Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44 12 Sosialurin Kjak Hava framvegis brúk fyri donskum Opið bræv til mentanarnevnd løgtingsins viðv. ætlaðu broytingunum í lærugreinini danskt Nú landsstýriskvinnan í mentamálum hevur boðað frá broyttum lærugreinaligum raðfestingum í studenta­ skúl um og HF­skeiðum og hægri handilsskúlum, er tørvur á rættleiðing og kunn ing um støðuna. Undir ritaðu dansktlærarar eru sera ørkymlaðir viðvíkj­ andi ætlanunum um, at lærugreinin danskt verð ur tikin av sum kravd læru­ grein. Grundgevingin fyri broyt­ ingina er nýggja avtalan við danska kenslumálráðið, ið við ur kennir føroyskt sum førleikagevandi móður máls­ lærugrein á jøvnum føti við móðurmálslærugreinir í øðr um Norðurlondum. Vit fegnast um viðurkenningina, sum føroyskt loksins hevur fingið. Vit skilja tó ikki, at hetta skal vera orsøk til at taka av danskt sum læru­ grein. Danskt inniheldur undir vísing í bókmenta­, lista­ og mentanarsøgu, sum ikki beinleiðis kann flytast í føroyskt. Henda undirvísing er neyðug fyri at geva næmingunum innlit í europeisk bókmentalig og hugsjónarlig rák, ið ikki eru umboðaði í føroyskum bókmentum, hvørki upp­ runa ligum ella týddum. Eisini føroysktlærarar vísa á týdningin í hesum, og nýggj phd­ritgerð hevur út greinað hesi viðurskifti. Undir­vís­ ing in í donskum er tískil ein týdningarmikil liður í tí almennandi partinum av studentsútbúgvingini, sum annars tykist vikna í nýggju skipanini. Danskt gevur næming­ un um førleikar at samskifta bæði í skrift og talu í øllum Norðurlondum, gevur teim um lætta atgongd til norðurlendsku mentaninar, og er ein sera týdningarmikil málsligur førleiki hjá teimum mongu av næmingunum (uml. 80­90%), sum velja at lesa í Danmark. Í viðgerðini av málinum higartil hev ur mest verið víst til uni versi tetsút­ búgvingar, men ein stórur partur av næm ing unum taka professiónsútbúgvingar, og eisini har er førleikin í donskum týdningarmikil. Í Íslandi er danskt kravd læru grein bæði í fólka­ og miðnámsskúlum. Á máls ligu deild í íslendsku stu denta­ skúlunum er danskt kravd lærugrein í 3 ár. Í fjør heyst vóru umboð fyri danskt­ lærarar í Ís landi á vitjan í Føroyum fyri at kunna seg um undirvísingina í donskum í studentaskúlunum í Føroy­ um. Tørvurin á undirvísing í donskum hevur verið vaks­ andi í Íslandi, m.a. tí fleiri og fleiri íslendskir ungdómar velja at taka útbúgving í Dan mark og øðrum Norður­ londum. Sambært heima­ síðuni hjá Háskóla Íslands velja 65% av teimum íslend­ ingum, sum ætla at lesa uttanlands, at fara til onnur Norðurlond, og av hesum fara 60% til Danmarkar. Ísland er ikki eins tætt knýtt at Danmark og Føroyar, og tí tykist tað løgið og ørkymlandi, at meðan Ísland sum sjálvstøðugt Norðurland arbeiðir við at menna læru­ greinina danskt, taka vit lærugreinina av. Hvørki ís­ lendingar ella føroyingar duga danskt av sær sjálvum, og hvørvur danskt sum læru­ grein í føroysku skúlunum, fer tað at taka nógv ár at byggja førleikan í donskum uppaftur. Í øllum Norðurlondum læra tey mál, sum gera tey før fyri at samskifta lætt og neyvt í norðurlendskum høpi, t.v.s. at lærugreinir í skandinaviskum málum eru kravdar í miðnámsskúlunum í øllum Norðurlondum (finn­ lendingar hava svenskt, í