hósdagur 23. mars 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 59 - 24. mars 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 59 - 24. mars 2000
Fríggjadagur 24. mars
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Hvem skal nu betale –
hvem har råd til mer’…
Samráðingarnar í Keypmannahavn
fríggjadagin fingu sjálvandi mestu um-
røðuna í tíðindunum hesa vikuna. Tað
vil siga í ÚF, sum hevur sent bæði
tíðliga og seint við viðmerkingum og
samrøðum úr Keypmannahavn og úr
Føroyum.
Í SVF hevur verið heldur minni at
frætt frá hesum álvarsmáli. Tey løgdu
annars væl út mikukvøldið í farnu viku
við Krosskast næstan í valfundarstíli.
Síðani tá hava verið nøkur innsløg i
Degi og Viku um samráðingarnar, og
so Krosskast aftur í hesi vikuni. Ongin
sending burturav um evnið, sum ann-
ars hevði verið upplagt. Tilfar er ríkiligt,
sum
tað
sást
mikukvøldið,
tá
sendingin varð ein hálvan tíma longur
enn ætlað.
ÚF hevur tann fyrimunin, at tíðinda-
sendingar eru á skránni fleiri ferðir um
dagin, so har er saktans pláss at
greiða frá gongdini í Statsministerii-
num og í Tinganesi. Tey hava eisini
havt nógv gott fólk í arbeiði, tí um-
framt »føstu« journalistarnar í Keyp-
mannahavn, hava fleiri fólk úr ÚF
eisini verið niðri og fylgt samráðingu-
num.
Per Højgaard og Kári Durhuus hava
eftir mínari áskoðan vunnið sær eitt
avgerandi pláss í føroyska tíðinda-
heiminum við sínum uppsøkjandi og
nasku innsløgum. Gott at fleiri nú fáa
ágóðan av hesum gjøgnum Føroysku
Tíðindastovuna, sum hevur støð á
Christiansborg.
Spurningarnir hava verið nógvir, og
ikki óvæntað hava verið næstan líka
nógv ymisk uppskot til svar. Eitt er
givið, og tað er, at vit koma at hoyra
nógv afturat um samráðingar og tøl
næstu mánaðirnar. Vónandi fáa vit
einaferð í summar eitt meira eintýð-
ugt svar uppá, hvør skal gjalda hvat,
hví og hvussu leingi. Fyrr enn tað er
greitt, eru tað nógv fólk, sum ikki vita,
um tey eru fyri ella ímóti fullveldi.
Beinleiðis ítrottur í SVF
Leygardagin var nakað so sjáldsamt
sum føroyskur flogbóltur beinleiðis í
SVF: Steypafinalurnar í flogbólti vóru
sera undirhaldandi at síggja í sjón-
varpinum, og so var tað heldur ikki
minni stuttligt, at Mjølnir vann báðar
dystirnar! Hvørja ferð eg síggi ein
hondbóltsdyst ella flogbóltsdyst undr-
ist eg á, at fólk velja fótbólt framum
annað sum sjónvarpsundirhald. Ferð-
in og spenningurin er so nógv størri í
hinum báðum ítrottargreinunum. Vón-
andi fara vit at síggja meira føroyskan
ítrott í SVF, tí hetta er tilfar, sum hevur
stóran áhuga millum fólk.
Arbeiddi brúdleypsdagin
Okkurt annað enn politikk havi eg heft
meg við í vikuni. Sendingin um Klaks-
víkar Sjúkrahús í 100 ár var sera stutt-
lig at síggja. Framsýningin av
broytingini í sjúkrahúsverkinum var
áhugaverd, men hon var enn betur
veruleikanum, enn á skíggjanum.
Besti parturin av sendingini var, tá
gomlu sjúkrasystrarnar sera livandi
greiddu frá, hvussu tað var at arbeiða
á sjúkrahúsi fyrr — hetta fekk helst
onnur enn meg at vera takksom fyri,
at sjúkrahúsverkið og samfelagið sum
heild er so nógv broytt seinastu 50
árini. Um vit gloyma tað medisinska,
hvør kann so t.d. ímynda sær í dag,
at fólk høvdu aftrað seg við at biðið
sær frí brúdleypsdagin, ella at ein ar-
beiðsgevari hevði noktað fólki at fingið
frí ein slíkan dag.
