Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44 Sosialurin Í 1988 varð lógin um Trygdar­ grunnin fyri Avreiðingar og Lønir samtykt av Løgting­ inum, og hendan lóg var ein stórur bati fyri allar løn takarar í Føroyum, tí nú høvdu vit, eftir sama leisti sum í grannalondum okk­ ara, trygd fyri, at vanligi løn takarin ikki misti allan pening sín, tá arbeiðsgevarar fóru av knóranum. Sambært § 3 í lógini, so kundi hvør løntakari fáa í mesta lagi kr. 70.000,00 úr grunninum og talan var um bæði gjald fyri lønartap, uppsagnarløn og frítíðarløn. Løgtingið hevur seinni skert rættindini hjá løntak­ ar unum munandi. Í 1992 framdi Løgtingið tó munandi broytingar í lógini um trygdargrunnin. Størstu skerjingarnar vóru hesar: ­ størsta lønarkravið, sum einstaki løntakarin kundi fáa úr grunninum varð sett niður úr kr. 70.000,00 niður í kr. 20.000,00 ­ at trygdargrunnurin ikki dekkar uppsagnarløn Gongdin seinastu árini hevur víst okkum, at galdandi lógar ­ ásetingar als ikki eru nøkt­ andi og hetta hava nógvir løntakarar følt sviðan av. Seinni er so stórsta upp­ hæddin broytt til kr. 60.000,00 umframt frítíðarløn, men grunnurin dekkar framvegis ikki uppsagnarløn Hví broytti Løgtingið lógina Eingin ivi er um, at orsøkin til, at Løgtingið broytti lógina var, at í ringu tíðunum fyrst í 90­árunum vórðu rætti liga stórar upphæddir gold nar úr grunninum vegna upp­ sagnarlønir, og grunnurin varð nærum tømdur. Okkara politikarar tóku tó ikki í nóg stóran mun atlit til, at tað ikki var van ligi tímalønti løn tak­ arin, sum tømdi grunn in, tí sjálvar lønar eftir støð ­ urnar hjá vanliga løntak­ ar anum eru í flestu førum langt frá kr. 70.000,00 og uppsagnarreglurnar geva sum nú er, ikki løn tak ar­ um longri enn 1 mðr. upp­ sagnarfreist, tá talan er um fastlønt og 20 arbeiðs dagar, tá talan er um tíma­lønt. Kunngerðin skerjir møgu­ leikarnar at fáa pening úr Trygdargrunninum Landsstýrismaðurin hev­ ur við kunngerð nr. 66 frá 12. Juni 1991 grein 2 ásett, at fráboðanarfreistin hjá løntakaranum er 4 vikur frá tí at áheitan um fíggjartrot verður staðfest. Vit hava staðfest, at hendan freist er alt ov stutt, tí í nógvum førum tekur tað meira enn 4 vikur hjá løntakaranum at fáa til vega tey skjøl, sum eru neyðug fyri at gera upp krøvini. Í Danmark er freis tin at fráboða krøv hjá Løn­ modtagernes Garanti­fond 4 mánaðar, og flestu fak­ felagsfólk duga illa at skilja, at føroysku myndugleikarnir seta fráboðanarfreistin til 4 vikur, tí hetta er í sjálvum sær ein skerjing í møguleikanum hjá vanliga løntakaranum at fáa pening úr grunninum. Alneyðugt er við broyt­ ingum í lógini og kunngerðina um trygdargrunnin. Um nøkur nytta skal vera í trygdargrunninum er alneyðugt, at okkara politik­ arar beinanvegin taka stig til, at lógin um trygdargrunnin verður broytt, soleiðis at vanligi føroyski løntakarin veruliga verður tryggjaður, at hann / hon fær dekkað sítt lønarkrav og krav um uppsagnarløn, tá arbeiðs­ gev ari fer av knóranum. Eisini er neyðugt at fráboð­ anarfreistin verður longd. Alneyðugt er tí at fremja hesar broytingar í lógini/ kunngerðini: ­ at størsta upphæddin verð ur hækkað mun andi (hetta kann lands stýris­ maðurin broyta í kunn­ gerð) ­ at fráboðanarfreistin verð ur longd til t.d. 4 mán­ aðar (hetta kann lands­ stýrismaðurin gera við at broyta kunngerðina) ­ at uppsagnarløn verð ur dekkað av trygdar grunn­ inum Føroya Arbeiðarafelag hev­ ur áður víst á hesar skeiv­ leikar í lógini, men enn hev ur eingin av okkara politik arum tikið stig til at broyta lógina og eg vil tí heita á allar flokkar á tingi um at taka stig til at broyta lógina um Trygdargrunnin fyri Avreiðingar og Lønir, soleiðis at lógin kemur at virka, soleiðis sum hon upprunaliga varð ætlað, eins og landsstýrismaðurin eigur at broyta kunngerðina. Georg Hansen formaður Føroya Arbeiðarafelag Lógin um trygdargrunnin eigur at endurskoðast Ein fríløta við meditatión Tíðindaskriv Ert tú strongd og hevur møguliga ilt við at mið­ savna teg? Ella er tú bert áhugað fyri at royna eitt­ hvørt, sum økir um tína persónligu menning? So er meditatión ein møguleiki. Fyri fyrstu ferð verður Acem meditatiónskeið hild­ ið í Føroyum. Acem er ein norður­ lendsk ur almannagagnligur felagskapur, sum ikki byggir á vinning. Í vikuskiftinum 7. – 8. mai skipar Acem fyri meditatónskeiði í hugna­ ligum og náttúru vøkrum umhvørvi á Gjáargarði við Gjógv. Skeiðleiðari er Atle Værsted, lækni. Nútíðar føroyingurin menn ist í hvørjum, og tað hevur við sær, at fólk royna nýggjar hættir at fóta sær í gerandisdegnum. Til tess at liva upp til dagligu avbjóðingarnar, er tað oftani neyðugt at fáa stundir at hugsavna seg um síni persónligu viðurskifti. Tá er meditatión ein góður háttur til at taka. Meditatión kann metast sum eitt amboð fyri at fáa yvirlit yvir dagligu gerðar­ málini. Øll kunnu læra at meditera. Tað krevst bert, at tú hevur ein góðan stól at sita í og ein hálvan tíma morgun og kvøld til tín sjálvs. Í huganum endurtekur tú eitt ljóð innan tanna, sum kallast metoduljóð. Ljóðið fær tankarnar at ferðast, sum teimum lystir. Endurtøkan fremur hvíld og linna, minni strongd og meira orku og hervið eisini persónliga menning. Acem meditatiónin er ment í Norðurlondum sein­ astu 40 árini og er grundað á sálarfrøðiliga læru um meditatión. Meira enn 60.000 fólk hava lært at medi tera eftir hesi skipan. Úrslit Tað er einki fjalt ella myst­ iskt við at medi tera, og hátt­ urin er óheft ur av átrúna og øðr um samfelagsligum viðurskiftum. Tað hevur víst seg, at meditatión m.a. gevur betri hugsavnan, bøtir um ávís sløg av høvuð pínu, gevur fólki størri yvirskot at standa ímóti trupulleikum og av bjóðingum í gerandis­ degnum. Hjá teimum, sum hava svøvntrupulleikar, hevur meditatión víst seg at bøta um náttarsvøvnin, eins og hjá teimum, sum hava ov høgt blóðtrýst. Við at royna meditatión regluliga, økir tú møguleikarnar fyri at kenna tínar persónligu fyrimunir og vansar. Tað kemst av, at tá vit meditera, hitta vit okkum sjálvi ­ bæði við teimum møguleikum og avmarkingum, sum myndar tann einstaka. Luttøkugjald 1950 krónur íroknað undirvísing, gisting í dupultkømrum og allar máltíðir. Tilmelding á info@gjaargardur.fo ella á tlf. 423171