Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44 Sosialurin Dávur Winther Nýggja staðið hjá Norðoya Heima virki verður í norðara parti av bygninginum á Biskups støð, har J. F. Kjølbro hevði sín fyrsta handil. Hølini hava menn hjá Vega deildini sett í stand, og er nú eisini ein »sponsk trap pa« gjørd frammanfyri og stórt tún. So har verður hugna ligt í vesturskininum, við útsýni yvir allan miðbýin og út á vágna. Í dag letur Heimavirkið upp fyri almenninginum í nýgg ju hølunum. Hendan loysnin er úrslit av drúgvum samráðingum við Norðoya Heimavirkið og Norð oya Kunningarstovu, sum Gunvá við Keldu, borgar stjóri, og Jógvan Skor heim, varaborgarstjóri, hava staðið á odda fyri veg­ na kommununa. Næsta stig ið í hesi tilgongd er, at Kunning ar stovan flytir inn í tann sunnara partin av hesum sama bygninginum á Biskupsstøð, har Norðoya Heima virki hevur hildið til í meira enn 20 ár. Við hesum hevur Kunn­ ing ar stovan nátt sínum ynski um at vera nærri miðbýnum, har ferðasambandið til og frá Klaksvík byrjar og fáa eitt gott tún frammanfyri, har skipað kann verða fyri ymisk um tiltøkum. So samanumtikið verður meira lív í húsinum og mið­ býn um annars Søguliga áhugverdur bygningur Í bókini Klaksvíkar Søga II. bind hjá Hans Andreas Sølv­ ará, og aðrastaðni við, verð­ ur greitt frá, at upp runa ligu sethúsini hjá J. F. Kjølbro á Biskups støð eru frá 1909 og verða uppíbygd norðureftir við handli í 1912. Á myndum av húsunum sæst, at gólvið í handlinum er eini tvey trin lægri, enn í húsini annars. Hesin part­ urin – fyrsti handilin hjá J. F. Kjøl bro – er enn innrættaður við tveimum trinum nið u r í norðara partin av handl­ inum, sum verður komandi Heimavirkið. Kona Kjølbro, Kar in, ambætaði handlinum fyrstu árini, samstundis sum hon helt hús – hetta var høg­ ligt við samanbyggingini. Um vikuskiftið hev­ ur verið stákan í »nýggja« handlinum hjá Heima virki­ num, har tey hava sett upp á hyllarnar. Stórt tún – ella hátún – er gjørt frammanfyri, so til ber at ganga ella rulla úr túninum framanfyri bóka savnið og oman til inn­ gongdina vestanfyri til nýgg­ ja Heimavirkið. Upprunaliga var inn­ gongdin til handilin hjá Kjøl­ bro omanfyri. Norðrari endi var, sum sagt, fyrsti handilin hjá Jógvan Fr. Joensen, seinni Kjøl bro, ið lat upp 12.12.1912. Her byrjaði í tí lítla ein handil, sum fá ár seinni gjørd ist partur av størstu fyri tøkuni í landinum. Hølið varð nýtt sum hand­ il fram til 1930, tá ið tann bygn ingurin, sum Heima­ virk ið hevur hildið til í inntil nú, verður tikin í nýtslu. Aftan á verður handilshølið brúkt sum goymsluhøli tey nógvu árini síðan 1930, seinni part vís sum matstova hjá starvs fólkum. í 1923 flyta Kjølbro og kon an, Karin, úr hesum húsu num og longur niðan á Biskupstøð – niðan í trøð teirra, sum varð innløgd 1912. Set húsa­hølini vórðu síðani brúkt sum skrivstova frá1923­1930. Í 1930 flutti skrivstovan norð ur á Steng­ ur, og gamla skri v stovan bleiv ísin kram handil. Norðaru hølini hava sein ni verið nýtt til mangt ymiskt, partur av teimum sum frystihøli og goymsla, men mangur tónleikabólkur í Klaksvík hevur eisini havt sín ar venjingar inni her, og hava hesir karmar verið við til at gera teir navnframar kring oyggjarnar. So sigast má, at Heima­ virk ið er komið til heiðurs og æru á handisliga søguligum staði. FAKTA 1909: J. F. Kjølbro, tá Joensen, og Karin á Biskupsstøð, giftast og flyta inn í nýggj sethús á Biskupsstøð (myndin, uttan handil). 1912: J. F. Kjølbro og Karin byggja upp í norðara enda, vanligan keypmannshandil 1923: Tey byggja nýggj sethús uppi í trøðni, gomlu sethúsini blíva tikin upp í handilin, eisini sum skrivstova. Nú byrja skip at kom: Solo og John Bull Hjá Dáva úr Gerðum, beiggja Kjølbro. Síðani Britons Pride og seinni eisni Ernestine. 1930: Nýggjur handil bygdur uppí suðureftir, keypmannshandil, »Toystova« í erva. Skrivstovan flytir norður á Stengur og gomlu skrivstovuhølini blíva Isenkramhandil. 1955: Nýggj toystova, nú KLÆDNABÚÐIN, blívur bygd sunnanfyri núverandi bókasavn. Gamla Toystovan í erva blívur Isenkramhandil. Og gamli Isenkramhandilin í gomlu sethúsunum blívur goymsla saman við upprunaligu handilshølunum. 1967: Svend Thulesen ger av at steðga við øllum vanligum keypmannshandilsskapi og letur aftur báðir handlarnar - á Biskupsstøð og Stongunum. Men heldur fram við Isinkram á Biskupsstøð, samstundis sum máling og gólv flytir av Stongunum heim á Biskupsstøð við Palla Marstein, Havnar-Palla, sum stjóra. Klædnabúðin heldur fram. 1976: Alt letur aftur: Ísenkram, máling/gólv og Klædnabúðin. Kommunan yvirtekur alt Biskupstøð, sum tað er: Gomlu handilshúsini, gamla Íshúsið, Klædnabúðina, Bilhúsið (nú kappróðrarneyst), Kolgarðin (nú P-pláss hjá Betesda), gamla ráfiskahúsið v/ neystið og biskupsstøðbrúnna. Heimavirkið til heiður og æru KLAKSVÍK Norðoya Heimavirkið letur í dag upp í søguligum hølum. Gongur eftir vild, verða dyrnar latnar upp fyri viðskiftafólki mikudagin 13. apríl 2011 Sethúsini, sum J. F. Kjølbro, tá Joensen, flutti inn í, í 1909 Sethúsini, við handilshølum bygdum afturat norðureftir - tá var inngongdin í ovaru síðu. Gólvið í handlinum var tvey trin lægri enn í sethúsini. í 1923 flytir Kjølbro og konan, Karin úr heum húsunum og longur niðan á Biskupstøð - niðan í trøð teirra, sum varð innløgd 1912