Tað brotið, sum eg serliga hefti meg
við, var um Klaksvíksstríðið. Tað er
gott, at nakrir av teimum tankum, fólk
JÁKUP MØRK
Um góðan mána fáa Klaksvíkingar
so at siga møguleika at lurta eftir
síni egnu útvarpsstøð.
Talan er tó ikki um enn eina út-
varpsrás, men harafturímóti um ein
part av innihaldinum hjá Rás 2.
Tað er nevnliga soleiðis, at Studio
Pegasus og Rás tvey hava gjørt
eina samstarvsavtalu, sum inniber,
at fimm senditímar um vikuna verða
varpaðir út har norðuri.
Skráin ikki løgd enn
Í løtuni arbeiða klaksvíkingarnir við
at fyrireika innihaldið av teimum
fimm vikuligu senditímunum, so
enn er ikki endaliga fastlagt, júst
hvørjar sendingar talan verður um.
Rás 2 tvey økir um virksemið
gjørdu sær tá, verða skrásettir, serliga
innan heilsuverkið, har nógv fólk upp-
livdu málið frá fyrstu hond. Málið er
enn sera eymt, og tað, sum vit yngru
vita, er helst meira »gongusøgur« enn
nakað annað. Eg vildi fegin frætt nógv
meira um hendan partin av søgu okk-
ara. Tað er upplagt hjá SVF at fylgt
upp her, tí tað eru nógv fólk, sum duga
væl at greiða frá, uttan at koma at
traðka á ov nógv líktorn.
Nýggjar tíðir
Eg kann ikki halda mær, men má
nevna Okkara Kokkar aftur. Matsend-
ingin er mær ein fragd at hyggja at –
miljøskadd vil onkur kanska siga. Dei-
ligt at síggja góðan mat, gjørdan av
fakfólki
við
góðari
útgerð.
Mánakvøldið var tilfarið m.a. soppar
og tari. Vanar broytast, eisini í Føroy-
um. Hvat høvdu fólk sagt fyri 10 árum
síðani, um kokkarnir høvdu staðið og
drukkið whisky on the rocks í
matsendingunum tá? Eg spyrji bara.
Fyrr í vikuni bórust boð um, at Rás 2 um góðan mánað fer at senda úr
Klaksvík. Studio Pegasus skal nýtast sum útvarpsstøð, og verða sending-
arnar í løtuni fyrireikaðar
Sum skilst verður talan tó um onkr-
ar lættar mentunarsendingar, um-
framt at talan ætlandi eisini skal
verða um ítrótta- og barnasending-
ar.
Hvørjar vertir talan verður um, er
heldur ikki fastlagt enn, men alla-
rhelst verður møguleika at hoyra
nakrar nýggjar røddir, tá farið verður
at senda.
Talan verður sjálvandi um lokalt til-
far, men ætlanin er eisini, at send-
ingarnar verða hættaðar soleiðis, at
allir føroyingar skulu tíma at lurta eftir
sendingunum, klaksvíkingar ella ikki.
Fíggjast við lýsingum
Studio Pegasus hevur annars virk-
að sum upptøkustudio, men nú far-
ast skal undir útvarpsarbeiði, er
neyðugt við nøkrum íløgum, og fara
umbyggingar av ymsum slag fram í
løtuni.
Til at fíggja sendingar og íløgurnar
er ætlanin, at Studio Pegasus skal
fáa meginpartin av teimum lýsingar-
inntøkum, sum væntandi koma til
hesar sendingar.
Annika Joensen,
setursskrivari
skrivar
Viðmerking:
Smádreingir í Tinganesi, ella hvat?
Nú eru fjølmiðlar í Føroy-
um allir á tremur við tíð-
indum um samráðingarnar
við danir um sjálvstýris og
loysingarmál føroyinga, og
tað við góðari grund.
Loysingarflokkarnir tykj-
ast tó verða samdir um, at
ikki ber til at kappa á stokk-
inum, her og nú, ætla at
hava eina skiftistíð uppá
eini 10-15 ár. Her verður
spurt, hvat er til hindurs
fyri, at miðvíst verður hildið
fram móti størri sjálvbjargni
undir núverandi skipan?