slendingar danskt, grøn­ lend ingar danskt o.s.fr.). Tað fer at tykjast margháttligt, um vit ­ sum tey einastu ­ velja eina heilt aðra kós at avmarka okkum til enskt. Harumframt fer tað at fáa avleiðingar fyri støðið í donskum á Læraraskúlanum og í undirvísingini í fólka­ skúlanum, um læru grein in verður tikin av í stu denta­ skúlunum og HF­skeiðunum og á handils skúlunum. Hesar avleiðingar kunnu gerast álvarsligar, tá vit hugsa um, at føroyska skúlaskipanin framvegis í stóran mun er treytað av donskum undir­ vísingartilfari, serliga á mið­ námsskúlastigi. Tað er framvegis brúk fyri undirvísing í donsk­ um í føroyskum stu denta­ skúl um og HF­skeið­um og á handilsskúlum. Nýggja avtalan við danska kenslu­ málaráðið broytir ikki hetta, men vit hava nú møguleikan at skipa innihaldið í læru­ greinini eftir okkara egna tørvi. Okkara tilmæli er tí, at ein nevnd verður sett at viðgera, hvussu innihaldið í lærugreinini danskt skal skipast í nýggju føroysku skipanini. Við virðing Dansktlærarar í føroysku studentaskúlunum og HF-skeiðunum og handilsskúlunum Arnfinnur Thomassen, Marie-Luise Christensen, Birgit Jacobsen, Eivin Simonsen, Nikolina Olsen, Turid Thomsen, Ann Ellefsen, Bjørg Róin, Vár í Ólavsstovu, Gerda Poulsen, Hanne Jacobsen, Rasmus Wiin Larsen, Dorthe Pedersen, Kinna Poulsen, Rakul Napoleonsdóttir Joensen, Hanus Kapilin, Bergur Djurhuus Hansen, Sanna Maria Klein, Hans Andreas Dam Joensen, Randi Benedikte Mohr, Malan Poulsen. Bjarni Skála Tveittur út úr Herberginum Eg vil bara við hesum vísa á, hvussu harmur er eri um, at nýggi leiðarin í Herberginum hjá Frels­ unar herinum hevur tveitt meg á dyr. Eg havi búð har í níggju mánaðir og verið edrúur alla tíðina. Eg hevði tað so gott, og eg var sera fegin um at búgva har. Eg veit, at øll starvsfólk og øll sum búgva har stuðla mær. Eg havi hildið meg til reglarnar og verið edrúur alla tíðina, meðan eg havi búð har. Nýggi leiðarin segði, at eg skyldaði húsa­ leigu, men tað var ein lítil trupul leiki, sum eg lovaði at rætta beinanvegin ­ og sum var ein feilur hjá bank­ anum. Nú eri eg ein maður, sum er koyrdur niður í øskuna, og tað harmar meg nógv. Hans Dávid Dam SEV - skyn- semi sigraði Eftir í eina drúgva tíð at hava fyrireika stóra vatnorkuútbygging í Norð­ urstreymi, boðar nevnd ar­ formaðurin í SEV nú frá, at ætlanin fyribils er slept. Vit eru mong sum fegnast um hesa skynsomu avgerð. At henda mikla náttúru­ hóttan nú er løgd í eina skuffu gerð, at vit aftur kenna okkum trygg við at landsluturin Norður streym varðveitur sítt náttúru­ marg feldni, eitt ríkidømi fyri okkum øll og okkara eftir komarar ­ Ein avgerð í tænur SEV til miklan sóma. Málið um munandi øking í grønu orkuframleiðsluni er ikki rokkið við hesi av­ gerðini, sum heldur má takast sum ein fráboðan um at kósin verður broytt. Tað er eitt stót stig hjá elfelagsskapi okkara, at sleppa vanahugsan og vera opin og kreativ í mun til stóru tøkniligu framstigini á orkuøkinum sum henda í hesum døgum. Nærliggjandi er at kanna hvat troytsat kann av orku úr vindi og sjóar­ fallsstreymi. Tí streym ynskja vit, enn tá býligan grønan streym til okkara støðugt vaksandi orkunýtslu. So eftir er bert at ynskja SEV eydnu við nýggju skyn­ somu kósini.