Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 58 - 23. mars 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 58 - 23. mars 2000 Viðmerking: Fólkaítakið fyri tjóðfundi ynskir Føroya landsstýri góðan byr, nú farið verður til samráðingar við donsku stjórnina um at skipa Før- oyar sum eitt sjálvstøðugt ríki við fólkaræði. Vit eru sannførd um, at samráðingarnar fara at enda við einum góðum úr- sliti. Hetta er tí, at tann 14. september 1995 fingu vit 3094, sum eru við í Fólka- ítakinum fyri tjóðfundi, bræv frá danska forsætis- ráðnum. Har varð sagt, at danska stjórnin var hugað at seta í verk ta skipan fyri samstarvi Danmarkar og Føroya millum, sum før- oyska heimastýrið ynskti. Á løgtingsvalinum tann 30. apríl 1998 valdi Føroya fólk ein meiriluta, sum vil at Føroyar skulu gerast eitt sjálvstøðugt ríki við fólka- ræði. Demokratisk sið- venja er, at ein heiðurlig andstøða letur sær tað lynda, sum meirilutin av fólkinum tekur undir við á frælsum og óheftum vali, og donsku politisku flokk- arnir hava longu boðað frá, at teir í hesum máli boyggja seg fyri fólka- ræðisligari siðvenju. Fólkaítakið heitir á allar føroyingar um at vera við í tí mikla verki, vit nú skulu fara undir. Eftir at evsta valdið í næstan 1000 ár hevur verið uttan fyri oyggjar okkara, fara vit nú at taka lut í altjóða samtarvi á jøvnum føti við onnur ríki. Vit ivast ikki í, at tæri í fólki okkara er so gott, at nýggja skipanin fer at gera tað betri at vera føroyingur úti og heima, og at vit, áðr- enn langt er fráliðið, fara at vera ein fyrimynd fyri mong av heimsins londum. Vit bjóða nýggja túsund- Yvirlýsing frá Fólkaítakinum fyri tjóðfundi árinum vælkomnum við nýggja føroyska ríkinum! Á Glyvrum tann 16. mars 2000 Líggjas í Bø Maria Jacobsen Hans Tausen Olsen Eirikur Simonsen Olaf á Stongunum Zakarias Wang Liðini: Føroyar: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálv- stýrisflokkurin og Mið- flokkurin. Danmark: Eitt samlað Fólkating, øll tann danska pressan, tann føroyska ”av- deilingin” av danska Sosial- demokratíinum, Sambands- flokkurin, Dimmalætting og Sosialurin. So er gongd komin á sam- ráðinganar um Fullveldið Føroyar, og ikki kann sigast annað enn, at mótstøðan móti okkum er hørð. Danska stjórnin hevur lagt upp til grótharðar samráð- ingar, men tað er ikki í Dan- mark, at mótstøðan er harð- ast. Okkara størsti fíggindi eru vit sjálv ella tann part- urin av andstøðuni, sum umboðar afturhaldskreftir- nar í Føroyum, nevniliga føroyska ”avdeildingin” av tí danska Sosialdemokratíi- num og Sambandsflokkur- in. Høvdingarnir í hesum flokkum sótu báðir so himmalska glaðir í útvarpi- num, tá teir frættu, at danir ikki vilja sleppa okkum og einans ætla at geva okkum eina skiftistíð uppá 3 — 4 ár. Teir søgdu enntá, at teir hildu, at samgongan átti at gevast við samráðingunum beinanvegin. Hetta síðsta vísir bara, at teir eru full- komiliga óegnaðir at fara niður at umboða Føroyar, tí teir høvdu bara sagt ja og amen til alt, sum Nyrup segði, stungið í sekkin og farið heim. Løgið at Eides- gaard ikki vildi síggja Ny- rup fyri tveimum árum síð- ani. Helst var tað bara spæl fyri gallaríinum og veljaru- num. Søgan endurtekur seg Søgan endurtekur seg, verð- ur ofta sagt, og tað ger hon í so ríkiligt mát nú um dag- arnar. Tann sami rotinskap- urin, sum varð brúktur móti Sjálvstýrislandstýrinum 1963 - 67, verður nú brúkt- ur aftur. Tað er nevniliga fyri langari tíð síðan