Danska veitingin til Før-
oyar við blokkinum er uml.
1 milliard krónur árliga,
sum landsstýrið sjálvt fær
at ráða yvir. Herumframt
eru einar 400 milliónir ið
ikki eru innroknaðar í
blokkin sum danir gjalda
beinleiðis til lønir, t.d. løg-
regla, dómsvaldið, bispar,
prestar o.a.
At hugsa sær, um henda
upphædd varð umsett í t.d.
undirsjóvartunlar.
Bjart-
skygna
kostnaðarmeting
landsstýrisins av tunlinum
um Vestmannasund er kr.
240 milliónir. Tað vil siga,
at fyri árligu donsku veit-
ingarnar kunnu byggjast 6
tunlar sum hesin, hvørt árið
í Føroyum.
Nú er rímiligt, sum van-
ligur borgari í Føroyum, at
spyrja, hvat landsstýrið
hugsar fyri sær. Sum er,
klára teir ikki at geva borg-
arum sínum tær sømdir teir
eiga at fáa. - Skúlaverkið
liggur á láni og lamið, gull-
nám tjóðveldissins, post-
verkið liggur í fíggjarligum
andaleypi. Avlamin og pen-
sionistar fáa iki tær samsýn-
ingar tey eiga, smb. avtalu
við donsku stjórnina o.s.fr.
Sjálvir hava politikarar
givið sær eina lønarviðbót
uppá 80%. Seinasti trumf-
urin varð eina pensiónsskip-
an til sín sjálvs uppá 26.000
kr. um mánaðin. Tað er 6 1/
2 ferð meira enn ein vanl.
pensionistur fær. Slíkt eru
menn. Hvat er í vegin fyri
at teir ikki hava somu skip-
an sum øll onnur fólk?
Dreymur Høgna Hoydals,
um at fáa merkið at veitra á
FN bygninginum, kann
neyvan brúkast til annað,
enn at flagga á hálvari stong
við, fyri tí sindri av vælferð
sum enn, hóast alt finst í
Føroyum.
Mær tykir at landsstýrið
hevur sama hugburð sum
smádreingir ið eru so altráir
eftir at sleppa at flota sjálv-
gjørda bátin, langt áðrenn
hann er sigliklárur. Tit hava
ikki gjørt heimaarbeiði
tykkara nóg gott og eru
lopnir framav. – Føroya fólk
hevur ikki gloymt 80 og 90
árini, tá føroysku vóru or-
søk til størsta fíggjarskrall í
landsins søgu, uttan tað
fekk alraminstu avleiðing
fyri teir seku – neyvan nak-
ar flokkur undantikin. – Ge-
rið ikki sama mistak aftur
nú, bert 10 ár seinni. Gerið
heimaarbeiðið tykkara til
lítar fyrst.
Eiko Apol
Í krosskasti segði løgmaður
fyri opnum skermi: Vit fara
ikki at loysa. 2 dagar seinni
møtir hann donsku stjórnini
við einum uppkasti har
stendur: Denne traktat om
associeret statsforbindelse_
OPRETTER FÆRØERNE
SOM EN FRI OG SUVER-
ÆN STAT (afsnit 1,artikel
1, stk 2).
Nevnda orðing er loysing
- tað kann ikki sigast greið-
ari!
Er Afsnit 1, artikel 1 stk
2 gjørt eftir krosskast send-
ingina? Tað eru vit mong,
ið ivast í. Um ikki, var farið
lætt um sannleikan av løg-
manni í krosskasti, framm-
anfyri øllum føroya fólki.
Tað sæst svart uppá hvítt,
nú samráðingarnar tíbetur
ikki eru duldar meira.
Nyrup framdi neyðugan
opinleika
í
samráðingunum:
Boðskapurin hjá Nyrup er
krystalklárur- 3-4 ár um
loysing verður vald. Tað
kunnu føroyingar fyrihalda
seg til.
Mátin boðskapurin var
framborin av Nyrup, kundi
verið meira heppin. Nú
roynir samgongan at fara
eftir Nyrup, heldur enn fyri-
halda seg til boðskapin hann
kom við. Somuleiðis royna
teir at skapa eina national-
romantiska øsing ímillum
føroyingar. Tað er tað vit
hava minst tørv á nú.
