann hevur eitt lítið sjón-
varpstól, so hann sær Dag
og Viku og kann fylgja við
tann vegin.
»Tað verður ein sovorðin
bygdarmentalitetur«, sigur
hann. »Nei, tíðin fellur ikki
long«.
Teir eru farnir heiman upp
á hetta her, og tað hava teir
innstillað seg uppá.
Tað er ikki endiliga tí, at
tað eru so nógvir pengar í
hesum, heldur Chris Jan
Michelsen. Uppiløgurnar
kunnu vera drúgvar, og tá
er einki at vinna.
Men okkurt er kortini við
hesum, sigur hann, tí hetta
eru somu menninir, sum
koma aftur ár um ár við
somu bátunum. So tað man
bera til kortini, heldur
formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna.
Tað rýkur úr roykhanusi
á innasta bátinum. Fleiri
mans koma inn á dekkið og
standa og práta. Hetta eru
menn av onkrum av hinum
bátunum, sum liggja her við
flótibrúnna.
Á veg í land aftur verður
hugt inn í stýrihúsið á hes-
um bátinum, haðani royk-
urin kemur.
Jú, hetta er Egil M, og har
situr Arthur frammi í lugar-
inum við eini steikipannu.
Hann steikir fisk, og tað
luktar so hugnaliga av pip-
ari. Hann hevur skorið sær
fløk av nøkrum smáfiskum,
hann fekk í dag, og latið
ivaleyst av salti og pipari á,
sigur hann.
Tað skal fáast hiti í aftur
kroppin, heldur Arthur.
Hann letur at, at tað var so
beistaktiga kalt norðan fyri
í dag. Hann var bæði í
termotroyggju og oljuklæð-
um, men stóð kortini og
skalv. Og so rullaði tað eis-
ini so forb..... illa í morgun.
Men tað er nú ikki tað
ringasta. Tað, sum verri er,
sigur hann, er, at hann eigur
ongan leyk at koyra oman
yvir fiskin, sum nú rættiliga
er farin at sjóða, so hvørt
sum hitin veksur undir
pannuni.
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, er júst komin aftur av
útróðri
( Mynd: Edvard Joensen)
EDVARD JOENSEN
Kuldin merkist inn á bein,
nú sólin er við at seta hand-
an fjøllini á Streymoynni.
Inni í havnini á Eiði er stilli,
hóast eitt lítið lot var at
merkja longri uppi í bygd-
ini. Bátarnir koma hvør eftir
annan spakuliga inn um
grótkastið og leggja seg at
bíða eftir landingartørni.
Teir eru nógvir, og bara
tveir kranabilar eru á
bryggjuni.
Tað er fitt av fólkið á
bryggjuni. Einir sjey-átta
mans taka í móti fiskinum.
Stoyta í kør, ísa og fáa upp
í lastbilar og trailarar, sum
skulu føra fiskin út á Toftir,
har hann skal á uppboðssølu
í morgin. Mest er av fullum
køssum, sum fer í bilarnar,
men eisinifara nakrir tómir.
»Tað er eitt sindur øv-
ugt«, heldur Konrad, sum
situr á truckinum, »at koyra
tómar kassar út á Toftir og
norður aftur í morgin.«
Men støðan er akutt har
úti í kvøld. Eingir tómir
kassar eru eftir á Toftum.
Ein stórur plastbátur kem-
ur við ferð fram við
bryggjuni. Bakkar harðliga
og liggur sum hítin undir
reyvini á Sigmundi, sum
júst fær agn umborð. Hann
hevur landað á Eiði. Tað
sama hava Thomas Nygaard
og Fugltúgvan, sum liggja
longri frammi við bryggju-
na.
Jógvan letur krókin niður.
Maðurin í bátinum krøkir
í, og Sonni stoytir so úr
kassanum hjá bátinum í
tann stóra kassan, sum
stendur á bryggjuni. Kassa-
miðstøðin stendur á kassa-
num. Men ongum nýtist at
óttast, at bland kemur í.
Hans Egil bindur ein seðil
við bátanavni og nummari
á hvønn kassa.
Eldru menninir og onkur
smádrongur standa fram við
bryggjukantinum.
Tosað
verður um, hvussu bátarnir
eru útgjørdir, hvussu nógv
teir munnu hava fingið, og
spurt verður eftir líkindum,
og hvar teir hava verið. Alt
Nógvir fremmandir
bátar eru komnir
til Eiðis at rógva út,
nú várróðurin
skuldi verið
upp á tað besta.
Tá allir koma
aftur í senn,
kann gerast trongt
við brúnna,
og neyðugt verður tí
at bíða eftir
landingartørni
(Mynd: Edvard Joensen)