avtal- að, millum ta føroysku ”av- deilingina” av donsku sosi- aldemokratíinum og móður- flokkin á Fólkatingi, at hetta landsstýrið ikki skal náa nakað á sjálvstýrisleið. Harra Eidesgaard roynir at siga, at hann einki veit. Men tey, sum trúgva hesum, mugu antin hava etið blá- seym ella bara vera vanliga naivir javnaðarmenn, sum einans ynskja brøðralag við aðrar javnaðarmenn. Hvat skal samgongan gera nú? Tað fyrsta teir mugu gera, er at steðga royndini at fáa ta donsku ”avdeilingina” av tí danska Sosialdemokratíi- num við í Fullveldisgongd- ina. Teir koma jú ikki við, um so vit fáa eina skiftistíð upp á 1000 ár. Teir vita, sum er, at uttan blokkin, so er ómøguligt at keypa atkvøð- ur við at blaka pening í eyst- ur og vestur og harvið binda okkum tættari at Danmark, so teir framhaldandi kunnu súgva boppuna hjá tí danska móðurflokkinum. Tað er bara at hyggja at øllum upp- skotum, sum tingmenn floksins hava lagt fyri tingið tað seinasta árið, og so taka Føroyar móti Danmark roknimaskinuna og plussa tølini, so sæst eitt stórt reytt tal í botninum. Skjótast gjørligt Eini ráð til Høgna, Annfinn, Helenu og hini. Haldið á- fram í góðum treysti og loysið okkum úr tí danska haftinum, og gerið tað so skjótast gjørligt, best um tað var í morgin. Tað gerst ikki við, um tað kostar eitt sind- ur, tí tað verður ongantíð dýrari enn prísurin, vit gjalda fyri tann rotinskapin, sum er í brøðralagnum mill- um danska Sosialdemokrat- íið og teirra føroyska grenj- ikór, við Eidisgaard, Strøm og Magnussen, sum høv- uðssangarum. Latið teir bara syngja gravarsálmar um neyð og vesaladóm. Hetta er okkara land Vit vita, at føroyingar eru eitt stolt fólkaslag, sum ynskir at ráða sær sjálvum. Vit vita, at vit hava eitt stórt virði, og tað vita danskir politikkarar eisini. Teir ein- astu, sum ikki vita, hvat virði okkara vøkru oyggjar hava, eru føroyska ”avdeil- ingin” av danska sosialdem- okratíinum og tann altíð svarti Sambandsflokkurin. Ongantíð fyrr hevur tað ver- ið so greitt sum nú, at vit hava brúk fyri eini uppgerð við Danmark. Nú vilja vit eiga okkara land. 19. mars 2000 Rói Joensen Limur í Unga Tjóðveldinum Allarfyrst vil eg siga, at eg haldi brævið hjá tær vera á einum heilt ótrúliga lágum støði! Eg vil eisini gera vart við, at orðavendingar, tú brúkar, mest av øllum fáa meg at hugsa um onkra tot- aliterismu. (Hvussu tað so kann bera til!) Fari fyrst at gera vart við »liðini« hjá tær: Føroyar: Fólkaflokkurin, Tjóðveldis- flokkurin, Sjálvstýrisflokk- urin og Miðflokkurin. Dan- mark: Alt Fólkatingið, øll tann danska pressan, tann føroyska »avdeilingin« av Sosialdemokratunum, Sam- bandsflokkurin, Dimma- lætting og Sosialurin. Um eg skilji teg rætt, so meinar tú, at bert tey, sum eru á liðnum "Føroyar" eru rættir føroyingar, also eftir tínum tykki fólk, sum elska Før- oyar. Har skuldi tú nokk heldur havt skrivað: Helvtin av Fólkaflokkinum, Tjóð- veldisflokkurin, Sjálvstýris- flokkurin og nøkur úr Mið- flokkinum. Fyri so at fara til liðið »Danmark«, so haldi eg, at tú nokk ert tað, man kallar paranoid, ella hevur »forfylgilsisvanvid"«, sum onkur eisini kallar tað. Haldi ikki, at mær nýtist at forklára meg gjøllari enn hetta! Síðani tosar tú um, at tað ikki er í Danmark mótstøð- an er harðast, nú gongd er komin á samráðingarnar, men at: "Okkara størsti fíggindi eru vit sjálv ella tann parturin av andstøðuni, sum umboðar afturhalds- kreftirnar í Føroyum, nevn- iliga føroyska »avdeilingin« av donsku Sosialdemokrat- unum og Sambandsflokkur- in. Má heilt erligt siga, at eg haldi orðið »fíggindar« vera nokkso løgið at brúka í hesum samanhangi, men hetta er jú bara, sum áður nevnt, eitt av teimum orðu- num, sum fær meg at hugsa um totaliterismur. Hetta sig- ur í hvussu er so mikið, at tú opinbart IKKI heldur tað vera í lagi, at fólk hava yms- ar politiskar meiningar. Tað, sum tú so tosar um, viðvíkjandi »Harra Eides- gaard«, sum tú pástendur fyri langari tíð síðan hevur avtalað við Sosialdemokrat- arnar á Fólkatingi, at hetta landsstýrið ikki skal náa nakað á sjálvstýrisleið, hatta er bara ov langt úti! Tað er nú einaferð soleiðis, at bæði javnaðarfólk í Føroyum og javnaðarfólk í Danmark eru útgjørd við fornufti, sum ikki verður ávirkað av nøkr- um propagandalíknandi, romantiskum og naivum orðingum sum: »Nóg mikið er grulvað, nú fara vit til gongu« , »Nú er tíðin komin til eitt frælst Føroyar« og ikki minst: »Í hjørtum okk- ara býr frælsi«, sum tit op- inbart totalt hava misfor- staðið merkingina av. Síðani kemur tú við ein- um pástandi um, at Javnað- arflokkurin ikki vil loysa, tí at: »teir vita, sum er, at uttan blokkin, so er ómøguligt at keypa atkvøður við at blaka pening í eystur og vest- ur.....etc.« Eg má virkiliga siga, at eg ikki ordiliga skilji, hvat tú meinar við, haldi tú mást hava misfor- staðið, hvat tað er, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri. Hugsa teg nú um, hvør hevur gingið á odda fyri at fáa tær samhaldsføstu skip- aninar, vit hava í landinum í dag! Og tað var nú ikki fyri at tekkjast veljarunum, men einkult og greitt tí at hetta er tað, sum Javnaðar- flokkurin er stovnaður fyri, stendur fyri, og so sjálvsagt eisini virkar fyri. Tú meinar eisini, at tað gerst ikki við, um loysing fer at kosta okkum eitt sind- ur, tað verður so ikki dýrari, enn prísurin vit nú gjalda fyri rotinskapin, sum er í »brøðralagnum millum donsku Sosialdemokratar- nar og teirra føroyska grenj- ikóri við Eidesgaard, Strøm og Magnussen sum høvuðs- sangarum. Latið teir bara syngja gravsálmar um neyð og vesaladóm«. Fyri tað fyrsta haldi eg tað vera nokkso løgið, at brúka brøðralag sum eitt negativt orð. Fyri tað næsta, haldi eg, at tað er ótrúliga merkiligt, at man, um man ikki er samdur við tykkum, knappliga er í einum »grenj- ikóri«, og hetta bara tí, at man, sum áður nevnt, brúk- ar sítt fornuft, sum ikki er ávirkað av tykkara slagorð- um. Og vil hetta so siga, um vit meta okkum eftir veljar- akanningini, at uml. helvtin av føroysku veljarunum eru røddir í hesum grenjikóri? Haldi at kórið er væl mann- að meðni! Dirigenturin má vera heilt ótrúliga góður! Fyri at brúka orðið »ræðu- myndir«, sum jú er sera populert tykkara millum, haldi eg, at størsta ræðu- mynd í tykkara eygum er Javnaðarflokkurin, og hetta bert av tí simplu grund, at flokkurin gongur inn fyri vælferðini hjá fólki, væl- ferðini hjá øllum fólki, ikki bara teimum, sum eiga so- mikið nógv, at tey ikki síggja tað sum eina persón- liga hóttan, um vælferðin minkar. - Tit vilja bara ikki viðganga, hvussu fatala á- virkan, loysing kann koma at fáa á tann meiniga føroy- ingin. Javnaðarflokkurin roynir at vísa á hetta, tí tað stríðir ímóti øllum, flokkurin stendur fyri, men fyri tykk- um er hetta bara grenj! Skilji forrestin ikki, hví tit tíma at brúka so nógva orku uppá at spilla Javnaðar- flokkin út, um hann er so »rotin«, sum tú sigur! So haldi