Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44 10 Sosialurin Randi Jacobsen Í gjár almannakunngjørdi Kringvarp Føroya og setti til nýggju heimasíðu sína, sum hevur verið í gerð í hálvt triðja ár. Hetta er ein heimasíðu við nógvum hentum upp­ lýs ingum, og við hesi heima­ síðuni hevur Kringvarp Før­ oya á netinum veruliga flutt seg fram í nútíðina. Nýggja heimasíðan gevur brúkarunum møguleikan at síggja og allar sendingar, sum hava verið seinastu árini. Síð­ an er løgtt at brúka. Í mun til gomlu heima­ síð una er nýggja heima síð an løtt at leggja út á hjá starvs­ fólkunum. Øll tíð indi, sum hava verið í kring varpinum, fara av sær sjálv um út á heimasíðuna, men ætlanin er eisini at skriva onnur tíðindi til heima síðuna, sigur Elin Brimheim Heinesen. Í kapping Hon bæði vónar og væntar, at tíðindaportalurin á nýggju heimasíðuni fer at kappast við aðrar tíðindaportalar í landinum. Tá ið farið varð undir at fyrireika heimasíðuna, isti tað seg, at eingin fyritøka í Føroyum hevði førleika til at gera síðuna við tí dygd, sum kringvarpið kravdi. Farið varð tí til ein dansk­ an veitara, sum fór undir arbeiðið. Men tá ið tað dró út, segði kringvarpið upp avtal­ una við danska veitaran og fekk síni egnu fólk at halda fram við arbeiðinum. Hetta var um ársskiftið. Elin Brimheim Heine sen, miðlaleiðari og verk ætlanar­ leiðari væntar, at heimasíðan fer at gera arbeiðsdagin hjá starvsfólkunum meira áhuga verdan. Í september í fjør setti kringvarpið Martin Nol­ søe Simonsen í starv sum samskipari av heima síðu­ arbeiðinum. Seks onnur fólk hava verið við til at gjørt heimasíðuna. Kostar Tað fæst ikki nágreiniliga at vita, hvat heimasíðan hevur kostað kringvarpinum. Danski parturin kostaði góða mió. krónur, 170.000 krónur fóru til uttanhýsis hjálp, sam­ skiparin er løntur, og fleiri fólk á stovninum hava brúkt nógva arbeiðstíð. Hetta er ikki gjørt upp, men starvsfólk á stovninum meta, at síðan hevur kostað kringvarpinum nakrar milliónir krónur. Elin Brimheim Heinesen heldur, at hetta er ein góð íløga, sum fer at koma brúk­ aranum væl við. Gamla ótíðarhóskandi heimasíðan kostaði 1,4 mió. krónur at umsita um árið. Henda verður nógv bíligari at umsita. Ein brúkaravinarlig heimasíða Tað tók Kringvarpi Føroya hálvt triðja ár at gera nýggja heimasíðu. Úrslitið er ein snøgg síða við nógvum upplýsingum og løtt at brúka Herfyri kunngjørdi Summar Festivalurin, at Basim og ein finalistur frá X Factor kappingini í Danmark fara at framføra á Summar Festi­ valinum í august. Nú er greitt, at hesin X­Factor finalisturin er Babou. Hann var ein av profil­ unum í ársins X­Factor kapp­ ing í Danmark. Eygagóði ung­ lingin úr Århus sang so væl, at hann vann seg heilt fram í finaluna, og eisini framman­ fyri risastórari áhoyrarafjøld í Parkini upptraðkaði hann við stíli og sjarmu. 16 ára gamli Babou hev­ ur sungið, síðani hann var smádrongur. Í barna garð­ in­um plagdi hann at syngja fyri hinum børnunum, og ein mostir hansara gav honum undirvísing í sangi. Og sjálvs álitið, sum hann vísti í X Factor kappingini, er ikki komið av tilvild. – Eg eri uppvaksin við, at tú kanst gott trúgva upp á teg sjálvan og eisini siga tað, um tú heldur teg vera góðan til okkurt, sigur Babou. Og Babou dugir at syngja og at framføra, og á Summar Festivalinum ber til at upp­ liva hann á stóra palli á Vágs­ bøi. snorri@sosialurin.fo SJARMA Babou hevur bæði sjarmu og stíl, tá hann framførir TÓNLEIKUR X-Factor finalisturin Babou fer at framføra á Summar Festivalinum í Klaksvík. Babou á Summar Festival