Føroyingar hava tørv á at
vita konsekvensin av tí sam-
gongan hevur runnið undan
alla tíðina: Hvørjir vansar-
nir eru av at loysa.
Gleðiligt er, at almenn-
ingurin í Føroyum nú kann
fylgja við í samráðingunum.
Søgdu løgmaður og
varaløgmaður ósatt?
Vónandi fara okkara menn
at halda seg til sannleikan.
Og kalla ein spaka fyri ein
spaka. Tí tað er fyritreytin
fyri øllum konstruktivum
arbeiði.
Marjus Dam,
løgtingsmaður
Komandi vikuskifti heldur
Sambandsflokkurin lands-
fund í Øravík. Eitt av málu-
num, sum uttan iva fer at
fáa drúgva umrøðu, verður
ríkisrættarligu viðurskiftini
eftir at landsstýrissamgong-
an er farin undir tingingar
við donsku stjórnina.
Seinasta hálva árið hava
fjølmiðlarnir gjørt nógv
burturúr Hvítubók, sum
landsstýrissamgongan lat
evna til við tí fyri eyga at
lýsa viðurskiftini í samband
við eitt møguligt fullveldi.
Nógv embætisfólk vóru sett
á hesa uppgávu og nógvur
peningur brúktur. Tað hevur
ljóðað, at nýttar eru uml. 12
mió. kr. til hesa verkætlan.
Verri at vera føroyingur
Men arbeiðssetningurin var
einsporaður: fullveldi! Rík-
isrættarligu viðurskiftini
sum heild og aðrir møgu-
leikar enn fullveldi vóru
ikki tiknir við. Í stuttum
kann sigast, at úrslitið av
verkætlanini greitt sigur, at
tað verður verri at vera før-
oyingur, um vit fáa fullveldi
ella loysing, sum fullveldi í
veruleikanum er.
Fullveldi setir okkum
langt aftanfyri
grannalond okkara
Gaman í siga loysingar-
menninir, at tað bert er í eini
skiftistíð, at búskaparliga
niðurgongdin fer at gera seg
galdandi, men so fer aftur
at ganga framá. Men at vit
sjálvt eftir at tað møguliga
fer at ganga framá aftur vera
nógv afturúrsigldir í mun til
grannalond okkara og um
vit høvdu varðveitt ríkisfel-
agsskapin, verður burtur-
tagt.
Týðandi samfelagstæn-
astur í andaleypi
Vit tevja longu nú dagliga
vansarnar, sum eitt møg-
uligt fullveldi fer at geva
okkum. Í einum búskapar-
ligum hákonjunkturi roynir
samgongan at hava eitt stórt
yvirskot á fíggjarlógini.
Men hetta yvirskot er ikki
til helvtar tað, ríkisveitingin
gevur okkum. Og prísurin?
Týðandi samfelagstænastur
liggja á andaleypi: heilsu-
verkið, samferðslan, post-
verkið bert fyri at nevna
nakrar.
Bert hálvir sannleikar
Røddir hava verið frammi
um, at andstøðan á tingi eis-
ini átti at havt fingið pening
at gjørt sínar kanningar. Var
hetta gjørt, hevði javnvág
verið í tí grundarlagi, før-
oyingurin einaferð seinni,
kanska í heyst við eini
fólkaatkvøðu skal taka
støðu út frá. Men sum nú
er, eru tað bert hálvir sann-
leikar, sum fyriliggja og tí
hevur føroyingurin krav
uppá at vita, hvat aðrir møg-
uleikar í ríkisrættarligu við-
urskiftunum innibera.
Reelt og ikki formelt
sjálvstýri
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin hava í
uttanlandsnevndini gjørt eitt
felags tilmæli til lands-
stýrið, har greitt verður víst
á vansan við fullveldisætl-
anini. Tilmæli er sera skila-
gott og vísir á, at í staðin
fyri formelt sjálvstýri eiga
vit at hava reelt sjálvstýri í
teimum málum, sum vit
hava og ætla at yvirtaka. Og
vit eiga at menna sam-
felagið til ein sjálvberandi
búskap. Hetta fer at tryggja
føroyingum livikor, sum er
á sama støði, sum í granna-
londum okkara.