eg, tað hevði verið lættari at roynt at ignorerað flokkin, tað vildi verið ein meira náttúrlig forsvars- mekanisma! Tú endar brævið við at siga, at vit føroyingar eru eitt stolt fólkaslag, og vit vita, vit hava eitt stórt virði. Tey einastu, sum ikki vita, hvat virði okkara vøkru oyggjar hava, er Javnaðar- flokkurin og Sambands- flokkurin. Eg ætli mær ikki at tosa fyri Sambandsflokk- in, men vit í Javnaðarflokk- inum vita eins væl sum tit, hvat virði okkara land hev- ur. Vit halda tað eisini vera líka vakurt her, sum tit halda, og ikki minst: VIT ELSKA OKKARA LAND LÍKA SO HØGT SUM TIT! Einasti munurin er, at vit elska fólkið, sum býr her, og ynskja tað besta fyri Tjóðveldisflokkurin móti Javnaðarflokkinum? fólkið. Vit elska ikki bara oyggjarnar við sínum vøkru fjøllum og bláa havi rund- anum! - Kærleikin røkkur djúpari, enn tað sum eygað sær! Slagorðið hjá okkum er javnaður, frælsi og brøðr- alag, og orðið frælsi merkir í okkara verð IKKI at vera loyst úr ríkisfelagsskapi- num við Danmark, tað merkir persónligt frælsi, og tá vit meta, at tað persónliga frælsið verður minni, um vit loysa nú, so kunnu vit sjálv- andi ikki taka undir við tykkara fullveldistosi! Tað skuldi nú ikki verið so ræð- uliga ringt at forstaðið, men tað er tað obinbart fyri tjóð- veldisfólk! So lat meg fyri eina sikkurheits skyld enn einaferð sláa fast: Vit elska Føroyar líka so nógv sum tit, og vit eru líka nógv føroyingar sum tit! Vit eru IKKI landasvíkjarar, okkara kærleiki til Føroyar røkkur bara longri enn til at elska grótið, grasið, havið og seyðin í Føroyum, vit vilja tað besta fyri FÓLKIÐ í Føroyum! Ragnhild Olsen, Sandavágur Limur í sosialistiskum ungmannafelag Viðmerking til grein hjá Róa Joensen úr Unga Tjóðveldinum í Dimmalætting týsdagin (og Sosialinum í dag) AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO NÁTT- BUSSURIN v/ Øssur Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboð- an fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Streymoy SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta 13. B, FO–100 Tórshavn TAXA MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI 288888 FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD Vilja tygum vi› í Í b‡in - hvønn hósdag Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so fylli› út henda lepan og sendi› hann til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax 314720 Tekstur * * * Staðið har vit hittast * * * Opið er: Mán.– Hós. kl. 19. 00 – 23. 30 Fríggjadag kl. 17.00 – 03.30 Leygardag kl. 19.00 – 03.30 Sunnudag kl. 17.00 – 23.30 Long drinks Café Við gongugøtuna Nor›oyggjar Su›uroy Mat- seðilin Hósdagin 23. mars: Saltkjøt Fríggjadagin 24. mars: Karrygrýta Leygardagin 25. mars: Nakkaflak Mánadagin 27. mars: Hakkibúffur Týsdagin 28. mars: Revelsbein Mikudagin 29. mars: Hamburgarryggur Kostnaður 30,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík Klaksvíkar Klubbi Klubbin hevur: POOLBORÐ BILLARDBORÐ ENSKAN FÓTBÓLT Á SKY Dansur verður leygarkvøldið 25. mars "HJALMAR -ÓLI" vendir plátum Sosialurin - 311820 Vágs Bóltfelag DANSUR VIÐ KLAUS & SERVANTS Kostnaður kr. 130,- í høllini í Vági fríggjakvøldið 31/3 Sosialurin - 311820 Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 Kaggin DISKOTEK DISKOTEK DISKOTEK ARIA ARIA Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo -ókeypis atgongd spælir Sosialurin - 311820 Hóskvøldið 23/3 Fríggjakvøldið 24/3 og leygarkvøldið 25/3