Fyrimunir við
ríkisfelagsskapi
Uppgávan hjá Sambands-
flokkinum hetta og fram til
eina komandi fólkaatkvøðu
má tí vera, at lýsa fyrimun-
irnar, sum ríkisfelagsskap-
urin gevur okkum. Her er
ikki bert talan um teir
búskaparligu fyrimunirnar,
men so ómetaliga nógv ann-
að: útbúgving, heilsuverk,
mentan o.s.fr. Hetta er ein
sera stór uppgáva, sum eig-
ur at takast í størsta álvara.
Jóhan Petersen
Fullveldi grundað á hálvar sannleikar?
Nú eru fjølmiðlar í Før-
oyum allir á tremur við
tíðindum um samráðing-
arnar við danir um sjálv-
stýris og loysingarmál
føroyinga, og tað við góð-
ari grund.
Loysingarflokkarnir
tykjast tó verða samdir
um, at ikki ber til at kappa
á stokkinum, her og nú,
ætla at hava eina skiftistíð
uppá eini 10-15 ár. Her
verður spurt, hvat er til
hindurs fyri, at miðvíst
verður hildið fram móti
størri sjálvbjargni undir
núverandi skipan?
Danska veitingin til
Føroyar við blokkinum er
uml. 1 milliard krónur ár-
liga, sum landsstýrið
sjálvt fær at ráða yvir.
Herumframt eru einar 400
milliónir ið ikki eru inn-
roknaðar í blokkin sum
danir gjalda beinleiðis til
lønir, t.d. løgregla, dóms-
valdið, bispar, prestar o.a.
At hugsa sær, um henda
upphædd varð umsett í t.
d.
undirsjóvartunlar.
Bjartskygna kostnaðar-
meting landsstýrisins av
tunlinum um Vestmanna-
sund er kr. 240 milliónir.
Tað vil siga, at fyri árligu
donsku
veitingarnar
kunnu byggjast 6 tunlar
sum hesin, hvørt árið í
Føroyum.
Nú er rímiligt, sum van-
ligur borgari í Føroyum,
at spyrja, hvat landsstýrið
hugsar fyri sær. Sum er,
klára teir ikki at geva
borgarum
sínum
tær
sømdir teir eiga at fáa. -
Skúlaverkið liggur á láni
og lamið, gullnám tjóð-
veldissins,
postverkið
liggur í fíggjarligum and-
aleypi. Avlamin og pen-
sionistar fáa iki tær sam-
sýningar tey eiga, smb.
avtalu við donsku stjórn-
ina o.s.fr.
Sjálvir hava politikarar
givið sær eina lønarviðbót
uppá 80%. Seinasti trumf-
urin varð eina pensións-
skipan til sín sjálvs uppá
26.000 kr. um mánaðin.
Tað er 6 1/2 ferð meira
enn ein vanl. pensionistur
fær. Slíkt eru menn. Hvat
er í vegin fyri at teir ikki
hava somu skipan sum øll
onnur fólk?
Dreymur Høgna Hoy-
dals, um at fáa merkið at
veitra á FN bygninginum,
kann neyvan brúkast til
annað, enn at flagga á
hálvari stong við, fyri tí
sindri av vælferð sum
enn, hóast alt finst í Før-
oyum.
Mær tykir at landsstýrið
hevur sama hugburð sum
smádreingir ið eru so al-
tráir eftir at sleppa at flota
sjálvgjørda bátin, langt
áðrenn hann er sigliklárur.
Tit hava ikki gjørt heima-
arbeiði tykkara nóg gott
og eru lopnir framav. –
Føroya fólk hevur ikki
gloymt 80 og 90 árini, tá
føroysku vóru orsøk til
størsta fíggjarskrall í
landsins søgu, uttan tað
fekk alraminstu avleiðing
fyri teir seku – neyvan
nakar flokkur undantikin.
– Gerið ikki sama mistak
aftur nú, bert 10 ár seinni.
Gerið
heimaarbeiðið
tykkara til lítar fyrst.
Smádreingir í
Tinganesi, ella
hvat?
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo